týsdagur 13. februar 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 13. februar 2001
21
20
Nr. 30 - 13. februar 2001
Liðið hjá Allan er fremst
Enn restar eitt umfar av FM kappingini í
bridge, men eftir stigatalvuni at døma, er liðið
hjá Allani Dal-Christiansen í løtuni best í
Føroyum
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
FM lið
Tey seinastu umførini í innleiðandi FM kappingini fyri lið
vóru leikt um vikuskiftið í skúlanum í Runavík.
Liðið hjá Allani Dal-Christiansen vann 1. deild, men
hóast hetta eru teir kortini ikki føroyameistarar enn. Enn
er eitt umfar eftir at leika millum fýra tey fremstu liðini. Á
liðinum hjá Allani leika Per Kallsberg, Dánjal Pauli Mohr,
Jóannes Mouritsen og Heðin Mouritsen.
2.deild vann liðið hjá Jónu Grunnveit. Á liðnum hjá
henni leika eisini Jógvan Juel Rasmussen, Eyðun Jensen,
Eyðun Joensen, Høgni Hansen og Øssur Winthereig.
Úrslitini vóru hesi:
1.deild
Allan Dal-Christiansen — Oddmar Danielsen
17-13
Símin Lassaberg — Farodane
21-09
Carl Mikkelsen — Gunnar Mouritsen
12-18
Oddmar Danielsen — Gunnar Mouritsen
08-22
Farodane — Carl Mikkelsen
25-05
Allan Dal-Christiansen — Símin Lassaberg
16-14
Símin Lassaberg — Oddmar Danielsen
25-04
Carl Mikkelsen — Allan Dal-Christiansen
12-18
Gunnar Mouritsen — Farodane
15-15
Støðan í 1.deild:
1. Allan Dal Christiansen
203
2. Símin Lassaberg
181
3. Farodane
177
4. Carl Mikkelsen
140
5. Gunnar Mouritsen
119
6. Oddmar Danielsen
63
2.deild
Hanus Bærentsen — Gullkonto
18-12
Jóna Grunnveit — John Reid Skoralíð
19-11
Henny Egholm — Haldur Ellingsgaard
18-12
Eyðun Anthoniussen — Danny Transport
17-13
Henny Egholm — Hanus Bærentsen
20-10
Danny Transport — Haldur Ellingsgaard
00-18
Jóna Grunnveit — Gullkonto
13-17
John Reid Skoralíð — Eyðun Anthoniussen
12-18
Hanus Bærentsen — Jóna Grunnveit
14-16
Eyðun Anthoniussen — Gullkonto
25-03
Danny Transport — Henny Egholm
00-18
Haldur Ellingsgaard — John Reid Skoralíð
20-10
Støðan í 2.deild:
1. Jóna Grunnveit
280
2. Hanus Bærentsen
262
3. Eyðun Anthoniussen
234
4. Henny Egholm
203
5. Haldur Ellingsgaard
181
6. Gullkonto
175
7. Danny Transport
152
8. John Reid Skoralíð
144
Finalurnar í FM kappingini fyri lið verða spældar í
Klaksvík vikuskiftið 23. og 24. mars. Tey fýra liðini í FM
bólkinum hava stigini frá innanhýsis dystunum í
innleiðandi kappingini við sær í endaumfarið. Har er
støðan hendan:
1. Allan Dal-Christiansen
112
2. Farodane
90
3. Símin Lassaberg
86
4. Carl Mikkelsen
72
Í Klaksvík skulu tey bæði fremstu liðini í 2.deild og tey
bæði aftastu í 1.deild í ein upp- og niðurflytingarbólk at
spæla ein dyst móti hvørjum øðrum um tvey pláss í 1.deild
komandi kappingarár.
Nýggj kortblandimaskina
Ta seinastu tíðina hava kortini til FM kappingarnar verið
hondgivin, men FBS hevur nú keypt nýggjan
kortblandara. Kortini, ið spæld vóru í Runavík, vóru tí
teldugivin. Ymist er, hvat fólk halda um hetta. Summi vilja
vera við, at teldan gevur heldur nógvar skeivar hendur.
