Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Maskinmeistara- felagið er nú enn meiri avgjørt um, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um Løgtingið leggur upp í ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli LØNARÓSEMJA Áki Bertholdsen – Leggur Løgtingið upp í ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli, kemur hann helst ongantíð í sigling. Niels Petersen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er enn meiri avgjørdur nú, enn hann nakrantíð hevur verið um, hvørjar avleið- ingar tað fer at fáa, um Løgtingið leggur uppí málið um Brimil. Hann ger púra greitt, at Maskinmeistarafelagið fer ikki at lata sær lynda, at Løgtingið leggur uppí málið. Hann sigur, at felagið hevur ymisk tiltøk, sum tað kann seta í verk. Men beint nú vil hann ikki avdúka, hvat hann hugsar um. – Tað kemur alt fram um brúk verður fyri tí. Men leggur tingið seg uppí ósemjuna, rokni eg við at avleiðingin verður, at Brimil verður lagdur við alla. Áður hevur Maskin- meistarafelagið boðað frá, at leggur tingið uppí, er tað ein møguleiki at fáa allar maskinmenn í starvi hjá almennum og hálvalmenn- um stovnum, at siga upp. Niels Petersen ivast kortini framvegis í, um tingið yvirhøvur leggur uppí, tá ið tað kemur til skarpskeringar. – Enn eru tað tinglimir, eisini í samgonguni, sum hava so frægt av dirvi, at teir fara at nokta fyri at leggja seg út í málið. Málið um Brimil var annars fyri á samgongu- fundi fríggjadagin og tá fingu partarnir freist til á midnátt í gjárkvøldið at finna eina semju. Eydnaðist tað ikki, varð samgongan samd um at taka uppskotið til viðgerð- ar, sum Karsten Hansen hevur lagt fyri tingið. Men tað ræðir ikki formannin í Maskinmeist- arafelagnum. – Karsten Hansen hevði eisini undirtøku í samgong- uni, tá ið hann legði upp- skotið fram. Men so drógu tinglimir í samgonguni í land og tí kom tað ongantíð til viðgerðar. Og tað kann væl vera, at teir fara at vísa dirvi einaferð afturat, og vísa málið frá sær, sigur hann. Langt frá hvørjum øðrum Á miðdegi í gjár hevði Niels Petersen ongar vónir um at tað fór at eydnast at finna eina semju áðrenn evstamarkið hjá samgong- uni gekk út á miðdegi í gjárkvøldið. Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálastýrið høvdu fund um vikuskiftið. Men eftir hansara tykki kom onki burturúr tí fundinum. Annars kundi tað skiljast á fíggjarmálaráðharranum í Degi og Viku fríggjakvøld- ið, at tað var rættiliga stutt ímillum Maskinmeistara- felagið og Fíggjarmála- stýrið. Men tað avsannar Niels Petersen. – Tað er framvegis heilt langt ímillum okkum og á fundinum hendi onki. Hann sigur, at Maskin- meistarafelagið hevur longu slakað rættiliga nógv, men kortini er tilboðið frá Fíggjarmálastýrinum so langt undir tí, sum felagið kann góðtaka, at tað er ongin møguleiki at koma til semju. Hann sigur, at Maskin- meistarafelagið hevur kravt, at maskinstjórin skal fáa 27.000 krónur um mánaðin í vanligari løn, men Fíggjarmálastýrið vil bara bjóða 24.000 krónur um mánaðin. – Sostatt fóru vit til húsar aftur, uttan at koma eitt fet nærri eini semju. Og eg haldi, at tað sær ógvulig svart út, sigur Niels Peter- sen. Á miðdegi í gjár var ongin nýggjur fundur av- talaður. – Fakfeløgini ráða yvir fleiri túsund atkvøðum og vit hava víst politikarum á, hvat kann henda við fullveldisætlanini, um Landsstýrið ikki broytir kós ímóti fakfeløgunum, sigur formaðurin í Maskin- meistarafelagnum FULLVELDI Í VANDASJÓGVI Áki Bertholdsen Fakfeløgini eru nú álvara farin at hvessa sær vápnini ímóti Landstýrinum. Ikki minst eru tey ógvuliga ónøgd við framferðina hjá landsstýrinum í sambandi við ósemjuna um lønina hjá manningini á Brimli. Og ónøgdin er nú so stór, at fakfeløg hava sæð seg noydd til at nevna orðið “fullveldið” fyri politikar- unum í sambandi við ó- semjuna um Brimil. Formaðurin í Maskin- meistarafelagnum váttar, at hann hevur gjørt vart