Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 25 - 5. februar 2007 ] KÍF førdi trygt í fyrra hálvleiki, tá teir tóku ímóti StÍF í Atlantic Airways deildini. Í seinna hálvleiki kom tó rættiligur spenningur í dystin, men kollfirðingarnir megnaðu at halda fast HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo KÍF hevði sunnudagin veru­ liga møguleikan at gera um seg í oddinum. Vunnu teir heimadystin móti StÍF, so vóru teir ájavnir strand­ing­ um og Kyndilsmonnum í stríðið um at fáa seinna pláss­ið í FM-finaluni. KÍF fekk flúgvandi byrjan Heimaliðið úr Kollafirði fekk eina flúgvandi byrjan, har teir serliga í verjupart­in­ um tóktust at hava sera gott tak á strandingum. Í álops­ partinum var spælið ikki altíð so flótandi, men fyrstu løtuna megnaðu teir tó at vinna seg nakað fram við StÍF. Eftir 10 minuttir hevði KÍF lagt seg á odda við trim­um málum, men so noydd­ist Damir Oros hjá Da­mir Oros av vøllinum við skaða í fótliðinum, og so mátti KÍF vera hann fyri utt­an í restini av dystinum. Eftir hetta kom StÍf held­ ur betri við í dystin í eina løtu. Teir fingu betur tak á verj­uni, men álopið haltaði tó enn eitt sindur hjá teim­ um. Næstu løtuna kláraðu teir tó at minka um munin, soleiðis at bert tvey mál vóru á muni, tá tað restaðu 10 minuttir av fyrra hálv­ leiki. Kollfirðingarnir tóktust tó ikki serliga nervaðir av at hava mist stórskjúttan í fyrra hálvleiki. Teir blivu bara við at kempa, og síðstu løtuna gav hetta úrslit. Hesa løtuna fangaðu teir fleiri bóltar frá StÍF, og so revsaðu teir mistøkini hjá stranding­ um við skjótum mótálop­ um. StÍF var ikki at kenna aftur Tá liðini komu út til seinna hálvleik var týðiligt, at StÍf hevði funnið út av, hvønn veg tað bar. Hvat Jakob Jóns­sin hevur sagt við teir í hálvleikinum, er ilt at meta um, men teir komu út til seinna hálvleik sum eitt satt ódnarveður. Serliga í verjuni høvdu teir funnið út av, hvussu teir skuldu steðga KÍF, og nú sást týðiliga, at saknurin í Damir Oros var stórur. StÍF fór langt út at verja Daniel Rapa frá fyrsta bríksli í seinna hálvleiki, og hetta tókt­ist geva KÍf stórar trupul­leikur. Teir komu ikki ígjøgnum verjuna, og so blivu teir ravsaðir í hium end­anum, har StÍF við skjót­ um og góðum spæli fekk hol á KÍF verjuna. Tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, vóru nú aftur bert tvey mál á muni, og nú var líkt til, at StÍF fór at fáa KÍF aftur. Næstu løtuna fingu koll­ firðingar tó rætta uppá verj­ una, soleiðis at liðini nú næst­an ikki fingu mál næstu 10 minuttirnar. Hesa løtuna komu bert trý mál. Eitt til KÍF og tvey til StÍF. Hesir blivu óvanliga dramat­iskir. StÍF royndi at fáa kÍF aftur, men hvørja ferð strandingar skoraðu, so svaraði KÍF aftur. KÍF bleiv eisini rakt av fýra út­vís­ing­um hesa løtuna, men kortini megnaði StÍF ikki at koma uppá javnt. Í fleiri um­førum blakaðu teir bóltar vekk, og hetta kom at kosta teim­um dýrt. Tá hálvur­annar minuttur var eftir, mink­aði Finnur Hans­ son um munin niður í eitt mál, og eftir hetta hevði KÍf fleiri møguleikar at avgera dystin, meðan strandingar fleiri ferðir kundu komið uppá javnt. Har kom tó einki mál afturat í dystinum, og sostatt vann KÍF, hóst teir bert fingu fimm mál í seinna hálvleiki. Týdningar­ mikil sigur Eftir dystin millum KÍF og StÍF fingu vit orðið á strikuspælaran hjá KÍF, Gert Hansen. Hann var ótrúliga glaður fyri sig­ urin. - Hesin sigurin hevði ótrú­liga stóran týdning. Vunnu vit ikki dystin, so hevði munurin verið held­ ur