týsdagur 13. februar 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2001
9
8
Nr. 30 - 13. februar 2001
Gólvuppboðssølan
Knappliga 5.000 kilo vórðu landað á gólvuppboðs-
søluni leygardagin.
Sýslunummar Skipanavn
kilo
FD 25
MASCOT
510
FD 306
VESTURLAND M/S
133
FD 492
KLETTUR
307
FD 670
STJØRNAN
379
FD 810
MORGUNSTJØRNAN
201
KG 507
SØKIN
1.530
KG 9
KLAKKUR
302
SA 110
NETJAN
211
TG 300
LÍÐARBRØÐUR
V/H. JOENSEN
665
TG 349
TRÝ DRANGUR
534
TG 670
VÍKABERG
160
VN 517
VESTURLEITIÐ
31
Almenn ráðstevna um
yvirtøku af Skipaeftirlit-
inum verður í útvarps-
høllini mikudagin tann
21. februar.
Tað er felagið Skipa-
ting, sum skipar fyri ráð-
stevnuni við tí endamáli
at lýsa nærri hvussu
skipaeftirlitið kann skip-
ast og fáast at virka á
føroyskum hondum.
Í hesum sambandi
hevur felagið fingið
Gudmund Gudmundsen
frá íslendska skipaeftir-
litinum at koma til Før-
oyar
at
greiða
frá,
hvussu íslendingar hava
skipað teirra skipaeftir-
lit. Eisini kemur hann at
greiða
frá
ymiskum
royndum
teir
hava
nomið seinastu árini.
Luttøka verður eisini
av umboðum frá ymisk-
um pørtum av sjó og
frálandavinnuni í Før-
oyum.
Ráðstevnan
verður
skipað sum pallborðs-
fundur við lúttøku av :
Halgir Winther Poul-
sen, formaður í yvir-
tøkunevndini.
Thormund Johanne-
sen, Skipasmiðjur og
ráðgevarar.
Jákup Egholm Han-
sen, Reiðarafelagið.
Óli Jacobsen, Fiski-
mannafelagið.
Ole Lauritsen, Klassa-
feløg.
Gudmundur
Gud-
mundsen,
Íslendska
Skipaeftirlitið.
Jørgen
Niclasen,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum fer at seta
ráðstevnuna.
FISKITÍÐINDI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Landsstýrið er nú farið
undir at fyrireika einasta
økið innan fjarskifti, sum
enn er á donskum hondum.
Seinasta týsdag legði
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður fram uppskot
um yvirtøku av radiogrund-
aðu neyð og trygdartænast-
uni á havinum, styttri kann
tað ikki sigast. Tilmælið
varð tikið til eftirtektar.
– Neyð og trygdartænast-
an, har strandalond veita 24
tíma lurtitænastu á ávísum
tíddum, tað er frekvensum,
liggur
framvegis
undir
ríkinum. Tað er ein partur
av sokallaðu veitingar-
skylduni hjá Tele Danmark,
og skulu teir veita hana til
og við 2007, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur.
Føroya Tele røkir hesa
uppgávuna
vegna
Tele
Danmark og fær endurrind-
að útreiðslurnar fyri tæn-
astuna, sum eru góðar 6
mió. kr, árliga. Neyð og
trygdartænasta húsast á
Telegrafstøðini, og hon er
ein partur av strandarradio-
tænastuni. Á Telegrafstøð-
ini starvast fólk, sum hava
neyðugan førleika, sum
tænastan krevur sambært
altóða ásetingum til at
røkja uppgávurnar.
– Farið verður undir fyri-
reikandi yvirttøkuarbeiði í
samráð við danskar mynd-
ugleikar. Roknað verður
við, at frá tí at samráð-
ingarnar eru byrjaðar og til
tænastan verður yvirtikin
fer at ganga tvey og eitt
hálvt ár, sigur Bjarni Djur-
holm, landsstýrismaður.
