Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-02-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. februar 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 30 - 13. februar 2001 Nr. 30 - 13. februar 2001 23 Costin Dumitrescu heldur steypasigurin hava nógv at siga hjá teimum. Ikki minst tí at hondbólturin er so høgt í metum í Føroyum STEYPAFINALAN Jákup Mørk Tað var sjálvandi ein fegin venjari, sum vit fingu orðið í skiftirúminumn, tá tað var greitt, at StÍF hevði vunnið steypafinaluna. – Bæði eg sjálvur, leikar- ar og øll rundan um liðið eru sera fegin um hetta úrs- litið. Fyri mítt viðkomandi eisini eitt sindur eyka glað- ur, tí hondbólturin hevur so nógv at siga her í Føroyum. Aðra staðni hevði ein slíkur dystur kanska ikki merkt so nógv, men eg haldi tað er sera stuttligt, at áhugin er somikið stórur, sum hann er, segði Costin Dumitres- cu. Hann skuldi eisini helst vita, hvat hann tosaði um í so máta. Sum leikari hevur hann fleiri ferðir roynt at vunnið bæði meistaraheiti og steypakapping, men ongastaðni heldur hann, at steypakappingin er so høgt í metum sum her í Føroy- um. Okkara dagur Um dystin sjálvan helt hann annars, at teir spældu fyri sínum møguleika, og at tað var hetta, sum hevði givið teimum sigurin. – Undan dystinum sá eg, at onkur avstemman var hildin á alnetinum. Har varð mett, at vit høvdu 30% møguleika at vinna, og tað er helst heldur ikki av leið, undir vanligum umstøðum. Teir hava jú eitt sera sterkt lið, men hetta var so okkara dagur. – Eg royndi at fáa liðið at stríðast til tað seinasta. At spæla okkara spæl og spæla fyri okkara møguleika. Um tað høvdu komið ov nógvir nervar uppí, høvdu vit helst byrjað at gjørt óneyðug mistøk, men tað hendi tí- betur ikki. Tvørtur ímóti royndu vit at halda fast við okkara spæl, og tað eydn- aðist. – Lat meg at enda takka vestmenningunum fyri tann ítróttaranda, sum teir sýndu okkum í dag. Teir vístu okkum, at eins væl og teir eru góðir vinnarar, so duga teir eisini at taka eitt tap. Teir ásannaðu eftir dystin, at hetta var okkara dagur, og tað eri eg fegin um. – Hondbóltur er jú eitt spæl, har tú vinnur viðhvørt og tapir viðhvørt, og tað er jú eisini júst hetta, sum ger, at spælið er so stuttligt, segði ein fegin Costin Du- mitrescu at enda. Tað var okkara dagur Eftir dystin var tað ein sjálvfylgja, at venjarin skuldi fáa tann tradionella lufttúrin Genturnar eru serligar Hóast hópurin er blandaður, ella kanska júst tí, heldur Daniel Rápa, at VÍF liðið í ár hevur nakrar heilt serliga egin- leikar, sum Sum nevnt aðra staðni í blaðnum, so var ikki líkt til, at VÍF liðið hjá kvinnunum var serliga nógv tyngt av týdninginum, sum dysturin hevði. Eftir dysitn spurdu vit venjaran hjá liðnum, Dani- el Rápa, um hetta hevði nakra serliga orsøk, eins og vit eisini spurdum, hvørji seinastu orðini, sum kvinn- urnar fingu við sær á vøllin vóru. – Vit gjørdu teimum greitt undan dystinum, hvussu stóran týdning dysturin hevði. At talan var um ein finaludyst, sum sjálvandi skuldi vinnast. Tær fingu at vita, at sam- anhald og stríðsvilji var tað , sum skuldi til, og yvirhøv- ur haldi eg, at tær allar vóru sera uppsettar, tá tær fóru á vøllin. Eitt helt serligt lið At byrjanin var góð hjá VÍF, er heldur einki at taka seg aftur í, men kortini var tað sum um spælið hevði hug at dovna ta einu løtuna. Spurdur, um hetta kanska komst av eini »for« góðari byrjan, segði Daniel, at hetta kanska kundi virka sum ein koddi. – Tað er ofta soleiðis, at mann dovnar eitt sindur, um tað gongur framúr at byrja við. VB fekk jú eisini minkað munin niður í tvey mál, men so vísti okkara aftur, at tær veruliga vildu vinna. – Genturnar vístu veru- liga, at tær eru gjørdar úr serligum tilfari, og eg haldi eisini at liðið hjá okkum í ár er nakað heilt serligt. Vit hava spælarar sum koma ymsa staðni frá. Skála, Eiði, Tórshavn, Rumenia og sjálvandi Vestmanna eiga øll part