Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2001 15 14 Nr. 30 - 13. februar 2001 Hóast VB eina løtu megnaði at skapa spenning í kvinnu- finaluni, so var úrslitið eitt slag av staðfesting. VÍF eigur í løtuni nógv tað besta kvinnuliðið í landinum STEYPAFINALAN Jákup Mørk VB kvinnurnar mundu halda, at tær upplivdu eitt slag av deja-vu, tá tær leyg- ardagin fóru í holt við finaludystin. Byrjanin av dystinum hesa ferð leiddi í øllum førum tankarnar móti finaludystinum í fjør, tá VB mátti lúta fyri Kyndli. Tað var nevnliga millum lítið og einki, sum vildi rigga hjá VB fyrstu løtuna av dystinum. Í øllum førum, tá tað ráddi um at skjóta mál. Sjálvt spælið gekk kanska ikki so illa, men líka mikið hvussu tær royndu, so fingu tær ikki bóltin fram við Manuelu Stan í VÍF málinum. Ikki fyrr enn knappliga 11 minuttir vóru farnir eydnaðist VB at skora, men tá høvdu tær á mótstøðu- liðnum longu sent bóltin í meskarnar seks ferðir. Runnu kapp við tíðina Fyrst og fremst var tað Ioana Rápa, sum gjørdi um seg fyrstu løtuna. Sum so var uppskriftin rættiliga einføld, har spælið varð pressað upp, fyri at skapa pláss til rumenan, men VB tóktist als ikki at vera fyri- reikaðar upp á hetta. Eitt fyri og annað eftir vórðu kanónskotini send móti VB málinum, har Guðrun í Lágabø ikki fekk gjørt stór- vegis fyri at verja fyri. Tá VB endiliga fekk sett hol á, tóktist sjálvsálitið spakuliga at koma aftur á liðið. Spakuliga fóru tær í holt við at troga seg inn móti VÍF, sum hinvegin tóktist at hava mist nakað av teirri ferð, sum tær høvdu á spælinum fyrstu løtuna. Hóast tað framvegis vóru fýra mál á muni, tá farið varð inn til seinna hálvleik, so mundi tað ikki vera heilt uttan vónir, at VB kvinn- urnar fóru á vøllin. Við eini góðari byrjan upp á seinna umfarið kundu tær fram- vegis røkka einum sigri, og tað var eisini líkt til, at tær høvdu hetta í kvittanini, tá tær fóru út á vøllin. Alt fyri eitt fóru tær við ágangandi álopsspælið undir at minka uim leiðsl- una, og eina løtu sá eisini út til, at hetta kundi fara at eydnast hjá teimum. Høllin var á gosið, tá Laila Jesp- ersen minkaði munin niður í tvey mál, men tað skuldi tó vísa seg, at hetta skudi verða tað nærmasta, sum VB kom at VÍF. Líkt var til, at takið nú hevði kostað ov nógvar kreftir hjá VB, og tá VÍF so aftur fekk glið á, var mest sum liðugt. VB hevði snøgt sagt ikki orku til at fylgja við, og tá tað gjørdist greitt, at talan skuldi gerast um tap, fekk vónloysi eisini vald á VB, og seinasta korterið var bert ein spurn- ingur um, hvussu stórur sigurin skuldi gerast. Tær hjá VÍF vóru nú eisini greiðar um, at sigurin var heima, og nú løgdu tær seg eisini eftir at undir- halda, fram um bert at hugsa um sigurin. Ikki minst kom lív í, tá ein av heilt stóru profilunum í dystinum, Manuela Stan, ta einu ferðina hættaði sær framvið, og hon gjørdi ikki mætari enn at skora við einum hoppiskoti. Jacklin var framúr Hóast talan meira enn nak- að annað var um eitt lið- avrik, sum tryggjaði VÍF sigurin, so slepst ikki und- an, at einstakar av gentun- um skaraðu framúr. Manuela Stan var síni nærum ótrúliga byrjan hornasteinurin í leiðsluni, sum VÍF bygdi sær fyrstu løtuna, og hetta var sjálv- sagt ein av avgerandi fak- torunum í VÍF sigrinum. Somuleiðis høvdu