Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2007 23 SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur »Vit høvdu so nógva vreiði at sleppa av við eftir hálvfinalu­ tapið, og tað sluppu vit so sanniliga. Vit høvdu fult tamarhald á teimum allan dystin, so sigurin var fult uppiborin« Per Leegard, Danmark Póllendingarnir á Skála fylgdu spentir við HM finaluni í gjár millum Týskland og Pólland. Teir sóu dyst­ in sum eina uppgerð við Týsk­land. – Tað er heilt serligt at spæla móti Týsklandi. Teir eru okkara størstu kapp­ing­ar­neyt­ar. Óvilj­­in móti Týsk­ landi byrj­aði helst við seinna heimsbardaga, siga teir. Hóast Pól­ land tapti finaluna, vóru teir ernir av silvurinum HM Í HONDBÓLTI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Í gjár spældu Pólland og Týsk­land HM-finalu í mans­hondbólti. Fyri nógvar føroy­ingar var tann dysturin kanska ikk i so áhugaverdur. Ivaleyst fylgdu fleiri við í bronsudystinum millum Danmark og Frakland. Men tað vóru tó nakrir, sum gleddu seg sera nógv til finaluna. Póllendingarnir á Skipasmiðjuni á Skála hava fylgt spentir við í HM kappingini, nú teirra lið hevur klárað seg so væl. Teir eru allir sveisarar, sum arbeiða við nýggja skipinum, sum skal smíðast á Skála. Skála Skipasmiðja hevur leigað póllendingarnar frá einari pólskari skipasmiðju. Einans ein dugir enskt Sosialurin var umborð á “Explorer”, sum er hotell­ skip­ið hjá póllendingunum, meðan dysturin var. Undir­ ritaði nýtti hendan góðan tíman saman við póllend­ ingunum á Skála umborð á Explorer, sum liggur við kei á Skipasmiðjuni. Umleið 25 póllendingar sótu saman í stovuni og hugdu. Teir hava eitt sjónvarp við alskyns rásum, og teir sóu dystin á einari týskari rás. Tað var einans ein av teim­ um, sum dugdi so frægt enskt, at undirritaði kundi samskifta við hann. Hesin maðurin var í góðum lag, og hann hevði latið seg í pólsku landsliðsblusuna til høvið. Póllendingarnir vóru blíð­ ir, og teir heilsaðu allir, tá ið undirritaði og myndamaðurin komu inn. Tað var tó ikk i tíð til nógv prát tá, tí at dysturin var farin í gongd. Teir fylgdu all­ir spentir við. Ein sat við trumm­ um, sum hann bank­aði uppá, hvørja ferð Póland skoraði. Teir skeldaðu allir hart, tá ið dómarin ikk i floytaði teimum eftir vild, ella tá ið pólsku leikararnir gjørdu ein tekniskan feil. Serligt móti Týsklandi Í steðginum fekk undirritaði tíð til at tosa eitt sindur við póllendingarnir. – Tað er heilt serligt at spæla móti Týsklandi. Teir eru okk ara størstu kapp­ing­ar­­ neytar. Í Póllandi dám­ar ong­ um týskarar, tí at Týskland fór inn í Pólland undir seinna heims­bardaga. Vit vilja tí gjalda teimum aftur við at vinna HM í hondbólti. Tú kanst kalla hetta eina upp­gerð við Týskland, sigur pól­­lend­ ingurin, sum tosar enskt. Hann hevur lært enskt í skúlanum. Hinir eru allir eitt sindur eldri, og tí hava teir ikk i lært enskt. – Fyri einans gott 10 árum síðani var Pólland undir komm­ unistiskum stýri. Tá lærdu vit ikk i enskt í skúl­anum men russiskt. Teir eldru menninir hava ikk i havt enskt, meðan hinir bara ikk i hava fylgt nóg væl við í skúlanum, sigur hann við einum smíli. Hondbóltur er annars ikk i nøkur stór ítróttargrein í Póllandi. – Tað er ikk i so kent í Pól­landi. Fólk íðka meira fótbólt, flogbólt og basket­ ball. Men nú, tá ið Pólland hevur klárað seg so væl, hevur áhugin verið stórur. Arbeiða 68 tímar um vikuna Póllendingarnir trívast ann­ ars væl á Skála, hóast teir ikk i hava so nógv at gera eftir arbeiðstíð. – Vit arbeiða 12 tímar um dagin og 8 tímar leygardag. Sunnudag hava vit frí. Tað gongur væl við skipinum, og vit halda tíðarætlanina. – Tað er ikk i so nógv at gera her eftir arbeiðstíð. Eingin pubb ella matstova, sum vit kunnu fara á. Vit eru bara umborð á hotellskipinum og hyggja sjónvarp. Vit sparka tó fótbólt í høllini tvær ferðir um vikuna. Tað er hædd­arpunkti í vikuni, sigur hann. Teir eru hampiliga væl nøgdir við umstøðurnar umborð á Explorer. – Tá ið vit komu, vóru umstøðurnar alt annað enn góðar. Men teir hava umvælt alt inni, og nú er tað heilt í ordan, sigur hann. Teir eru allir burtur frá familjuni í fleiri mánaðir. Hetta er sjálvandi torført, men pengarnir draga. – Tað er hart at vera burtur frá familjuni. Tit hava eisini so keðiligt veður í Føroyum, so vit sakna Pólland. Men her er betri løn enn í Póllandi, so eg fari at taka mær frí, tá ið eg komi heim, sigur hann. Nøgdir hóast silvur Seinni hálvleikur fer í gongd aftur. Pólland fær eina sera vánaliga byrjan eftir steðg­ in, og einu løtuna eru teir aftanfyri 21-14. Hetta hóv­ aði ikk i póllendingunum á Skála, og teir skeldaðu óført. Pólsku leikararnir megn­ aðu tó at koma aftur inn í dystin. Teir vunnu seg upp á 21-22, og tá var rómurin øgiligur umborð á Explorer. Menn byrjaði at trúgva uppá tað aftur, men júst tá dróg Týskland frá aftur og til endans gjørdist talan um tryggan 29-24 sigur til Týsk­ land. Póllendingarnir á Skála vóru skuffaðir, men eftir eina løtu sást gleðin tó aftur á andlitunum á teimum. – Vit eru hóast alt stoltir av, at teir vunnu silvur. Tað er flott av Póllandi at klára seg so væl í slíkari kapping, søgdu teir. Teir stillaðu allir glaðir upp til eina mynd, áðrenn vit fóru av skipinum aftur. HM hondbóltur á Skála Skipasmiðju: Pólsku sveisararnir eru ernir av silvurinum Rómurin var øgiligur, tá Pólland ta einu løtuna var um reppið at vinna seg upp á javnt í dystinum, sum Týskland annars hevði sitið so ruddiliga á Mynd: Høgni Thomsen