Serliga kortini, sum spæld vóru í 2.deild, høvdu nógvar
skeivar hendur. Men her skulu vit síggja eitt spæl frá kapp-
ingini í 2.deild, sum tó ikki var so óvanligt.
V/allir
Norðan
862
T73
AKT54
A2
Vestan
Eystan
KQJ54
AT93
AJ642
AJ642
-
J32
T87643
K
Sunnan
7
KQ8
Q9876
QJ95
NS: Jógvan Juel Rasmussen og Jóna Grunnveit
EV: Steingrím Weihe og Símin Hansen
V
N
E
S
pass
1rú
D
4rú
4sp
pass
pass
5rú
pass
pass
D
pass
pass
pass
Eystan spældi spA út og skifti til trumf. Norðan tók á
hondini, spældi spaðara til trumf, rútara til essið, trumfaði
tann seinasta spaðaran og tók síðan rúQ.
Jógvan Juel hugsaði nú sum so, at líkindini vóru ikki
góð fyri at vinna kontraktina. Eystan hevði upplýsingar-
duplað, og var tí lítil ivi um, at hann hevði klK. Men ein
duplaður niður var jú eisini eitt gott offurmeld móti 4sp.
Fyri at tryggja sær, at hann ikki fór fleiri niður, spældi
hann kleyvara til essið. Ætlanin var at kasta ein hjartara-
tapara undir klQ, men tá klK fall undir essið, vann
kontraktin.
Í hinum rúminum spældu EV eisini 5rú, sum fór ein
niður, tá spælførarin klípti eftir kleyvara kongi.
FM fyri blandað pør (mix)
Eftir kappingarskránni hjá FBS verður FM kapping fyri
blandað pør, tað sum vit fyrr kallaðu mix-kapping, í
Bridgehúsinum í Havn leygardagin 3. mars. Freistin at
melda seg til hesa kappingina er úti 28. februar. Tey, ið
ætla sær at spæla við, kunnu ringja til Marjuna Restorff,
tel 31 91 42, ella skriva seg á lista, ið hongur uppi í
Bridgehúsinum.
NM fyri unglingar
Norðurlendska kappingin fyri unglingar (U-25), verður í
Svøríki í juni. Hendan kappingin verður spæld annaðhvørt
ár. Fyrstu ferð føroyingar sendu lið til hesa kappingina var
í 1993. Fyrra árið, tá kappingin í Íslandi, sendu vit einki
lið til kappingina. Ein trupulleiki við luttøkuni í hesi
kappingini er, at vit hava ov fáar unglingar. Annar er, at
kappingin er í próvtøkutíðini. Men vit hava frætt, at arbeitt
verður við at fáa eitt lið við til kappingina í summar.
Vónandi fer hetta at eydnast. Teir føroysku unglingarnir
hava áður staðið seg avbera væl í NM kappingini, og tó at
vit ikki eiga nógvar unglingar, so kunnu teir nú manna eitt
sterkt lið við spælarum, sum allir hava leikt í 1.deild í
vetur.
Liðið hjá Allani fekk flest stig í fyrstu deild í ár, men enn er so
seinasta og avgerandi umfarið eftir
Úrslitini í áttanda
umfari lagaðu seg
ómetaliga gott fyri
havnarliðið, sum nú
liggja tvey stig fremst-
ir eftir teirra sigur á
hvalvíkingum. Sanda-
vágsmenn halda enn í
møguleikanum at
koma undan botn-
strikuni eftir stórsig-
ur á oddaliðnum úr
klaksvík, og í Vest-
manna vann Hans
Kristian Simonsen
sensationelt á John
Rødgaard.
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Kappingin í fyrstu deild í ár
hevur verið sera merkis-
verd. Javnt hevur verið alla-
tíðina og nærum í hvørjum
umfari hevur okkurt óhugs-
andi úrslit verið. Øll liðini
hava verið sera óstøðug,
eisini havnarliðið sum fyri
fýra umførum síðani lá á
aftasta plássi. Sjálvdan
hevur eitt lið havt somu
manning tvey umfør á rað,
undantikið hvalvíkingar, og
hetta er størsta orsøkin til
óstøðugu úrslitini.
