mánadagur 5. februar 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 25 - 5. februar 2007 ]
Ikki síðani november
mánað hevði mans
liðið hjá Neistanum
vunnið í landskapp
ingini, og tí var
fagnaðurin skilligur,
tá Roar Dalsgarð
smekkaði avgerandi
bóltin inn við
seinasta skotinum í
dystinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað tóktist vera ein djørv
avgerð, sum Neista-venjarin,
Claus Rasmussen tók, tá gott
korter var farið av dystinum
móti H71 sunnudagin.
Talvan vísti tá 7-13, og tað
var millum lítið og einki,
sum bendi á, at Neistin
skuldi vera ávegis einum
tiltrongdum sigri í Atlantic
Airways-kappingini.
Djarvar skiftingar
Tað var eyðsæð, at fleiri av
spælarunum hjá Neistanum
ikki leveraðu tað, sum
venjarin ynskti, og tí vóru
skiftingar kanska væntandi.
Men tað var neyvan vænt
andi, at skiftingarnar skuldu
verða somikið stórar.
Blagoej Buha, Áki Mørk
og Jacob Larsen munnu
allir teljast millum týdning
armestu spælararnir hjá
Neistanum, men teir vórðu
allir tríggir koyrdir á beink
in, og tað var bara Áki, sum
yvir høvur slapp í dyst
aftur.
Framúr málverjaspæl
Og so byrjaði dysturin spaku
liga at venda. Serstakliga var
Ári Dam í fokus, tá hann
við stórspæli pilkaði eina
rúgvu av skotroyndum frá
H71 niður. Nakað sum eisini
var neyðugt, tí verjuspælið
hjá teimum bláu var sjáldan
tað heilt stóra at rópra hurra
fyri.
Og stórspælið hjá Ára
bara helt fram eftir steðgin.
Fyrsta korterið av seinna
hálvleiki skoraði H71 bara
tvær ferðir, og so var tað
brádliga Neistin, sum var á
odda.
Teir tóktust nú eisini móti
tryggum sigri, men seinastu
løtuna
koppaði
aftur.
Hoyvíkingar fingu brádliga
aftur glið á, og teir vunnu
seg eisini upp á javnt.
Men Neistin átti tó sein
asta orðið. Í seinasta álopin
um fingu teir fríkast. Tvey
sekund vóru eftir, og hetta
var nóg mikið hjá Roar
Dalsgarð. Hóast hoyvíking
ar settu múr upp, so leyp
hesin ikki eins høgt og
Roar, og tá Levi Nybo
heldur ikki megnaði at taka
skotið, fór Neistin avstað
við sigrinum.
Møguleiki fyri
finaluni
At fagnaðurin var stórur á
teimum bláu, var ikki løgið.
Ikki síðani 29. november
hevur liðið vunnið í lands
kappingini, og tað hevur
havt við sær, at liðið er
dragnað nakað nógv í
oddastríðnum.
Men trý stig í teimum
báðum seinastu dystunum
saman við vánaligu gongd
ini hjá StÍF hava nú havt
við sær, at liðið veruliga er
um fáa fatur aftur. Á talvuni
eru nú bara tvey stig upp til
ein finalusess, og tó at
spælið enn kann betrast
heilt nógv, so fær hetta illa
verið annað enn hugaligt
hjá liðnum.
Hoyvíkingar eru hinvegin
einasta liðið, sum mest sum
einki hevur at spæla fyri
longur. Dysturin móti Neist
anum var helst seinasta
útkall í so máta, men við
fimm stigum upp til næst
ovasta sessin er er helst
púrasta vónleyst at ímynda
sær teir sum veruligar
avbjóðarar. Og spælið hesa
ferð borgaði sum so heldur
ikki fyri eini slíkari støðu.
Sjálvsálitið
alt at siga
Roar Dalsgarð var mað
urin, sum við seinasta
skotinum í dystinum
vissaði Neistanum sigur
in sunnudagin. Og sjálv
ur helt Roar, at talan var
um
ein
ómetaliga
týdingarmiklan
av
slagnum.
–
Fyri
sjálvsálitið
hevði hetta alt at siga.
Vit skuldu havt vunnið í
Vestmanna
seinasta
vikuskifti, men veruleik
in er samstundis, at vit
fingu eitt lyft, tá vit
vunnu seinnu hálvfinal
una móti StÍF.
Síðani tá hevur Neist
in ikki tapt, og við bara
tveimum stigum upp til
annaðplássið, er tað enn
ein púra opin spurn
ingur, hvørt teir hava
møguleikan at spæla
seg í FM-finaluna.
– Tað er so tað, sum
vit fara eftir. Vit eru væl
við, og so mugu vit bara
ikki snáva nú seinastu
dystirnar. Men tað er so
eisini galdandi fyri hini
liðini í oddinum, so eg
rokni við, at talan verður
um
nakrar
sera
spennandi
dystir
nú
seinastu umførini.
