týsdagur 13. februar 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2001
7
6
Nr. 30 - 13. februar 2001
– Vit eru bara heilt
vanligar gentur sum
okkara javnaldrar, siga
tær báðar Creamy
genturnar Rannvá og
Rebekka, ið tó halda, at
tað er stuttligt at vera
kendur. Tær báðar við
sínum sangi og tann
ævintýrkenda og
litfagra pallmyndin
hugtóku manga
barnasál, sum hevði
leitað sær inn til
Runavíkar á konsert hjá
teimum leygardagin
CREAMY
Stefan í Skorini
Myndir: Jens K. Vang
Tær báðar Creamy gentur-
nar duga sítt kramm til
fulnar. Tað gekk sjón fyri
søgn í ítróttarhøllini í
Runavík leygardagin, tá
Creamy-framførslan
tók
teir flestu áhoyrararnar á
bóli við sínum glaða tón-
leiki.
– Fólk skulu vera glað av
at lurta eftir okkara tón-
leiki. Tað er eitt av enda-
málunum hjá okkum. Vit
vilja gleða fólk, sigur
Rannvá.
Tað er heldur eingin ivi
um, at hetta eydnaðist inni í
Runavík leygardagin. Tey
flestu fóru heim heldur
lættari í sinni, enn tá tey
komu til konsertina í keði-
ligum, gráum veðri við
vátaslettingi.
Tær báðar Rannvá og
Rebekka gjørdust kendar
um alt ríkið, tá barnafløgan
Æblemand kom á markn-
aðin fyri hálvumøðrum ári
síðani. Eftir at hava givið
sína seinnu fløgu út fyri
stuttum hava tær nú selt
350.000 fløgur í hálvtannað
ár, og tað sigur kanska ikki
so lítið um tónleikaligu
dygdirnar hjá hálvføroyska
bólkinum Creamy.
Tað eru tann 15 ára
gamla Rannvá Joensen og
tann 14 ára gamla Rebekka
Mathew, sum manna bólkin
Creamy.
Mamma Rannvá er Annie
Joensen (fødd Rasmussen)
úr Søldarfirði, og pápin er
Godtfred Joensen úr Havn.
Rannvá er fødd í Før-
oyum í 1986, men familjan
flutti av Skálafjørðinum
niður til Danmarkar í 1990.
Rebekka er fødd í Dan-
mark, men foreldur henn-
ara eru ættað úr India.
Spennandi yrki
Síðan startskotið til hesa
yrkisleiðina dundi, so hava
tær javnan verið at sæð og
hoyrt í fjølmiðlunum, og
tær halda tað vera eitt sind-
ur undarligt, at fjølmiðlar
og
almenningurin
sum
heild er áhugað í, hvat tær
halda og hugsa.
– Tað er undarligt, at fólk
hava áhuga fyri okkum,
men samstundis er tað eis-
ini stuttligt. Tað er jú
spennandi, at var í hesum
yrkinum. Tað ber tó ikki
ordiliga til at venja seg við
uppmerksemi frá fólki. Tað
havi eg so ikki gjørt enn,
men tað kann vera, at tað
kemur seinni, sigur Re-
bekka við einum skeivum
smíli.
– Tað kemur meira enn so
fyri, at heilt ókend fólk
steðga okkum báðum á gøt-
uni og heilsa, ella at onkur
rópar “Creamy” ella “æble-
mand” tvørturum gøtuni
eftir okkum. Tað er undar-
ligt, men nakað, sum vit
bara mugu venja okkum við.
Hóast tær eru kendar og
javnan eru eitt heitt evni í
fjølmiðlunum, so siga tær
seg ikki vera nakað serligt í
mun til javnaldrarnar.
– Tað er stuttligt at vera
eitt kent andlit, og at fólk
steðga upp á gøtuni fyri at
heilsa ella at biðja um ein
autograf, men vit vilja
heldur bara vera vanligir
tanáringar sum vinirnir,
siga tær báðar.
Ævintýrferð
Fyriskipararnir av pall-
framførsluni á sjálvari kon-
sertini høvdu lagt stóran
dent á, at áskoðarin ong-
antíð kundi hvíla eyguni.
Allatíðina er okkurt nýtt, ið
fangar eygað, og tað ger, at
pallframførslan er livandi
og fangandi.
