mikudagur 7. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 27 - 7. februar 2007
Tað hevur verið hugstoytt
og tyngjandi at sæð barna
garðin á Sernámsdeplinum
rigga av. Hesin barnagarður
og starvsfólkini har hava í
nærum hálva øld gjørt eitt
slóbrótandi arbeiði innan
sítt øki. Úr øllum landinum
eru børn við menningartarni
komin hagar til eygleiðingar,
og út frá hesum eygleiðing
um hevur starvsfólkið síðan
lagt foreldrunum og stovn
um, haðan børnini eru
komin, lag á, hvussu teirra
barn best kundi mennast;
og tey børnini, sum komu
til eygleiðingar, og sum
ikki vóru hildin at vera egn
að at ganga í vanligum
barnagarði, hevur barna
garðurin á Sernámsdepli
num so sjálvur tikið sær av.
Eisini hevði barnagarðurin
uppbygt eitt leikasavn við
mennandi tilfari, sum børn
ini, íð komu til eygleiðingar,
kundu læna heim við sær.
Nú er barnagarðurin og
leikasavnið so niðurløgd,
meðan eygleiðingin og ráð
gevingin enn virka í skerd
um líki.
Men onkustaðni skulu
børnini, sum barnagarðurin
var ætlaður til, vera. So nú
hevur Almannamálastýrið
tikið um endan, har Menta
málastýrið slepti og leigað
seg inn í lonina, hjá barna
garðinum. Sum skilst, er tó
ikki ætlanin, at ein nýggjur
barnagarður skal setast á
stovn, men heldur at hetta
skal verða eitt stað, har
stuðlarnir hjá hesum børn
um kunnu halda til saman
við børnunum.
Ein
kann
undrast
á,
hvussu tað ber til,at sovorð
ið kann henda. Serstakliga í
hesum døgum, nú so nógv
verður tosað um visiónir.
Ein grundin man vera, at tá
íð Skúlin á Trøðni varð yvir
tikin, var pædegogiska rák
ið, at skúli og barnagarður
skuldi vera fyri øll. At øll
børn skuldu fáa møgulleika
og umstøður til at vaksa
upp í nærumhvørvinum, utt
an mun til hvussu tey vóru
fyri. Tí varð hildið, at tað
ikki longur var brúk fyri ein
um serskúla, sum Skúlanum
á Trøðni og at hann tí átti at
verða niðurlagdur við náttúr
ligari frágongd. Ein fylgjan
av hesi ætlan er tað, sum vit
nú hava verið vitni til við
víkjandi serbarnagarðinum:
Tá íð tvær av pionerunum
og kapasitetunum á stovnin
um fyri góðum ári síðan
løgdu frá sær vegna aldur,
var starvsfólkatalið komið
so langt niður, at ikki bar til
at halda áfram. Eftirverandi
starvsfólkini vóru tí sett í
onnur størv á Skúlanum á
Trøðni, og serbarnagarðurin
varð niðurlagdur.
Vit eiga at stremba eftir,
at so nógv børn, sum møgu
ligt, finna seg til rættis og
trívast í vanligu skúlunum
og kommunalu ansingini,
men í teimum førum, har
hetta ikki eydnast, er tað
ikki rætt at tvíhalda um, at
hetta er tann besta loysnin.
Um ein næmingur við ser
ligum tørvi skal ganga í
vanligum flokki, krevur tað
ofta, at hann fær ein lærara
knýttan at sær burturav. Við
tí játtan, sum nú er á fíggj
arlógini til serligan tørv, ber
hetta í flestu førum ikki til,
men sjálvt um hetta eydnast,
verður tað í longdini trupult
at fáa næmingin at trívast,
tí hann hevur ongan at sam
skifta við á jøvnum føti.
Um serflokkar skulu knýt
ast til ymisku skúlarnar og
stovnarnar kring landið,
verður næmingatalið í hvørj
ari kommunu sær ov lítið
til, at næmingarnir við ser
ligum tørvi kunnu flokkast
í samvirkandi eindir, og av
tí at næmingarnir tískil vera
so ymiskir til, verður trupult
at fáa teir at trívast saman,
og hjá læraranum verður
trupult at uppbyggja ein før
leika, soleiðis at hann á
besta hátt kann taka sær av
hvørjum næmingi sær.
Frá polittiskari síðu hevur
verið miðjað ímóti, at flyta
alt viðvíkjandi barnaansing
og skúla út á kommunurnar,
fyri at avgerðirnar skulu
liggja so tætt at nærum
hvørvinum,sum
gjørligt.
Hetta hevur eisini verið
gjørt niðri, men í saman
burði við Danmark eru allar
Føroyar at rokna sum ein
lítil kommuna, og um so
allir næmingarnir, sum ikki
passa inn í almennu undir
vísingar- og ansingarskipan
ina vóru fluttir í ein skúla,
høvdu teir vónandi ikki
verið fleiri enn so, at talan
hevði verið um tað, sum
danir nevna „en lilleskole“
við teimum trivnaðarmøgu
leikum, sum tað inniber.