avrikini hjá landskvinnum hennara, Ioanu og Nicoletu, stóran týdning fyri dystin, men tá mest stóð á, var tað tó ein onnur, sum traðkaði til. Jacklin Durhuus hevur ikki so ofta verið millum tær fyrstu sjey á vøllinum, síðani hon kom aftur úr Slagelse, men leygardagin sýndi hon, at hon so avgjørt telist millum bestu leikarar í landinum. Allan fyrra hálvleik varð hon hildin á beinkinum, men tá VB so brádliga fór at tátta í, gjørdu venjararnir av, at seta hana á vøllin, og hetta munnu teir neyvan angra í dag. Við skjótleika sínum var hon ein støðug hóttan móti VB spælinum. Ágrýtni í verjupartinum viðførdi, at hon fleiri ferðir var við til at seta skjótálop í gongd, og fangaði onkur av viðleik- arunum bóltin í verjupart- inum, var Jacklin sum eitt skot framman fyri VB málið. Heldur ikki hevði hon trupulleikar av at langa hoppiskot í meskarnar, og at hon megnaði at skjóta átta av teimum seinastu 17 málunum hjá VÍF ber eisini boð um, á hvørjum støði avrik hennara var. Uppgávan gjørdist ov løtt Soleiði sum dysturin lagaði seg, so munnu VB kvinn- urnar neyvan mótmøla, at tað ikki gjørdust tær, sum sluppu upp á pallin eftir steypinum. Kunnu tær illa mótmæla hesum, so munnu tær hin- vegin iðra seg um, at tær í nógvar mátar gjørdu upp- gávuna hjá VÍF lættari, enn hon nýttist at vera. Eitt hitt fremsta vápnið hjá VB í ár hevur verið kontraspælið, men hetta kom ongantíð til sjóndar leygardagin. Virðingin fyri mótstøðuni tóktist í fleiri førum at vera alt ov stór, og tí tordu leikarar ongantíð at satsa frameftir. Hetta við- førdi, at so at siga øll álop- ini máttu spælast ígjøgnum, og tað tóktist eisini alla tíðina, sum um VB nýtti nógv størri orku enn VÍF, og allar helst var tað eisini hetta, sum skein ígjøgnum seinastu løtuna, tá VÍF meira ella minni rann VB liður sundur og saman. Tað skal tó einki takast frá VÍF av teirri orsøk, tí tær sýndu, at tær í løtuni eru nógv tað besta kvinnu- liðið í landinum. At streing- irnir at spæla upp á eru nógvir, var eisini sjónligt, og millum annað var tað merkisvert, at Sóley Mikk- elsen als ikki tók sp nógv á sínar herðar, sum hon er von við at gera. Dysturin í tølum Málskjúttar: VB: Andera Lütz 8, Regina Radó 5(1), Christina Holm 3(3), Gurið Mortensen 1,. Leila Jespersen 1 VÍF: Ioana Rápa 8(3), Jacklin Durhuus 8, Sóley Mikkelsen 4(3), Nicoleta Radu 4, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 3, Fríða Marj- unardóttir 2, Manuela Stan 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: VB 10, VÍF 7 Útvísingar: VB 2, VÍF 2 Dómarar úr StÍF: Justinus Justinussen og Poli Hansen. Høvdu sum heild eitt gott tak á dystinum, men ein kundi tó ynskt, at teir í størri mun gjørdu nýtslu av útvísingum, tá leikarar høvdu hug at halda heldur nógv. VB-VÍF 18-31 (9-13) Eingin yvir VÍF Manuela Stan var til tíðir ein livandi múrur í VÍF málinum, og VB kvinnurnar høvdu sera ilt við at fáa bóltin fram við henni Fagnaðurin var sjálvsagt ovurstórur, tá VÍF hevði tryggjað sær steypið. Sigurin var sera sannførandi, og undirstrikaði týðiliga, at tær gulu í løtuni eru nógv tað sterkasta kvinnuliðið í landinum Venjarin hjá VÍF helt eftir dystin, at strandingar høvdu spælt væl í álops- partinum, men hann harmaðist sam- stundis, at lið hansara ikki gjørdi nóg stóra nýtslu av