Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 27 - 7. februar 2007 – Í Føroyum hava vit sett spurnartekin við ymiskt í fríhandils­ sáttmálanum, men á ferðini í Íslandi fingu vit eisini at vita, at eins væl og vit eru skeptist – eitt nú um íslendskar íløgur í Føroyum, eru íslend­ ingar eisini skeptiskir um føroyskar íløgur í Íslandi. Eftir vitjanina stendur kortini eftir, at í báðum londunum seta fólk stórar vónir til fríhandils­sátt­mál­an millum Føroyar og Ísland, sigur Stein­ bjørn í Dali, sum var við fyri Menning- ­­­stovuna Føroyskt átak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað var Menningarstovan – ella Vinnuframastovnurin, sum saman við løgmans­ skriv­stovuni og vinnu­mála­ ráðn­um, ið skipaðu fyri før­oysku vitjanini í Íslandi í døg­unum, 31. januar til 2. februar. Vitjanin var í tveimum pørtum Løgmaður, Jóannes Eides­ gaard, var boðin til Íslands á almenna vitjan, og við hetta høvi varð eisini skipað fyri einum føroyskum vinnu­ ligum átaki í Íslandi, har 20 føroyskar vinnufyritøkur vóru umboðaðar. Samlaða luttakaratalið úr Føroyum var umleið seksti. Føroyska ferðalagið fór til Íslands við leiguflogfari og kom heimaftur við regluligu flogrutuni úr Íslandi – í báðum førum við flogførum hjá Atlantic Airways. Tveir partar Steinbjørn í Dali, sum starv­ ast á Menningarstovuni, og sum eisini var við í Íslandi sigur, at føroyska átakið í Íslandi var skipað í tveimum pørtum, soleiðis at løgmaður við fylgi høvdu sína skrá har yviri – og vinnuligi part­ urin sína. Í øðrum førum varð skipað soleiðis fyri, at løgmaður var við til tey tiltøk, sum høvdu við vinnu­ liga partin at gera. Bjarni Djurholm, vinnu­ mála­ráðharri, var eisini við í ferðalagnum í Íslandi, og hann hevði eisini sínar vitjanir og sínar fundir, eins og hann náttúrliga eisini var við til tiltøk, sum høvdu við vinnuliga partin at gera. – Hósdagin 1. februar varð skipað fyri seminari í tónleikasalinum í Reykjavík, har nakrir fyrilestrar vórðu hildnir. Av føroysku lut­ tak­ar­unum helt Tróndur Djur­huus, stjóri í FT-Inter­ national hjá Føroya Tele, ein fyrilestur um, hvussu hann sær møguleikarnar í fríhandilssáttmálanum mill­um Føroyar og Ísland. Bæði løgmaður og íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, vóru við á seminar­ inum. Steinbjørn sigur, at ís­lendingar fingu eisini høvi at siga sína hugsan um, hvørjar møguleikar teir síggja í sáttmálanum. – Annars varð mest tos­ að frá “livrini” á hesum sem­in­ari, sum eisini var sera áhugavert, leggur hann aftrat. Hann sigur, at eigarin av Bónus-handlunum í Føroyum eisini helt ein fyrilestur, har hann eitt eitt nú tosaði um tær undarligu forðingar, sum hava verið í samhandlinum og viðurskiftunum millum londini. Hann tosaði um, hvørjir møguleikar liggja í nýggja sáttmálanum – bæði fyri íslendskar vørur í Føroyum og føroyskar vørur í Íslandi. Steinbjørn sigur, at ein ís­lendingur, sum býr á norð­ urlandinum og sum eigur part í virksemi í Føroyum, eitt nú í føroyskum línu­skip­ um, tosaði um tær royndir hann hevur av at gera íløgur í Føroyum – og av føroyingum, sum samstarvsparti. Eini 100 fólk, bæði før­ oyingar og íslendingar, vóru við á seminarinum. Góður stuðul – Eftir seminarið, var høvi hjá føroyskum og ís­lendskum fyritøkum at hitta hvørja aðra í einum øðrum sali í bygninginum, og her kundu umboðini sita og práta tvørtur um borðini um møguligt samstarv. Eg hevði varhugan av, at prátið millum føroyingar og ís­lendingar gekk væl, og at partarnir høvdu nógv upp á hjarta. Steinbjørn sigur, at Menn­ ingarstovan longu undan føroyska átakinum í Íslandi hevði fingið góða hjálp frá íslendska Útflutnings­ ráðnum. – Íslendskar fyritøkur kundu tekna seg til seminarið á teirra heimasíðu, og eisini bar til hjá íslendskum fyri­ tøkum at fáa samband við føroyskar fyritøkur og gera avtalur um fundir. Soleiðis vóru eisini fleiri fundir av­talaðir, áðrenn føroyska ferðalagið yvirhøvur kom til Íslands. Hann heldur, at íslendska Útflutningsráðið gjørdi eitt dygdargott arbeiði fyri at marknaðarføra føroyska átakið. – Eitt annað tiltak, sum eydnaðist sera væl, var morg­ un­maturin um morgunin fríggja­dagin 2. februar, sum vit fóru heimaftur beint eftir døgurða hendan dagin. Her høvdu føroysku fyritøkurnar møguleikan at bjóða sínum samstarvspørtum í Íslandi til góðan og vælreiddan før­ oysk­an morgunmat, sum føroyskur SvF-kokkur stóð fyri. Á matarskránni var alt føroyskur matur, eisini turr­ur fiskur, turr grind, spik og skerpikjøt aftur við føroyskum øli og vatni. Steinbjørn sigur, at rættiliga nógv fólk var til hendan morgunmatin, helst eini 300-400 í tali. – Hetta tiltakið hevði tískil ógvuliga stóra undirtøku og eydnaðist sera væl, leggur hann aftrat. Føroyska ferðalagið búði á Hotel Nordica í Reykjavík, og her búðu fólk væl. Aðrar vitjanir Umframt fundarvirksemið Føroyska átakið í Íslandi: Vónir og skepsis í bá Ágóða av arbeiðsloysi Seinastu trý árini er talið á arbeiðsleysum dønum minkað umleið 60.000, og tað sæst nú aftur í tølunum hjá ríkis­ kassanum, at so nógv færri skulu hava almennan stuðul at liva av, samstundis sum ríkiskassin fær tilsvarandi meiri inn í skatti. Sambært Politiken hevur minkandi arbeiðsloysið givið ríkiskassanum einar 15 mia. krónur hesi árini og av tí 11 mia. krónur í fjør. Tá er tann økta inntøkan av merivirðisgjaldi ikki tald uppí. Feilir í lønarseðlum Ein kanning hjá danska fakfelagnum FOA hevur avdúkað, at nógvir feilir kunnu vera í lønarseðlunum, sum fólk fáa frá sínum arbeiðsgevarum. Av teimum 1.650 seðlunum, sum felagið kannaði, vóru 13 prosent skeivir. Í einum føri hevði ein pedagokur fingið næstan 70.000 krónur ov lítið í løn og pensjón. FOA sigur, at teir flestu feilirnir standast av, at teir einstøku arbeiðsgevararnir kenna ikki lønarsáttmálarnar nóg væl.