Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 13. februar 2001 19 18 Nr. 30 - 13. februar 2001 Eftir dystin dugdi málverjin hjá strand- ingum als ikki at siga, hvussu hann bar seg at við seinastu bjarg- ingunum, sum í roynd og veru avgjørdu dystin til fyrimuns hjá StÍF STEYPAFINALA Jákup Mørk Tá vit undan finaludyst- unum spurdu Jóhan Daniel- sen, hvat skuldi til fyri at vinna dystin, segði hann, at tað ráddi um at fáa sama spælið fram, sum StÍF sýndi, tá teir fyri tveimum árum síðandi gjørdust før- oyameistarar. Sum kuinnugt eydnaðist tað strandingum at vinna dystin, og tá vit eftir hetta hittu Jóhan, helt hann eisini, at orsøkin fyrst og fremst var, at teir høvdu funnið rætta spælið fram. – Eg væntaði áðrenn dystin, at vit skuldu halda teimum longri niðri enn 29 málum, men hinvegin koyrdi álopsspælið hjá okkum sera væl. Eftir mínum tykki hevur tað ikki koyrt somikið væl higartil í ár. Uppsettir Einki er at ivast í, at spælið til tíðir minti um gullárið fyri tveimum árum síðani, men ein beinleiðis frá- greiðing til, hví alt hetta riggaði júst í dag, er kanska heldru torførari at siga. Jóahn helt tó fyrst og fremst, at orsøkin var, at allir leikararnir í dag vóru greiðir um, hvønn týdning dysturin hevði. – Allir leikararnir vóru sera uppsettir til dystin. Tað kom okkum eisini til góðar, at vit vóru undirmettir av øllum, og vit fóru bara inn á vøllin við tí hugburði, at bara vit stríddust, so fór hetta kanska at verða nóg mikið. Ofta verður tikið til, at spælið hjá StÍF svingar heldur nógv í takt við lagið hjá einstøku spælarunum. Tí vóru helst eisini mong, sum roknaðu við, at tað fór at ganga galið, tá Svein- bjørn Poulsen varð rikin av vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki. – Eg haldi sjálvur, at Hjalmar og Kristian gera nøkur mistøku har, og slíkar hendingar hava ofta verið við til at oyðilagt dystir fyri okkara viðkom- andi. Hesa ferð megnaðu vit tó at halda fast um sjálvan dystin, soleiðis at tað heldur eru vit, sum koma styrktir burtur úr teirri hendingini. Seinastu løtuna stóð sjálvsagt nógv á hjá øllum pørtum. Fram til at kalla seinasta minuttin var dyst- urin framvegis opin, men millum annað tvær sera týdningarmiklar bjargingar frá Jóhan syrgdu tá fyri, at StÍF held fast um leiðsluna. Til hetta visti Jóhan tó ikki so nógv at siga. – Eg veit ikki akkurát hvussu hasar bjargingarnar komu. Alt var bara full- komuliga uppi at koyra tá, og adrenalinið pumpaði runt í kroppinum. Tað ber als ikki til at siga, hvat gongur fyri seg í høvdin- um, tá so er, segði ein fegin málverji at enda. Hóast hann bert var ætlaður til verjupart- in, fekk John Petersen eisini týdningarmikla leiklut í álopsspæl- inum hjá stranding- um í steypafinaluni STEYPAFINALAN Jákup Mørk Síðani John Petersen aftur fór at fáast við hondbólts- spælið, hevur hann verið ein av hornasteinunum í verjuspælinum hjá StÍF, men í finaludystinum fekk hann har umframt eisini týdningarmiklan leiklut í álopsspælinum. Hetta var tó ikki ætlanin at byrja við, segði John eftir dystin. – Sum útgangsstøði skuldi eg bert taka lut í verjupartinum. Tá teir so fóru at mansverja, so var tað meira náttúrligt, at eg eisini kom við í álopspart- inum. Lítil venjing Ikki tí. John man eisini teljast millum frægastu álopsspælararnar í landin- um, men sambært leikar- anum sjálvum, so er venj- ingarstøðan ikki tann allar besta, og tí er tað fyri hans- ara viðkomandi ivaleyst, at hann bert verður nýttur í verjupartinum. – Fyrst og fremst havi eg drigist við ein knæskaða, sum hevur gjørt, at eg ikki havi fingið vant við fullari ferð. At eg so eisini havi verið burtur frá við fót- bóltslandsliðnum, umframt tað at eg eri búsitandi í Havn, gera eisini sítt til, at venjingartímarnir ikki gerast so nógvir í tali. – Kropsliga eri eg so hampuliga væl fyri, men tá mann ikki venur saman við hinum regluliga, so kann tað væl gerast ein vansi í álopsspælinum. Um teir til dømis rópa »trý«, so havi eg ikki ánilsi fyri, hvat teir meina við, og so standi eg meira ella minni til fortreð í álopspartinum. Hóast hann sostatt ikki hevur ant so nógv við lið- feløgunum, so er John