Hótta við Brimli
Fakfeløgini boðaðu fríggja-
dagin frá, at hendir ikki
nakað viðvíkjandi trætuni
um Brimil í seinasta lagi á
midnátt mánadagin, so fóru
feløgini at seta tiltøk í verk.
Tey vildi ikki útgreina,
hvørji tiltøk talan var um.
Partarnir hava samráðst í
vikuskiftinum, men er einki
komið0 fram, umn partar-
nir eru nærkaðist hvørjum
øðrum.
Ongin ivi er tó um, at fer
Karsten Hansen, landsstýr-
ismaður við einum upp-
skotið niðan í tingið sum
trumfar eina avgerð í
gjøgnum, so fara fakfeløg-
ini at svara harðliga aftur.
Ráðstevna um
skipaeftirlit
2182 og kanal 16
á føroyskar hendur
UPPBOÐSSØLA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Vit byrja í blaðnum í dag at
prenta avreiðingarnar sum
enda á gólvuppboðssøluni
hjá Fiskamarknaði Føroya.
Hetta er ein táttur, sum
nógvir lesarar hava saknað
og sum vit nú eftir drúgvar
áheitanir taka uppaftur. Í
áttatiárunum var tað heilt
vanligt, at bløðini prentaðu
avreiðingar, men síðan
hevur hesin táttur ikki verið
regluligur. Hvussu umfat-
andi avreiðingarnar fara at
vera, tað velst um so nógv.
Veður og vind og serliga
streym og eisini hvussu
fiskitíðin er.
Vit fara at prenta avreið-
ingarnar sum verða gjørdar
á til gólvuppboðssølurnar í
Klaksvík, á Toftur, í Suður-
oy og í Vágum. Ætlanin er,
at fiskitíðindini í Sosial-
inum skulu standa á somu
síðu sum avreiðingarnar.
Vónandi fer lesarin at taka
væl í móti hesum tátti og
øll eru hjartaliga vælkomin
at koma við uppskotum til
greinar um fiskivinnu.
Avreiðingar hvønn dag
UPPBOÐSSØLA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
60 tons vóru seld fyri ein
góða millión á telefonupp-
boðssøluni hjá Fiskamark-
naði Føroya mánamorgun-
in. Prísurin á toski var kr.
21.55 fyri kiolið. Hýsan fór
fyri kr 13.41 og upsin var
heilt
niðri
á
trimum
krónum fyri kiloið.
Kongafiskurin fór fyri kr.
10.26 og tungan fyri kr.
20.00 kiloið.
Sjey bátar seldu á tele-
fonuppboðssøluni mána-
morgunin. Teir vóru Nes-
borg, Norðleivur, Nýborg,
Randi, Tindur, Vesturbúgv-
in og Vesturfarið.
Miðalprísurin á telefon-
uppboðssøluni mánamorg-
unin var kr. 18.10.
Toskur fór fyri kr. 21,55
FISKITÍÐINDI
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Magnus Heinason hevur
á royndarveiði í fjør
gjørt eina áhugaverda
eygleiðing. Teir hava
roynt at flyta tosk mill-
um tær ymisku leiðirnar.
Hetta er gingið fyri seg á
tann hátt, at Magnus
Heinason hevur trolað
eftir toski á einari leið,
teir hava síðan merkt
toskin og slept honum út
aftur á eini aðrari leið.
Trolingarnar hjá Magn-
us Heinasyni í fjør vísa,
at fleiri toskar, sum vóru
veiddir eitt nú eystanfyri
og síðan sleptir út vest-
anfyri, teir vóru aftur
fingnir í trolinum hjá á
sama staði, sum teir
upprunaliga
vóru
veiddir.