Um málið, sum Roar
skeyt móti dystarenda,
segði hann, at har var
ikki so nógv annað at
gera enn at royna.
– Tíðin er jú ikki til so
nógv. Eg royndi bara at
koma upp um múrin,
áðrenn skotið varð sent
avstað. Tað eydnaðist,
og hóast Levi í H71-
málinum helt, at talan
var um nóg so heppið
mál, so er tann spurn
ingurin ikki so týðandi
fyri okkum.
-mørk
Neistin-H71 27-26 (14-17):
Fyrsti Neista-sigur í ár
Fleiri venjingar og
størri heimavøllar
fyrimunur eru málið,
nú FSF heitir á
Tórsvøll um at skifta
grasið um við graslíki
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum so er talan ikki um
nýggja ætlan. Í fleiri ár hev
ur verið arbeitt við at fáa
altjóða góðkenning til gras
líkisvøllir, og altjóða fót
bóltssamgongurnar
hava
mest sum boðað frá, at gras
líki verður góðkent til al
tjóða dystir um heilt stutta
tíð.
Samstundis hevur leiðsl
an fyri Tórsvøll umhugsað,
at teirra vøllur eisini skal
hava nýtt undirlag.
– Vit hava ikki vilja gjørt
nakað, fyrr enn FSF hevur
boðað frá, hvørt hetta er í
samsvari við teirra ætlanir,
sigur Poul Michelsen, for
maður fyri grunnin.
Nú hevur Fótbóltssam
bandið
sent
grunninum
áheitan, har mælt verður til,
at graslíki verður lagt á vøll
in. Bæði tí hetta er lættari at
halda, og tí hetta gevur
møguleika fyri munandi
fleiri venjingum.
– Vit hava síðani verið í
samband við Tórshavnar
kommunu. Eisini tí vit
meta, at hetta kann bøta
nógv um støðuna hjá havn
arfeløgunum, sum hava eitt
alt ov stórt trýst á venjingar
tímum, sigur Poul Michel
sen.
Enn er ikki tosað um,
hvussu íløgan skal fíggjast,
men sambært formanninum
verður hendan einar 3-3
mió kr. til støddar.
Í brævinum, sum Fót
bóltssambandi hevur sent
grunninum fyri Tórsvøll,
verður víst á nakrar fyri
munir, sum kunnu standast
av, at graslíki verður lagt á
Tórsvølli.
Serliga eru tað trý viður
skifti, sum FSF leggur stór
an dent á. Venjingarnar hjá
landsliðnum kunnu verð
væl meira regluligar, saml
aða støðið á landsliðsleikar
um og landsliðnum hevði
hækkað, og so vildi ein
slíkur vøllur eisini givið
føroyska liðnum størri fyri
mun av heimadyst, heldur
altso FSF.
Jon Dahl skoraði
Danski álopsspælarin Jon Dahl Tomasson skifti fyri
góðari viku til spanska felagið Villareal at spæla, og í
sínum næsta dysti fyri felagið skoraði hann. Villareal
spældi í leygardagin á útivølli ímóti Recreativo Huelva,
og liðið tapti dystin 2-1. Málið hjá Villareal skoraði Jon
Dahl Tomasson, eftir at hann varð sendur á vøllin í seinna
hálvleiki.
B36 vann í Streymnesi
B36 og EB/Streymur spældu leygardagin seinna venjingardystin imóti
hvørjum øðrum innanfyri eina viku. Dystin í Havn vann EB/Streymur
2-1, og leygardagin var tað B36, sum átti tørn at vinna. Úrslitið av
dystinum gjørdist 2-0 til B36. Allan Mørkøre, sum nú aftur skal royna
seg við B36, skoraði annað málið, og hitt málið var eitt sjálvmál frá
Knút Vesturtún. Annars er vert at nevna at dysturin varð spældur í
Streymnesi, har EB/Steymur fer at spæla sínar heimadystir í ár.
Graslíki á Tórsvøll
Ári Dam stóð ein branddyst, tá hann varð sendir á vøllin eftir eitt korter. Og fyrst og fremst
var tað honum at takka, at Neistin fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir fór av vøllinum við tveimum
stigum
Mynd: Álvur
Neistin-H71 27-26 (14-17)
Málskjúttar
Neistin: Roar Dalsgarð 5, Tróndur Kragesteen 5(1),
Dann Thorleifsson 4, Jugoslav Djumic 4, Blagoje Buha
2(1), Carl Herup Olsen 2, Áki Mørk 2, Jóhan Brekkstein
2, Helgi Michelsen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1
H71: Niels Viggo Niclasen 7, Esbern Patursson 5(1),
Tróndur Vatnhamar 5, Poul Kjartan Dam 4, Bjarni
Sørensen 4, Janus Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 2
Útvísingar: Neistin 2, H71 3
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
FAKTA