mánadagur 5. februar 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 25 - 5. februar 2007 ]
Týskland livdi upp til
rolluna sum favo
rittur í HM-finaluni,
tá teir vunnu tryggan
sigur á Póllandi.
Sostatt gjørdust teir
heimsmeistarar á
heimavølli framman
fyri 19.000 larmandi
áskoðarum í
Kølnarena
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Heimsins størsta endaspæl
í manshondbólti kom til sín
enda sunnudagin, tá ið
finaludysturin
ímillum
Týskland og Pólland var á
skránni út á seinnapartin.
Fyrr um dagin hevði Dan
mark vunnið bronsudystin
ímóti Fraklandi, so nú var
bert eftir at avgera, hvat lið
skuldi vinna gull, og hvat
skuldi vinna silvur.
Undan gulldystinum var
Týskland mett at vera favo
rittur. Teir høvdu steðga
tveimum av heilt stóru favo
rittunum á vegnum til final
una, tá teir vunnu á ávikavist
Spania og Fraklandi í fjórð
ingsfinaluni og hálvfinaluni,
og við 19.000 áskoðarum í
rygginum hevði Týskland
óivað ein áttanda mann,
sum kundi hjálpa teimum
efitr gullinum.
Pólland hevði tó víst fyrr
í kappingini, at teir kundu
vinna á Týsklandi, tí í inn
leiðandi bólkinum vunnu
teir nevniliga við tveimum
málum á týsku vertunum,
so teirra møguleikar vóru
uttan iva til staðar.
Týskland fekk
flúgvandi byrjan
Ikki kann sigast annað, enn
at týsku vertirnir fingu eina
fantastiska
byrjan
uppá
finaludystin ímóti Póllandi.
Teir vístu frá byrjan av, at
teir vildu vinna dystin, og
hetta
fingu
polakkarnir
veruliga at føla. Eftir 10
minuttir hevði Týskland
rættiliga lagt grundina fyri
einum sigri, tá teir førdu
heili 8-3, og hesa løtuna
tóktust profilarnir hjá Pól
landi at vera sera troyttir
eftir eina langa og strævna
kapping.
So við og við kom Pól
land tó betur við í dystin.
Spælararnir tóktust meir
klárir til uppgávuna út á
dystin, og seint í fyrra hálv
leiki minkaðu tveir av
størstu polsku profilunum,
Marcin Lijewski og Karol
Bielecki, um munin niður í
tvey mál.
Nú var munurin at kalla
eingin, men síðstu løtuna
undan
steðginum
slapp
Týskland aftur eitt sindur
frá Póllandi við tveimum
góðum málum fá Holger
Glandorf, so munurin í hálv
leikinum var fýra mál.
Pólland var líka við
Í øðrum hálvleiki fekk Pól
land betru byrjanina. Leikar
arnir tóktust meir greiðir
yvir, at hetta var ein HM-
finala, og skuldu teir hava
nakran møguleika at vinna
dystin ímóti favorittunum
úr Týsklandi, so skuldi okk
urt henda beinanvegin.
Pólland byrjaði eisini at
eta meir og meir av leiðsluni
hjá Týsklandi, og mitt í
hálvleikinum høvdu teir
minka so nógv um munin,
at nú var týsku leiðslan bara
eittans mál. Tá var støðan
22-21. Hesa løtuna lá dyst
urin rættiliga og vippaði, og
bæði liðini høvdu stórar
trupulleikar við at fáa mál í
eina løtu. M.a. hevði polski
høgri vongurin, Juracik, eitt
skot á stongina, og hevði
hesin bólturin farið í málið,
so er ilt at meta um, hvussu
finalan hevði endað.
Í staðin var tað Týskland,
sum aftur byrjaði at økja
um munin, og so var liðugt
hjá Póllandi. Teir høvdu
ikki fleiri kreftir at koma
inn aftur í dystin, og at enda
vann Týskland ein uppi
bornan 29-24 sigur.
