mikudagur 7. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 27 - 7. februar 2007
Byggi- og býarskipan
arnevndin samtykti á
býráðsfundi
mánakvøldið at mæla
býráðnum til lata
tríggjar milliónir til
at snøgga um gamla
vaskaríið í Tórsgøtu.
Jógvan Arge, formað
ur í nevndini sigur, at
enn er ikki avgjørt,
hvat húsið skal nýtast
til, men at ymisk
mentanarlig endamál
eru hugsandi
Umbygging
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
Grannin hjá Sosialinum,
gamla vaskaríið í Tórsgøtu,
ið hevur sæð betri dagar,
fer í næstum ikki at verða
til at kenna aftur, tí vænt
andi
verða
umbygging
framd á økinum fyri 3
milliónir krónur. Klædning
ur, takvindeygu og hurðar
skal alt gerast av nýggjum,
umframt at tað annars verð
ur fríðka um húsið við
nýggjum
oljutangum,
septiktangum og hitaskipan
um. Hetta er ein gomul
ætlan, ið nú væntandi fer av
bakkastokki.
– Fyri tveimum árum
síðani samtykti býráðið at
fara undir hesa umvæling í
stigum. Hetta er so fyrsta
stigið, ið verður mett at
kosta 3 milliónir krónur,
sigur Jógvan Arge.
Mentanarligt
endamál hugsandi
Húsið er gamalt, umleið
200 ár gamalt, so tað er
eftirhondini
vorðið
eitt
søguligt hús. Hvat húsið
skal nýtast til, tá ið tað er
umbygt, er ikki endaliga
samtykt enn.
– Enn er ongin endalig
avgerð tikin um, hvat húsið
skal nýtast til, men tað er
væl hugsandi, at tað verður
brúkt til mentunarlig enda
mál, sigur Jógvan Arge.
Umvælingin verður gjørd
eftir sama leisti, sum um
vælingin á Müllers Pakk
húsi við Vestaru Vág.
Góður rognapr ísur
Nú rognatíðin er byrjað, eru marknaðarviðurskiftini
góð, tí eftirspurningurin er stórur og prísurin góður.
Føroysku keypararnir vilja eisini fegnir hava rogn, og í
seinastuni er prísurin hækkaður munandi. Keypararnir
bjóða umleið 12 krónur fyri upsarogn, og prísurin á
toskarognum liggur millum 15 og 20 krónur fyri kilo.
Seinastu mánaðarnar hevur Løgtingið tosa um at lóggeva
rogn upp á land, men meiriluti hevur ikki verið fyri tí.
Byggja í Lamba
Runavíkar kommuna hevur eftir tilmæli frá byggi- og
býarskipanarnevndini givið Jeffri Johannesen í Lamba
loyvi at byggja fýra samanbygd hús í bygdini. Tað samtykti
býráðið á seinasta fundi. Húsini skulu byggjast á einum
stykki, sum kommunan eigur, men býráðið hevur samtykt
at frábýta fýra stykkir, sum verða 300 fermetrar hvørt. Í
samtyktini treytar býráðið sær, at byggingin skal lúka
treytirnar í byggisamtyktini hjá kommununi.
Tríggjar milliónir til gamla vaskaríið
Jógvan Arge váttar fyri Sosialinum, at í næstum verður farið
undir at fríðka gamal vaskaríið í Tórsgøtu
Mynd: Jens K. Vang
Ein heilt vanligur tími
í skúlanum var byrj
anin til eina ævintýr
ferð hinumegin
heimin hjá 14 ára
gamla Andrias
Fredrikssen úr Vest
manna. Hann var so
hepp in í fjør at vinna
eina kapp ing fyri
skúlabørn í øllum
Danmark, og hervið
vann hann sær eitt
pláss umborð á
rannsóknarbátinum
Vædderen, tá ið
danska rannsóknar
ferðin Galathea 3
vendi nøsina móti
Avstralia
Rannsóknarferð
Eyðhild Jacobsen
eydhild@sosialurin.fo
- Eg havi nógv at takka
mínum lærara fyri, sigur
Andrias Fredrikssen eftir at
hava hildið ein fínan fyri
lestur fyri hugtiknum javn
gomlum skúlanæmingum í
Norðurlandahúsinum
um
sína tíð umborð á danska
vaktarskipinum Væddaran
um á Galathea 3 rannsóknar
ferðini. Hetta sigur hann, tí
at lærarin ein heilt vanligan
tíma í Vestmanna skúla í
fjør, hevði avgjørt, at nú
skuldi flokkurin hjá Andrias
royna at koma við á ferð
ina.