Sangararnir skiftu klæðir
ímillum hvønn sang, og
hvør sangur hevði sítt tema,
og pallurin varð innrættað-
ur eftir hesum. Sum dømi
høvdu á pallinum hvør sítt
sterkt blátt lasaraljós, tá
sangurin Fantasy Spaceship
varð framførdur, so pall-
myndin kundi verið fyri tað
verið tikin úr einum Star
Wars filmi ella okkurt
líknandi. Klæðini skiftu alt
frá regnklæðum til cowboy-
outfit, alt eftir hvør sang-
urin var.
Konsertin byrjaði hósk-
andi við ævintýrsanginum
“Never Ending Story” frá
nýggju fløguni. Pallurin var
eisini karmur um eina
sanna ævintýrferð undir
konsertini, og tað hugtók
børnini, sum trokaðust heilt
har frammi. Tað sást í eyg-
unum, at tey vóru ikki her,
men í ævintýrheimi við
Creamy. Onkur vaksin var
eisini sekur í at missa seg
sjálvan burtur.
Saman við Rannvá og
Rebekku vóru eisini seks
dansarar á pallinum. Dans-
ararnir líkasum fullførdu
pallmyndina, sum var á
tremur við óstýriligum
fólki, ið vóru virkin alla-
tíðina.
Lætt at syngja fyri
børnum
Hóast tann nýggja fløgan
hjá Creamy (We Got The
Time) ikki er merkt av at
vera ein barnafløga sum
tann fyrra tær lótu úr
hondum, so vóru tað mest
smærri børn, sum fyrst og
fremst komu at lýða á
Creamy. Tey eldru stóru har
afturi í høllini og nutu
framførsluna.
Hesum hava Rannvá og
Rebekka einki ímóti, tí tær
vilja fegnar náa fólk í øllum
aldri við nýggju fløguni, og
har eru børnini als ikki
slept uppá fjall.
– Tað er so stuttligt at
syngja fyri smærri børnum.
Tey eru so glað og hugtikin
av øllum á pallinum, og tað
ber til at síggja gleðina
strála úr andlitunum hjá
teimum. Tí er tað ofta lætt-
ari at fáa børnini við í fram-
førsluna, siga tær báðar
genturnar.
Hinvegin
heldur
Re-
bekka, at tað er ógvuliga
stuttligt, at tað nú eisini eru
nøkur á teirra aldri, sum
hava tikið Creamy tónleikin
til sín.
Rannvá og Rebekka hava
havt nógv gott fólk við til at
framleiða
fløguna
hjá
teimum. Framleiðararnir av
hesi fløguni hjá Creamy
hava fyrr arbeitt við Ace of
Base, Me & My og Dr.
Bombay, sum øll hava havt
væl eydnaðar útgávur.
Hørð skrá fyri
framman
Fram til 1. apríl skal
Creamy á pallin 21 ferðir,
so skráin er hørð, sum
liggur fyri framman. Hes-
um stúra tær báðar tó ikki
fyri, tí konsertirnar eru
lagdar í vikuskiftinum, so
tær skulu ikki hava frí úr
skúlanum fyri at nøkta
Creamy-tørvin hjá nógvum
hungrandi
børnum
og
ungum.
Longu nú eru tríggjar av
hesum konsertum útseldar.
Tær báðar droyma um at
gera eitt gjøgnumbrot á
altjóða marknaðinum, og
arbeiðið við hesum er farið
í gongd. Í næstum verður
Creamy at fáa í øllum
Norðurlondum, Týsklandi,
Hollandi og Suðurafrika.
Tær hava fyri stuttum
verið í norskum sjónvarpi
og í tí finska MTV. Tær
halda, at hesin dreymurin
er ikki óveruligur, og
kanska er tað næsta málið,
sum verður nátt.
Rannvá og Rebekka:
– Vit eru bara heilt vanligar gentur
Rebekka um Rannvá:
Rannvá er ein glað genta og dugir væl at fáa tað
góða lagið fram í øðrum. So er hon eisini vøkur og
hevur ein humor, sum bara eg dugi at skilja.
Man skal hinvegin ikki leggja ov nógv trýst á
hana, tí hon verður so skjótt fjálturstungin og
stressað.
