Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. februar 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 25 - 5. februar 2007 ] B71 tapti heima Tvey av bestu liðunum í 1. deild í fjør spældu venjingardyst á Sandi leygardagin, og tað var liðið, sum framvegis spælir í 1. deild, sum vann á liðnum, sum flutti upp í Formula­ deild­ina. FSV Vágar 2004 vitjaði hjá B71, og vágamenn vunnud ystin 3-1. Clayton Soares legði B71 á odda, men so skoraði FSV04 trý mál. Leygardagin spældi hesi somu lið nýggjan venjingardyst, og tá verður spælt í Sandavági. Brasiliumenn komnir til kuldan Tað vóru 35 hitastig í Rio de Janeiro, tá teir fýra fótbóltsspæl­ar­arnir, sum í ár skulu spæla við B71, fóru á flog haðani. Mót­tøkan í Føroyum var køld, men tað vita tveir av spælar­un­um longu um, tí teir hava spælt í Føroyum í fleiri ár. Saman við Clayton Soares og Wellington Soares vóru eisini tveir nýggir spælarar, og teir skulu uttan iva venja seg við føroyska veðurlagið. Mynd: www.b71-sandoy.com Eftir eina góða byrjan frá Fleyr, har teir vunnu fyrstu tvey settini, eydnaðist SÍ aftur at skapa spenn­ ing í dystin næstu tvey settini. At enda slapp Fleyr tó at seta punktum í einum sera spennandi dysti FLOGBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Botndystur var í meistara­ deild­ini hjá monnum leygar­ dagin, tá SÍ tók ímóti Fleyr. Undan dystinum lá SÍ á aftasta plássi við einum stigi, meðan Fleyr lá næstaftast við fýra stigum, so um SÍ skuldi gera sær nakran møguleika at koma fram við Fleyr á stigatalvuni, so skuldu teir vinna dystin, meðan ein sigur eisini var krav hjá Fleyr, um teir skuldu hava nakran møguleika at fanga Fram á triðja plássi aftur. Fleyr setti seg á dystin Í fyrsta setti var alt, sum bendi á, at hetta fór at gerast ein sera spennandi dystur. Hetta settið gjørdist nevniliga ein sannur gysari. Spælið var rættiliga javnt fyrstu løt­una, og liðini fylgdust at kalla allan vegin. Móti endanum var eisini týðiligt, at her fóru marginalarnir at vera avgerandi, og at enda eydnaðist eisini Fleyr at vinna settið 30-28. Í øðrum setti var tó líkt til, at Fleyr nú rættiliga ætl­aði at sera seg á dystin. Tó so, munurin var heldur ikki tann heilt stóri í hesum settinum, men Fleyr hevði tó munin. Mitt í settinum høvdu teir vunnið sær eina lítla leiðslu, og hesa hildu teir allan vegin. Annað sett vann Fleyr nevniliga eisini. Hesa ferð gjørdist støðan 25-21. SÍ fekk gongd á Nú førdi Fleyr 2-0, og um SÍ ætlaði sær inn aftur í dyst­in, so var hetta síðsti møguleiki. Teir tóku eisini av møguleikanum í triðja setti, og hetta settið gjørdist eisini ein sannur gysari. Liðini fylgdust so at siga frá fyrsta bríksli, og munurin var ongantíð serliga stórur. Móti endanum gjørdist eisini greitt, at liðini enn einaferð máttu spæla út um tey 25 stigini, men hesaferð dró heima­liðið tó longra stráðið. SÍ vann settið 26-24, og so var dysturin aftur opin. Høvdu fyrstu trý settini verið jøvn, so var stórur mun­ ur í fjórða setti. SÍ setti seg á hetta settið frá fyrsta bríkslið, og sum frá leið, gjørdist munurin bara størri og størri. At enda vann SÍ fjórða sett rættiliga sannførandi 25- 16, so nú máttu liðini út í ein javnbótara fyri at finna ein vinnara. Eisini í hesum settinum var spenningurin stórur, men nú var Fleyr rakna við aftur. Liðini fylgdust at kalla allan vegin, men síðstu løtuna hevði Fleyr betru nervarnar, og so vunnu teir avgerandi settið 15-13. Við sigrinum hevur Fleyr nú lagt seg SÍ ordiliga aftur um seg, meðan havnarliðið kann byrja at hyggja upp eftir stigatalvuni, har Fram á triðja plássi nú bert er tvey stig framman fyri. SÍ-Fleyr 2-3 (28-30, 21-25, 26-24, 25-16, 13-15): Fleyr vann botndystin Kvinnurnar hjá Neist­ an­um hava enn møgu­ leikan at taka odda­ sess­in frá Stjørn­uni. Men so skulu tær helst finna betri spæl fram, enn tær sýndu stóran part av dystin­ um sunnudagin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Taåð var ikki serliga sjónligt, at tað vóru ávíkavist næst- og triðbesta kvinnuliðið í landinum, sum dystaðust á Hálsi sunnudagin. Neistin hevur í ár havt takið á VB, og fyrstu løtuna gekst eisini heimaliðnum væl, men so kom av álvara stígur í. Serstakliga tí tær á heimaliðnum á ongan hátt megnaðu at halda høvdinum kald. Mest sum hvørja ferð tær høvdu bóltin, vildu tær partú koyra við 110 km/t ferð, og úrslitið varð eisini hareftir. Óteljandi ferðir varð bólturin tveittur burtur, ella vórðu álop endað alt ov tíðliga við skotroyndum. Tað gav VB lætt spæl, og hetta nýttu tær eisini til at skapa sær eina leiðslu, sum bara tóktist at vaksa, so hvørt sum dysturin leið. Eftir steðgin var tó vent í holuni. Neistin hevði fyrst og fremst nýtt steðgin til at køla høvdini nakað, og tað byrjaði hampuliga skjótt at gera mun. Og hartil sýndi Fríða Peter­sen enn einaferð, at hon í løtuni er ein tann allar besti málverjin í landinum. Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði VB bert tvær ferðir, og so var dysturin mest sum tapt­ur. Heilt stórur gjørdist mun­ urin kanska ongantíð, men tað stóð øllum greitt, at Neistin nú var væl og virði­ liga omaná, og tað eydn­ aðist teimum eisini at koyra sigurin heim uttan stórvegis dikkedarir. Neistin-VB 26-23 (12-16): Mistøk í hópatali Daiva og hinar úr VB høvdu takið á Neistanum fyri steðgin, men alt broyttist tó í seinna hálvleiki, tá VB var liðið við nógv fleiri mistøkum Mynd: Álvur Neistin-VB 26-23 (12-16) Málskjúttar Neistin: Nicoleta R. Hansen 8(2), Rakul Augustinussen 3(1), Unn Kragesteen 3, Maria Dahl 3, Katja Eigemann 2, Annika Thomsen 2, Elin Stakksund 2, Ása á Neystabø 1, Gunnvá Brockie 1, Heidi Maria Akselsen 1 VB: Daiva Toumaite 14(4), Ivana Ljublic 2, Laila Jespersen 2, Rannvá Johannesen 2, Svava Vestergaard 2, Margreth Augustinussen 1 Brotskøst: Neistin 9, VB 4 Útvísingar: Neistin 3, VB 4 Dómarar: Hannis & Uni Wardum FAKTA