týsdagur 13. februar 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2001
17
16
Nr. 30 - 13. februar 2001
gult cyan magenta svart
gult cyan magenta svart
Fríða Marjunardóttir
helt eftir dystin, at
størsta einstaka
orsøkin til sigurin
var, at VÍF genturnar
høvdu nýtt nógva tíð
at fyrireika seg til
dystin
STEYPAFINALA
Jákup Mørk
Ein av leikarunum, sum
veruliga hevur gjørt um seg
á kvinnuliðnum hjá VÍF
hetta kappingarárið, er ungi
miðspælarin, Fríða Marj-
unardóttir.
Leygardagurin var í so
máta einki undantak. Sum
tað mest nátúrliga av øllum
stýrdi hon álopsspælinum
hjá VÍF, og í verjupartinum
gjørdi hon fulla nýtslu av
hvørjum einasta sentimetri
í kroppinum, so mótstøðu-
liðið ikki skuldi fáa ov lætt
spæl.
Soleiðis sum hon spældi,
skuldi ein als ikki hildið, at
týdningurin av dystinum
var nakað, sum nervaði
hana, men hon viðgekk tó
eftir dystin, at spenningurin
í hópinum hevði verið
øgiligur undan dystinum.
– Sjálvandi vóru vit
spentar, og at byrja við
haldi eg eisini, at spælið
hjá okkum var eitt sindur
rótut, men tá vit so fingu
nøkur mál, kom líka sum
meira friður yvir spælið.
Vit fara so eitt sindur niður
aftur í ferð - eg veit ikki hví
– men tíbetur megnaðu vit
kortini at halda fast allan
dystin á tamb.
Væl fyrireikaðar
Fríða heldur annars, at ein
av orsøkunum til góða úr-
slitið í finaluni var, at tær
vóru sera væl fyrireikaðar
til dystin.
– Vit hava seinastu tíðina
roynt at verið sera nógv
saman, og vit hava eisini
hugt eftir upptøkunum frá
hinum dystunum, sum vit
hava spælt móti VB. Tosað
nógv um, hvat hvør einstøk
skuldi gera undir dystinum,
og alt hetta haldi eg var
størsta orsøkin til, at alt
eydnaðist somikið væl hjá
okkum í dag.
Stríðast alla tíðina
Hóast tað til tíðir sá
spælandi lætt út hjá
VÍF, so var Sóleyð
Mikkelsen eftir dystin
sannførd um, at tað
var neyðugt at
stríðast frá byrjan til
enda móti VB
STEYPAFINALA
Jákup Mørk
Liðskiparin hjá VÍF, Sóley
Mikkelsen, var kanska fram
um hinar leikararna leygar-
dagin í eini serstøðu.
Meðan hon leikti við
StÍF, hevur hon nevnliga
verið í finaludysti móti
bæði VB og VÍF, men
sambært
liðskiparanum
sjálvari, so var hetta ikki
nakað, sum hon hugsaði
um, áðrenn hon fór á vøllin.
– Eg vil ikki siga, at tað
var nakað, sum ávirkaði
meg nakað serligt. Ikki
annað enn tað, at vit taptu
fyri tveimum árum síðani
móti VÍF, og tað var so av-
gjørt ikki nakað, sum eg
ætlaði mær at royna eina
ferð afturat.
– At tapa ein finaludyst,
er snøgt sagt ov tungt at
bera. Tað royndi eg tað
ferðina, og eg hevði sett
mær fyri, at tað so avgjørt
ikki var nakað, sum skuldi
henda aftur. Tá er tað nakað
stuttligari at standa sum
vinnari eftir dystin.
Liðavrik
Spurd, um tað var nøkur
serlig orsøk til, at VÍF í dag
gjørdist
steypavinnari,
segði Sóley, at talan fyrst
og fremst var um eitt lið-
avrik.
– Vit vóru undan dystin-
um fullgreiðar um, at
skuldi vit vinna, so kravdi
tað, at vit stríddust alla
tíðina. VB fer altíð á vøllin
við hugburðinum um, at
tær vilja stríðast til tað allar
seinasta, og tí vistu vit av, at
kravið var ein rimmar
innsatsir, um vit skuldu
gera okkum vón um at
vinna.
Sum kunnugt eydnaðist
hetta, og mong munnu vera
av teirri fatan, at VÍF nú
hevur beina kós móti greip-
uni.
Tað er so í øllum førum
nakað, sum vit fara eftir,
sigur ein fegin Sóley Mikk-
elsen at enda.
Eftir dystin kundi Sóley saman við venjaranum fegnast um
steypið, sum ætlandi verður tað fyrsta av tveimum hetta
kappingarárið
Fyrireikaðu
seg væl
At smílið var stórt eftir
dystin, var einki at siga til.
Saman við liðfeløgunum
kann Fríða rópa seg
steypavinnara 2001
"Coca-Cola" and the design of the Coca-Cola Red Disc Icon are registered trademarks of the Coca-Cola Company. (C) 2000 The Coca-Cola Company. All rights reserved.
Coca-Cola ynskir kvinnunum hjá VÍF og
monnunum hjá StÍf hjartaliga tillukku
við steypunum
Coca-Cola ynskir kvinnunum hjá VÍF og
monnunum hjá StÍf hjartaliga tillukku
við steypunum
Coca-Cola stuðlar hondbóltinum!
Coca-Cola stuðlar hondbóltinum!
Vinnarar av
Coca-Cola Kappingini
Vinnarar av
Coca-Cola Kappingini
VÍF - vinnari av Coca-Cola Kappingini hjá kvinnum
StÍF - vinnari av Coca-Cola Kappingini hjá monnum