mánadagur 5. februar 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 25 - 5. februar 2007 ]
– Vit máttu
vinna dystin
Eftir sigurin á VÍF fingu
vit orðið á Hans Áka Dal
Christiansen hjá Kyndli.
Hann helt, at Kyndil vísti
sera góðan vilja síðstu
løtuna.
– Hatta var ein harður
dystur, har vit máttu
kempa alt tað, vit áttu.
Vit skuldu jú helst vinna
dystin fyri at kunna
blanda okkum í oddin,
og hetta gekk akkurát.
Vit eru aftan fyri at kalla
allan vegin, men vit
vistu, at hetta var síðsti
útvegur. Móti endanum
kemur verjan hjá okkum
ótrúliga væl við, og so
fer álopið eisini at koyra.
Magnus kemur eisini inn
í málið og stendir ein
branddyst, og hetta smitt
ar av á hinar leikararnar.
Sjálvt um vit vunnu
henda dystin, so síggji
eg okkum enn sum out
sidarar at røkka einum
finluplássi.
– Hetta má
bara
gloymast
Agnar Joensen há VÍF
var alt annað enn nøgdur
við tapið ímóti Kyndli.
– Hatta kunnu vit ikki
brúka til nakað sum
helst. Vit mugu bara
royna at gloyma dystin
beinanvegin,
áðrenn
steypafinaluna
næsta
vikuskiftið. Vit spæla ein
góðan dyst og føra við
fýra
málum,
tá
10
minuttir eru eftir. Móti
endanum byrja vit tó at
spæla ov individuelt, og
hetta kostar. Hetta er
sjálvandi ein keðilig upp
takt undan steypafinal
uni, men vit kunnu spæla
nógv betri enn tað, vit
vístu í dag, so tað verður
heilt
øðrvísi
leygar
dagin.
VÍF førdi trygt allan
dystin, tá teir vitjaðu
hjá Kyndli í Atlantic
Airways deildini, men
síðstu 10 minuttirnar
vendi Kyndil dystin,
sum teir at enda
vunnu trygt. Við
sigrinum blandar
Kyndil seg nú
rættiliga í oddin
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Tann sokallaði klassikarin í
føroyskum hondbólti var á
skránni
leygardagin,
tá
Kyndil tók ímóti VÍF. Fyrr í
ár hevur einki klassikarakent
verið yvir dystunum ímill
um Kyndil og VÍF, tí VÍF
snøgt sagt hevur verið væl
betri, men undan hesum
dystinum var øðrvísi. Vann
Kyndil
leygardagin,
so
kundu teir leggja seg undir
liðina á StÍF á øðrum plássi,
og harvið veruliga blanda
seg uppí oddastríðið. VÍF
skuldi í sínum lag royna at
vinna dystin, so teir kundu
koma enn nærri einum
plássi í FM-finaluni, sam
stundis sum teir kundu fáa
Kyndil enn longri frá einum
finalusessi.
VÍF streyk avstað
VÍF hevur havt munin á
Kyndli í ár, og í báðum dyst
unum
í
grundspælinum
vann VÍF rættiliga sannfør
andi. Leygardagin var eisini
líkt til, at gongdin fór at
vera júst tann saman, sum í
undanfarnu dystunum.
Fyrstu 10 minuttirnar
fylgdust liðini væl, og
kanska hevði Kyndil eina
lítla yvirvág í spælinum,
men so tók VÍF fullkomiliga
yvir. Næstu 10 minuttirnar
fóru teir frá at vera aftanfyri
5-4 til at leggja seg á odda
10-7, og nú høvdu teir líka
sum lagt støðið. Hesa løt
una var verjan hjá VÍF sera
góð, og Kyndil tóktist hava
stórar trupulleikar við at
sleppa til skot. Tá teir endi
liga fingu bóltin fram við
verjuni, so stóð ein vælleik
andi Eli Müller í vegin.
Eisini í álopinum riggaði
væl hjá VÍF, og áðrenn nak
ar veruliga hevði varnast
tað, so høvdu teir økt enn
meir um munin, soleiðis at
teir nú førdu við seks mál
um.
Kyndil vildi tó ikki geva
seg. Síðstu løtuna av fyrra
hálvleiki komu teir aftur
betur við í dystin, soleiðis
at munurin bert var trý mál,
tá liðini fóru til hálvleiks.
Leiðslan hjá vestmenning
um var fult uppiborin, tí teir
vóru væl betri í fyrra hálv
leiki.
Dysturin tóktist
avgjørdur
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki helt VÍF fram, har
teir sleptu í fyrra hálvleiki.