Toskur er
heimkærur
Savnsmynd
NÝGGJ NORRØNA
Jan Müller
Nú skipið kemur at kostar
meira enn 700 mill. kr.,
sum svarar til nærum ein
triðing av okkara fíggjar-
lóg, hava vit spurt stjóran,
um tað ikki ber til at spara
og gera skipið bíligari. –
Sjálvandi kann okkurt ger-
ast, men tað fer at muna so
lítið. Tað, sum umræður, er
at fáa eitt skip, sum kann
nøkta tørvin komandi 20
árini ella so. Og her má
roknast við, at ferðafólkini
fara at seta krøv til kom-
fort. Vit hava roynt at fáa
eitt samlað konsept, ið skal
kunna gera tað sera áhuga-
vert fyri ferðafólk at ferðast
sjóvegis í Norðuratlants-
havi. Kømurini eru sera
rúmlig og eru sera væl út-
gjørd. Óli Hammer sigur, at
teir hava brúkt nógva orku
uppá at fáa eitt sjógott skip,
og har lítil og eingin larmur
er. Hann er gott greiður
yvir, at teir kunnu fáa kapp-
ing frá flogferðsluni, men
tað vilja altíð vera mong,
sum ynskja at ferðast sjó-
vegis og her telur tað nógv,
at tey kunnu taka sín egna
bil við. Tí verður bildeks-
kapasiteturin
eisini
so
nógvar ferðir størri enn
umborð
á
núverandi
Norrønu.
– Eg havi tosað við fleiri
útlendingar um nýggju ætl-
an okkara, og teir siga bart
út, at hetta er eitt genialt
skip frá kjøli til brúgv. Tað
er so eisini bygt upp við
teimum drúgvu royndum
vit hava í hesi siglingini,
sigur Óli Hammer, sum
sjálvur hevur verið við frá
byrjan, tá Smyril varð
keyptur til endamálið. Nú
verður ringurin so sluttaður
og vónar hann at kunna
vera við til at fremja hesa
útbyggingina eisini.
Hvat viðvíkur ferðaætl-
anini, so verða har ongar
serligar broytingar. Men
hevði ikki verið skilabetri
at siglt til Aberdeen heldur
enn til Hetlands spurdu vit
Óla Hammer! – Tað kann
man sjálvandi siga. Men tá
skuldi skipið kunnað siglt
eini 30 míl, og tað ger tað
ikki. Tað siglir 21 míl. So
hetta letur seg ikki gera í tí
rutumynsturi, sum vit hava
bygt upp. Hann heldur tað
eisini vera framtíð í at
kunna sigla til Hetlands, tí
haðani er gott samband við
Orknoyggjar og Skotland.
Skotska felagið North-link,
sum hevur fingið siglingina
millum
oyggjarnar
og
Skotland – hon var áðrenn
rikin av P&O – hevur tveir
nýgbygningar í gerð í
Finlandi, sum skulu minka
um siglingstíðina úr Het-
landi til Skotlands við 6
tímum, niður í 10 tímar. Óli
Hammer fegnast tí um, at
hetlendingar hava viljað
sett pengar í Norrønu og
dylur hann ikki fyri, at
nógv skilagott kann spyrj-
ast burtur úr hesi rutu í
framtíðini. Eitt nú satsa
hetlendingar uppá at útflyta
eini 50.000 tons av alifiski
um árið. Hinvegin kann
Norrøna koma at vera tað
skumpið, sum skal til fyri
at byggja brýr aftur millum
oyggjafólkini í Norðuratl-
antshavi. Hetlendingar vilja
eisini menna samstarvið
við norrønu grannar sínar.
– Men vit hava eisini nógv
at læra av hetlendingum.
Teir duga í summum førum
betri enn vit at standa sam-
an, meðan vit her heima
oftani draga hvør sína línu.
Í dag leggur Javnaðar-
flokkurin uppskot
fyri tingið um at
hækka almenna
partapeningin í
Smyril Line til tess at
stuðla undir nýggju
íløguna í tíðarhósk-
andi skip
NÝGGJ NORRØNA
Jan Müller
Tá lunnar vórðu lagdir
undir at menna Smyril Line
lat løgtingið í 1984 veðhald
og tryggjaði harvið fram-
tíðar ferðafólksambandið
millum Føroyar og um-
heimin. Nú stóríløga skal
gerast í nýtt skip eru aftur
boð
eftir
løgtinginum.