Rannvá um Rebekku:
Rebekka er altíð glað, og onkuntíð eisini still. Hon
er ein natúrlig genta, sum er løtt at vera saman við,
og sum man følir seg væl saman við.
Fyrimyndir: Hanson, Westlife og Jennifer Lopez.
– Tað hendir ofta, at børn rópa »Creamy« ella »Æblemand« tvørtur um gøtuna eftir okkum, tá vit eru í býnum, sigur 15 ára
gamla Rannvá Joensen
Veljarakanning 7. og 8. februar 2001
Svarað hava tilsamans 1339 persónar
Um val varð í morgin, hvønn flokk høvdu tygum valt?
jun.2000
nov.2000 des.2000
%
Val 98
Broyt.
Fólkaflokkurin
15,5
19,2
22,4
18,5
21,3
-2,8
Sambandsflokkurin
26,7
23,3
22,8
23,5
18,0
5,5
Javnaðarflokkurin
23,7
22,2
21,0
24,9
21,9
3,0
Sjálvstýrisflokkurin
4,2
5,4
3,8
4,0
7,7
-3,7
Tjóðveldisflokkurin
26,4
25,3
26,0
25,8
23,8
2,0
Kristiligi Fólkafl.
0
0,6
0,6
0,4
2,5
-2,1
Miðflokkurin
3,5
3,2
3,4
2,9
4,1
-1,2
Verkamannafylkingin
-
0,8
-0,8
100
Veit ikki
14,4
Ikki á val
1,1
Varð hetta valúrslitið hevði tingmannabýtið verið hetta:
Kan.
Val 98 Broyt.
Fólkaflokkurin
6
8
-2
Sambandsflokkurin
8
6
2
Javnaðarflokkurin
8
7
1
Sjálvstýrisflokkurin
1
2
-1
Tjóðveldisflokkurin
9
8
1
Kristiligi Fólkafl.
-
-
-
Miðflokkurin
-
1
-1
Verkamannafylkingin
-
-
-
Landsstýrið hevur kunngjørt sína ætlan um eina fólkaatkvøðu 26. mai.
Hvussu vænta tygum, at tygum fara at atkvøða?
Ja
36,9
Nei
50,6
Veit ikki
12,5
100
Av teimum sum hava tikið støðu
%
Ja
42,3
Nei
57,7
100,0
Veit ikki
12,5
Býtið millum veljarnar hjá flokkunum
%
%
%
Ja
Nei
V.i.
Tils
Fólkaflokkurin
61,2
22,9
15,9
100
Sambandsflokkurin
1,4
95,3
3,3
100
Javnaðarflokkurin
5,7
87,3
7,0
100
Sjálvstýrisflokkurin
51,9
22,2
25,9
100
Tjóðveldisflokkurin
87,5
3,5
9,0
100
Kristiligi Fólkafl.
-
-
Miðflokkurin
50,0
41,7
8,3
100
Verkamannafylkingin
-
-
-
-
Býtið millum kynini
%
%
%
Ja
Nei
V.i.
Tils.
Menn
41,6
50,8
7,6
100
Kvinnur
33,6
51,4
15,0
100
Býtið millum valdømini
%
%
%
Ja
Nei
V.i.
Tils
Suðuroy
25,0
66,7
8,3
100
Sandoy
27,3
63,6
9,1
100
Suðurstreymoy
41,4
48,2
10,4
100
Norðurstreymoy 46,3
44,8
9,0
100
Vágoy
36,9
53,6
9,5
100
Eysturoy
32,8
54,6
12,7
100
Norðoyar
39,4
43,8
16,9
100
Landsstýrið miðjar ímóti eini skiftisskipan upp á 15 ár í sínum
uppskoti.
Danska stjórnin sigur, at verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt á fólkaatkvøðuni,
verður heildarveitingin tikin burtur eftir 4 árum. Hvat av hesum áramálum vænta tygum
verður veruleiki, um úrslitið verður eitt "ja" á fólkaatkvøðuni?
%
4 ár
50,7
15 ár
11,0
Onkustaðni ímillum
16,4
Veit ikki 21,9
Býtið millum veljarnar hjá flokkunum
%
%
%
%
4 ár
15 ár
O.m.
V.i.
Tils.
