Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2001 13 12 Nr. 30 - 13. februar 2001 Dráttur oyðilegði ætlaðu gullveitsluna hjá Mjølni, og nú er oddurin í bestu kvinnudeildini fullkomuliga javnur, og spurningurin um FM verður neyvan svaraður fyrr enn á seinasta leikdegi FLOGBÓLTUR, MEISTARADEILD KVINNUR Stórdystur var í Klaksvík leygardagin. Bestu liðini í kvinnudeildini brustu sam- an, og í hesum dystinum var alt, sum skal vera í ein- um góðum dysti. Nógv trýst á Drátti Dráttur hevur sera gott lið í ár, og við venjaranum Marinu Popovic hevur liðið tikið seg nógv fram. Mjøln- ir er liðið hjá øllum hinum at taka. Klaksvíkskvinnur hava vunnið alt tey seinastu árini, men í ár er støðan hjá teimum hótt. Eftir at Mjølnir vann dystin ímóti Drátti vesturi í Vágunum fyri tveimum vikum síðan, sá út til at tað enn einaferð skuldi eydnast at fáa gullið til Klaksvíkar. Trýstið var tí stórt á Drátti undan hesum dystinum. Tað sást skjótt, at nógv stóð á Drátti, tí spælið gekk ikki rættiliga. Marjun Kal- sø í Mjølni servaði sera væl í hesum dystinum, og hon sygrgdi fyri, at Mjølnir vann seg nøkur stig fram um Drátt beinan vegin. Mjølnir helt seg framman fyri tað mesta av settinum, men til seinast eydnaðist Drátti at koma upp á javnt. Støðan var 22-22. Mjølnir vann seg upp á 24-22, men aftur eydnaðist Drátti at javna, men Mjølnir fekk við tveimum góðum álop- um avgjørt fyrsta settið. Hetta settið boðaði frá góð- um, og so var. Spælið hjá Drátti var nú farið at ganga nógv betur, og í 2. setti vístu tær satt meistaraspæl. Álopsspælið var fjølbroytt, men serliga sjónskar vóru Marina Popovic á kantinum og Helga Nordendal á miðj- uni. Hevarin í Mjølni, Marjun Kalsø, hevaði nógv til Tinu Jacobsen á miðjuni, sum takkaði fyri og var dagsins leikari. Tað var bara ikki nóg mikið ímóti álopsstyrkini hjá Drátti og nú stóð 1-1. Ein leikari hjá Mjølni fekk skaða í venj- ingini fríggjadagin. Tað var Tove Rygsfjord, sum spælir á kantinum. Tað hevði við sær, at Vera Larsen spældi á kantinum í hesum dystin- um og tó hon stóð seg væl, so var saknur í Tove. Ársins sett Dráttur helt á í 3. setti, har tær høvdu slept í 2. setti. Alt gekk sum eftir ánni, og alt bendi á, at hetta settið fór at vera vunnið lættliga. Dráttur dró frá alla tíðina, og einaferð var støðan 17- 11 og hesin munurin helt, heilt inntil Dráttur hevði settbólt. Tá var støðan 24- 19. Dráttur skuldi sostatt bara vinna 1 bólt afturat, men Vera Larsen í Mjølni vendi øllum á høvdið. Hon servaði Mjølnir inn aftur í dystin og upp til støðuna 24-24, tá ið hon gjørdi servufeil. Dráttur hevði tí aftur settbólt, men aftur hesaferð eydnaðist Mjølni at javna. Dráttur vann næsta bóltin, og so var støðan 26-25. Dráttur serv- ar, men móttøkan hjá Mjølni miseydnast og kemur beint upp til Helgu Nordendal í Drátti, sum smekkar til, men hvat hendir. Marjun Kalsø, sum ikki er serliga stór, megnar