Stjórin í Smyril Line, Óli
Hammer vónar, at tingfólk
fara at taka undir við upp-
skotinum frá Javnaðar-
flokkinum um at hækka
partapeningin
og
lovar
hann, at hetta skal koma at
gagna Føroyum, eins og al-
menna íkastið fyri fimtan
árum síðani var við til at
tryggja
felagnum
eina
framtíð.
– Landið skal sjálvandi
reka sín politikk, men tað
er eisini umráðandi, tá vit
eru so fá, at landið er við til
at lyfta í felag við vinnuna,
tá talan er um so stórar
íløgur. Eg veit summi eru
ímóti, at tað almenna skal
fara uppí slíkt, men kann
slíkt íkast frá tí almenna
gera, at vit her varðveita og
menna eina vinnu, so haldi
eg, at hetta er skilagott fyri
okkum øll sigur Óli Hamm-
er og vísir somuleiðis til
tann stóra týdning, sum
nýggja Norrøna kann fáa
fyri allan framtíðar ferða-
mannavinnupolitikkin.
– Onkur hevur sagt, at
ferðavinnan skal vera eitt
av okkara nýggju búskapar-
beinum at standa á, og tí er
eisini rætt, at vit øll virka
saman. Tí er tað mín sann-
føring, at hetta er ein sera
skilagóð íløga fyri føroyska
samfelagið. Tað er ikki ov
nógv sagt, at logistikkur
verður eitt av lyklaorðunum
í framtíðar Føroyum, og her
kann nýggja Norrøna verða
við til at fylla karmarnar út.
Hækka partapening
Aðalfundur var í Smyril
Line fríggjadagin. Tá varð
øll ætlanin við nýggju Nor-
rønu umrødd og samtykt
varð at hækka partapening-
in úr teimum umleið 45
mill. kr. uppí 300 mill. kr.
Á fundinum boðaði Knút
Nolsøe, sum hevur verið
nevndarlimur í 15 ár, at
hann tók seg aftur, og í
hansara stað valdi Vinnu-
málastýrið Christian Andr-
eassen, advokat.
Smyril Line skrivaði í
1999 undir fyribilssáttmála
við týska skipasmiðju um
at byggja eina nýggju ferju,
sum skal avloysa verandi
Norrønu og kemur hon at
kosta góðar 700 mill. kr.
Fyri at styrkja Smyril Line
fíggjarliga til hesa uppgávu
er ætlanin at fáa nakrar
nýggjar íleggjarar at seta
pening í felagið. Teir
nýggju íleggjararnir skulu
skjóta á leið 125 mill. kr. í
Pf. Smyril Line. Hækkanin
av partapeninginum skal so
saman við inntøkuni frá
søluni av Norrønu nýtast til
at gjalda eginpeningin í
nýbygninginum. Pf. Smyril
Line skal noterast á nýggja
partabrævamarknaðinum,
sum ætlandi kemur at virka
næsta ár. Hetta skuldi sam-
bært leiðsluni í SmyrilLine
gjørt tað lættari hjá íleggj-
arum og partaeigarum at
umseta partabrøvini.
– Tað eru sjálvandi tey,
sum
halda
risaíløguna
verða »det glade vanvid«. –
Til teirra vil eg bert siga:
hyggið at hvat hendi í 84, tá
landið veðhelt fyri 26 mill.,
sum síðani vórðu inndrign-
ar seks ár seinni, soleiðis at
landið einki misti. Hetta
hevur verið ein náttúrligur
útviklingur, sum vit føroy-
ingar hava notið nógv gott
av og sum í framtíðini kann
gerast ein góð inntøkukelda
sigur Óli Hammer.