málmøgu- leikunum, sum teir fingu STEYPAFINALAN Jákup Mørk Tað var ein vónbrotin VÍF venjari, sum eftir mans- finaluna skuldi royna at geva eitt svar uppá, hví hansara lið endaði sum tapari av dystinum. – Tað er sjálvandi ótrú- liga keðiligt, at vit skuldu tapa júst hendan dystin, ið meira enn nakar annar var tann dysturin, sum vit ikki hava ráð at tapa í ár. So- leiðis er tó ofta, tá tú ert stórur favorittur. Tá tú so kemur til ein slíkan dyst, ganga øll bara og snakka um at vinna, og so hendir tað øvugta. – Vit hava annars arbeitt rættiliga nógv við dystin- um, og ferð eftir ferð hava vit lagt dent á, at vit hava altso einki vunnið, fyrr enn dysturin er liðugt leiktur, men í dag riggaði tað bara ikki hjá okkum. Tá sæð verður burtur frá fyrstu løtuni av dystinum, fáa vit ongantíð rættiligt glið á spælið, so tað var alla tíðna sera torført. Uppiborið Øllum kunnugt, so hevur kappingarárið higartil hjá VÍF annars veirð ein dansur á rósum, har liðið er farið frá sigri til sigurs. Spurdur, um hetta saman við góðu byrjanini í finaluni var eitt slag av kodda hjá vest- menningum, svarar Hjalm- ar, at tað kann væl vera. – At fáa eina góða byrjan, nýtist jú als ikki at vera nakar fyrimunur í slíkum dysti. Tað kann viðføra, at tú meira ella minni sovnar, og hendir tað, er sera torført at fáa ferð aftur á spælið. Hóast hann sostatt kki var nøgdir avið avrikið frá sínum liði, so vildi Hjalmar tó ikki taka nakað frá strandingunum. – Nei, tað er einki at ivast í, at teir spæla ein fínan dyst. Trupulleikin er bara, at tað haldi eg ikki, at vit gjørdu. Vit brenna alt ov nógvar stórar møguleikar, og harafturat fáa vit ong- antíð verjna hjá okkum rigga, sum hon skal. Eitt, sum í stóran mun var við til at avgra dystin, var eisini, at tað eydnaðist somikið væl hjá StÍF at taka Inga Olsen burtur úr spælinum. Hetta var tó ikki nakað, sum átti at komið óvart á vestmenningarnar, tí tað er so avgjørt nakað, sum teir áður hava verið fyri. – Tað eru vit sum so altíð fyrireikaðir uppá. Vanliga hevur tað eisini verið so, at aðrir hava megnað at tikið yvir, soleiðis at Ingi aftur verður sleptur, men tað hendi ongantíð í dag, og tí halda teir sjálvandi fast við mansverjuna. At enda spurdu vit Hjalmar, hvørt hann helt tað vera uppiborið, at tað í dag var StÍF, sum gjørdist vinnari dystinum. – Soleiðis sum vit spældu í dag, so haldi eg, at teir høvdu sigurin uppibornan. Teir spæla sera væl í álopinum, og tað vigar upp fyri, at verjuspælið kanska ikki gekk so væl hjá teim- um. Vit koma jú til eina rúgvu av møguleikum, men tíverri brenna vit alt ov nógvar møguleikar. Jóhan stendur sjálvandi væl, men í nógvum førum skjóta vit beint á hann. – Serliga haldi eg, at venjarin hjá teimum spældi ein góðan dyst. Vit fáa ongantíð rættiliga fatur á honum, og tá vit so eina tíð royna at taka hann úr spæl- inum, megna teir kortini at spæla seg ígjøgnum verj- una. – So alt í alt haldi eg sig- urin hjá teimum var uppi- borin, segði Hjalmar Klein Olsen, áðrenn hann endaði samrøðuna við at ynskja mótstøðumonnunum til- lukku við sigrinum. Brenna ov nógv Vit fáa ongantíð spæli hjá okkum at koyra, og serliga haldi eg, at vit brendu ov nógvar møguleikar, segði Hjalmar Klein Olsen millum annað um orsøkina til tapið gult cyan magenta svart