mikudagur 7. februar 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2007
13
Símun Pauli Lilaa, ættaður úr Leirvík búsitndi
í Reykjavík, andaðist 31. januar 82 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Dagurin
8. februar. Korinta, deyð umleið ár 250. Kristin kona í
Aleksandriu, sum ikki vildi ofra til heidnar gudar og tí
varð tikin av døgum.
Góði babba, stutt var títt tíðarskeið
tá Harrin tók teg til sín
teg gloyma kann eg ei.
Takk fyri umsorgan, kærleika og vernd
- takk fyri teg!
Nívandi er saknur, og hjartað tungt av sorg er
nú vit ei longur hava
títt blíða andlit her.
Má Jesus-pápi gleðast um teg
kærur hann tær var
hjá okkum eftir; minnini um teg.
Nú hvíl í friði fyri síðstu ferð
at himnaborg eg heilsu til tín sendi
takk fyri tíð á fold, ið tú vart her
eg veit, at tryggur tú hjá Guði heima lendi.
Eilif
Til pápa mín
Svenn Brimheim
Ein stórur dagur stendur fyri
framman. Eitt sera vælkent
par fer sum kappróðrarbáturin
um mál 9. februer. Tá hava tey
livað saman í 50 ár. Tey hava
skrivað sína lívssøgu, sum er
væl verd at fylgja. Jógvan sum
maður, og Harriet sum kona,
ið klárar síni ting í øllum spak
føri og gudsótta. Heim teirra
er eitt Elim søtt í oyðimørk,
har mangur hevur sitið væl
undir pálmun teirra, eisini vit
bæði Levi og Gretha.
Jógvan kenni eg frá barns
beini av. Hann var ein kúllur
millum hinar kúllarnar.
Pápar okkara róðu út saman,
so tað bleiv mong línan at
rekja og fløkjan at greiða.
Hetta hoyrdi við til lívið.
Tíðin gekk, og vit fóru báð
ir til skips, og skjótt blivu vit
forlovaðir. Vit fingu okkum
báðir gentu úr Fuglafirði, so
har liggur mong ein spenn
andi søga goymd, tó ikki í
plastikposa, teir vóru ikki til
tá.
Vit gjørdu nógvar skjót
ingartúrar bæði til fjals eftir
harum og á Víkina eftir álk
um. Onkur skarvur lá eisini
eftirá.
Seinni fóru vit báðir við
sama skipi og báðir á brúnna.
Har vóru nógvar søgur for
taldar, men eg haldi, at eg
fari at fortelja um hin tiltikna
harutúrin. Henda morgunin,
vit skuldu fara at skjóta har
ur, var eg heldur seinur. Eg
var nýliga komin av skipi og
nakað fitnaður, so eg fann
ongar buksur, sum passaðu.
Nú vóru góð ráð dýr. Allir
vóru ótolnir at sleppa avstað
og bóðu meg skunda mær.
Einastu ráð vóru at fara í
ongum undirbuksum.
Tá vit vóru komnir niðan í
Neytadal, leypir ein hara, og
eg skjóti og raki, men haran
rann eitt petti og eg aftaná.
Tá eg skuldi gleiva upp um
ein stóran stein, var eitt brak,
og buksurnar skrædnaðu
frá reimini framman og líka
niður í skrevið. Men einki
var at gera. Tá vit, sum
avgjørt var frammanundan,
møtast við Setursklett á Borð
oyarnesi, royndi Jógvan at
leysa skrallið aftur, men lítið
hjálpti, tí ov lítið tilfar var
at seyma í.
Síðani fóru vit allir til
gongu út á Borðoyarnes.
Tá eg og Dánjal, sum
fylgdust, komu niðaná, gekk
ikki longur. Eg mátti biðja
Dánjal um hjálp. Hann var
í føroyskum undirbuksum,
og bað eg hann lata meg fáa
tær. Í meðan vit báðir skifta,
kemur Otto og hann spyr,
hvat ólukkan er á vási. Har
bleiv ein øgiligur látur, og
mínar skrøddu buksur fóru
sendandi út av einum hamri,
men dagurin var bjargaður.
Nú var eg heitur restina av
degnum.
Jógvan og eg kennast sera
væl, og er hann ein skilamaður
bæði á sjógvi og landi. Hann
hevur havt mong álitisstørv
– millum onnur borgmeistari,
skipari og nevdarlimur í fleir
nevndum.
Tað besta er tó, at hann
og Harriet komu til trúgv á
ungum árum og hava staðið
sum tveir vitar í bygdini.
Nógvir túrar eru gjørdir
runt í landinum við gleðiboð
skapinum, og trúfesti tykk
ara í samkomuni hevur verið
stórt. Hvat ið bíðar okkum í
tí ljósa landi, vita vit ikki,
men tað verður stórt. Harrin
er har, hann, sum fyllir alt í
øllum.
Vit eru mong, ið gleðast
saman við tykkum, nú tit
fara um fimmti ára linjuna.
Eisini vilja vit senda eina
kærleiksfulla heilsan til børn
tykkara, sum altíð eru so
vinarliga og fyrikomandi at
møta. Sannliga er tað hugna
ligt at detta inn á gólvið í
Brekkuni.
Nú venda vit okkum móti
himli í bøn við tøkk fyri
tað, sum farið er, og leggja
komandi dagar í Harrans
hendur. Vit ynskja tykkum
mong góð ár afturat, um
Harrin bíðar við at koma.
Vit takka hjartaliga fyri
gott brøðra- og vinarlag
frá barnsbeini av til dagin í
dag.
Hjartaliga til lukku við
gullbrúdleypinum.
Bestu heilsur við Sálmi
115.15
Levi og Gretha Joensen
Ein heilsan til Harriet og Jógvan Isaksen
á gullbrúdleypsdegnum 9. februar 2007
Jan Petersen er settur í starv
sum fíggjarstjóri á Føroya
Tele eftir, at Heini Joensen
hevur sagt seg úr starvi.
Jan Petersen er 34 ára
gamal klaksvíkingur og
útbúgvin HD í roknskapi.
Jan Petersen hevur starvast
á fíggjardeildini á Føroya Tele
við fíggjarstýring og rokn
skapi í 5½ ár. Eitt tíðarskeið
var hann fíggjarstjóri hjá
JFK í Klaksvík. Umframt
hesar arbeiðsroyndir hevur
Jan Petersen eisini starv
ast hjá Nilfisk Advance
í Keypmannahavn sum
controller og sum grann
skoðari hjá Rasmusen og
Weihe.
Málini hjá Føroya Tele
eru ambitiøs og vit eru vís
í, at hann sum fíggjarstjóri
fer at verða hollur stuðul
undir strategiini at menna
FT framyvir.
Jan Petersen tekur við
starvinum 1. mars 2007.
Jan Petersen:
Nýggjur
fíggjarstjóri á
Føroya Tele
Mikkjal Sørensen
tikið sæti tingi
Mikkjal
Sørensen
úr
Porkeri hevur tikið sæti
á tingi fyri Sverra Mid
jord, løgtingsmann. Á
løgtingsvalinum í 2004
fekk Mikkjal Sørensen
fjórðflestar atkvøður á javn
aðarlistanum í Suðuroy.
Mikkjal er harumframt
kommunustýrislimur
í
Porkeri. Tingarbeiðið er
ikki fremmant fyri honum.
Umframt at hava verið inni
sum eykamaður, hevur
Mikkjal sitið á tingi frá
1991-93.
Sverre Midjord hevur
farloyvi frá tinginum til og
við 23. februar.