mánadagur 5. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 25 - 5. februar 2007 ]
Claus og teir snávaðu
Tað gekk ikki eftir vild hjá Blackpool í triðbestu ensku
fótbóltsdeildini leygardagin. Blackpool heðvi vitjan av
Brentford, sum liggur næstniðast í deildini, og púra óvæntað
tapti Blackpool heili 3-1. Brentford skoraði øll málini í fyrra
hálvleiki, og hóast Blackpool, har Claus Bech Jørgensen
er ein av spælarunum, stríddist fyri at koma afturíaftur,
gekk tað ikki. Blackpool fekk eitt troystarmál í yvirtíðini.
Blackpool liggur nú nummar 7 av teimum 24 liðunum í
League One.
Uppflytarar og niðurflytarar
spældu javnt
Leygardagin spældu AB og B68 venjingardyst í Gundadali.
AB flutt í fjør úr 1. deild og upp í Formuladeildini, meðan
B68 fór øvugtan vegin og skal spæla í næstbestu deildini í
ár. Dysturin millum liðini við javnleiki 3-3. Líkt var annars
til, at B68 skuldi vinna dystin, tí liðið var á odda 3-1, men
tað eydnaðist AB at javna til 3-3.
Sagt eftir dystin
Stór frøi var á donsku leikarunum eftir sigurin á Fraklandi
í dystinum um bronsuheiðursmerkini. Fyri fyrstu ferð
í 40 ár eydnaðist Danmark at vinna heiðursmerki í
einum HM-endaspæli, og sum ikki einaferð fekk Ulrik
Wilbek rætt. Undan dystinum ímóti Fraklandi segði
hann: “Eg havi ongantíð verið til eitt endaspæl og ikki
vunnið heiðurmerki, so tað ætli eg mær heldur ikki hesa
ferð.” Ulrik Wilbek fekk rætt í sínum dómi. Danmark
vann bronsuna, og nú kann liðið byrja at hyggja fram
ímóti bæði EM og OL í 2008. Her er okkurt av tí, sum
leikararnir søgdu við donsku HM-síðuna vm.tv2.dk
eftir dystin.
– Hesin dysturin vísir, at vit kunnu vera við ímillum
tey bestu. Vit hava eisini eitt ungt lið so framtíðin sær
góð út
Jesper Jensen, Danmark
– Tað var keðiligt at tapa hálvfinaluna, men spælararnir
spældu ein sera góan dyst í dag. Serliga verjan stóð
ótrúliga væl.
Kasper Hvidt, Danmark
– Vit høvdu so nógva vreiði at sleppa av við eftir hálv
finalutapið, og tað sluppu vit so sanniliga. Vit høvdu
fult tamarhald á teimum allan dystin, so sigurin var
fult uppiborin.
Per Leegard, Danmark
– Hetta var fantastiskt. Eingin spælari hevur verið
betri enn nakar annar í endaspælinum. Allir hava víst
gott spæl, og hetta var ein liðinnsatsur, sum førdi til
bronsuheiðursmerkini.
Joachim Boldsen, Danmark
– Málmasspælið hjá Kasper Hvidt var frá eini heilt
aðrari verð, serliga í fyrra hálvleiki, og tá skal ikki so
nógv til at steða Fraklandi.
Peter Henriksen, Danmark
– Eg eri fullkomiliga líka glaður um hálvfinaluna júst
nú. Nú hava vit vunnið bronsu, og hetta skal feirast.
Lars Rasmussen, Danmark
– Teir vóru nógv meir tendraðir enn vit, og tann danski
sigurin var ikki eitt mál ov stórur. Serliga verjan kiksaði
hjá okkum í dag.
Jerome Fernandez, Frakland
– Vit spæla okkara besta dyst í dag, og tað er fantastiskt
at vinna bronsu eftir allar hesar dystirnar. Nú vil eg
virkiliga koma í eina finalu og vísa, at vit eisini kunnu
vinna har.
Michael V. Knudsen, Danmark
– Vit manglaðu orkuna at vinna í dag. Donsku spælararnir
vóru nógv meir motiveraðir enn vit, og teirra sigur var
fult uppiborin.
Nikola Karabatic, Frakland
Danmark bukaði
Frakland av í dystin
um um bronsuheið
ursmerkini í HM-
endaspælinum, og
sostatt endaði Dan
mark millum trý tey
ovastu fyri fyrstu ferð
í 40 ár
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinast Danmark skuldi
spæla um heiðursmerki í
einum HM-endaspæli var
fyri 25 árum síðani, í 1982,
tá teir taptu dystin um triðja
plássið ímóti Póllandi. So
vit skulu heili 40 ár aftur í
tíðina, fyri at finna seinasta
heiðursmerki hjá dønum í
HM-høpi. Ta ferðina vunnu
teir silvurheiðursmerki, eftir
at teir taptu finaluna ímóti
táverandi Tjekkoslovakia.
