Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2007 11 Seinasta dagin í fiskimanna­ felagnum fekst enn eitt dømi um almenna politiska rætt­arloysið í føroyska sam­ felagnum. Henda søgan snýr seg um val av Avgjalds- og skatta­ kæru­nevndina, sum av­greið­ ir kærur um avgerðir, sum verða tiknar av Toll- og Skatt. Hetta er ein fimm manna­­nevnd, og ein av teim­ um verður valdur eftir til­ mæli av fakfeløgunum. Nevndin skuldi veljast av nýggjum pr. 1.januar 2007 fyri eitt fýra ára skeið, og í hesum sambandi fingu fak­ feløgini í desember bræv frá Fíggjarmálaráðnum um at geva tilmæli um lim í nevnd­­ina. Seks fakfeløg senda síni tilmæli. Trý av teimum mæla til at velja Ingeborg Vinth­er. Hesi trý feløgini um­­boða groft roknað 10.000 limur. Eitt felag mæl­ir til at velja sama nevnd­­ar­­­lim aftur, og hetta fe­lag um­­boðar groft roknað 1.000 lim­ir. Við hesi innstilling skuldi tað verið ein sjálvfylgja, at landsstýrismaðurin velur tann sum hevur trý feløg og 10.000 limir aftanfyri seg. Men hann ger tað beint mót­setta, nevniliga at út­ peika uppskotið frá einum fe­lag við 1.000 limum aft­ an fyri seg sum nevndar­ lim. Grundgevingar fyri fyri hesi avgerð er eisini sera av­ dúkandi fyri demokratiska hugburðin hjá Bárð, at tað er hann og ikki fakfeløgini sjálvi, sum skulu avgera hvør ið skal umboða fak­fe­ løg­ini. Ein grundgeving er tann, at sitandi nevnd hevur játtað at taka við afturvali. Hetta er sjónarmið kann bert hava áhuga fyri teir limir, sum landsstýrismaðurin einsa­­­­­mallur tekur avgerð um. Tað kann í hvussu er ikki telja í sam­­band við lim­ in, sum skal um­­boða fak­fe­ løg­­ini. Hin grundgevingin er, at nevndin hevur virkað væl. Her skal eisini sigast, at ein slík meting hjá landsstýris­ manninum kann í hvussu er ikki hava týdning fyri, hvør ið skal umboða fakfeløgini í nevndini. At nevndin hevur virkað væl er tað fleiri meiningar um. Tá FF gjørdi sína inn­ stilling gjørdu vit vart við, at vit settu okkum ímóti, at forkvinnan í nevndini, Turið Debes Hentze, varð aftur­ vald, tí vit høvdi ikki álit á henni. Vit sendu eisini væl undirbygdar grund­geving­ arnar fyri hesum, og eru tær at finna í míni seinastu árs­ frágreiðing. Her varð m.a. víst á, at kæru­nevndin hevur staðfest, at tað ongan týdning hevur fyri hana, um Toll og Skatt í síni framløgu av einum máli nýtir ósannindi ella um hon í heila tikið lýsir mál­ið, sum er til viðgerðar. Tá vit so sjálvir lýstu mál­ ið, eftir at Toll og Skatt hevði noktað at útvega til­ far, sum nevndin hevði bið­ ið um, boðaði kærunevndin frá, at framløgdu upplýs­ing­ arnir kortini ikki týdning fyri viðgerðina av málinum uttan at hetta var grundað á nakran hátt. Bárður Nielsen metir nevnd­­­ina at virka væl, tá hon á slíkum grundarlagi gev­ur honum viðhald og tí vil hann hava nevndina at halda fram. Úrslitið er, at Bárður hev­ ur sett til viks eina heilt greiða innstilling frá fak­fe­ løgunum við nevndu óvið­ komandi grundgevingum. Fyri fakfeløgini merkir hetta, at tey eins væl ongan lim høvdu havt. Eingin skipað mannagongd Vit síggja, at Bárður ger í hesum málinum sum tað, sum passar honum, við at sjálvur at seta tað umboð fyri fakfeløgini, sum hóskar í hansara kramm. Hetta greitt brot á eina skipaða manna­gongd, har hann sjálv­­sagt ongan annan reell­ an møguleika skuldi havt enn at fylgja eini greið­ari inn­stilling. Tá ein landsstýrismaður so greitt fremur brot á eina greiða lógaráseting, hvat kann hann so ikki finna uppá í øðrum málum! Og hvat kunnu vit tá vænta av restini av politisku skip­an­ ini? Løgmaður hevur eftirlit við landsstýrismonnunum. Hvat sigur hann til eina manna­­gongd sum hesa? Dokumentir: 1. Skatta- og avgjalds­ kærunevndin . § 22. Skatta- og avgjalds­ kæru­nevndin viðger toll- og skatta- og avgjaldskærur. Stk. 2. Í Skatta- og av­gjalds­ kærunevndini eru 5 av lands­­stýrismanninum til­ nevnd­ir limir. 