- Eg ánaði ikki, hvat
Galathea var fyri nakað, so
tá ið eg fekk ein teldupost,
ið segði, at eg var komin
við í finaluna um at sleppa
við, var eg sera bilsin, sigur
Andrias.
Finalan hjá Andrias, ið
var í Føroyum í August í
fjør, gekk so væl, at Andrias
var valdur við, og so byrjaði
ævintýraferðin.
Fantastiskur túrur
- Eg visti ikki ordiliga, um
eg tímdi við. Men eg eri
glaður fyri, at eg fór. Hetta
var ordiliga spennandi, og
vit granskaðu millum ann
að í havbotninum, ozonlagn
um og ymsum fiskasløgum,
sigur Andrias.
Umframt Andrias og hini
6
donsku
skúlabørnini,
vóru ein ørgrynna av her
fólki, miðlafólki og gransk
arum við á ferðini. Serliga
minnist Andrias aftur á, tá
hann fór út í gummibáti við
kavarum hjá danska herin
um.
- Vit sóu ein stóran finna
koma ímóti okkum. Eg
trúði tað var ein hávur, og
var eitt sindur illa við. Men
tað var ein ordiliga stórur
fiskur. Hann var 2 metrar
til longdar, og vigaði eini 2
tons. Danir vildu fegin hava
við til Keypmannahavnar,
men hann slapp tíanverri
burtur frá okkum, greiðir
Andrias frá og flennur.
Hitti systir Mary
Hóast ferðin var spennandi,
so hevði Andrias ikki tonkt
sær at verið granskari.
- Nei, tað eri eg alt ov
ótolin til. Tað tekur eina
evigheit frá, at man granskar
til man finnur nakað úrslit.
So tað er ikki nakað fyri
meg, sigur Andrias avgjørd
ur.
Men fríløturnar tey høvdu
í Avstralia var avgjørt nak
að fyri Andrias. Millum
annað vitjaðu tey ymsar
djóragarðar, har tey sóu so
forkunnug djór sum hávar
og wombatar. Eisini hitti
Andrias systir krúnprins
essu Mary.
- Eg minnist ikki ordiliga
hvussu hon eitur, men tað
var stuttligt at síggja hana,
sigur Andrias.
Avgjørt farið aftur
Nú ein tíð er liðin, síðani
Andrias er komin aftur úr
Avstralia,
heldur
hann
avgjørt, at hetta er nakað
fyri ungdóm úr Føroyum.
- Um eg slapp at velja, so
hevði eg avgjørt farið við
aftur. Ein lærur nógv, og
tað er sera spennandi. Hóast
man er langt burtur, og tað
kann rulla illa, og at man
leingist heim viðhvørt, so
vildi eg ikki verið hetta fyri
uttan. Hetta fari eg ongantíð
at gloyma, sigur Andrias at
enda.
Ævintýragransking í Avstralia
Andrias Fredrikssen helt ein sera áhugaverdan fyrilestur um
rannsóknarferð sína í Avstralia við Galathea 3
Mynd: Jens Kr. Vang
Rannsóknarferðin hjá Andrias við Galathea 3 hevur
søguligar røtur í teimum báðum undanfarnu Galat
hea rannsóknunum 1 og 2, ið ávikavíst vóru gjørdar í
1847 og 1950. Báðar tær fyrru rannsóknarferðirnar
sigldu eisini runt jørðina og høvdu týdningarmikil
rannsóknarúrslit heim aftur við sær.
Ætlanin við ferðini er at vekja áhuga millum ung
dómin fyri gransking, og at fáa fleiri at starvast innan
framtíðargransking, og menna áhugan fyri náttúru
vísindini millum ungdómin. Rannsóknarferðin fer
eisini at fáa til vega virðismikla vitan um náttúru
fyribrigdi, altjóðagerðina og tað hátøkniliga sam
felagið.
Kelda: www.mmr.fo
FAKTA