Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 27 - 7. februar 2007 Síðani Norröna byrjaði at sigla mill­ um Føroyar og út­heim­in hava mong ymisk tiltøk verið umborð á flaggskipi okkara. Fyrstu dagarnar í mars mánaði skipa tey ungu í Heima­ missiónini fyri legu umborð Ungdómur Snorri Brend Norröna: Tey hava fyri­ reika hesa forkunnugari og spennandi leguna í eina tíð. Og nú er skráin umsíðir lið­ ug. Legan byrjar hóskvøldið 1. mars kl 18, í somu løtu sum Norröna leggur frá landi í Havn. Endað verður, tá Norröna kemur aftur mána­morgunin 5. mars kl. 6. Umborð á Norröna verða samansjóðandi tiltøk, møti og bíbliutímar fyri øll hesi ungu, sum skulu vera yvir 18 ár. Fyrireikararnir vóna kort­ ini, at tey eisini fara at síggja nógv eldri ung við á túri­num. - Hetta er ein góður møgu­ leiki hjá ungum hjúnum at koma á ungdómslegu aftur, sigur ein av stigtakarunum Reimund Langgaard. Kostnaðurin fyri túrin er 800 kr fyri hvønn, tá er írokn­að gisting og undir­vís­ ing, bæði umborð á Norrönu og í Bergen. Undirvísing og ungdómsmøti Skráin fyri leguna umfatar ikki einans tiltøk umborð á Norrönu. Farið verður eisini í land. Tá Norröna leggur at í Berg­en, fara leguluttakarnir í land, og leggja leiðina á bíbliuskúlan í býnum Bild­ øy, har nógvir føroyingar hava verið. Her skulu tey gista í tvær nætur, meðan Norröna sigl­ ir til Danmarkar og aftur til Bergen. Á uppihaldinum í Bergen koma norskir bíbliu­skúla­ lærarar at undirvísa teimum føroysku ungdómunum. Høvi verður kortini til ann­ að, tí seinnapartin leygar­ dagin verður ein fríløta, har møguleiki verður at hyggja seg um og at shoppa. Leygarkvøldið er ætlanin at luttaka á einum stórum norsk­um ungdómsmøti í Berg­en. Sunnumorgunin kemur Norrøna aftur eftir luttak­ar­ unum í Bergen, fyri síðan at føra tey heim aftur til Før­ oya. Her verður so aftur und­irvísing, møtir og hugni um­borð, til tey koma á Havn­ina mánamorgun kl 6. Norröna verður karmur um forkunnuga ungdómslegu fyrst í mars mánaði Tað fara at ganga nøkur ár enn, áðrenn børnini í Miðvági sleppa í ein nýggja barnagarð. Meðan bíðað verður, fer kommunan at byggja eini hús til barnaansingina. Hesi kunnu seinni seljast aftur sum sethús. Barnaansing Snorri Brend Miðvágur: Ein av føroysku bygdunum sum hevur megn­ að at nøkta tørvin á barna­ ansing er Miðvágs komm­ una. Hetta forðar tó ikki komm­­ununi í at hyggja fram­­eftir og seta ætlanir í verk á hesum øki. - Helst skuldi ein nýggjur barnagarður staðið liðugur um hálvttriðja ár, fær Sosial­ urin upplýst úr Miðvágs komm­unu. Hesin nýggi barnagarð­ur­ in er prosjekteraður og lend­ ið til hann er haraftrat keypt á Stórutrøð tey nevna, beint við Heilsumiðstøðina. Sum skilst er ætlanin at byrja uppá arbeiðið í hesum árinum. Selja aftur Skipanin við barnaansingini í bygdini er býtt upp í trý, - við dagrøkt, einum barna­ garði í Miðvági og einum ans­­ingartilboði á Vatns­oyr­ um. Kommunan hevur sam­ stundis staðfest at fólkatalið í kommununi hevur verið støðugt og vaksandi seinnu árini, og at tørvur tí hevur verið á fleiri grundøkjum. Arbeitt hevur verið við eini útstykkingarætlan í Vatns­oyrum og einari í Mið­ vági, har kommunan ar­beið­ ir við at ognartaka sær lendi til endamálið. Fyri samstundis at kunna nøkta tørvin á ansingar­ pláss­um, samtykti bygda­ ráð­ið í farnu viku at byggja eini hús á einum av kommu­ nalu grundøkjunum norðuri í Heiðum. - Vit eru snøgt sagt noydd at finna eina haldgóða loysn, inntil nýggi barna­ garð­­urin verður liðugur, verð­­ur sagt. Ætlanin er, at tey elstu børn­ini í barnagarðsaldri skulu halda til í hesum húsu­ num, ið ætlanin seinni er at selja. Bygdaráðið hevði framm­ an­undan kannað fleiri møgu­leikar fyri eini loysn. Hetta varð kortini tann ætl­ anin sum varð vald. - Her hevur kommunan møguleikan at selja húsið aft­ur, og sostatt fáa íløguna innaftur, verður sagt. Byggja sethús til barnagarð Ungdómslega umborð á Norrönu Skulu kenna trygg­leikan í trúnni Havn: Í kvøld byrjar ein serstøk møtirøð í Ebe­nez­ er við Svenningi av Lofti og øðrum talarum. Felagsheitið fyri øll til­ tøkini er tað at liva í Krist­usi, og verður hetta við­komandi evnið lýst við talum, bíbliutímum og sangi. Byrjað verður í kvøld kl. 20, tá Páll á Lakjuni og Svenning av Lofti tosa um evnið ”Halgan og íðinskapur í Krist­ usi”. Leygardagurin verður allur sum hann er halgað­ ur felags evninum fyri til­takið. Seinnapartin verða nevniliga hildnir í alt fýra bíbliutímar um trygg­leikan, lívið og tæn­ astuverkið í Kristusi. Sein­­asti bíbliutímin er um tað at vera sam­verka­ maður hansara. Sunnumorgunin og sunnukvøldið verða eis­ ini møtir við sama inni­ haldi. Umframt Páll á Lakj­ uni og Svenning av Lofti fara Hjørleif Vang og Os­mund Justinussen somu­leiðis at tala. Allir bíbliutímarnir eru almennir. sb. Møtirøð í Ebenezer hesa vikuna Virki skift eigara Fiskavirkið Lido í Skálavík hevur fingið nýggjar eigarar. Tað er løgtingsmaðuirin Páll á Reynatúgvu á Sandi, sum hevur keypt virkið saman við øðrum. Tey hava keypt sjálv­ an virkisbygningin, men ikki maskinurnar. Virkið stendur á kommunalum øki, og sambært leigusáttmálanum skal tað brúkast til fiskaarbeiði. Tað ætla teir nýggju eigararnir ikki at brúka tað til, skrivar Dimmalætting, men tey vilja ikki siga enn, hvat tað skal brúkast til. Eftir telduspølum Miðlaráðið, sum skal koma ístaðin fyri Filmseftirlitið, skal eisini kanna telduspøl, og longu nú er avgjørt, at ráðið skal fara í hernað ímóti teimum nógvu spølunum, sum nógv børn og ungfólk spæla við á teldunum. Sálarfrøðingurin Eyðun Joensen, sum er í nevndini, ið fyrireikar ráðið, sigur við Útvarpið, at í veruleikanum kunnu telduspøl vera meiri skaðilig fyri børn og ung enn filmar. Ráðið skal tí tryggja sær eftirlit við spølunum. Stórar ætlanir liggja fyri framman í Miðvági, bæði tá talan er um útstykkingar og barnaansingina