tó ikki nakar ársungi á StÍF liðnum. Í eini 10 ár hevur hann verið roknaður mill- um føstu stuðlarnar, og sjálvandi ásannar hann eisini, at hetta er ein stór hjálp í so máta. – Tað hevur so avgjørt sítt at siga. Hinvegin, so hava vit í ár nýggjan venj- ara, og hesin hevur so sjálvandi roynt at arbeitt nøkur nýgg álopssystem inn á liðið. Tá vit spæla við gomlu ketuni, har eg veit, hvussu allir spæla, so er tað eingin trupulleiki, men verður so skift til okkurt, sum eg ikki eri vanur við, gerst tað nógv torførari hjá mær. At enda spurdu vit John, hvat hann helt vera størsta orsøkin til sigurin. – Fyrst og fremst var tað stríðsviljin, sum bar okkum fram. Vit stríddust í sam- fullar 60 minuttir, men harumframt hevði tað sera stóran týdning, at Artur heldur okkum inni í dyst- inum fyrstu løtuna. Síðani koma allir betri við, og ikki minst fer Jóhan at taka heilt nógv. Fyrst og fremst vil eg tó siga, at tað var stríðs- vilijn, sigur ein fegin John Petersen at enda. Alt var á gosi Sjálvandi skuldi máling eisini leggjast á andlitið, tá steypasigurin var vorðin veruleiki Stríðsviljin bar okkum –Tað kann geva trupulleikar, um onkur brádliga rópar »trý«, og eg so ikki havi ánilsi fyri, hvat tað merkir, sigur John Petersen millum annað StÍF vann í sonnum gysara Fyri frystu ferð í ár noyddist eitt fyrstu deildarlið úr Vest- manna av vøllinum sum tapari. Eftir ein gysara av teimum heilt stóru kundi StÍF fara á pallin eftir steypinum, og fingu teir harverið hevnd fyri finalutapið fyri tveimum árum síðani STEYPAFINALAN Jákup Mørk Eftir at kvinnurnar hjá VÍF høvdu gjørt sítt til, at leyg- ardagurin skuldi gerast enn ein ógloymandi hondbólts- dagur í Vestmanna, áttu menninir tørn, tá teir fóru á vøllin at dystast móti strandingum. AT VÍF vóru favorittar at vinna dystin, var eingin sum helst ivi um. Alt árið á tamb hava teir hildið ovasta sessinum, og enn høvdu teir ikki roynt at fara av vøll- inum sum taparar. Fóru eftir Inga Fyrstu løtuna av dystinum var heldur ikki nógv, sum bendi á, at StÍF skuldi fara at gera nakað við favoritt- arnar. Verjuspælið hjá vest- menningum hekk sera væl saman, og við brøðrunum báðum, Inga og Áka Olsen, í hopla, gekk eisini væl at skjóta mál í álopspartinum. Strandingar vildu tó ikki á nakran hátt geva skarvin yvir, soleiðis uttan víðari. Teir stríddust sera væl, og hóast tað at byrja við sá trupult út, so góvust teir ikki. Serliga Artur tóktist at vera væl fyri, og eina ferð fyri og aðra eftir megnaði hann við avsetti sínum at koma upp um væl vaksnu VÍF verjuna, soleiðis at bólturin kundi langast í meskarnar. Til at bremsa spælinum hjá VÍF valdu strandingar eisini rættiliga skjótt at fara út at mansverja Inga Olsen. Hetta tóktist í nóg so stóran mun at darva VÍF spælin- um, sum als ikki kom upp í somu snúningar, sum tað vanliga er á. Týdningarmikið mál Hóast StÍF soleiðis megn- aði at hanga í vestmenning- unum, so var nærum alla tíðina líkt til, at tað skuldi eydnast vestmenningum at halda seg framman fyri. Hvørja ferð strandinguar royndu at gera ein vørr, eydnaðist tað vestmenn- ingum at svara aftur, men tá hálvleikurin var um at vera runnin, eydnaðiast endiliga strandingum at koma fram- um. John Petersen, sum ann- ars mest varð nýttur í verju- partinum, hevði dittað sær fram við í álopið, og við einum sera hegnisligum undirhondsskotið sendi hann bóltin í meskarnar til hálvleiksstøðuna 16-15. Týdningurin av at enda hálvleikin væl hevur uttan iva verið sera stórur hjá strandingum. Teir vistu nú, at tað kundi lata seg gera at taka vestmenningarnar, meðan vestmenningar hin- vegin høvdu fingið at vita, at teir so avgjørt ikki skuldu rokna við, at sigurin fór at koma av sær sjálvum. StÍF helt fast Tað var eisini sjónligt, tá liðini komu út til seinna hálvleik, at strandingar veruliga trúu upp á møgu- leikan. Skjóta álopsspælið, sum seinnu árini hevur verið teirra vørumerki, men sum nærum ikki hevur verið sjónligt í ár, var nú aftur at síggja. Jóhan tók sær av alsamt fleiri bóltum, og áskoðarafjøldin royndi nú brádliga at yvirdoyva teir mongu vestmenning- arnar, sum høvdu leitað sær til Havnar. Vónirnar fyri