Í vikuskiftinum fekk Dan
mark so ein møguleika at
vinna heiðursmerki í HM
fyri fyrstu ferð í 40 ár, tá
teir møttu Fraklandi í bronsu
dystinum.
Danmark rann
Frakland um koll
Tað var eisini týðiligt frá
byrjan av, at donsku leikar
arnir vildu hava hatta heið
ursmerki, sum Danmark
ikki hevði fingið tey síðstu
40 árini.
Fyrstu løtuna gekk javnt á,
men so tók Danmark dik á
seg. Frá at vera frammanfyri
4-3 eftir góðar fimm minuttir,
øktu danir um leiðsluna
næstu løtuna. Við kontantum
verjuspæli og einum Kasper
Hvidt í heimsflokki megnaði
Danmark at halda Fraklandi
frá fatinum í teirra álopi, og
so kundu donsku leikararnir
bara økja meir og meir um
leiðslun. Við nøkrum sera
góðum og skørpum mót
álopum frá serliga Lars
Christiansen fór Danmark
frá 4-3 uppá 11-4 uppá smáar
10 minuttir, og nú sá ikki
gott út hjá franskmonnum.
Eftir knappar 15 minuttir
mátti ein av mest eyðsýndu
leikarunum hjá Danmark
henda dagin, Lars Møller
Madsen, fara av vøllinum
við einum skaða, men hetta
vísti seg tó ikki at bila. Aðr
ir komu á vøllin og tóku
ábyrgd, og næstu løtuna helt
Danmark fast um sjey mála
leiðsluna, sum teir høvdu
vunnið sær.
Síðstu løtuna av fyrra
hálvleiki kom Frakland eitt
sindur betri við í dystin, og
serliga Jerome Fernandez,
sum kom inn á høgra bakk,
gav dønum ymsar trupulleik
ar. Tá liðini fóru til hálvleiks,
vóru tó enn heili seks mál á
muni, og hetta mátti sigast
at síggja sera gott út hjá
dønum.
Útvísingar
kundu kostað
Í seinna hálvleiki gekk javnt
á fyrstu løtuna, men nú
tóktist Frakland vera nógv
betri fyri. Teir spældu skjótan
og góðan álopshondbólt, og
hevði tað ikki verið fyri
ein stórspælandi Kasper
Hvidt í málinum, so er als
ikki óhugsandi, at Frakland
kundi komið rættiliga tætt
eftir fyrstu 10 minuttirnar.
Hvidt bjargaði tó í fleiri
umførum frá fríum fransk
monnum, so tá ið knappir
10 minuttir vóru farni, førdi
Danmark enn við seks mál
um, men so kom gongd á
Frakland.
Næstu løtuna bleiv Dan
mark rakt av tveimum býttum
útvísing upp í slag, og hesa
løtuna gjørdi Frakland sær
dælt av. Teir vunnu 3-0, og
so vísti talvan brádliga 24-
21, og nú var Frakland við at
koma inna aftur í dystin.
Hetta var tó tað nærmasta,
sum Frakland kom einum
sigri. Ulrik Wilbek valdi at
spæla við tveimum striku
spælarum síðsta korterið,
og hetta gav úrslit. Danska
leiðslan bleiv nú aftur bara
størri og størri, og tá 10
minuttir restaðu, var dysturin
í roynd og veru avgjørdur.
Nú høvdu fransarnir givið
upp, og í síðstu álopunum
slapp Jesper Nøddesbo at
seta punktum. Danmark
vann við sjey málum, og
fyri fyrstu ferð í 40 ár
kundu danir erpa sær av at
hava vunnið heiðursmerki i
manshondbólti.
Fyri Ulrik Wilbek er
hetta tó ikki ókent. Hann
hevur enn ikki roynt at ver
ið landsliðsvenjari í einum
endaspæli, og ikki enda ímill
um trý tey ovastu. Wilbek
megnaði enn einaferð at
føra eitt danskt landslið fram
í oddin, og eftir sigurin í dag
má sigast, at danir virkiliga
høvdu fortjent bronsuheiðurs
merkini.
Danmark-Frakland 34-27
Wilbek gjørdi tað aftur
Ulrik Wilbek er uttan iva størsta venjaranavnið í danskari hondbóltssøgu. Sunnudagin vann
hann enn eitt heiðursmserki heim til Danmarkar, tá talan gjørdist um tryggan sigur á Fraklandi
Mynd: Scanpix