Stjórin í Smyril Line ger
greitt, at henda rutan ber
bert eitt felag, og heldur at
arbeiðið, sum er gjørt, má
ikki detta niðurfyri. Hann
vísir til kappingina frá
tveimum flogfeløgum, so
talan er ikki um nakra
monopolstøðu. – Vit hava
eina ótømandi kvotu at taka
av, og tað er rísastóri
marknaðurin í Europa. Vit
hava eitt reint umhvørvi og
eina náttúru, sum er nakað
heilt fyri seg. Tað er ikki
summar við sól, men so
nógv annað. Tí mugu vit í
felag marknaðarføra land
okkara og londini í Atlants-
havi, og tað krevur so av
okkum, at vit arbeiða sam-
an og royna at betra um-
støðurnar á landi eisini. Her
meti eg Ferðaráðið sum ein
sera týðandi brikk til tess at
samskipa arbeiðið.
Stjórin á Smyril Line
heldur teirra konsept, har
teir bæði hava flutning,
gisting og útgerðir um
hendi sum eitt sera gott
konsept og tí eisini avgjørt
vert at vága íløgur í.
Leiðslan í Smyril Line
sigur í frágreiðing síni um
verkætlanina, at íløgan í
nýggja Norrønu er ein risa-
íløga í infrastrukturin mill-
um Føroyar og umheimin,
men gongdin í samfelagn-
um, vøksturin í búskapin-
um frá alivinnuni og olju-
vinnuni, betringin í infra-
strukturinum í Føroyum við
undirsjóvatunlum, nýggj-
um ferjum til Sandoyar og
Suðuroyar sigur, at nú er
rætta løtan at gera hesa
íløgu. Felagið metir eisini,
at fíggjarliga kemur íløgan
at løna seg, at íløgan gevur
møguleika
fyri
stórum
avkasti.
Partaeigarar 1. rætt
Í sambandi við hækkan av
partapeninginum er lýsing í
blaðnum í dag, har verandi
partaeigarar komandi tvær
vikurnar hava møguleika
fyri at at hækka sín parta-
pening. Lógin sigur nevni-
liga, at verandi partaeigarar
hava 1. rætt til at hækka
partapeningin til kurs 100.
Annars er avgjørt at hækka
virði á partabrøvunum, so-
leiðis at partabrøv uppá
1000 kr. nú eru 3000 kr.
verd. Tað nýggja er so eis-
ini, at eingin einstakur
partaeigari kann eiga meira
enn 40% av samlaða parta-
peninginum.
Sum støðan er nú, so
hava teir fingið játtaðar 50
mill. kr. í Hetlandi og 10
mill. kr. í Íslandi. Óli
Hammer stjóri ivast ikki í,
at stórur áhugi verður at
tekna partapening millum
føroyingar og metir hann
talan verður um eina tvey-
siffrað upphædd, sum fer at
verða teknað her. Framtaks-
grunnurin hevur so lovað at
lata 25-30 mill. kr. men
treytin er tann, at ein stórur
innskjótari kemur aftrat.
Og her er tað, at kalkulerað
verður við umleið 25 mill.
kr. frá landinum. Sum støð-
an er nú, so stendur og fell-
ur øll ætlanin við avgerðini
á Føroya løgtingi. Aftrat
hesum kemur so sølan av
Norrønu uppá einar 50
mill. kr. Smyril Line skal í
seinasta lagi 2. apríl vátta
fyri týsku skipasmiðjuni, at
tey 20% í eginpeningi eru í
lagi umframt at fíggingin
skal verða komin uppá
pláss. Her eru samráðingar
í løtuni við føroyskan pen-
ingastovn. – Eg havi góðar
vónir um, at tingið sam-
tykkir uppskotið frá Javn-
aðarflokkinum, tí tá er
eginpeningurin komin uppá
pláss. Landspartastjórnin í
Slesvig Holstein, har skipið
verður bygt, stuðlar eisini
projektinum.
