Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 30 - 13. februar 2001 Nr.30 • týsdagur • 13. februar 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Steypavinnarar 2001 Flogbóltur: Púra javnt hjá kvinnunum s.12 Eftir ta klokkukláru veljarakanningina: Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður Nýggja veljarakanningin er ein lemjandi ósigur fyri fullveldisætlanina hjá landsstýrinum. 58% søgdu nei - 16% fleiri enn tey, íð søgdu ja!. Alt bendir á at hetta úrslitið kom fullkomi- liga óvart á fullveldissam- gonguna og hennara við- haldsfólk. Republikkin horvin úr eygsjón Serliga tjóðveldisfólkini høvdu annars verið vís í, at við hesi nýggju dupult- fólkaatkvøðuætlanini fóru tey endiliga at fáa uppreisn eftir 3 eyðmýkjandi ár í leiklutinum sum atkvøðu- neyt fyri Fólkaflokkin. Vit sóu klappikórið við tíð- indafundin í Tinganesi, tá landsstýrið borðreiddi við síni nýggju ætlan. Í fleiri dagar gingu tey vælhýrd og brettu sær á, í tingsalinum sást tú onkran teirra í upp- lyftari løtu hevja knýttan neva, og lagið mundi vera sum á Tórbirni, tá hann hevði sína miklu sjón og mælti: »Republikkin er í eygsjón«. Men so kom henda velja- rakanningin og knústi dreymarnar. Hetta er ein av teim størstu kanningunum, tá hugsað verður um hvussu nógv verða spurd. Og úrslitið er so klokku- klárt: fólkið kolldømir full- veldisætlanina, eisini í hes- um nýggja líki. Vit tingfólkini í Javnað- arflokkinum sótu saman á fundi fríggjadagin, tá vit frættu úrslitið av veljara- kanningini. Eitt vit spurdu okkum var, hvussu lands- stýrið og har serliga tann orðasnildi varaløgmaður nú fór at tosa seg burturúr hes- um skelkandi tapi. Sjálv- andi fór hann fyrst at geva Nyrupi tí Ræðuliga alla skylduna. Men tann plátan er so slitin, at hon fór ikki at muna í hesi vanlukku- støðu, so okkurt nýtt og meira munagott vápn mundu teir fara at finna uppá í allari neyðini úti í Tinganesi. Nýggj pláta eftir Høgna, Anfinn og Helenu Jú, so var, og tað sást longu sama seinnapartin í viðtalu við varaløgmann í Dimma- lætting. Serliga týðuligt var hetta at hoyra á Annfinni, Høgna og Helenu í útvarpi- num fríggjakvøldið, at nú var ein nýggj pláta løgd á úti í Tinganesi: Nærum við somu orðum komu tey nú hvør eftir annan við hesum, at tað fór at verða ein kata- strofa um føroyingar at- kvøddu nei tann 26. mai, tí so var hetta tað sama sum at vit avsøgdu okkum sjálvi sum tjóð eins og øll rætt- indi til sjálvstýri og tjóð- skaparligt frælsi, og tað fyri alla tíð og ævigheit. Henda hóttanin var nýggjheitin úr Tinganesi eftir veljarakanningina, sum spáar teimum ein knúsandi ósigur við ætlaðu fólkaatkvøðuna 26. mai. Uppfinnarin av hesi hóttan- ini, sum hini herma eftir sum vant, er sjálvandi vara- løgmaður. Hann sigur tað soleiðis við Dimmalætting leygardagin: »Siga fólk nei til hesa ætlan, so liggur ræði fyri at gera eina loysn, sum bindur okkum fast í danska ríkið og letur okkara sjálvsav- gerðarrætt frá okkum eina- ferð med alla. So hava før- oyingar ongi rættindi og eru als ikki til longur sum eitt fólk, ið kann ráða sær sjálv- um.