við hjá onkrum politikarum, at hann heldur ikki, at framferðin hjá Landsstýrin- um er serliga fremjandi fyri fullveldisætlanina. – Eg havi víst á, at lim- irnir í Starvsmannafelag- num, Maskinmeistarafelag- num og Skipara- og Na- vigatørfelagnum, hava yvir 3.000 atkøður tilsam- ans. Leggja vit so atkvøð- urnar hjá hjúnafeløgum, onkrum vaksnum barni og øðrum næstringum afturat, skal tað ikki vera nógv galið, at limirnir í hesum trimum feløgunum hava ávirkan á einar 15.000 atkvøður tilsamans. Niels Petersen sigur, at ber Landsstýrið seg soleiðis at ímóti fakfeløgunum, at brópurparturin av hesum atkvøðunum fara at venda sær frá fullveldisætlanina, er hon fallin so dundrandi á fólkaatkvøðuni 26. mai. Tí heldur hann, at Lands- stýrið er komið í eina sera óhepna støðu. –Tað er sera vágaligt av landsstýrinum at føra ein politikk ímóti fakfeløgun- um, sum í ringasta føri kann enda við, at limirnir í feløgunum verða stygdir frá at taka undir við teimum ætlanum, sum Landssýrið hevur, hóast teir kanska annars hvødu tikið undir við teimum. Ongin samtykt Formaðurin í Maskin- meistarafelagnum leggur tó storan dent á, at fakfeløgini eru púra óheft politiskt. Og tað er heldur ikki upp á nakran máta nøkur sam- tykt í feløgunum, at tey skulu venda sær frá full- veldisætlanini. Hann sigur, at tað kunnu feløgini ikki gera, og tað fara tey heldur ikki at gera. – Men, hvørja ávirkana, framferðin hjá landsstýrin- um kann fáa fyri fullveldis ætlanina, er kortini nakað, vit í fakfeløgunum hava tosað um okkara millum, sigur hann. Og hetta er eisini nakað, vit hava sagt við politikarar. Hann heldur, at leggur tingið uppí ósemjuna um Brimil er tað so grovt brot á rættindini hjá fakfeløgun- um, at tað er onki at siga til, at eisini slíkt prát tekur seg upp í fakfeløgunum, sigur Niels Petersen. Ongin viðmerking Tað, sum formaðurin í Ma- skinmeistarafelagnum førir fram, kann ikki skiljast øðrvísi enn at tað er ein hóttan um at fakfeløg fara at venda sær frá fullveldis- ætlanini. Løgmaður hevur onga viðmerking til málið. Hann sigur, at hann hevur onki hoyrt til hetta frá nøkrum fakfelag og hann hevur onga viðmerking. Tað eydaðist heldur ikki at fáa fatur á Karsten Han- sen, landsstýrismanni, sum leiðir samraðingarnar við fakfeløgini fyri Landsstýr- ið, áðrenn blaðið fór til prentingar. Fakfelag ávarar politikarar: Landsstýrið kroystir okkum at atkvøða nei til fullveldi Hótta við at leggja Brimil í allar ævir Nr. 30 - 13. februar 2001 5 4 Nr. 30 - 13. februar 2001 SKEIÐVIRKSEMI Tíðindaskriv Undir heitinum Innlit, fara Føroya Sparikassi og Re- veal International nú í sam- starvi at skipa fyri skeiði á høgum stigi til gagns fyri vinnulívið. Um hetta skeið- ið eydnast væl, er ætlanin framyvir at taka einstøk evnir upp, sum hava týdn- ing fyri vinnulívið. Hetta fyrsta skeiðið verð- ur hildið 8. og 9. mars 2001 og fer at fevna um kolvetn- isídnaðin. Skeiðið er ætlað leiðarum og starvsfólkum á virkjum, sum kunnu hava fyrimun av eini nágreinilig- ari fatan av kolvetnisleit- ing, boring og útvinningi. Skeiðið verður hildið á enskum. Fyrilestrahaldarar verða Tom Jones, BA, ACTS og Eric Hughes, BSc. Hesir báðir hava ar- beitt sum leiðarar á høgum stigi innan kolvetnisídn- aðin og hava sostatt holla vitan og royndir á hesum øki. Meiri fæst at vita á heim- asíðunum www.sparikassin.fo og www.reveal.fo Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo John Johannessen john@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Mentan: Birgir Kruse birgir@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Útgevari/uppseting: Sp/f Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Vantandi álit! Landsstýrissamgongan varð skøkk, tá hon fekk úrslitið frá veljarakanningini fríggja- dagin. Føroyingurin sigur ikki bara nei, men eitt greitt nei á fólkaatkvøðuni í mai. Talan er víst um eina veljarakanning, men munurin var so stórur, at