2 av limunum skulu vera lógakønir, 1 skal vera roknskaparkønur, 1 skal umboða arbeiðs­gevara­ feløgini og 1 verkamanna­fe­ løgini. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboðini fyri ar­beiðs­gevarafeløgini og verka­mannafeløgini eftir til­ mæli frá feløgunum. Henda lógargrein áleggur heilt greitt landsstýris­mann­ in at tilnevna umboð ”eftir tilmæli frá feløgunum”. Her skuldi eingin ivi um at landsstýrismaðurin við fleiri tilmælum eigur at seta tann, sum hevur størstu undir­tøkuna. Men fyri at tryggja nevndini ”arbeiðs­ frið” hevur hann valt at seta nevndarlim, sum hóvar hon­um, og tekur hann tískil fakfeløgini av ræði. 2. Hetta er skjalið sum prógv­ ar, hvussu Bárður Nielsen til­vitandi setir eitt greitt til­ mæli hjá fakfeløgum til viks í stríð við galdandi lóg­ gávu. Bárður Nielsen fremur lógarbrot: Seinasta dømið um politiska rættarloysið Óli Jacobsen Kommunusamskipan Før­ oya fegnast um, at Jógvan á Lakjuni, lands­stýris­ maður í mentamálum, vil hava komm­unurnar at um­sita fólka­skúlan. Men ávísar ætl­anir, sum ikki eru hansara egnu, skurra tíverri almik­ið. Í frágreiðingini um fólka­ skúlan, ið landsstýrismað­ urin hevur latið løgtinginum til aðalorðaskifti, mælir lands­stýrismaðurin nevni­ liga til, at fólkaskúlin verð­ ur lagdur út til kommunurnar at umsita. Hetta er í sam­ svari við PISA-tilmælini, og hetta er eisini í samsvarvi við krøvini frá limakomm­ ununum í KSF. Eingin ivi er um, at ó­greiða uppgávu- og ábyrgd­ ar­býtið millum land og komm­­unur viðvíkjandi fólka­­skúlanum er ikki til gagns fyri fólkaskúlan. Í øllum grannalondum okk­ara er grundskúlin fyri fleiri árum síðan lagdur út til kommunurnar at umsita. Tað er ikki uttan orsøk. Tað er úti í kommununum, at skúlin virkar, og tað er úti í kommununum, at einstaki tørvurin verður best nøkt­ aður. Kommunurnar kenna best tann staðbundna tørvin og kunnu skjótari enn nøkur miðfyrisiting skipa tær hósk­andi tænasturnar. Kommunurnar í Føroyum eiga at fáa størri ábyrgd av fólkaskúlanum – serstakliga viðvíkjandi ítøkiliga inni­ haldinum og virkseminum í skúlanum. Tað er tí gleðiligt at stað­ festa, at landsstýrismaðurin tekur fult undir við hesum. Hann vísir í frágreiðingini m.a. á, at ábyrgdin skal liggja nærri borgaranum, at kommunali myndugleikin skal hava størri ávirkan á viðurskiftini, og at tað skulu vera kommunurnar sjálvar, sum avgera, hvussu skúla­ skapurin í kommununi verð­ ur skipaður og raðfestur út­ yvir tey lógarásettu minstu­ krøv­ini. Hetta hevur alstóran týdn­ ing – at til ber úti í komm­ ununum at skipa ein betri skúla enn tað, sum er ásett í lógini. Tann størsta vinn­ing­ in fær tann einstaki skúla­ næm­ingurin, ið fær eitt til­ boð, sum er munandi betri sett saman til serstaka tørv­ in, og sum harafturat er í sam­svari við fólkaviljan á stað­num. Skurrið So skuldi alt verið gott – her er bara at seta í verk út­leggingina av fólkaskúl­ anum til kommunurnar. Men tíverri hava ymsar ørkymlandi ætlanir sníkt seg inn í frágreiðingina, og