« Hóttanin er fupp og svindil ! Hetta eru so ráðini: táið teir ikki við positivum grund- gevingum kunna fáa veljar- arnar at siga ja, skulu velj- ararnir hóttast frá at siga nei. Men henda hóttanin er tað bera fupp og svindil ! Tað er bæði politiskt og løgfrøðiligt fupp og svindil, at tað statsrættarliga ella fólkarættarliga broytir nak- að sum helst við rættindi og støðu okkara sum fólk og tjóð, um ein ógreið politisk »ætlan« verður feld á eini fólkaatkvøðu. Tað er fólka- villeiðing, demagogi, at vilja billa fólki inn, at siga vit nei t. 26. mai, er avleið- ingin at vit »lata okkara sjálvsavgerðarrætt frá okkum einaferð med alla«. Tað er demagogi, fólkavil- leiðing, at royna at billa fólki inn, at siga vit nei t. 26. mai, »so hava føroying- ar ongi rættindi og eru als ikki til longur sum eitt fólk, ið kann ráða sær sjálvum.« Um varaløgmaður gjørdi rætt, so átti hann, aftaná at hava summað seg aftaná veljaralúsingin, at komi við eini ógviliga góðari forklár- ing um, at hann meinti nak- að annað enn tað hann segði. Hvat hendir aftaná Nei í Mai ? Nú eru nógv, sum eru farin at ivast, um nøkur fólkaat- kvøða verður 26. mai. Summir flokkar eru illa kroystir og hveppa seg við útlitini. Men verður hon kortini, og verður úrslitið nei, sum alt nú bendir á, so hendir onki annað enn at hetta landsstýrið noyðist at leggja frá sær og útskrivar nýval. Tá detta samstundis allar tær »ætlaninar« burt- ur, sum hetta landsstýrið hevði men ikki setti í verk. Hetta verður tann einasta beinleiðis avleiðingin – og tað er ongin vanlukka – tvørturímóti. Men so í øðrum lagi verður vinningurin, at nýggir politiskir møguleik- ar fara at lata seg upp. End- urreisingin av vælferðar- samfelag okkara - heilsu- verkið, almannaverkið, undirvísingarverkið, sam- ferðslan, viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum - verður loyst úr fullveldis- naggatódnini. Arbeiðið fyri føroyskum sjálvstýri heldur sjálvandi ikki uppat, tvørt- urímóti verða nú møguleik- ar at umskipa tað so, at tað veruliga verður bygt á ta breiðu politisku semjuna, sum hetta landsstýrið aldrin royndi og aldrin evnaði at fáa í lag. Tað verður ein av grundunum til at fólkið fer at taka undir við tí, men eis- ini tí at ístaðin fyri eitt has- arderað studentikost ekspe- riment, verður sjálvstýri ein stigvís samfelagslig og tjóðskaparlig menning, í eini politiskari gongd, sum fólk kunnu kenna seg tryggan við. Eftir Nei í Mai verður sjálvstýrisgongdin loyst úr hesi stirnaðu fullveldis- naggatódnini. Mótvegis teirri høpisleysu hóttanini hjá varaløgmanni verða tí størri møguleikar at fáa í lag eina nýggja sjálvstýris- skipan, sum karmur um menningina av tjóðskapar- ligum sjálvbjargni og sjálv- ræði fyri Føroyar, í tí ríkis- felagsskapi, vit ídag eru ein partur av. Tað er tað, sum tann stóri meirilutin av fólkinum sambært veljara- kanningini peikar á. VIÐMEKING teir ringu tapararnir hótta nú veljararnar Demokrati og hugtakið 5.-kolonnu-virksemi Don Petersen Landsstýrið vil leggja fram uppskot fyri Føroya Løg- ting um heimild til at halda fólkaatkvøðu. Hetta at spyrja føroyska fólkið – evsta valdið – um fólkið tekur undir við poli- tikki Landstýrisins, fekk formann sambandsfloksins og javnaðarfloksins at koma við harðligum við- merkingum, sum avdúkar hvat hesar báðar floks- leiðslur, veruliga standa fyri. –Formaður sambands- floksins, skírdi tað at spyrja vanliga fólkið – verka- mannin og fiskimannin –, fyri burturvið og statskvett! Hann hevði onga argu- mentasjón yvirhøvur ! Annað var ikki væntandi frá hesum manni og fari eg at takka honum almikið fyri tað. Statskvett í einum landi, sum eingin statur er ! Eg meini tað. Formaður javnaðar- flokksins, sum meira og meira líkist einum politisk- um »puppet-on-a-string«, ella sprellimanni, hvar Ny- rup hálar í snórin, kallaði eina fólkaatkvøðu fyri ódemokratiska og vera beint