Fólkaflokkurin
37,4
19,2
21,5
22,0
100
Sambandsflokkurin
66,5
5,0
5,0
23,4
100
Javnaðarflokkurin
68,8
2,6
10,4
18,2
100
Sjálvstýrisflokkurin
25,9
22,2
37,0
14,8
100
Tjóðveldisflokkurin
35,0
19,3
25,4
20,4
100
Kristiligi Fólkafl. -
-
-
-
Miðflokkurin
46,2
15,4
30,8
7,7
100
Verkamannafylkingin
-
-
-
-
Áður almannakunngjørdar
kanningar
Hetta eru tølini úr veljarakanningini, sum Fynd gjørdi fyri Útvarp
Føroya og Dimmalætting, sum varð almannakunngjørd fríggjadagin.
Varð fólkaatkvøða
hildin nú, hevði ein
greiður mairiluti
atkvøtt nei til full-
veldisleistin hjá
landsstýrinum. Hetta
sýnir nýggjasta veljar-
akanningin, sum Út-
varpið og Dimma-
lætting almanna-
kunngjørdu fríggja-
dagin
VELJARAKANNING
John Johannessen
Føroyska fólkið tekur ikki
undir við fullveldisleisti-
num hjá landsstýrinum.
Hetta sýnir nýggjasta
veljarakanningin,
sum
Fynd hevur gjørt fyri Út-
varpið og Dimmalætting.
Kanningin varð almanna-
kunngjørd fríggjadagin.
Sambært veljarakanning-
ini, taka einans 36,9 pro-
sent av Føroya fóki undir
við fullveldisleisti lands-
stýrisins. 50,6 prosent ætla
sær at atkvøða nei á fólka-
atkvøðuni í mai. Síðani eru
tað 12,5 prosent, sum enn
ikki hava tikið støðu, men
hóast øll hesi velja at siga
ja í mai, er hetta ikki nóg
mikið til at fáa meiriluta
fyri
fullveldisleistinum.
Siga øll tey 12,5 prosentini
av ivandi ja, fellur uppskot-
ið hjá landsstýrinum við
49,4 prosentum fyri og 50,6
prosentum ímóti.
Um vit ikki telja tey iv-
andi uppí og rokna úrslitið
út frá teimum 87,5 prosent-
unum, sum sambært kann-
ingini hava tikið støðu, eru
57,7 prosent av veljarunum
ímóti fullveldisleistinum
hjá landsstýrinum. Einans
42,3 av teimum, sum hava
tikið støðu, ætla sær at at-
kvøða ja.
Sostatt sýnir veljarakann-
ingin heilt greitt, at lands-
stýrið ikki fær meiriluta
fyri ætlan síni, uttan so, at
tað eydnast at fáa sannført
nakrar av nei sigarunum til
at siga ja.
Mist meirilutan
Tað eru tó ikki bert tølini
um fullveldisleistin, sum
eru ørkymlandi fyri sam-
gonguflokkarnar. Sambært
veljarakanningini
hevur
samgongan
eisini
mist
meirilutan á tingi.
Fólkaflokkurin fær eitt
vánaligt úrslit og missir
tvey umboð á tingi, meðan
Sjálvstýrisflokkurin missir
annað av sínum tveimum
umboðum.
Tjóðveldis-
flokkurin fær tó eitt umboð
afturat og verður størsti
flokkur við 9 umboðum á
tingi.
Men
samstundis
fær
Sambandsflokkurin
tvey
umboð afturat og Javnaðar-
flokkurin eitt umboð.
Tískil verður býtið mill-
um samgongu og andstøðu
við verandi flokkum, at
samgongan og andstøðan
fáa hvør síni 16 umboð á
tingi. Samanborið við sein-
asta val, missir samgongan
tvey umboð, meðan and-
støðan fær tvey umboð aft-
urat.
Teir báðir smærru mið-
flokkarnir,
Sjálvstýris-
flokkurin og Miðflokkurin,
fáa báðir vánaligt úrslit í
veljarakannigini.
Mið-
flokkurin missir sína um-
boðan á tingi, meðan Sjálv-
stýrisflokkurin missir ann-
að av sínum tveimum um-
boðum.
Greitt nei á fólkaatkvøðuni
Sambært nýggjastu
veljarakanningini tekur
Føroya fólk ikki udnir við
fullveldisleistinum hjá
samgonguni
Mynd: Eirikur Lindenskov