sum neyðugt er at ávara ímóti. Tí aftaná greiða málið um at leggja skúlan út til kommunurnar, verður sett upp eitt alternativt uppskot um at skipa skúlan í eina meginfyrisiting og eitt tal av økisfyrisitingum kring landið. Hetta er eitt kent em­bætismannauppskot frá einum av Visjón 2015-stra­ tegiskjølunum, og sum KSF als ikki tekur undir við. Høvuðsatfinning okkara er, at uppgávu- og ábyrgd­ arbýtið als ikki verður greið­ ari. Meðan meginfyri­sit­ing­ in er Mentamálaráðið, so eru økisskúlafyrisitingarnar í veruleikanum eisini Menta­ málaráðið. Tað er nevniliga lands­ stýr­ismaðurin í menta­mál­ um, sum skal seta leiðaran fyri økisskúlafyrisitingina. Og umvegis leiðaran skal Menta­málaráðið framhald­ andi detailstýra alt undir­vís­ ingarvirksemið í skúlunum líka frá ítøkiliga tíma- og læru­greinabýtinum til starvs­fólkanormeringina v.m. Tað merkir, at komm­un­ urnar onga sum helst ávirk­ an koma at hava á skúlan. Tær fáa ikki eingang heim­ ild at seta í starv hægsta leið­­aran fyri teirra egnu skúl­ar. Kommunustýris­lim­ irnir og borgararnir mugu bara hyggja at, meðan teirra skúli skorar botnkarakter í PISA-kanningunum fram­ yvir. Hetta er í veruleikanum ein ógvuslig ómynduggerð bæði av kommununum og borgarunum. Úrslitið verð­ ur ein skúli, sum als ikki tek­ur støði í staðbundna tørv­­inum, og har eingin ábyrgd­arkensla er til staðar – og hetta er neyvan ætlanin hjá landsstýrismanninum. Skurrið steðgar tíverri ikki her. Ætlanin er at skipa eina royndarkommunu til tess at staðfesta, um tað er rætt at leggja skúlarnar út. Serliga er ætlanin í hesum royndarskeiði at fáa størri samstarv millum barnagarð og skúla. Tað ljóðar harmleyst, men KSF mælir staðiliga frá at ganga hesa leið. Allar kommunur eiga í útgangs­ støðinum at hava tær somu lógarásettu uppgávurnar. Tað er eisini umráðandi, at allar kommunur hava somu royndir at byggja víðari á. Nú hevur landsstýris­mað­ urin valt at peika á eina ávísa kommunu sum væl­ egnaða royndarkommunu. Hvør grundgevingin fyri hes­um vali er, er trupult at meta um. Tað er tó greitt, at verður henda royndarskipan sett í verk, so er tað upp til eina meira ella minni tilvildarliga kommunu at prógva, at tað ber til hjá kommununum at umsita skúlan við so mikið góðum úrslitum, at allar kommunurnar skulu umsita skúlan. Men kanska ætlanin hjá onkrum í veruleikanum er at prógva, at tað ikki ber til? Okkara áheitan á lands­ stýrismannin er at halda seg til sítt greiða – og rætta – mál, sum er at leggja skúlan út til kommunurnar at um­sita sum skjótast, og ann­ ars at sløkkja fyri skurrinum bei­nanvegin. Verður fólkaskúlin betri? KSF hevur sett sær sum mál, at fólkaskúlin saman við musikkskúlaskipanini, frítíðarundirvísingini og skúla­bókasøvnunum verða løgd út til kommunurnar at um­sita í 2008. Hetta merkir, at komm­un­ urnar skulu fíggja, umsita, raðfesta, avgera og fremja alt virksemið á skúlaøkinum sambært ásettum lógum, regl­um, minstukrøvum og – ikki minst – sínum egnum ynskj­um. Frammanundan umsita kommunurnar dagstovna­ økið. Tað er tí fyri tað fyrsta bert kommunurnar, sum kunnu skipa og tryggja eina gevandi og mennandi inn­ skúling, har pedagogar og lærarar virka á báðum økj­ um og sostatt fylgja tí ein­ staka barninum yvir fleiri ár. Fyri tað næsta er tað bert kommunurnar, sum kunnu Gott Jógvan á Lakjuni – og tó stýrisformaður Kommunu­samskipan Føroya www.ksf.fo Heðin Mortensen Framhald á næstu síðu viðmerkingar