týsdagur 13. februar 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ein flokkur av
pedagognæmingum
fekk fríggjadagin
prógv á Føroya
Læraraskúla
UNDIRVÍSING
Fríggjadagin
fingu
25
nýggir pedagogar prógv á
Føroya Læraraskúla.
Í samband við dagin
høvdu teir sjálvir doypt
skúlan um til Føroya Lær-
araskúla & Pedagogskúla.
Í røðu síni, tá prógvini
vórðu handað í Lærara-
skúlahøllini, segði rektarin,
Pauli Nielsen, at honum
dámdi hetta als ikki so illa.
Í grundini tók hann so
væl undir við hesum hug-
skotinum, segði hann, at
hann hevði boðað avvarð-
andi myndugleikum frá, at
hann sjálvur helt, at skúlin í
framtíðini eigur at eita
»Námssetur Føroya« og so
nýta navnið á teimum ymsu
útbúvingunum sum undir-
heiti.
ej
Pedagogar fingið prógv
DOKTARARITGERÐ
Stefan í Skorini
41 ára gamli Andras Mort-
ensen vardi fríggjadagin
doktararitgerð sína um tann
føroyska
róðrarbátin.
Andras hevur sostatt fingið
doktaraheiti og kann tí
kalla seg doktara í søgu.
Andras vardi ritgerðina
“Hin føroyski róðrarbátur-
in” við undirheitinum “Sjó-
mentir føroyinga í eldri
tíð”. Ritgerðin varð givin út
í bók tann 30. november í
fjør.
Tað var Fróðskaparsetur
Føroya, sum skipaði fyri
verjuni av ritgerðini, og
hon fór fram í nýggju
hølunum á Sjómansskúlan-
um.
Opponentar vóru Bjarne
Stocklund
professari
á
Københavns Universitet,
Arne Emil Christensen
professari úr Noregi og
okkara
Jóan
Hendrik
Winther Poulsen.
Andras Mortensen hevur
arbeitt við hesi ritgerð síð-
an summarið 1997, tá hann
var á námsferð í Noregi.
Nú er arbeiðið at enda
komið, og hann hevur
eisini eitt frálíkt úrslit at
vísa á.
Vardi doktara-
ritgerð
Andras Mortensen vardi fríggjadagin doktararitgerð sína á
Fróðskaparsetrinum. Opponentarnir mæltu til at geva Andrasi
doktaraheiti fyri ritgerðina “Hon føroyski róðrarbáturin”
Mynd: Jonhard Hammer
Bogi Andreasen, Ingerð Andreasen, Fríðgerð Baldvinsson, Beinta Dalbø, Christel Danielsen, Laila Friis, Rúni Gaardlykke, Jóna
Guttesen, Ann Hansen, Siri Hjørleifsdóttir, Katrin Hofgaard, Cathrina Jacobsen, Anja Johannesen, Jóhanna Kristiansen, Jógvan
Mortensen, Eydna Olsen, Helen Olsen, Pauli Olsen, Angela Petersen, Johan á Plógv, Hildur Debes Samuelsen, Bárður Sigurðsson,
Eyð Skúvadal, Guðrun Vang, Sigrun Vágstún
Nr. 30 - 13. februar 2001
3
2
Nr. 30 - 13. februar 2001
gult cyan magenta svart