mikudagur 7. februar 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 27 - 7. februar 2007
Tað frættist, at Gjaldstovan (GS) rópar varskó, tí at almenn
ir stovnar vilja sleppa úr Búskaparskipan Landsins. Bárður
Nielsen sigur, at “um nøkur ár” skulu allir stovnar brúka
Búskaparskipan Landsins. Hevur landið veruliga eina so
frálíka fíggjarstýringsskipan, at hon ikki gerst ótíðarhósk
andi eftir eitt tíggjuáraskeið, eins og stórt sæð alt annað
innan KT heimin? Er trupulleikin veruliga, at landið ikki
hevur ordiliga stýring á, ella er trupulleikin bara, at stovn
arnir ikki vilja nýta júst ta skipan, ið GS hevur brúkt nógv
ar pengar at ment?
Hvussu nógv hevur skipanin hjá landinum kostað at ment?
Hvussu tíðarhóskandi er hon? Hvussu brúkaravinarlig er
hon? Hvørjar fyrmimunir gevur hon framum aðrar skip
anir? Hvat kostar hon í rakstri? Er hon bíligari enn aðrar
skipanir, íroknað menningarkostnaðin? Hvørjar upplýsing
ar, sum landsins skipan gevur, kunnu ikki fáast burtur úr
einari fíggjarsstýringsskipan, sum stórt sæð allur heimurin
nýtir? Hvat er argumentið fyri, at landið mennir egnar
skipanir, sum í dag at kalla kunnu fáast sum hillavørur?
Hesir spurningar eigur Bárður Nielsen at fáa svaraðar,
áðrenn hann roynir at forsvara skipanina hjá GS, ið eftir
øllum at døma ikki klárar kapping. Seljast kann almenna
skipanin helst heldur ikki, tá man eftir øllum at døma
noyðist at hótta almennar stovnar til at brúka hana. Tað
vildi av sonnum verið ein gøla, um man vil tvíhalda um
eina óbrúkiliga og ótíðarhóskandi skipan
Tað kann ikki koma óvart á Bárð Nielsen, at ábyrgdarfullir
stovnsleiðarar til eina og hvørja tíð ynskja at nýta tey mest
tíðarhóskandi amboðini til endamálið. Marknaðurin og
KT vinnan eru full í effektivum fíggjarstýringsloysnum.
Ein ordilig fíggjarstýringsskipan kann geva allar tær upp
lýsingar, einum tørvar, nær sum helst.
Tað tykist vera sera reaktionert í hesum visiónstíðum, um
landið ikki loyvir stovnum at brúka tey bestu og bíligastu
KT amboðini. Uppaftur meiri ótrúligt er tað í einum heimi,
har KT skipanir næstan gerast ov gamlar tann dag, tær
koma á marknaðin, at hoyra ein landsstýrismann tosa um,
at landsins egna óseljiliga forrit skal brúkast av øllum
stovnum “um nøkur ár”. 2015 er um nøkur ár! Skulu
almennu Føroyar tá vera á einari teknologiskt afturúrsigld
ari oyggj?
GS má kunna lista krøvini til fíggjarupplýsingar frá stovn
um. Stovnsleiðarar burdu so fingið litið upp í hendi at havt
tær skipanir, ið kundu givið hesar upplýsingar til ásettu
tíðina. Tey, ið so vildu brúkt landsins fíggjarstýringsskipan,
kundu brúkt hana, meðan tey, sum ikki vildu, kundu brúkt
aðrar skipanir, ið nøktaðu sama tørv. Um stovnarnir skifta
til aðrar skipanir, er skipanin hjá GS ikki kappingarfør og
eigur at vera kasserað. Røttu avvarandi burdu so lært av tí,
heldur enn at farið til Landsgrannskoðaran. Soleiðis er
veruligi heimurin innrættaður.
Sosialurin
Bárður Nielsen
leiddur í KT-óføri?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Tíðin er komin til at víðka
frálíku
skipanina
við
Barnabókaklubbanum, so
hon eisini fevnir um sjón
varpstilfar. PISA kanning
in staðfestir, at neyðugt er
at styrkja lesiførleikan og
harvið málsligu styrkina
hjá okkara ungu. Vit eiga
at
byrja
við
teimum
yngstu. Tí mugu vit taka
ítøkilig stig til at føroyska
eitt úrval av væl umtóktu
barnafilmunum, ið annars
verða keyptir í hvørjari
sølubúð
á
útlendskum
máli.
Vit foreldur kenna øll støð
una. Hetta við teimum trim
um valmøguleikunum á
sjónvarpsskíggjanum:
Skulu vit velja danskt, enskt
ella kanska íslendskt mál,
tá vit loyva okkara smáu
børnum at síggja ein annars
frálíkan barnafilm, ið vit
júst hava keypt?
Sjálvur havi eg higartil
valt frásagnarleiklutin. Tað
merkir, at eg av og á siti
saman við barninum og
umseti nakað av tí, ið sagt
verður. Men ongin ivi er
um, at sjónleikarar duga
hetta betri enn eg og flestu
foreldur annars. Og sjálv
andi er tað eisini stuttligari
og meira spennandi hjá
barninum at hoyra sjálvan
figurin í filminum tosa før
oyskt, heldur enn hissini
umseting frá mammu ella
pápa.
PISA og førleiki
Nógv umrødda PISA kann
ingin hevur staðfest, at
næmingarnir
í
føroyska
fólkaskúlanum hava ilt við
at lesa ein tekst og skilja
innihaldið. Hetta er ein
rættiliga álvarsamur trupul
leiki, ið vit øll eiga at leggja
nógva orku í at basa.
