Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2007 21 Stutt sagt Skeivt barn Tá eini hjún í Malaysia fingu ein son í 1978, fóru grannarnir at tosa um, at konan mundi hava verið manninum ótrúgv, tí drong­ urin hevði ov myrkt hold til at vera sonur teirra. Páp­ in var eisini í iva, menn hann hevði illgruna um, at tey mundu hava fingið skeivt barn við sær av sjúkra­húsinum. So var. 21 ár seinni, í 1999, kom und­ an kavi, at drongurin, sum tey høvdu fingið á sjúkra­ húsinum, var ikki teirra son­ur, og ein DNA-kann­ ing staðfesti, at tað var so. Av tilvild eydnaðist teim­ um at finna tann rætta son­ in. Tað vísti seg, at hann var uppvaksin í einum mus­limskum heimi. Røttu foreldur hansara eru ikki muslimar, men tað er ikki so lætt hjá soninum at skifta trúgv, tí í tí mus­ limska Malaysia verður tað mett sum synd, sigur BBC. Sjáldsom atfinning Tað er ikki á hvørjum degi, at leiðandi japanskir politikarar finnast at USA ella amerikonsku stjórnini, tí Japan og USA hava leingi verið roknað sum lond, ið eru samd í at kalla øllum. Men nú hava Taro Aso, uttanríkisráðharri og Fumio Kyuma, verju­mála­ ráðharri, sagt, at tað var skeivt av USA at leypa á Irak, og at amerikanski poli­tikkurin síðani álopið hevur verið skeivur. Japan var eitt av londunum, sum sendi hermenn til Irak, men teir vórðu tiknir heim­ aftur seinasta summar. Mótmæltu ETA Nógvir spaniumenn eru í øðini um, at stjórnin hevur gjørt av at tingast við bask­ iska loysingar­felagsskapin ETA. Um vikuskiftið gingu umleið 200.000 fólk mót­ mælisgongu í Madrid ímóti tingingun­um. Millum mót­ mælis­fólk­ið vóru fleiri av leið­arunum í konservativa and­støðuflokkinum PP, sum kravdu, at Jose Luiz Rodriguez Zapatero, for­ sætis­­ráðharri, skal leggja frá sær, tí hann hevur gjørt av at tingast við baskiska felags­skapin. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – 17 ára gamlir dreingir eru ikki fyrireikaðir til slíkt blóðbað sum í Irak (Sara Teather, talskvinna) útlond Næstan 400.000 fólk eru flýdd frá húsi og heimi, eftir at áhaldandi regn hevur lagt meginpartin av stórbýnum undir í vatni Umleið tríggir fjórðingar av indonesiska høvuðsstað­ num stendur undir í vatni, og í summum býarpørtum stendur vatnið fýra metrar oman fyri gøturnar. Minst tólv milliónir fólk búgva í býnum. Higartil eru 25 fólk funnin deyð, og næst­an 400.000 eru flýdd heiman, tí húsini standa undir í vatni. Myndug­leikar­ nir bera ótta fyri umfars­sótt­ um, tí kloakkirnar flóta yvir. Indonesisku veður­ menn­inir siga frá meiri regni, og einki bendir á, at vatnið í býnum er minkandi, skrivar Reuters. Jakarta er at kalla av­ byrgdur frá umheiminum, tí vegirnir og jarnbreytirnar kunnu ikki brúkast, og aðrar skipanir so sum vatnveiting og ravmagn virka heldur ikki. Telefonsambandið er eisini slitið. Stjórnin hevur sent fleiri túsund hermenn til býin at hjálpa teimum, sum flýggja undan vatnflóðini. Sjálv­boð­ in hjá indonesiska Reyða Hálvmána og øðrum hjálpar­ felagsskapum royna eftir førimuni at bera fólki reint vatn og mat, men tað nógva vatnið í gøtunum ger hjálpar­ arbeiðið sera trupult. Síðani innrásina í 2003 hevur bretski herurin fleiri ferðir sent 17 ára gamlar dreingir til her­ tænastu í Irak Í sambandi við innrásina í Irak fyri skjótt fýra árum síðani setti bretska her­leiðsl­ an tiltøk í verk, sum skuldu forða fyri, at ungdómar, sum vóru yngri enn 18 ár, blivu sendir til Irak at gera tænastu. Men skipanin hevur ikki virkað eftir ætlan, tí um viku­skiftið avdúkaði sjón­ varpið Sky News, at minst 15 dreingir vórðu sendir til Irak at gera hertænastu, sjálvt um teir ikki vóru meiri enn 17 ára gamlir. – Hetta vísir, at skipanin er ikki nóg góð, segði verju­ málaráðharrin, Adam Ingram, tá sjónvarpið hevði borið tíðindini. Men andstøðan er ikki nøgd við ta frágreiðingina. Sarah Teather, sum er tals­ kvinna hjá liberaldemokrat­ unum, sigur við Reuters, at 17 ára gamlir dreingir eru ikki fyrireikaðir til tað blóð­ baðið, sum teir hava verið vitni til í Irak. Hon heldur, at Tony Blair, forsætis­ráð­ harri, sigur at koma við einari umbering. Hóttir við sak Samstundis hóttir ein kvinna við at leggja sak ímóti verjumálaráðnum. Kvinn­an, Sue Smith, misti ein son í Irak í 2005, tá bil­ urin, sum sonurin og nakrir av feløgum hansara vóru í, koyrdi á eina vegbumbu. Sue Smith sigur við blað­ ið The Independent, at bil­ urin, sum sonur hennara og hinir hermenninir vóru í, var als ikki egnaður til hern­ aðarbrúk. Hesum hevur her­ leiðslan víst aftur og sagt, at tað slepst ikki undan slík­ um vanlukkum. Sue Smith sigur við The Independent, at hon ætlar sær at royna málið í rættinum. Jakarta stendur undir í vatni Bretland sent 17 ára gamlar dreingir í kríggj í Irak Tíðindini um, at Bretland hevur sent 17 ára gamlar dreingir í kríggj í Irak, bøta neyvan um umdømið hjá Tony Blair