Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 27 - 7. februar 2007 áðum londunum Kjak um neyðtøkur Tey seinastu árini er talið á neyðtøkum vaksið so nógv í norska høvuðsstaðnum Oslo, at nú vilja summir politikarar hava myndugleikarnar at taka málið upp. Býráðslimurin Akhtar Chaudhry sigur við Aftenposten, at støðan er so álvarssom, at okkurt má gerast. Hann vísir á, at nógvar kvinnur í Oslo tora ikki at ganga einsamallar úti í myrkri, og tí vil hann hava landspolitikararnar at skipa fyri einum kjaki um, hvat gerast skal. mill­um føroyskar og íslendsk­ar fyritøkur, sem­ in­ar, partneriat og stór­an morgunmat áðrenn heim­ ferðina, varð á vinnuligu ferðini í Íslandi eisini skipað fyri ymiskum vitjanum. – Vitjaninar vórðu býtt­ ar upp í tvey, soleiðis at føroyska vinnulívið hevði høvi at velja ímillum fiski­ vinnu og handils-og tænastu­ vinnu, men sipað varð eisini soleiðis fyri, at fólk fyri ein part kundu vitja á báðum støðum við at koyra ímillum støðini. Steinbjørn sigur, at før­ oyska ferðalagið so­leiðis vitjaði á tveimum fiska­ virkjum, einum í Reykjavík og einum á Hafnar­fjørð­ inum, og høvi var eisini at vitja íslendskt handils-og tænastulív. – Vit vitjaðu eisini tey, sum arbeiða við elektroniskum undirskriftum til e-post og annað, og her var vinnu­mála­ ráðharrin, Bjarni Djurholm, sum umhugsar eina slíka skip­an í Føroyum, eisini við. Hetta var ein áhugaverd vitjan. Í Íslandi eru tey næst­ an komin undir land við eini skipan, sum tað almenna arbeiðir við saman við eitt nú íslendskum bankum. Hann sigur, at hendan talgilda skipan verður sjósett heilt skjótt. – Felagsleisturin er, at tað bara verður ein “lykil”, sum brúktur verður – líka mikið, um talan er um eina sjálvuppgávu ella onnur privat viðurskifti. Málið er, at tú ikki skalt noyðast at “renna runt” við fleiri ele­ktroniskum lyklum, sum Steinbjørn tekur til. Hann sigur, at føroyska ferðalagið eisini vitjaði ílegugranskingarstovnin, Decode í Íslandi, og hetta var eisini ein sera áhugaverd vitjan. Aðrar vitjanir vóru eisini á skránni í Íslandi og ein av hesum, vit ikki enn hava nevnt, var vitjanin í Kaupthing Banka Vónir og skepsis – Enn hevur eingin skipað eftirmeting verið av Íslands- ferðini, men á veg heim við flogfarinum spurdi eg fleiri, sum við vóru, hvat tey hildu um tiltakið. Øll lótu ógvuliga væl at og vístu á, at nógv áhugaverd sambond eru knýtt, sum vónandi kunnu føra til nakað meira. Hann heldur, at íslendingar sum heild vístu opinleika. – Í Føroyum hava vit sett spurnartekin við ymiskt í fríhandilssáttmálanum, men á ferðini í Íslandi fingu vit eisini at vita, at eins væl og vit eru skeptisk– eitt nú um íslendskar íløgur í Føroyum, eru íslendingar eisini skept­ iskir um føroyskar íløgur í Íslandi. Steinbjørn í Dali sigur, at eftir vitjanina í Íslandi stend­ ur eftir, at í báðum lond­un­ um seta tey stórar vónir til frí­handilssáttmálan millum londini. Børnini ov feit Ein kanning hjá norska fólkaheilsustovninum vísir, at børn og ung í Norðurnoregi eru feitari enn børn og ung har suðuri í landinum. Kjell Hjelle, sum er lækni og ráðgevi í heilsumálum, sigur, at úrslitið skal takast í størsta álvara, og at myndugleikarnir eiga at kanna skúlarnar, tí tað er haðani, trupulleikin stavar. Ein skúlastjóri ásannar fyri blaðnum Nordlys, at børnini fylla seg við góðgæti og Cola, og at tey eta pizza til døgurða. Føroyska átakið í Íslandi við løgmanni, Jóannesi Eidesgaard, á odda, eydnaðist væl. Á vitjanini varð tosað um politisk og vinnulig viðurskifti – og felags áhugamál millum londini. Vitjað varð á fiskavirkjum, handlum og á DECODE, Kaupthing Banka og aðra staðni Myndir: Steinbjørn í Dali