Við útbyggingini av sam
ferðslukervinum er nærum
hvørvið hjá flestu børnunum
í landinum eisini vaksið
munandi, og tað veksur
alsamt. Eftir at Skúlin á
Trøðni var settur á stovn,
var næmingaheim fingið til
vega til næmingar skúlans,
sum komu av bygd. Í dag
búgva flestu næmingarnir
heima og koyra við bygda
leiðum millum heim og
skúla. Teir sum nú búgva á
næmingaheiminum,
gera
tað av øðrun orsøkum enn
av fjarstøðuni millum heim
og skúla. Helst av teirri
grund, at teir her hava betri
møgulleika til at luttaka í
ungdóms og frítíðarvirksemi
saman við javnlíkum. T. d.
búgva fleiri av teimum,
sum luttóku á paraolymp
isku ítróttarstevnuni í Rom
í heyst -og tað við góðum
úrsliti-, á næmingaheimi
skúlans.
Alt hetta bendur á, at ser
undirvísingin í Føroyum og
støðan hjá Skúlanum á
Trøðni í hesum sambandi
eiga at verða tikin upp til
nýggja umhugsan.
Samstundis sum Skúlin á
Trøðni hevur verið niður
trappaður,
eru
ymiskir
trupulleikar hjá børnum við
serligum tørvi komnir í ljós
mála, og tað skal sigast
almannaverkinum til rós at
tey hava verið skjót at lofta
hesum
trupulleikum
og
gjørt atgerðir, at bøta um
teir. Men trupult er at brót
upp úr nýggjum, og tað er
ikki altíð, at atgerðirnar
hava virkað eftir ætlan, men
ikki eru tær vornar bíligari
fyri tað. So mikið størri
spell er tað har tað ikki var
neyðugt at bróta upp úr
nýggjum, tí at Skúlin á
Trøðni hevur arbeitt við
somu trupulleikum í mong
ár. Ivaleyst hevði hann
eisini kunna gjørt tað betri,
um hann var styrktur við
fleiri serútbúnum fólki á
ymiskum
starvsøkjum,
betri møguleikum hjá starvs
fólkunum til víðari útbúgv
ing og betri normering fyri
atferðartruplar næmingar.
Hetta hevði sjálvsagt kost
að, men lítið aftur ímótið
kostnaðinum
av
einum
nýggjum stovni.
Haldi kortini, at Almanna
málaráðið hevur víst í verki,
at teirra hjarta brennur heit
ari fyri teimum menningar
tarnaðu og teirra avvarandi
enn hjørtuni í Mentamála
stýrinum gera, og tí haldi
eg at Almannaverkið ikki
bara átti at yvirtikið lonina
hjá barnagarðinum, men
heldur at tikið allan Skúlan
á Trøðni, sum hann er, undir
sínar veingir. Meirilutin av
næmingunum á Skúlanum
á Trøðni er longu knýttur til
almannaverkið so elle so,
og verður tað helst alt lívið.
Um
skúlin
lá
undir
Almannamálaráðnum hevði
tað tí verið lættari at skapa
eina heild yvir dagin hjá
hesum næmingunum. Eisini
slapst undan teimum gráu
økjunum, har ábyrgdin hjá
Mentamálastýrinum og Al
mannamálastýurinum falla
saman, og har tað tískil er
trupult at flyta nakað.
Hugleiðingar, nú barnagarðurin á
Skúlanum á Trøðni er niðurlagdur
Niels
Midjord
skipa fyri nøktandi heildar
tilboðum til næmingar og
foreldur, har barnaansing,
fólkaskúli, musikkskúli, frí
tíðarskúli v.m. eru samskip
aði yvir ymsar tíðir á deg
num.
Kommunurnar eru eisini
nógv betri fyri at fremja
neyðugar raðfestingar í sam
bandi við ítøkiliga undir
vísingarvirksemið í skúlan
um.
Hesar raðfestingar byggja
á staðbundnan tørv ella
ítøkilig ynski um at veita
eitt betri tilboð enn minstu
krøvini – eitt nú til at seta
serráðgevarar í starv til
lesi- og skriviveikar næming
ar, at gera serstøk átøk at
betra um lesiførleikan sum
heild, at áseta eykatímar til
náttúrufak á ávísum floks
stigum, at gera ávísar roynd
arskipanir til næmingar, ið
ikki fáa nóg nógvar avbjóð
ingar v.m.
Hetta merkir, at kommun
urnar eru virknir aktørar í
at menna skúlan á staðnum,
hvat ein miðfyrisiting als
ikki hevur møguleika til.
Kommunubygnaðurin og
fíggingin
Tá tingfólk umrøða útlegg
ing av fólkaskúlanum og
øðrum uppgávuøkjum við,
so eru tað tvey viðurskifti,
ið tey ofta taka fram fyri at
seta forðingar í vegin fyri
hesi gongd.
Tað eina er kommunu
bygnaðurin – at tað ber ikki
til at leggja skúlan út til
smáu kommunurnar. Føroy
ar mugu fyrst skipast í færri
kommunur, er undanførsl
an.