einsamøll at blokka, og tað gav Mjølni enn ein møgu- leika, og settið varð vunnið 28-26. Hetta settið má enda sum ársins sett. Uppstillingsvilla kostaði nógv Í 4. setti tóktist Mjølnir at hava fingið sálarliga yvir- vág og stevndi beint ímóti sigrinum og føroyameist- araskapinum. Mjølnir spældi væl og vinnur seg fram til støðuna 19-17. Dómararnir koma tá eftir, at uppstillingin hjá Mjølni er skeiv. Tað vendi øllum á høvdið enn einaferð. Fyri hesa villuna missir Mjølnir 1 stig og Dráttur fær 1, og tí gerst støðan 18-18. Rætti- ligur fjáltur var nú komin á Mjølnir, og tað kostaði dýrt. Dráttur vann næstu 5 stigini, og tað var ov mikið hjá Mjølni at taka aftur. Enn einaferð skuldi 5. sett avgera hvat av hesum lið- unum skuldi vinna. Dráttur hevði nú rættiliga takið á Mjølni. Klaksvíks- kvinnur vóru framvegis ikki komnar fyri seg eftir skelkin, og Dráttur gjørdi sær dælt av tí. Tær vunnu seg fram um 6-1 og seinni 10-4 og hildu tann munin allan vegin til 15-10. So- statt eydnaðist tað Drátti at varðveita spenningin í bestu kvinnudeildini, og vágakvinnur hava nú allar fortreytir at vinna føroya- meistaraskapin fyrst ferð. Nú vera tað hini liðini, sum kunnu gera av, hvar gullið endar. Settmunurin fer óiva at gera av, hvør verður føroyameistari, tí sum nú er, stendur á jøvnum mill- um Drátt og Mjølnir. Hóast tær heldur ikki vunnu hesa ferð, so hava tær av Fossanesi í ár prógvað, at fram- gongdin á liðnum hevur verið sera stór FLOGBÓLTUR, MEISTARADEILD KVINNUR Nú Fossanes hevur leikt eitt kappingarár í meistara- deildini, er stór framgongd at hóma. Liðið spælir nú upp ímóti hinum liðunum, og ÍF var undir trýsti í hesum dystinum. Dysturin byrjaði javnt og lítil og eingin munur var til støðuna 15-15. Tá hendi tað, sum so ofta fyrr hjá Fossanesi hetta kappingar- árið, at mótstøðuliðið fær fleiri stig á rað, og torført er at vinna tey aftur. Fossanes kempaði framvegis væl, og spenningur kom í aftur til seinast, men tað var tó ikki nokk. ÍF spældi trygt og skipað, og gjørdi ikki so nógvar villur sum Fossa- nes. Í 2. setti lat ÍF ongantíð Fossanes koma fyri seg, og tað varð skjótt avgreitt. Hevði hesin dysturin verið leiktur fyrr í kappingar- árinum, so hevði hann heilt víst endað 0-3, men Fossa- nes vísti nú, at tær hava lært. Fossanes streyk avstað í 3. setti og var væl framm- anfyri. Nú skuldu tær bara megnað, at taka tey síðstu stigini, men tað er ikki so lætt. ÍF nærkaðist í hvørj- um og Fossanes hevði trupulleikar. Tað eydnaðist tó vinna hetta settið, sum var tað besta higartil hjá Fossanesi í meistaradeild- ini. ÍF hevði tó ongar ætlanir um at lata hesi stigini gleppa sær av hondum, og í 4. setti lótu tær ongantíð nakran iva vera um úrslitið. Kvinnurnar av Fossanesi tóktust nú heldur troyttar, og nógvar villur vóru gjørdar. Tær megnaðu stutt sagt ikki at fylgja við ÍF. Hetta var besti dysturin hjá Fossanesi higartil