Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 25 - 5. februar 2007 tíðindi Sigur tú sáttmála tín við Trygd, kanst tú longu komandi mánað vera kundi Tryggingarfelagnum Føroyar. Hetta er eitt tilboð Trygd gevur kundum sínum frá í dag at rokna. – Vit vilja geva kundunum frítt val at velja, sigur Ali Celebi, stjóri, sum vónar, at Tryggingarfelagið Føroyar fer undir sama átak TRYGGINGAR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Inntil í dag hevur tað verið soleiðis á føroyska tryggingar­marknaðinum, at hevði tú eitt ynski um at skifta tryggingarfelag, so kundi hetta ikki fremjast í verki fyrr enn eitt heilt ár eftir, at umbønin var latin inn. Uppsagnarfreistin var eitt heilt ár. Soleiðis hevur støðan verið hjá bæði Trygd og Tryggingarfelagnum Før­ oyar, men nú er tað broytt. – Tíðin er farin frá, at vit halda upp á kundarnar á henda hátt, segði Ali Celebi, stjóri, á tíðindafundi á Hotel Hafnia í morgun. – Allir kundarnir hjá Trygd fáa nú rætt til at seta úr gildi sáttmála teirra við ein mánaðar ávaring, sum í dag er eitt ár. Stjórin á Trygd vísti millum annað á, at hetta fór at hava við sær ein størri dynamikk á marknaðinum. Krøvini til kappingarføri fara at vaksa, og sama við fyrisitingarligu krøvunum. Tá hetta var sagt, so duldi Ali Celebi heldur ikki yvir, at tað er teirra vón, at kappingarneytin Trygg­ ingarfelagið Føroyar fer at geva sínum kundum sama møguleika, soleiðis at teirra kundar lættliga kunnu skifta verandi sáttmálan út við ein hjá Trygd. Tí sum er, so eru tað bara kundarnir hjá Trygd, sum kunnu skifta trygg­ingar­felag frá mánað til annan. Kundarnir hjá Trygg­ingarfelagnum hava fram­vegis eitt ára upp­ sagnarfreist, og kunnu tískil ikki eins lætt skifta felag. Í stuttum ber til at stað­ festa, at nýggja tilboðið frá Trygd, er ein avbjóðing til teir sjálvar, um at hækka góðskuna á vøruni teir framleiða í dag, soleiðis at kundarnir ikki ríma, men sanniliga eisini avbjóðing til kappingarneytan, um at fáa teir at gera tað sama. Sama gongd uttanlands Við á tíðindafundinum í morg­ un, var danski journal­isturin, Povl Dengsøe, ið hevur skrivað um og viðgjørt mong tryggingarmál. Umvegis websjónvarp greiddi hann frá, at tað sum Trygd nú fer undir, hevur verið rákið seinastu árini í Danmark og aðrastaðni við. Povl Dengsøe metti eisini, at tað var um biltryggingarnar, at kappingin var harðast í millum feløgini. Tað var eisini júst á tí økinum, at Trygd byrjaði sítt virksemi, tá teir í 1997 komu á marknaði, at monopolið á føroyska trygg­ingarmarknaðinum var avtikið. Í 2005 varð Hoyvíks­sáttmálin settur í gildið, og hetta gav føroysku feløgunum møguleikan at flyta seg yvir á íslendska marknaðin. Umvent so forðar lóggávan fyri, at íslendingar sleppa henda vegin við tryggingum, men tann lógin er til hoyringar í løtuni, so tað verður nokk ikki so leingi, áðrenn tað verður broytt og íslendingar eisini kunnu veita føroyingum tryggingartænastur. Tryggingarfelagið ikki sama veg Beint áðrenn evstamark okk­ ara fingu vit orðið á forstjóran hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og spurdi hann, um teir nú fara undir eitt líknandi átak. Hann svaraði, at tað liggja ongar ítøkiligar ætlanir á borðinum um tað í løtuni. – Men vit arbeiða við at fara meiri aktivt inn á marknaðin, og virka fyri at fáa tørvin hjá kundunum nøktaðan, segði Edvard Heen, forstjóri í Trygg­ ingarfelagnum Føroyar. Blaðmanna­felagið nýggjan formann  Bjóða sær sjálvum og kappingarneytanum av – Allir kundarnir hjá Trygd fáa nú rætt til at seta úr gildi sáttmála teirra við ein mánaðar ávaring, sum í dag er eitt ár, sigur Ali Celebi, stjóri í Trygd. Í sjónvarpinum til vinstru á myndini síggja vit danska journalistin, Povl Dengsøe, sum luttók á fundinum Mynd: Jens Kr. Vang Á aðalfundi hjá Føroya Blaðmannafelag tann 3. februar varð nýggj nevnd vald. Í nevndini í Føroya Blað­ mannafelag sita: Álvur Haraldsen Ingolf S. Olsen   Fyrrverandi formaðurin, Heini Gaard, kundi ikki stilla upp aftur, tí hann arbeiðir ikki sum blað­ maður í løtuni.   Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna i Blaðmanna­ felagnum