mikudagur 7. februar 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 27 - 7. februar 2007
Nú fækkast í túni av fólkunum teim,
sum Toftanes einaferð átti,
sum lívið á grúgvuni goymdu í eim,
við fedranna stillføra mátti.
Um Martha tú flutti úr bygdini burt,
so vitjaði trúføst tú aftur,
á staðið, har kveikt varð tín lívsins urt,
sum mongum bleiv signing og skattur.
Tú sat fyri tínum so vís og so góð,
har ansin tú ættina aldi
so heim títt á Skála sum mynstur stóð,
har umsorgan tín átti valdið.
Hjá Arnhold og tær vóru eydnukor,
tit Hans Jákup og Elina áttu,
at ala upp við tykkar ríka borð,
í vakrastu vælasmáttu.
Og væl tit aldu upp tykkara urt,
vit sóðu á sorgardegi,
nú støv títt fór til fedrar burt,
tey fylgdu tær á vegi.
Tey øll, sum áttu tykkum kær,
ja, ættarliðið nýggja,
teg síðsta strekkið burtur bar
til gylta borg at síggja.
Nú eiga børn, og børn hjá teim,
á halgum staði túgvu,
sum minnir tey um valaheim,
og kærleika í rúgvu
Har stjørna bjørt við Himnagrind,
á náttartíma lýsir
har eiga tíni øll nú mynd,
sum veg til ljós títt vísir.
----
Verð heilsað, Martha, við frá oss,
nú tú um gylta liðið,
bleivst tikin burt úr stríð og knoss,
at hvíla í Guds friði.
Tær unnist, nú tú farin er,
úr stríði tínum, Martha,
á tína evstu foldarferð,
alt Himins ljósið bjarta.
p.
Marthu Johannesen
av Skála
til minnis
75 ár og ung í sinn og skinn. Ja, hvør
skuldi trúð tí, sum ikki visti, nær Ása
fyllir, og nær hon er fødd.
Ása og eg eru skyldkonur. At
mamma hennara, Jóhanna Jensen, var
systkinabarn abba, havi eg altíð vitað
– ikki sørt errin sum barn at vera í
ætt við hesa virðisligu lærarinnu,
sum dugdi so væl handarbeiði, hevði
skrivað lesiætlanina og ávirkaði allan
fólkaskúlan.
Hvussu familjan annars var, og
hvørjar døtur hon átti, hugsaði eg tá
als ikki um. Einaferð, eg var heima í
summarfrí, og sjálv var farin at arbeiða
við handarbeiði, fóru mamma og eg
at vitja Jóhonnu Jensen. Hon var blíð
og tíð og tímdi at svara spurningum
og vísti ymiskt. M.a. stóð ein so frá
líkur rokkur har og fangaði mín áhuga.
Eldra dótturin átti. Hon var so áhugað
í øllum handaligum og hevði keypt
sær hann; hon var tannlækni í Svøríki.
Ása var lærari í Danmark; hon var vist
handarbeiðishugað, men ikki sum so í
ull, helt mamman tá. Seinni veit eg, at
Ása og systurin hava nógva gleði av
hvørji aðrari og samstarvi. Hvør dugir
betur enn onnur.
Ása var flutt til Føroya og var hond
arbeiðislærari á læraraskúlanum, átti
vaksna dóttur og giftist við Ólavi
Hátún, og tað var alt,eg visti um Ásu,
tá ið eg nøkur ár seinni møtti henni á
Læraraháskúlanum í Keypmannahavn.
Har sóust vit hvørja viku tey bæði
árini, Ása og Ólavur vóru farin niður
at eftirútbúgva seg. Eg helt tað vera
imponerandi, at tvey so tilkomin fólk
fluttu í íbúð í Keypmannahavn við
tveimum smádreingjum fyri at læra
meira – tey dugdu jú so nógv framm
anundan.
Hetta var 1975 og í dag, nú vit báðar
eiga líka tilkomin børn, og báðar eru
ommur, haldi eg ikki longur, at tað var
annað enn sjálvsagt, at lærarar um 40
ára aldur fingu sær eftirútbúgving bæði
tá og seinni.
Men tá lærdi eg Ásu at kenna – og
bara fyri tað góða, og síðan hava vit
kenst og samstarvað í nógv ár í somu
lærugrein á sama stovni. Vit hava
arbeitt saman á læraraskúlanum, við
eftirútbúgving av lærarum, í nevnd
Føroya Handarbeiðislærarafelags, á
Landsmiðstøðini, í nevnd at skriva álit
til Lista- og handverkaskúla, sum undir
vísarar og skeiðsluttakarara á nógvum
skeiðum, at skipa fyri verkætlanum
og framsýningum, og vit hava ferðast
saman á skeið og lestrarferðir.