landsstýrið skal gera nógv fyri at sannføra veljaran undan 26. mai, um hann skal taka undir við ætlan landsstýrisins. Óivað hevur fráboðanin hjá donsku stjórn- ini um fýra ára skiftistíð ørkymlað nógv fólk, men nógv vóru eisini ørkymlað frammanundan. Tað skiltist í øllum førum á almenna fundinum hjá Sjálvstýrisflokki- num, har fleiri settu spurnartekin við bæði ta fyrru og ta seinnu fólkaatkvøðuna um fullveldi í 2012. Hetta sæst eisini aftur í veljarakanningini, tí landsstýrisflokkarnir hava torført at sannføra sínar egnu veljarar, tá 22-23 pro- sent av bæði fólkafloks- og sjálvstýrisvelj- arunum ætla at siga nei 26. mai. Bara helvtin av sjálvstýris- og bara 62 prosent av fólkafloksveljarunumsigur ja! Eisini er vert at geva gætur, at 10 prosent av tjóð- veldisveljarunum ivast. Og uppaftur fleiri í hinum flokkunum eru í villareiði, so her gongur ikki sum prestur prædikar. Harafturat missir landsstýrið meirilutan í kanningini. Sostatt er grundarlagið hjá landsstýrinum alt annað enn gott, tá havt verður í huga, hvussu stórum og álvarslig- um máli landsstýrið arbeiðir við. Hugsast kann tí, at kreftir í bæði Sjálvstýris- og Fólkaflokkinum vilja taka ætlan landsstýr- isins til nýggja viðgerð! Politiskan støðan er rættiliga ruðuleika- kend. Landsstýrið fær ikki størri undir- tøku, uttan at tað slakar, og kanska fær Javnaðarflokkin við í eina loysn, sum ligg- ur innan fyri ríkisfelagsskapin. Samanumtikið er veljarakanningin ein dyggur dómur yvir fullveldistilgongd landsstýrisins, sum so nógv orka er løgd í, at tað kann ikki skírast annað enn vantandi álit. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 348mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Marner Simonsen farin Leygarnáttina 10. februar andaðist Marner Simonsen, lækni, 79 ára gamal. Hann var føddur í Havn 13. sep- tember 1921, foreldur hansara vóru Lena, F. Ny- gaard úr Elduvík og Erik Simonsen úr Havn. Marner var skjótur í øll- um, stóri áhugi hansara fyri samfelags viðurskiftum gjørdu seg galdandi á so mangan hátt. Hann fór skjótt undir lesna, at búgva seg til verka, og tað var medisin, hann valdi. Hóast krígstíð var, so steðgaði tað honum ikki, hann legði vestur um hav og las fyrsta partin í Reykj- avík og í Keypmannahavn gjørdi hann seg lidnan. Tað er sum yvirlæknan, Marner Simonsen, nútíðin kennir mannin, og hóast hann nú er farin, so er tað stutt síðan, tú sást hann í bilinum – ella við okkurt høvi, tí til tað seinasta vildi hann vera við og gera tað, hann var mentur, at vera við í lívinum. Hóast hann frá barnaár- um hevði verið lamin, barnalammilsi, var hann djarvur og ágrýtin sum nakar. Tók lut í so mongum og hansara áhugamál rukku eitt breitt strekki. Fáur hevur sum hann dugað at vera millum fólk og at samvinna við fólk; hann var virdur bæði sum lækni, samstarvsfelagi – og hevði tokka millum manna, sum fáum varð unt. Hann røkti læknastarv sítt tey mongu árini á Landssjúkrahúsinum. Seinasta tíðín var honum og hansara svár – hann verður saknaður og vit minnast hann fyri virðiliga framferðarháttin, hann altíð sýndi í verki – hvar hann var, og har hann tók lut. Virkisfýsni og manna- virði vóru lutir, hann metti høgt. jl NØVN Í VIKUNI Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu og hjálptu okkum, tá ið kæri sonur og bróðir okkara Ingi av Reyni andaðist og fór til gravar. Læknum og starvsfólki á Landssjúkrahúsinum veita vit eina serstaka tøkk. Tøkk tit øll, ið fylgdu Inga til hansara seinasta hvíldarstað her á foldum. Fyri tey avvarðandi Elsa og Ingálvur Kæri maður, pápi og abbi okkara MARNER SIMONSEN andaðist tann 10. februar 79 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum mánadagin 12. februar kl. 17. Jarðarferðin verður úr Havnar Kirkju týsdagin tann 13. februar kl. 13. Anna, Malan og Jóna Tey, sum vilja minnast Marner, kunnu lata Reyða Krossi Føroya eina gávu. Innlit í kolvetnisídnaðin