Mentamálaráðið mælir til
at betra um støðuna við at
áseta eitt hægri tímatal til
yngstu flokkarnar í fólka
skúlanum. Hetta við teirri
grundgeving, at serkøna
ráðgevingin hevur staðfest,
at grundleggjandi førleikar
nir á økinum verða best
mentir meðan børnini enn
eru heilt ung. Somuleiðis
mæla Mentamálaráðið og
serfrøðin
annars
til
at
styrkja munandi um undir
vísingartilfar á føroyskum
máli til allar lærugreinir í
fólkaskúlanum.
Hesi bæði tilmæli eru frá
lík og eiga at verða sett í
verk beinan vegin. Men eg
eri sannførdur um, at skulu
vit veruliga taka tøk á hes
um øki, skulu vit eisini náa
børnunum, ið enn ikki eru
farin í skúla. Hetta er eisini
í tráð við tað, ið serfrøðin
hevur ført fram í sambandi
við drúgva orðaskiftið um
úrslitið av PISA kanning
ini.
Bókaklubbin er
dýrgripur
Vit eiga ein dýrgrip, ið sein
astu tjúgu árini hevur lagt
ómetaliga stóra orku í at
útvega
okkara
smæstu
spennandi lesitilfar av bestu
góðsku. Her meini eg við
Barnabókaklubban
hjá
Bókadeild Føroya Lærara
felags. Loyvi mær at stað
festa, at júst hetta virksemið
hevur eggjað mongum til
bókina og ment málsliga
førleikan hjá mongum barni
frá heilt ungum aldri.
Orsakað av Barnabóka
klubbanum, frálíkum høv
undum, frálíkum umsetarum
og frálíkum teknarum snýr
lesiligt barnatilfar seg ikki
longur bert um at skera torv
við abba, gomul skjaldur,
ella um frásagnir við grúgv
una. Slíkt sum vit, tá eg var
barn, als ikki tímdu at lesa.
Tað var jú púrt ongin sam
anhangur ímillum tilfarið
og samfelagið, ið vit livdu
í. Har var ongin identifika
tión.
Tíbetur er støðan broytt.
Og enntá finnast nú spenn
andi peikibøkur til tey eitt
ára gomlu á føroyskum.
Men enn vanta barnafilmar
nir.
Vaksa um dýrgripin
Filmur og audiovisuelt tilfar
annars er eisini við til at
menna børn, um vit halda
okkum frá bara at nýta tað
sum barnagentu. Vit hava
tíbetur barnasendingar á før
oyskum bæði í útvarpi og
sjónvarpi.
Harumframt
syrgja dugnaligir sjónleikar
ar og umsetarar fyri, at ein
partur av útlendska barnatil
farinum verður umsett og
sent í sjónvarpinum. Herí
millum er eisini tilfar, sum
er uppi í tíðini – sum er væl
umtókt fyri tíðina.
Hetta er kortini ov lítið.
Tilfarið í sjónvarpinum er
bara
atkomiligt
ávísar
klokkutíðir. Harumframt er
talan um ov líti av tilfari.
Tí eigur politiski myndug
leikin at seta pening av til
at umseta og føroyska so
nógv av modernaða audio
visuella
barnatilfarinum
sum gjørligt og fáa tað givið
út fyri ein prís, ið er kapp
ingarførur við ensku og
donsku útgávurnar. Til døm
is kann tilfarið verða sent út
gjøgnum Bókaklubban.
Við hesum sleppa vit und
an, at ein partur av spælinum
hjá børnum gongur fyri seg
á fremmandum máli. Vit
fáa styrkt móðurmálið. Har
umframt stuðla vit føroysku
sjónleikarunum fíggjarliga,
við at bjóða teimum hesa
føstu almennu uppgávu.
Mín áheitan er, at Menta
málaráðið í samstarvi við
Kringvarpið og sjónleikar
arnar alt fyri eitt tekur stig
til at fáa givið út ein stóran
part av tilfarinum, ið longu
er gjørt. Harumframt eigur
ráðið beinan vegin at fara í
gongd við at fyrireika skip
aða umseting av audio
visuellum barnatilfari.
Barnafilmar á føroyskum í Bókaklubbanum
Løgtingsmaður
www.john.fo
John
Johannessen
Mínar viðmerkingar stava
ikki bert frá seinastu mein
ingarkanningunum.
Sum
Kaj Leo helst veit so var eg
stillari til annað formansval
evni
á
landsfundinum
2006.
Tá íð eg havi viðgjørt
leiðslutrupulleikarnar
í
Sambandsflokkinum, havi
eg bert víst til tann vantandi
førleika, sum eg haldi, at
bæði formaður og næstfor
maður hava til at leiða flokk
in. Tað hevur einki við ill
vilja móti persónunum at
gera, men sprettir av einum
innarligum ynski um at tað
má gangast Sambandsflokk
inum væl.
Formaðurin
roynir
at
verja seg við í eini blaðgrein
at lýsa mítt generalieblað.
Svarið vísir mær eina síðu
av formanninum, sum eg
ikki kendi og sum undir
ongum umstøðum ger hann
betri egnaðan til at vera for
mann í mínum eygum. Hug
urin til at viðgera mín per
són sær út til at vera størri
enn evnini til sjálvrannsak
an.
Eg seti meg tíverri ikki
føran fyri at svara á sama
støði.
Limur ella ikki limur –
tað er sum veljari eg heiti á
flokkin. Um einki hendir á
leiðsluøkinum, verður flokk
urin bert ein lítil fittur skari
á næsta vali.
Rættleiðing til Kaj Leo Johannesen
Atli
Hansen