Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2007 15 lýsingar Aftur í ár verður ársins kjakvirðisløn latin. Miðlahúsið hevur tikið stig til hesa virðisløn, sum verður latin einum persóni, felag, felagsskapi ella stovni, sum hevur givið sítt góða íkast til at fremja samfelagsliga kjakið, ið er ein av grundarsteinunum undir fólkaræði­ num. Endamálið við at lata hesa virðisløn er eisini at menna og stimbra almenna orðaskiftið og gera tað meira fólksligt, professionelt og náttúrligt. Í fjør fekk Óli Petersen, teknari, virðislønina fyri við sínum tekningum og viðmerkingum at geva sítt góða íkast til samfelags­ orðaskiftið. Lesarar kunnu senda okkum uppskot til ársins kjakvirðisløn við at fylla út lepan og senda hann til Miðlahúsið, Tórsgøta 1, 100 Tórshavn, ella tit brúka teldupostadressu okkara post@sosialurin. fo. Setið frámerki á: »Ársins kjakvirðisløn«. Freistin at lata inn uppskot er mánadagin 12. februar. Avdúkingin av ársins kjakvirðisløn fyri 2006 verður á samkomu í Miðlahúsinum hósdagin 15. februar kl. 16.00 Ein dómsnevnd við Jón Brian Hvidtfeldt, útvarpsmanni, Karin Kjølbro, leiðara á Kriminalforsorgini, Jóannesi Dalsgaard, deildar­ leiðara í Mentamálaráðnum, og Annleyg Lamhauge, deildarleiðara á Menningastovuni, ger av, hvør fær virðislønina M i ð L A H ú S i ð · T Ó r S g ø T A 1 · B o K S 7 6 · F o ­ 1 1 0 T Ó r S H A v n · P o S T @ S o S i A L u r i n . F o Á r s i n s k j a k v i r ð i s l ø n 2 0 0 6 Uppskot: Grundgeving: Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Sum liður í miðvísa arbeiði okkara at hava framhaldandi vøkstur og at varðveita støðuna sum leiðandi brennioljuveitari á føroyska marknaðinum, sóknast Shell eftir dugnaligum sølufólki. Starvið Talan er um álitiskrevjandi og sjálvstøðugt starv, ið krevur grundleggjandi tekniskan kunnleika. Vit veita góða, fakliga upplæring og geva tær eitt trygt og professionelt bakland í sølutoymi okkara. Tú fært um hendi alla smyrjiolju og alla uttanlandssølu hjá Føroya Shell og fært serliga við skip at gera. Harumframt verður tú við í vanligum søluuppgávum. Tínir førleikar Tú hevur fyrst og fremst góðan handilssans og søluroyndir. Tú ert sjálvandi ágrýtin og álítandi, arbeiðir sjálvstøðugt eins væl og í toymi og kanst arbeiða skiftandi tíðir og støð. Vit vænta, at tú hevur innlit í shipping og logistikk, og fram um alt ert tú eitt álitisvekjandi sølufólk. Málsliga ert tú væl fyri, bæði í skrift og talu – og enskt er eingin vansi hjá tær heldur. Útbúgving Tú ert møguliga útbúgvin maskinmeistari ella verkfrøðingur og hevur helst eisini nomið tær handilsligan kunnleika. Lønarviðurskifti Lønin er góð, og greið pensiónsviðurskifti fylgja við starvinum. Tú fært frían bil. Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Telefon 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo R E P R O Z Shell sóknast eftir vælsmurdum seljara Umsóknir Umsóknir og CV skulu vera Føroya Shell í hendi í seinasta lagi 5. mars 2007. Starvið verður sett sum skjótast. Vilt tú hava meiri at vita? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðara, erling@shell.fo, tlf. 34 74 00, ella Hákun Djurhuus, stjóra, hakun@shell.fo. Um Føroya Shell Føroya Shell er partur av Shell Bólkinum og virkar sum sjálvstøðugt felag eins og Shell- fyritøkur í øðrum londum. Starvsfólk hjá Shell arbeiða eftir felags kjarnuvirðum, sum eru trúfesti, reinlyndi og virðing fyri medmenniskjum, eins og vit eru fullgreið um týdningin av áliti, opinleika, toymisarbeiði og professionalismu. Sum fyritøka virkar Shell fyri burðardyggari og varandi menning og byggir avgerðir sínar á fíggjarlig, umhvørvislig og samfelagslig fyrilit. Hugsar tú um eina betri framtíð? www.shell.fo