stórur upp til tey bæði oddaliðini, men eft­ir sig­ urin eru vit nú javnir við bæði StÍF og Kyndil, so nú kann alt henda. Vit fáa ávísar trupul­leikar, tá vit missa Damir í dag, men eg haldi, at verjan og kanska serliga Óla Krist­­ian skaffa okkum bæði stigini í dag. Álop­ ið koyrdi slett ikki í seinna hálvleiki, men við eini slíkari verju kunnu vit røkka langt. Stjørnan hevði ikki stórvegis trupulleikar, tá tær hildu fast um oddasessin við sigri á StÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo StÍF hevði trupla uppgávu, tá tær vóru á vitjan á hjá Stjør­nuni sunnudagin. Odda­liðið úr Klaksvík hev­ ur kanska havt nakað sveiggj­andi avrik í ár, men lítil ivi er millum hondbólts­ køn um, at tær hava sterk­ asta liðið í landinum. Júst móti StÍF hevur Stjørn­an tó ofta havt sínar trupulleikar, og eina løtu høvdu gestirnir eisini hug at arga sunnudagin. Stjørnan byrjaði nevnliga betri, men so stóð púrasta fast í langa løtu, og tað høv­ ið nýtti StÍF til at skjóta fimm mál á rað. Eitt time- out frá Stjørnubeinkinum fekk ikki alt fyri eitt skil á spælið, men spakuliga byrj­ aði tó at ganga rætta vegin. Og eftir steðgin varð ivin rudd­aður burtur. Stjørnan byrjaði sum eitt óløgi, og áðrenn StÍF veruliga hevði vent sær, stóð 17-10 á talv­ uni. Og tann munin helt Stjørn­ an so eisini um restina av tíðini. StÍF megnaði ikki at hótta nakað stórvegis aftur, og so mundu tankarnir hjá teim­­um reyðu spakuliga fara at leita fram móti steypa­­­final­uni, sum er næsta mál­ið á leið­ini í ár. Fremad Amager vann Andrew av Fløtum og liðfelagarnir í Fremad Amager vunnu venjingardystin, sum teir spældu leygar­dagin. Dysturin var ímóti 2. deildarliðnum Hol­bæk, og Fremad Amager vann 2-0. Tíðliga í dystin­um var tað Kenny Thorup, sum skoraði, og í seinna í fyrra hálvleiki økti Søren von Essen til 2- 0. Fremad Amager gjørdi nógvar útskiftingar í hálv­leik­inum, og einki mál kom afturat í seinna hálv­leiki. Italskur fótbóltur avlýstur Italskur fótbóltur var í fríggjadagin raktur av einum sorgar­leiki, tá ein løgreglumaður varð dripin í saman­ brestum millum áskoð­arar hjá Seriu A liðunum Catania og Palermo. Italska fót­bólts­sambandi tók avleiðingina og avlýsti allan fótbólt í teimum báðu bestu deildunum um vikuskiftið. Tikið verður seinni støða til, hvussu leingi bannið fyri at spæla fótbólt verður galdandi. Avlýsingin merkir, at toppdysturin millum Roma og Inter eisini verður útskotin. KÍF-StÍF 21-20 (16-10): KÍF blandar seg í oddastríðið Stjørnan-StÍF 26-19 (12-8) Stjørnan vant seg ígongd Stjørnan-StÍF 26-19 (12-8) Málskjúttar Stjørnan: Simona Petersen 7, Bára S. Klakstein 6, Louisa Andreasen 5, Hanna Mikkelsen 4, Anna Kristina Samson 2, Una Olsen 1, Maria við Neyst 1 StÍF: Ninna K. Johansen 14(3), Malan Petersen 1, Rósa Johansen 1, Sólfríð Christiansen 1, Fríðrun Danielsen 1, Ata Gregersen 1 Brotskøst: StÍF 3 Útvísingar: Stjørnan 2, StÍF 3 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA KÍF-StÍF 21-20 (16-10) Málskjúttar: KÍF: Daniel Rapa 8 (2), Gert Hansen 6, Rógvi Weyhe 3, Teitur Joensen 1, Damir Oros 1, Ingi Johannesen 1, Eddie Joensen 1 StÍF: Jakob Jónsson 8, Finnur Hansson 8 (5), Jørmund Joensen 2, Andre Danielsen 1, Leivur Justinusen 1 Brotskøst: KÍF 2, StÍF 6 Útvísingar: KÍF 7, StÍF 3 Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen FAKTA KÍF hevur lagt seg undir liðina á StÍF og Kyndli á øðrum plássi, eftir at teir vunnu ein sera tættan og spennandi dyst ímóti júst StÍF sunnudagin. Mynd: Álvur