Toppdysturin
Sigast kann at allir tríggir
dystirnir í áttanda umfari
vóru toppdystir, men skal
nakar takast framum, varð
tað dysturin millum Hval-
vík og Havnina, sum saman
við klaksvíkingum lógu
javnir á odda.
Haldur Suni Johansen
fekk ein góðan javnleik
ímóti John Rødgaard í sein-
astu viku, og helt hetta rák-
ið
fram
ímóti
Martin
Brekká. Haldur Suni leikti
ágangandi,
fekk
góða
støðu, og tá Martin ikki
vildi býta frúgvar av, bleiv
støða hansara bert verri.
Haldur Suni leikti neyvt,
fekk vinnandi álop og vann
hareftir.
Herluf Hansen gjørdi ein
øgiligan sjálvmálsleik tá
hann púra óneyðugt misti
frúnna í einari betri støðu
ímóti Finnbjørn Zacharias-
sen. Tílíkt kann henda fyri
sjálvt tann besta, men tað
pínir djúpt. Hetta varð ein-
asta
stig
hvalvíkingar
fingu.
Á triðja borði heldur ungi
Olaf Berg fram við góðum
spæli. Hesaferð vann hann
á Sámal Christiansen í ein-
um kompliseraðum talvi.
Olaf hevur verið rættiliga
álopssinnaður í ár, og offr-
aði eisini sera taktiskt frúgv
fyri rók, bisp og riddara og
vísti hetta offrið seg at
vinna sannførandi.
Johan E. Hansen royndi
seg fyri fyrstu ferð fyri
Havnina í fyrstu deild.
Talvið hjá honum og Gunn-
ar Joensen tóktiskt sera
javnt tá Gunnar leikti av-
gerandi feil, og tapti sostatt.
Hvalvíkingar høvdu und-
an hesum umfari verið
rímiliga støðugir. Trý dýr
stig góvu teir havnarmonn-
um.
Klaksvíkingar
dumpaðu
Ein stórsigur ímóti sanda-
vágsmonnum og FM-heitið
kundi
vælsaktans
blivi
teirra, men lið sum stríðast
undan niðurflyting eru altíð
vandamikin og hetta prógv-
aði teir har vesturi sunnu-
dagin.
Torkil Nielsen er komin
heimaftur eftir at hava verið
til skips, meðan Rani Nol-
søe var uttanlanda, og sat tí
Steintór
Rasmussen
á
fyrsta borði. Steintór tykist
at hava fingið spæligleðina
aftur og hevur hann fingið
frálík úrslit í ár. Hann vann
eisini á Torkil í talvi teirra.
Tummas Martin Anthoni-
ussen hevur eisini havt eitt
gott kappingarár, men tapti
ímóti Bernhard Augustin-
ussen. Gutti Petersen vann
óvæntað á Ingolf Gaard á
triðja borði, og Sonni Niel-
sen, sum somuleiðis hevur
havt eitt gott kappingarár,
vann sítt talv ímóti Rúna
Dragaberg.
Heili 3-1 til botnliðið,
sum nú mugu hava líknandi
úrslit í teimum tveimum
seinastu
umførunum.
Klaksvíkingar kunnu enn
náa teirra mál, men mugu
verða meira støðugir skal
tað eydnast.
Hans Kristian vann -
KT tapti
Kollfirðingar hava ikki oft-
ani í ár nýtt stórmeistara,
og hevur hetta viðført at 17
ára gamli Hans Kristian
Simonsen
hevur
havt
ábyrgdina á fyrsta borði.
Hesa uppgávu hevur hann
røkt fyrimyndarliga, við eitt
nú javnleiki ímóti Flóvin
Tór Næs, og hevur hann nú
eisini vunnið altjóða meist-
ara. Hetta bleiv einasta stig
kollfirðinga fingu. John
Rødgaard hevur higartil
ikki havt eitt heppið kapp-
ingarár.