ímóti fólkaræðinum ! Hóast eingin arbeiðari er funnin verdigur til at vera í leiðslu javnaðarfloksins, sigur hann seg umboða ein arbeiðaraflokk. Hesin formaður, sum eis- ini kallar seg leiðara í einum sosialdemokratisk- um flokki, skuldi vitað, at vanliga fólkið hevur evsta vald í einum demokratisk- um samfelag – eisini í einum sosialdemokratisk- um. Formaðurin skuldi vitað, at tá politikarar í einum de- mokratii kunnu ikki blíva samdir, so er heilt vanligt at teir útskriva fólkaatkvøðu – t.e. spyrja fólkið – evsta valdið – um tað teir gera, er gott nokk. Hetta heldur formaður javnaðarflokksins vera móti fólkaræði og ódemo- kratiskt! Eg meini tað. Niðurstøðan hjá vanliga føroyinginum má vera: Formaður sambandsflokks- ins arbeiðir bert fyri sjálvan seg og sítt elskaða Dan- mark. Formaður javnaðar- flokksins arbeiðir – í enn størri mun - bert fyri sjálv- an seg og sína kolossalu persónligu stórætlanir og maktgyrnd eftir at fáa polit- iska valdið í Føroyum – og so sjálvandi eisini fyri Dan- mark og Nyrup. Hetta Danmark og hend- an Nyrup, sum hvønn gud- skapta dag spottar, eyð- mýkir og vannvirðir okkum føroyingar. Hugtakið 5.–kollonnu-virksemi Altjóða hugtakið 5.-kol- lonnu-virksemi tók seg upp undir spanska borgarakríg- num og verður í orðabók- um lýst soleiðis: »felagsskapur, sum hevur í hyggju at máa undan landi til fyrimunar fyri fremmant vald«. Men tað er útgreinað fyri tað fólk, ið í hesum oyggj- um býr: • At Føroyar eru ikki eitt land. • At føroyingar eru ikki ein tjóð. • At føroyskt er ikki tjóðarmál okkara. Tí hetta hevur Nyrup og danska stjórnin, við hjálp frá javnaðar- og sambands- flokkinum, sagt okkum ferð eftir ferð - og teir lúgva nokk ikki - heldur ein partur av føroyingum.. Nyrup og danska stjórnin duga stutt sagt ikki at lúgva!(Bankasakin er gloymd !). Men gera vit hetta tanka- eksperimentið: • At Føroyar vóru eitt land. • At vit vóru føroyingar og ikki danir. • At føroyskt var tjóðarmál okkara. So hevði hetta tankaeksper- imentið helst fingið mang- an veljara at hugsa um opinbera samanhangin millum tað sum Nyrup og formaður javnaðarflokks- ins siga, tá formaðurin á sjónvarpsskíggjanum gerst kámur og fjarur í eygunum og letst skoða inn í framtíð- ina, roynir at síggja alfaðir- ligur og vísur út og sigur: Citat: »Eg skal garantera tykkum fyri, at Nyrup fer at svara tykkum, at skiftistíð- in verður … o.s.frv.« Høvdu vit kanska hugsað at formaðurin kanska sigur soleiðis, tí hann er ein veldigur statsmaður og sær politiskar yvirsjónir ? Høvdu vit kanska hugsað, at hann kanska í veruleik- anum er ein undirmettur gamaltestamentaligur pro- fetur ? Nei – helst høvdu vit ikki hildið tað. Vit høvdu kanska hildið, at formaður javnaðar- flokksins er ørindadrongur hjá Nyrup og at hann náði- leyst og samvitskuleyst ber boð Nyrups víðari, sínum egna politiska gagni at frama. Vit høvdu kanska hildið, at maðurin bert er drivin av egnari maktgyrnd og at Føroyar og føroyingar standa sera aftaliga í rað- festingum hansara. Vit høvdu kanska eisini spurt okkum sjálvi um opinbera samanhangin millum tað, sum vinstra- flokkurin í Danmørk sigur, og tað sum formaður sam- bandsflokksins sigur. Vit høvdu, í hesum tankaeksperimenti, kanska spurt okkum sjálvi, um floksleiðslur og tingmann- ing javnaðar- og sam- bandsflokksins ikki virka fyri at varðveita fremmant vald í Føroyum. Vit høvdu helst nágreini- liga eygleitt atburð, orð og gerðir teirra frá nú av og fram til folkaatkvøðuna 26. mai.