Ása! Túsund takk fyri gott sam
starv!
Nú eru longu nøkur ár síðan Ása
fór frá lærarastarvinum vegna aldur
lógarsetta áramarkið; men hon er líka
virkin fyri tað- sjálvandi, tí orka, áræði,
hugflog, dugni og vilji teppast tí betur
ikki eftir ávíst áramál.
Ása hevur altíð havt hug at granska
og at skapa nýtt. Fáir eru teir lærarar í
Føroyum, sum ikki hava havt nyttu og
gleði av tí. Ása hevur altíð fylgt við í
tí, sum hendir úti í heimi, so hon hevur
verið “uppdaterað” og undan á sínum
fakøkjum – handarbeiði og enskum.
Tað er henni at takka, at siðbundnað
handarbeiði okkara kom inn aftur í
skúlan og mennist.
Ása hevur m.a. barst fyri ullini.
Hon hevur sett seg inn í hagreiðing
og tilvirkan, soleiðis sum hon var, og
við gransking og nógvum, nógvum
royndum hevur hon leitað bæði aftur
og fram.
Nú, hon ikki undirvísir, hevur hon
havt betri stundir til framlýtandi royndir,
sniðgávu og list. Hon hevur hugflog,
estetiskan sans og handverkakynstur,
so tað, sum hon letur úr hondum, er
góðska - bæði so og so.
Og tað er júst hesum, Ása stríðist
fyri, at vit føroyingar brúka okkara
tilfeingi, alt tað ið til ber, at vit vanda
okkum, soleiðis at tilfarið verður so
gott sum til ber, og hagreiða, skapa
og virka produkt, sum kunnu kappast
við bestu gagnlist og list í heiminum.
M.a.mangt, sum Ása hevur víst í ullar-
og skinnarbeiði eru sera áhugaverdu
royndir og verk hennara við broddi.
Góða Ása! Hjartaliga til lukku á
75 ára degnum og takk fyri títt stóra
arbeiði okkum øllum at gagni. Vónandi
eigur tú nógv góð arbeiðsár eftir. Tað
ynski eg tær og okkum øllum.
Súsan
Ása Hátún 75 ár
8. februar 2007
Poul Jóhan Djurhuus á
Malta, Hirtshals, sigur í tið
indaskrivi at mánaðarligu
møtini í Suðurjútlandi verða
í vikuskiftinum 9. – 11. febru
ar. Hesaferð hava vit vitjan
av Øssuri Berghamar úr
Kristnastovu í Keypmanna
havn. Øssur og Poul Jóhan
Djurhuus koma báðir at lut
taka í talu.
Hesa seinastu ferðirnar
hava vit havt tað gleði at
hava havnamannin Hans
Jacob á Lava við, sum hevur
glett okkum við sínum sangi
og vitnisburði. Hann verður
eisini við nú og kemur at
spæla og syngja á møtinum
í Esbjerg og Vejle.
Ein drekkamuður verður
at fáa eftir hvørt møti. Kom
og ver við, tí tú kanst møta
tínum landsmonnum her og
fáa eitt gott prát. Til tykkum
heima, sum kenna fólk á
hesum leiðum, gerið okkum
tann beina at siga teimum frá
møtunum.
Í Esbjerg fríggjakvøldið
9. febr. í salinum hjá ”Den
Kristne
Forsamling”,
Spangbjerg Møllevej 16
c Mølleparken kl.19.30. Í
Sønderborg leygarkvøldið
10. febr. kl.19.00 í ”Skole
hjemmet”, Sønderlandevej
28. Breyðbróting í somu høl
um sunnumorgunin 11. febr.
kl.10.00
Í Vejle, Staldgårdsgade
4 (hølini hjá Frelsens
hær) sunnudagin 12. febr.
breyðbróting kl.16.00 og
evangeliskt møti kl.17.00
Á møtunum í mars mán
að verður vitjan av Don
Hinshcliffe úr Onglandi.
Hetta verður kunngjørt nærri
seinni.
Um onkur ynskir at vita
meiri um møtinin eru tit
vælkomin at ringja til okkum
á Malta 98944370 ella +298
228314. Teldupostadressa:
gjaranes@post.olivant.fo.
Føroysk møtir í Suðurjútlandi
Tøkk
Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu tá
Hanna Sofía Jørgensen
ættað úr Miðvági, búsitandi í Dragør
andaðist og varð jarðað, takka vit hjartaliga.
Tøkk fyri gávur til dreingirnar.
Familjunnar vegna
Gauti, Magnus og Ragnar
mamma og systkin við familju
Prógv
30. januar 2007 hevur Eyðgunn Hansen, Tórshavn, lokið
prógv sum teknmálstulkur á Center for Tegnsprog og
Tegnstøttet Kommunikation i København.
tíðindi