Úrslitini í ár hava sum
sagt verið sera óstøðug og
er tí einki avgjørt. Næst-
seinasta umfar verður leikt
25. feb, og tá kunnu klaks-
víkingar venda gongdini tá
teir hitta Havnina í sonnum
toppbraki. Hinir dystirnir
verða; Kolafjørður – Hval-
vík og Sandavágur – Vest-
manna.
Runavíkingar møttu
ikki
Toftamenn fingu fýra løtt
stig tá runavíkingar ikki
fingu mannað lið. Óheppið
fyri kappingina og Havnina
2, sum nú er hálvt stig aft-
anfyri Toftir. Havnarliðið
vann sín dyst 2,5-1,5 ímóti
Gøtu, men varð hetta ikki
nóg mikið at varðveita
fyrsta pláss.
Havnin 3 vann sín fyrsta
dyst í ár, 3-1 á Klaksvík,
men torført verður kortini
hjá teimum at halda sær
uppi í deildini.
Næsta umfar hittast bæði
toppliðini, og verður hesin
dysturin javnur er møgu-
leiki fyri at gøtumenn, sum
hitta Havnina 3, kunnu
blanda seg av álvara undan
seinasta umfari.
Havnarmenn
einsamallir á odda
1.Deild
VT-KT 3-1
1. IM John Rødgaard (2335) - Hans K. Simonsen (1785) 0-1
2. Torbjørn Thomsen (2220) - Karl L. Johansen (1720) 1-0
3. John Jacobsen (1915) - Alvin Joensen (1600) 1-0
4. Dánjal P. Højgaard (1840) - Hans M. Andreasen (1325) 1-0
ST-KTF 3-1
1. Torkil Nielsen (2055) - Steintór Rasmussen (2055) 0-1
2. Bernhard Augustinussen (1850) - Tummas M. Antoniussen (1900) 1-0
3. Gutti Petersen (1575) - Ingolf Gaard (1770) 1-0
4. Sonni Nielsen (1745) - Rúni Dragaberg (1550) 1-0
TFS-HT 1-3
1. Martin Brekká (2070) - Haldur S. Johansen (2030) 0-1
2. Finnbjørn Zachariasen (2045) - Herluf Hansen (2020) 1-0
3. Sámal Christiansen (1845) - Olaf Berg (1815) 0-1
4. Gunnar Joensen (1845) - Johan E. Hansen (1595) 0-1
Støðan eftir 8. Umfar
1. HT, Tórshavn
4-3-1
18.5
2. KTF, Klaksvík
3-2-3
16.5
3. TFS, Hvalvík
3-2-3
16.5
4. VT, Vestmanna
2-3-3
16
5. KT, Kollafjørður 3-2-3
15.5
6. ST, Sandavágur 1-4-3
13
2.Deild
TT-RT 4-0
RT møtti ikki
HT 2 -GT 2.5-1.5
1. Jóhan Gaard (1820) - Jónfinn Thomsen (1850) 1-0
2. Michael Jensen (1800) - John Joensen (1725) 0.5-0.5
3. Poul Poulsen (1770) - Reinhold Isaksen (1725) 0-1
4. Jógvan Næs (1680) - Jákup F. Joensen (1690) 1-0
KTF 2-HT 3 1-3
1. Petur H. Poulsen (1830) - Jón Andreasen (1635) 0-1
2. Óli Joensen
(1615) - Jóannes V. Hansen (1645) 0.5-0.5
3. Esbern Christiansen (1605) - Jóannes Guttesen (1505) 0.5-0.5
4. Torleif E. Petersen (1575) - Mortan Thomsen (1350) 0-1
Støðan eftir 8.Umfar
1. TT
6-1-1
21
2. HT 2 7-1-0
20.5
3. GT
3-0-5
17
4. RT
3-0-5
14.5
5. KTF 23-0-5