KSF hevur altíð virkað
fyri færri og burðardyggum
kommunueindum, men tað
er í sjálvum sær ikki neyð
ugt at bíða eftir hesum.
KSF kann liva við, at fólka
skúlin verður lagdur út til
kommunal
samstarvsøki.
Henda skipan verður longu
brúkt á øðrum lógarbund
num uppgávuøkjum, so tað
er ikki nakar meinbogi fyri
vælvirkandi kommunalum
bygnaði undir fólkaskúlan
um.
Tað næsta er fíggingin,
har tað javnan verður hildið
uppá, at neyðugt er við javn
ingarskipan millum komm
unurnar. At kommunurnar
eru so ójavnar í inntøku
grundarlagi og útreiðslu
tørvi, at hetta fer at ávirka
umsitingarligu uppgávuna
so mikið, at tænastustøðið
verður ymiskt úti í ymsu
kommununum.
KSF metir, at hetta er
ikki í samsvari við veruleik
an. Fyri tað fyrsta, so skal
peningur fylgja við útlagdu
uppgávuni skilt á tann hátt,
at kommunuskatturin skal
hækka við tí, sum skúlin
kostar at reka, og landsskatt
urin lækka samsvarandi. Er
henda fortreyt til staðar, so
er ikki nakar serstakur tørv
ur á javningarskipan í sam
bandi við kommunala rakst
urin av fólkaskúlanum.
Fyri tað næsta er vavið av
javningini altíð sera lítið í
mun til samlaðu kommunalu
fíggingina – eini 3 %.
Henda sera avmarkaða upp
hædd er tí ikki tað, sum fer
at gera av, um ein kommuna
megnar at røkja sína upp
gávu viðvíkjandi fólkaskúl
anum ella ei.
Nú skal tað verða
KSF fer við stórum áhuga
at fylgja við í aðalorðaskift
inum
týsdagin.
Hetta
kanska verður eitt søguligt
orðaskifti, tí nógv stór tøk
skulu takast, um so er, at vit
skulu fáa tann góða fólka
skúlan, vit øll ynskja.
KSF er ikki í iva um, at
rætta politiska avgerðin er
at leggja umsitingina av
skúlanum til kommunurnar
– ongantíð ov skjótt og helst
ikki seinni enn í 2008.
KSF fegnast tí um, at
landsstýrismaðurin vil hava
kommunurnar at umsita
skúlan, og tað skal hann
hava rós fyri. Men hann
eigur bert rósið uppiborið,
um so er, at kommunurnar
fáa veruliga ávirkan og
fulla ábyrgd av virksemi
skúlans.
KSF fegnast eisini um, at
Føroya Lærarafelag í PISA-
álitinum tekur undir við hes
um.
Allir partar eru tí samdir.
Tað er nú upp til løgtingið
at taka lógvatak saman við
okkum øðrum.
Nú skal tað verða!
Hví júst hesi
staðarnøvn
Sunda Bókasavn á Oyrar
bakka skipar í komandi
viku fyri áhugaverdum
tiltaki í Skálanum í Norð
skála-Oyrar skúla. Miku
kvøldið 7. februar fer
málfrøðingurin
Eivind
Weyhe at greiða frá um
staðarnøvn og teirra upp
runa - hví eitur tað júst
soleiðis, sum tað eitur?
Fyrilesturin er um staðar
nøvn og tann týdning,
sum hesi hava, fyri at fáa
kunnleika um uppruna
ligu búsetingarnar. Í stað
arnøvnunum liggur eitt
stórt ríkidømi, sum eigur
at verða varðveitt, bæði
við innsavningararbeiði
og við at tey liva sítt
fríska lív í gerandisdeg
num. Navnið gevur lands
lagnum ein samleika,
sum er virðismikil fyri
okkum. Møguleiki verð
ur at koma við spurning
um um staðarnøvn her
um leiðir. Kanska fæst
svar uppá ymiskt, sum
fyrr hevur verið ósvarað.
Hagstovan
fær enska
heimasíðu
Nú letur Hagstova Før
oya upp fyri ensku útgáv
uni av heimasíðu stovn
sins. Av Hagstovuni verð
ur sagt, at hetta verður
gjørt, fyri at nøkta eftir
spurningin á hagtølum,
bæði frá útlendingum og
frá føroyingar, sum vilja
vísa útlendingum hagtøl
um føroysk viðurskifti.
Hagstovan sigur, at enska
útgávan ikki er beinleiðis
umseting av føroysku
útgávuni, men er skipað
eftir tí tørvi, sum tey
meta
at
útlendingar
munnu hava.
- Vit hava lagt dentin á
heildarmyndina av før
oyska
samfelagnum,
heldur enn at fara í smá
lutir, sigur Hagstovan.
Allur hagtalsgrunnurin
er á enskum, og tí ber nú
til at vísa útlendingum á
besta miðið við hagtølum
um Føroyar. Enska síðan
er at finna á
www.statistics.fo
Framhald av síðu 11
viðmerkingar