Við eini góðari verju og
skjótum og góðum álops
spæli eydnaðist teimum at
økja um leiðsluna, soleiðis
at heili 7 mál vóru á muni,
tá 10 minuttir vóru farnir
av seinna hálvleiki.
Nú sá dysturin út til at
vera avgjørdur, tí eingin
mundi vænta, at VÍF fór at
tveita eina 7 mála leiðslu
burtur.
Kyndilsleikararnir tóktust
tó enn at liva í vónini, tí teir
skuldu helst vinna dystin,
fyri at hava ein møguleika
at koma í FM-finaluna. Við
Róki Akralíð og Janusi Ein
ar Sørensen á odda byrjaðu
teir at kempa seg innaftur í
dystin, og tá eitt knapt kor
ter var eftir at leika, vóru
aftur bert trý mál á muni.
Magnus avgjørdi
dystin
VÍF sá tó ikki út til at taka
hetta so øgiliga tungt, tí teir
blivu bara við at spæla
teirra spæl, og løtu Teir
høvdu tó ikki tikið hædd
fyri einum kyndilsleikara,
og hann kom eisini inn á
vøllin og avgjørdi dystin.
Tá góðir 10 minuttir vóru
eftir at spæla, valdi Kyndil
at skifta málverja, har teir
settu unga Magnus Matras
inn í málið í staðin fyri Lars
Black, og nú byrjaði Kyndil
eitt ordans comeback.
Ferð aftaná ferð bjargaði
Magnus í stórum stíli skot
um frá fríum vestmenning
um, og so kundi Kyndil
minka meir og meir um
munin.
Við seks málum uppá
færri enn fýra minuttir
hevði Kyndil brádliga lagt
seg á odda við tveimum
málum, tá fimm minuttir
vóru eftir, og nú var VÍF
knekkað.
Síðstu
løtuna
øktist kyndilsleiðslan bara
meir og meir, og takkað
verið
ein
stórspælandi
Magnus í málinum, eydnað
ist Kyndil at enda at vinna
ein flottan 35-30 sigur.
Við sigrinum er Kyndil
nú veruliga við aftur í odda
stríðnum, har teir liggja
javnir við KÍF og StÍF á øðr
um plássi.
NSÍ bukaði føroyameistararnar
Nýggju spælararnir hjá NSÍ syrgdu fyri, at felagið vann greiðan sigur á
HB í venjingardysti leygardagin. HB var rættiliga tikið á bóli í Runavík,
tí NSÍ skoraði trý mál fyrstu 10 minuttirnar. NSÍ økti eisini upp í 4-0
fyri steðgin, og tað var ikki fyrr enn stutt fyri leiklok, at HB svaraði
aftur við einum máli. Føroyameistararnir fingu tí okkurt at hugsa um
á ferðini aftur til Havnar.
Málini hjá NSÍ skutu tríggir nýggir spælarar í felagnum. Anderson
gjørdi tvey mál, og Hjalgrím Elttør og Jónhard Frederiksberg gjørdu
hvør sítt. Málið hjá HB skoraði Bárður Mittelstein.222
Atli og teir vunnu í Malmø
Atli Danielsen spældi allan dystin í miðverjuni hjá
Frem, sum vann venjingardyst ímóti svenskum liði leyg
ardagin. Frem spældi ímóti IFK Malmø, ið spælir í
næstbestu svensku deildini, og dysturin endaði við 2-1
sigri til danska 1. deildarliðið.
Atli Danielsen hevur gjørt sáttmála við Frem, og
hann hevur spælt við í seinastu trimum venjingardyst
unum. Alti hevur bæði spælt í miðverjuni og á mið
vøllinum, men leygardagin spældi hann allar 90 minutt
irnar í miðverjuni.
Kyndil-VÍF 35-30 (13-16):
Kyndil steðgaði oddaliðnum
Kyndil-VÍF 35-30 (13-16)
Málskúttar:
Kyndil: Rókur Akralíð 10, Høgni Klein 8 (3), Hans Áki Dal
Christiansen 5 (1), Janus Einar Sørensen 4, Ragnar
Stakksund 4, Rani Ellingsgaard 2, Brian V. Poulsen 1, Hjalti
Jacobsen 1
VÍF: Sámal Joensen 8 (1), Harald Bjørgvin 7, Áki Olsen 6,
Agnar Joensen 4, Áki G. Olsen 2 (1), Ingi Olsen 1, Rói
Lamhauge 1, Regin Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 4
Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 5
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen
FAKTA
Kyndil var aftan
fyri at kalla
allan dystin
ímóti VÍF, men
við stórspælið frá
Magnus Matras
í málinum,
eydnaðist
teimum at
venda dystinum,
sum teir at enda
vunnu rættiliga
trygt.
Mynd: Álvur
Haraldsen