Enn einaferð var sigurin
bygdur á einki minni enn
fantastiskt
málmansspæl
frá tí fantastiska Henning
Fritz, sum tó mátti fara av
vøllinum við eini fipur
spreinging síðstu løtuna
eftir eina av sínum stórbjarg
ingum í dystinum. Hetta
vísti seg tó ikki at nerva
Týskland, tí Johannes Bitter
kom inn í málið og spældi
eisini ein fínan dyst.
Heldur óvæntað hevur
Týskland nú vunnið heims
meistaraskapin í manshond
bólti framman fyri Pólland
og Danmark og ávíkavist
øðrum og triðja plássi. Favo
rittarnir undan kappingini,
Frakland,
Kroatia
og
Spania, endaðu á ávikavist
fjórða, fimta og sjeynda
plássi, so hetta endaspælið
hevði fleiri óvæntað úrslit
við sær.
Týskland hevur verið við
til at mynda oddin í mans
hondbólti, frá tí at hond
bólturin byrjaði. Teir hava
eisini fingið nógv góð úrslit
seinastu árini, men HM-
endaspælið hava teir ikki
vunnið síðani 1978, tá táver
andi Vesturtýskland vann
finaluna ímóti Sovjetsam
veldinum. Eftir næstan 30
ára bíðitíð hevur Týskland
nú aftur vunnið heimsmeist
araskapin, so nú kunnu fólk
bara bíða spent til næsta
endaspæl, sum verður EM í
januar 2008.
Lyngby vann á Brøndby
Oddaliðið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini,
Lyngby, vann leygardagin venjingardyst ímóti
superligaliðnum hjá Brøndby, sum hevur havt
stórar trupulleikar í hesum kappingarárinum. Venj
arin er skiftur, men fyrsti venjingardysturin í ár
endaði við tapi. Føroyski landsliðsspælarin Christ
ian Lamhauge Holst spældi ikki hjá Lyngby, sum
vann 3-2, tí hann stríðist við ein skaða.
Eingin føroyingur
við hjá AaB
Superligaliðið AaB spældi leygardagin venjingardyst ímóti
Jetsmark, og AaB vann greiðan sigur. Úrslitið gjørdist 5-0.
Føroyski landsliðsspælararnir Jón Rói Jacobsen og Súni
Olsen eru partur av hópinum hjá AaB, men hvørgin teirra
spældi við leygardagin. Jón Rói stríðist við at koma fyri
seg eftir skaða, og Súni lá sjúkur. Simon Bræmer og Jeppe
Curth skoraðu tvey mál hvør, og fimta málið gjørdi Mathi
as Lindstrøm.
Úrslitið í HM
1
Týskland
2
Pólland
3
Danmark
4
Frakland
5
Kroatia
6
Russland
7
Spania
8
Ísland
9
Ungarn
10
Slovenia
11
Tunesia
12
Kekkia
13
Noreg
14
Ukreina
15
Korea
16
Argentina
17
Egyptaland
18
Kuwait
19
Brasilia
20
Marokko
21
Angola
22
Grønland
23
Qatar
24
Avstralia
Týskland-Pólland 29-24
Týskland er heimsmeistari
All star liðið:
Málverji:
Henning Fritz, Týskland
Vinstri Vongur:
Edouard Kokcharov, Russland
Vinstri bakkur:
Nikola Karabatic, Frakland
Miðja:
Michael Kraus, Týskland
Høgri bakkur:
Marcin Lijewski, Pólland
Høgri vongur
Mariusz Juracik, Pólland
Strika:
Michael V. Knudsen, Danmark
Fagnaðurin var
ovurstórur, tá HM-
gullið varð fingið til
høldar. Teir 19.000
áskoðararnir í Køln-
arenuni skaptu
fantastiskar karmar,
og so var tað upp til
spælararnir at fylla
hesar
Mynd: Scanpix