sigrinum mundu batna alsamt, men kortini lá tað eisini í luftini, at vestmenningar so langt ífrá vóru bastir enn. Óttin fyri hesum mundi serliga komast av, at tað tóktist sum um strandingar nýttu nógv fleiri kreftir móti kropsliga sterku vestmenn- ingunum. Tað sá eisini út til at vera ein staðfesting av hesum, tá eini tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Strandingar høvdu tá eina tvey mála leiðslu, og tá tveir vestmenningar vórðu útvístir, vóru fortreytirnar fyri at gera eitt lop so avgjørt av teimum bestu. Av einhvørjari orsøk fingu strandingar tó einki burtur úr hesum, annað enn eitt brotskast, sum Eli Müller í VÍF málinum tók sær av, og lítla løtu seinni fór høllin veruliga upp á gos. Rok á vøllin VÍF var á veg í kontra álop, tá John fekk eina langa sending stungna fram. Bólturin kom beint fram við StÍF beinkinum, og har gjørdi Sveinbjørn Poulsen ikki mætari enn at lofta bóltinum. Strandingar vildu vera við, at bólturin var úti, tá Sveinbjørn loftaði, og allar helst høvdu teir eisini rætt í hesum. Hinvegin høvdu dómararnir als ikki bríksla fyri, at bólturin var úti, og tí høvdu teir ikki annað val enn at geva Sveinbjørni reyða kortið. Ein ómetaliga tung revs- ing hjá Sveinbjørn at taka ímóti. Hann hevði tá als ikki verið á vøllinum, og nú misti hann so mgøuleikan til at spæla ein aktivan leik- lut í finaluni móti liðnum, sum hann byrjaði kapp- ingarárið hjá. Sum um hetta ikki var nóg mikið, merkti kortið til Sveinbjørn eisini, at ein av leikarunum á vøll- inum skuldi út í tveir minuttir, og brádliga vóru tað vestmenningar, sum høvdu møguleikan at vera í yvirtali, tó uttan at vera førir fyri at gera sær dælt. Restina av dystinum var alt í høllini á gosi. Vest- menningar sansaðu, at ósigraða tíðarskeið teirra kanska stóð til at enda, og hesum royndu áskoðararnir av øllum alvi at forða. Áskoðararnir hjá stranding- um nærkaðust hinvegin ekstasuni, og væl kendu sigurssangir teirra gjørdust alsamt harðmæltari. Leysir sluppu teir tó ongantíð av vestmenning- um. Tvørtur ímóti eydn- aðist tað vestmenningum at koma upp á javnt, men nóg mikið til at steðga strand- ingunum var tað tó ikki. Enn eina ferð vunnu teir seg framum, og hesa ferð hildu teir fast. Vestmenn- ingar høvdu nakrar møgu- leikar ar vinna seg upp aft- ur, men Jóhan svaraði áskoðarum sínum aftur, tá hesir søgdu seg eiga føroya besta málmann, og bjargaði í avgerandi løtunum, so- leiðis at leiðslan kundi varðveitast. Costin gjørdi um seg Fagnaðurin á vøllinum var sjálvsagt ovurstórur, tá dysturin loksins var lið- ugur. Áskoðarar og leikarar klemmaðust í einum stór- um ruðuleika, meðan teir saman frøddust um, at teir høvdu megnað at koppa favorittunum. Uppskriftin til hetta var fyrst og fremst eitt rimmar liðavrik, har ikki ein tann einasti leikari á liðnum sveik tað álit, sum varð sett honum. Fleiri teirra megn- aðu at taka ábyrgd fyri dystargongdini, men fram um nakran annan mundi tað vera leikandi venjarin, Costin Dumitrescu, sum átti størsta partin í sigrin- um. Somikið stórur var leiklutur hansara, at vest- menningar at enda royndu at mansverja hann, men tá var ov seint hjá teimum. Dysturin stóð ikki at venda, og vestmenningar máttu ásanna, at dagurin bara ikki skuldi vera teirra. Dysturin í tølum Málskjúttar: VÍF: Ingi Olsen 8(2), Sám- al Joensen 5, Áki Olsen 5, Martin Hummeland 4, Johnny Joensen 4, John Zachariasen 2 StÍF: Artur Johansen 8, Marius Joensen 7, Costin Dumitrescu 6, Jón Rasmussen 5, Kristjan Petursson 3, John Petersen 2, Andre Danielsen 1 Brotskøst: VÍF 3, StÍF 3 Útvísingar: VÍF 7, StÍF 4 Diskvalifikatiónir: StÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen og Krist- ian Johansen. Høvdu kanska ikki ein av sínum allarbestu døgum, og feil- dómararnir vóru nakað nógvir í tali. Hava tó so- mikið stóra rutinu, at teir at kalla ongantíð missa tamar- haldið á einum dysti, og tá leikararnir eisini vita, at so er, lata teir dómararnar um at stýra dystinum, og royna heldur at hugsa um sjálvt spælið. Dramatikkurin kom í hæddina, tá Sveinbjørn Poulsen mistók seg, soleiðis at hann fekk reyða kortið, uttan at hava spælt við í dystinum