Hann vísir eisini á, at
stórur áhugi er millum útl-
endingar at seta pengar í
verkætlanina. Harímillum
er eitt norðurlendskt reið-
arí, sum fegið vil seta nógv-
an partapening í, men tað er
treytað av, at tað fer at eiga
51% av partapeninginum.
Tað kemur so ikki uppá tal.
Stjórin í Smyril Line er av-
gjørdur í hesum málinum,
tí hann heldur tað vera
skeivt, um meirilutin av
partapeninginum fer á útl-
endskar hendur. Tá kunnu
vit ongantíð vera trygg um,
at skipið fer at verða brúkt
til núverandi rutuna og ikki
endar onkra heilt aðra-
staðni. Hann vil ikki upp-
lýsa, hvat reiðarí talan er
um men váttar, at tað snýr
seg ikki um DFDS, ið áður
hevur røkt siglingina mill-
um Føroyar og umheimin.
Smyril Line hevði annars
eitt gott samstarv við
DFDS í fimm ár. Hann
metir tó felagið vera ov
stórt til at koma uppí
nýggju ætlanina. Tað er so
eisini umboð fyri Eimskip,
og tí vilja teir heldur ikki
fara inn í nakað tiltak á
farmaflutningsøkinum,
sum er kappingarneyti hjá
Eimskip.
Enn er Norrøna so bert á
tekniborðinum. Nógv ar-
beiði verður gjørt og er ætl-
anin at strekkja kjølin 1.
apríl 2002. Skipið verður
so sjósett í september og fer
royndartúr í 2003. Tað
verður latið eigunum 20.
mars 2003.
Lagnan hjá Smyril Line
í hondunum á løgtinginum
Eitt genialt skip frá kjøli til brúgv
Óli Hammer sigur annars,
at ein fortreyt fyri at
nýggja skipið kann bera
seg er tann, at tað eisini
kann sigla við farmi
serstakliga vetrarhálvuna,
tá tað annars er so óvist
við charturi. Eitt nú hevur
Nato síni egnu skip nú.
Nýggja skipið verður so
eisini bygt til at kunna
taka nógv fleiri trailarar.
Eisini verður tað bygt til
at kunna taka tunga og
stóra last, eitt nú konstr-
uktiónir, sum kunnu viga
heilt upp í 300 tons. Hóast
Smyril Line ikki slapp at
bjóða uppá útgerðarvirk-
semið í hesum umfarin-
um, har teir samstarvaðu
við kenda norska felagið
»Norsea«, so metir stjórin
í felagnum tað fer at verða
meira spennandi tá og um
olja verður funnin. Tá vil
Norrøna vera heilt nátúr-
lig til flutning av tungum
og stórum eindum. So
hetta er eisini ein íløga í
framtíðina. Her hugsar
hann m.a. um tá og um
ein veruliga oljufram-
leiðsla tekur seg upp um
nøkur ár. – Tá eru vit so
tilreiðar at taka okkum av
flutningi í sambandi við
eini møguligari útbygging
av feltum á føroyskum øki
sigur Óli Hammer.
Tá vit aftur spyrja stjór-
an í Smyril Line, hví teir
eru farnir at leggja seg út
til farmaflutning eisini,
nú tað eru onnur skipafel-
øg, sum taka sær av hes-
um partinum, so vísir
hann til, at hetta er ein
lívstýðandi fortreyt fyri at
fáa roknistykkið at hanga
saman. Hvussu verður í
oljuvinnuni er kanska enn
nakað óvist, men á ali-
økinum eru stórir møgu-
leikar, nú tosað verður um
at útflyta 100.000 tons um
árið. Vinnan er fegin um
flutningsmøguleikan hjá
Smyril Line, nú vøran
kann flytast órørd frá hurð
til hurð. Henda møguleik-
an hava aðrir ikki og
skulu vit aftur til gamla
Líðartind fyri at finna
sama konseptið.
Farmur stóran týdning