í landakappingini, og tað at vinna eitt sett ímóti ÍF má sigast at vera hálvur sigur. ÍF dyrgir eftir bronsuni, og tað skuldi ikki verið ómøguligt. Mjølnir — Dráttur 2 — 3 (26-24, 20-25, 28-26, 20-25, 10-15) Dráttur megnaði tað! Fossanes – ÍF 1 – 3 (22-25, 19-25, 25-20, 17-25) Fossanes stóra framgongd Mjølnir mátti á heimavølli lúta fyri Drátti, og nú stendur spurningurin um FM helst ósvaraður fram til seinasta leikdag Mynd: SjH Kvinnurnar hjá TB leiktu tveir dystir um vikuskiftið, og hesir kastaðu fýra stig burtur av sær, soleiðis at tær enn halda fast í ÍF í dystinum teirra millum um bronsu- merkini FLOGBÓLTUR, KVINNUR Tvørágenturnar leiktu ikki minni enn tveir dystir hetta vikuskiftið og fingu 4 stig í kassan, men tær hugsa framvegis um ósigurin ímóti ÍF fyri viku síðani, tá tær taptu 3-2. Hetta kann gerast ein dýrur ósigur, tí tær í ár minst høvdu ætlað sær bronsuna. Men ÍF vísti tenn og vann uppiborið. Men sum sagt: 4 stig í kassan uttan trupulleikar. Dystirnir vóru ikki av teim- um best leiktu — eitt sindur rótutir - uttan tær longu duellirnar. Um nakar leikari skal takast burtur úr, so má tað vera Durita Mortensen, TB, sum var klárt besti leikarin á vøllinum báðar dystirnar. Hon hevði nøkur góð smassj á miðjuni, og eisini fylgdi hon væl við í blokk- inum, soleiðis at hon til tíðir fekk nakrar góðar blokkar. TB vann, sum tað sæst omanfyri, báðar dystirnar uppiborið 3-0. Støðan, Meistaradeild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig ÍF 12 9 3 30 17 13 13 Mjølnir 12 9 3 31 15 16 11 Fram 13 7 6 29 23 6 10 Fleyr 13 6 7 22 24 -2 8 SÍ 12 0 12 3 36 -33 0 Støðan, Meistaradeild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Dráttur 16 14 2 46 13 33 19 Mjølnir 15 13 2 42 12 30 17 ÍF 15 7 8 24 30 -6 11 TB 16 7 9 33 28 5 10 Fleyr 16 6 10 20 36 -16 7 Fossánes 16 0 16 2 48 -46 0 Støðan, 1. Deild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig ÍF9 8 1 25 6 19 16 Mjølnir b10 6 4 23 16 7 12 Mjølnir a11 6 5 22 19 3 12 Fleyr 10 6 4 21 20 1 12 Nøvan 10 5 5 17 19 -2 10 SÍ10 2 8 11 25 -14 4 NFL 10 1 8 12 26 -14 4 Støðan, 1. Deild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fleyr 7 6 1 20 7 13 12 Nøvan 8 5 3 17 14 3 10 Dráttur 7 4 3 15 15 0 8 KÍF 8 4 4 16 16 0 8 SÍ 7 2 5 12 15 -3 4 Mjølnir 7 1 6 6 19 -13 2 Støðan, 2. Deild Menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig ÍF7 5 2 17 9 8 10 Nøvan 6 4 2 15 10 5 8 SÍ7 1 6 5 14 -13 2 Støðan, 2. Deild Kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 11 11 0 33 1 32 22 Mjølnir a12 10 2 32 10 22 20 KÍF 12 8 4 27 17 10 16 Fleyr 10 6 4 22 16 6 12 Nøvan 12 3 8 18 25 -7 8 ÍF 12 4 8 15 26 -11 8 SÍ 12 3 9 10 29 -19 6 Fossánes 11 0 11 0 33 -33 0 Støðan, Dreingir 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig SÍ 6 5 1 15 5 10 10 Fleyr 7 5 2 17 10 7 10 TB 5 1 4 5 12 -7 2 ÍF 6 1 5 5 15 -10 2 Støðan, Gentur 16 Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig KÍF 8 7 1 23 4 19 14 TB 8 6 2 20 8 12 12 Dráttur a 8 6 2 19 8 11 12 Fleyr 8 2 6 6 20 -14 4 ÍF 7 1 6 3 20 -17 2 Dráttur b 5 0 5 4 15 -11 0 Fram - Fleyr 3–0 (25-17, 25-14, 25-15) Fram smurdi Fleyr av Eftir at teir fyri viku síðani pilkaðu Mjølnir av ovasta sessinum, kom Fleyr so ruddiliga niður aftur á jørðina, tá teir taptu greitt fyri Fram í lokaluppgerðini FLOGBÓLTUR, MEISTARADEILD MENN Fleyr fekk ikki eitt bein til jørðina, tá teir sunnudagin skuldu prógva, at teir kundu halda sama støði sum í Klaksvík fyri viku síðani, tá teir vunnu 3-0 á oddaliðnum Mjølni. Fram legði trýst á frá byrjan, og við sera góðum servum frá Pasco Romica og Rúna Weihe, hevði Fleyr sera stórar trupulleikar í móttøkuni. Tað vóru fáir bóltar sum komu væl upp til hevaran, og teir bóltar sum komu fram, vórðu í nógvum førum misbrúktir. Fram hevur nú vunnið báðar dystirnar ímóti hin- um havnarliðnum í enda- umfarinum og liggur nú á triðja plássi, meðan Fleyr liggur á fjórða. Romica hevaði Romica, sum nú er fastur hevari hjá Fram, leikti ein góðan dyst. Alla tíðina var hann ein hóttan fyri Fleyr blokkin, og serliga tá hann var frammi, tí tað var fleiri ferðir, at hann koyrdi bóltin yvirum aðru ferð, uttan at blokkur var fyri. Og eisini var hann uppi og gjørdi sum um hann koyrdi bóltin yvirum, og Steinar Eiriks- toft og Janus úr Dímum hoppaðu upp at blokka til fánýtis. Ístaðin var bólturin hevaður út á kantin, har Rúni Weihe ella Jákup Sørensen slógu bóltin í gólvið. Romica hevði eisini átik- ið sær ta uppgávu at neu- tralisera Johannes Ejdes- gaard, Fleyr, í blokkinum, og hetta kláraði hann til fullnar. Johannes fekk næstan ikki eitt reint slag í gjøgnum allan dystin, men hetta var hann ikki einsa- mallur um á Fleyr-liðnum, sum til tíðir sá út til at ganga í tjúkkum siroppi. Tað sást týðiliga, at Fleyr saknaði Jan Hentze í mót- tøkuni henda dagin, men hann hevur ikki verið við hesar seinastu dystirnar vegna skaða. Rúni góðan dyst Á Fram-liðnum var tað ser- liga Rúna Weihe, ein legði til merkis. Hann var nógv tann besti áleyparin, og verjuparturin sveik heldur ikki. Tað er spell, at føroya fólk ikki kann síggja hann á vøllinum í steypafinaluni komandi leygardag. Uttan mun til, um tað vóru ein ella tveir blokkar framman- fyri, so sló hann flestu bólt- arnar beinleiðis í gólvið. Dysturin leygardagin var eisini ein av teimum fáu dystunum, har Fram hevur fingið nyttu av sínum longu monnum; ein dagur har blokkurin í flestu førum var á røttum stað. Fleyr-liðið harafturímóti, var ikki til at kenna aftur frá seinasta vikuskifti, men teir kunnu leika betri flog- bólt enn teir gjørdu sunnu- dagin. Men samanumtikið ein uppiborin sigur til Fram upp á 3-0. TB–Fleyr 3-0 (25-20, 25-20, 22-21) og TB–Fossánes 3-0 (25-13, 25-19,25-12) TB gott vikuskifti Fleyr kom so dyggiliga niður aftur á jørðina, tá teir um vikuskiftið hittu Fram