13.5
6. HT 3 1-0-7
9.5
3.Deild
KTF 3-Rókur 3-1
1. Vagn Heldarskarð (1470) - Tordur Andreasen 1-0
2. Atli Jacobsen (1290) - Hans E.S. Jensen (1005) 1-0
3. Mannbjørn Anthoniussen (1210) - Bergur Johannesen (1375) 0.5-0.5
4. Jan Simonsen (1315) - Mikkjal Joensen (1140) 0.5-0.5
VT 3-KT 2 2.5-1.5
1. Joen P. Johannesen (1475) - Árant Djurhuus (1000) 1-0
2. Niels O. Durhuus (1390) - Teitur Joensen (1295) 0 .5-0.5
3. Hanus I. Hansen (1195) - Mervin S. Thomsen 0-1
4. Ingolf Debes (1190) - Jákup Simonsen 1-0
HT 4-VT 2 1.5-2.5
1. Sigurð Justinussen (1705) - Kári Durhuus (1770) 0.5-0.5
2. Suni Jacobsen (1675) - Jón Mikkelsen (1665) 1-0
3. Øssur Joensen (1650) - Jákup á R. Andreasen (1640) 0-1
4. Jákup A. Jensen (1580) - Jákup Durhuus (1630) 0-1
Støðan eftir 8.Umfar
1. VT 2 6-0-2
24
2. HT 4 6-1-1
21
3. KT 2 5-0-3
20.5
4. KTF 32-0-6
11.5
5. Rókur 2-0-6
10
6. VT 3 2-1-5
9
Fremsti norski telvarin
Simen Agdestein og super-
stórmeistarin Alexei Shirov
leiktu 9. februar ein lítlan
dyst. Fýra 15. minuttir talv
blivu leikt, har Shirov vann
ein tepran 2,5-1,5 sigur,
eftir at Agdestein hevði
verið framanfyri 1,5-0,5.
Niðanfyrinevnda talv er
hitt triða í dystinum.
Agdestein,S
(2591)
-
Shirov,A (2718)
Radisson SAS Challenge
Bergen
NOR
(3),
09.02.2001
1.d4 d5 2.c4 c6 Slavisk
byrjan 3.Nf3 Nf6 4.e3 Bf5
5.Bd3 Bxd3 6.Qxd3 e6 7.0-
0 Nbd7 8.Nc3 Bb4 9.Bd2
a5 10.c5 0-0 11.Na4 Ne4
12.a3 Bxd2 13.Nxd2 f5
14.f3 Nef6 15.b4 axb4
16.axb4 Qe7 17.Nb3 e5
18.Na5 Agdestein undir-
metur álop Shirovs 18...e4
19.fxe4 Nxe4 20.Nxb7
Ndf6 21.Na5 Ng4 22.h3
Qh4! 23.Rf3 [23.Ra2 Rf6
24.Nb6 Qg3 25.hxg4 Rh6
og hvítur tapir; 23.hxg4
fxg4 Svartur hevur avger-
andi álop] 23...Ng5 24.Qe2
Nxf3+
25.Qxf3
Rae8
26.Nxc6 Rxe3 27.Qxd5+
Kh8 28.hxg4 fxg4 29.Ne5
Qf2+ 30.Kh1
(Diagram) g3! Og hvítur
kann bert útseta svarta
mátið við at ofra frúgv 0-1
Talvið hesa vikuna
Sig okkum frá
Hendir okkurt, sum
er hugvert hj ¿Ýrum at vita,
eru vit til reiÝar at bera tÝindini vÝari.
Sosialurin leggur seg eftir at bera
tÝindi r ¿llum landinum.
Vit koyra runt t kenda, gra Toyota
bilinum viÝ eyÝkendu frmerkjunum.
FerÝandi blaÝstjrnin er dagliga ti kring landiÝ.
Vit eru at hitta telefon nr. 31 18 20.
Telefax nr. 31 47 20.
Edvard Joensen mannar l¿tuni ferÝandi
blaÝstjrnina. Hann er at hitta telefon nr.
42 36 17 ella fartelefon nr. 22 05 07.
Eisini ber til at senda teldupost til:
edvard@sosialurin.fo
ella post@sosialurin.fo