í liðnum. – Hóast tað soleiðis er ein blandaður hópur, so er tað eitt ella annað serligt við liðnum. Nakað sum ger, at tær veruliga kunnu taka seg saman tá á stendur, soleiðis at tær stríðast fyri sigrinum frá fyrsta til seinasta bríksli, og hetta er ein egin- leiki, sum hevur alstóran týdning fyri úrslitini hjá okkum. Eftir dystin skuldi steypið sjálvandi fyllast, soleiðis at bæði leikarar og venjarar sluppu at royna smakkin av sigrinum Veit ikki hvat eg hugsaði Mest dramatiska løtan í dystinum mundi vera, tá Svein- bjørn Poulsen fekk reyða kortið, og einki er at ivast í, at tað var við tungum sinni, at hann fór av vøllinum STEYPAFINALAN Jákup Mørk Tað var tá VÍF var á veg í mótálop, at Sveinbjørn Poulsen brádliga tók og loftaði bóltinum úti við StÍF beinkin. Ein hending, sum viðførdi reytt kort til hansara, men sum eisini syrgdi fyri at kynda meira upp undir harðmæltu áskoðarafjøldina. Undan finaluni hevði Sveinbjørn sagt, at hann so avgjørt vildi sleppa at hevna tapið fyri tveimum árum síðani, men neyvan hevði hann vóna, at hetta skuldi gerast hansara leik- lutur í dystinum. – Nei, eg veit ikki hví eg gjørdi soleiðis. Eg hugsaði bert um, at hjálpa okkum at seta eitt nýtt álop ígongd, og tí loftaði eg bóltinum. Lat meg tó siga, at bólturin var uttanfyri. Tað eri eg sannførdur um, segði Sveinbjørn um sjálva hend- ingina. Og hvussu var tað so hjá leikaranum at vera útihýst- ur frá at hava ein aktiva leiklut seinasta góða kor- terið? Tað var ræðuligt. Hevði eg verið einsamallur, so hevði eg heilt víst grátið, og má eisini viðganga, at eg sendi onkra stilla bøn upp- eftir, meðan eg bíðaði eftir at dysturin skuldi enda. Hóast hetta á pappírinum gjørdist einasti leiklutur hansara í dystinum, so var Sveinbjørn sera aktivur av beinkinum. Fram til útvís- ingina hevði hann vall sitið í frið, men ístaðin nýtt bæði rødd og armar til at greiða liðfeløgunum frá, hvussu teir skuldu gera. Sjálvur segði hann eisini, at eftir møðini at døma kundi hann eins væl spælt sjálvur. – Ja. Tað er einki at ivast í. Eg eri púrasta flatur nú, og tað er einki at ivast í, at eg eisini kenni tað soleiðis, at eg eigi mín part í steypi- num, segði Sveinbjørn at enda Ein fegin Sveinbjørn við steypinum, sum hann ongan tíð áður hevur havt hendur á Ogn í Sandágerði til sølu Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr.nr. 984 a, Tórshavn, Dr. Dahlsgøta 15 við hesum lýst til sølu. Grundøkið er sambært tingblaðnum 2.401 m2 til vídd- ar. Á ognini, sum liggur í sera náttúrvøkrum umhvørvi við serstakliga góðum útsýni eru bygd tvey sethús. Sethúsini eru til víddar ávikavist 2 x 135 m2 og 50 m2. Boð undir kr.2.2 mill.hava ongan áhuga. Húsini verða víst fram eftir avtalu við Advokatvirkið. Skrivlig boð skulu vera Advokatvirkinum í hendi í seinasta lagi 01.03.01. Áhugað kunnu venda sær til: Advokatvirkið Páll Nielsen,adv. Eyðhild Skaalum,adv. Sigmund Poulsen,adv. Hans Trygvi Teirin,adv. J.H.Schrøtersgøta 20 · Postsmoga 85 FO-110 Tórshavn Tlf.31 21 71 · Fax 31 58 74 e-mail:advokat@post.olivant.fo Bilur við skaða til sølu Merki: Citroën ZX Reflex 1.9 D st.car Árg.: 1995 KM.: 75.000 Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast á Smyrilsvegi 20,100 Tórshavn. Tlf.345729 – 210729 fax nr.345607 Heri Weihe at hitta millum kl.10.00–12.00. Frá S&K-felagnum Aðalfundur felagsins verður á Hotel Hafnia,Tórs- havn leygardagin 17.februar 2001,kl.16.00 við hesi dagsskrá: 1. Frásøgn formansins frá farna ári 2. Roknskapur til góðkenningar 3. Val av tveimum nevndarlimum og tveimum tiltakslimum 4. Lógarbroytingar 5. Innkomin uppskot 6. Ymiskt,m.a.fyrilestur við Bergi Godtfred. Eftir fundin bjóðar felagið nátturða. Nevndin Umboðsmannaval Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis lýsir til um- boðsmannaval 15. mars 2001. Veljast skulu eitt umboð fyri Vestmanna, eitt umboð fyri Kvívíkar og eitt umboð fyri Kollafjarðar umdømi. Uppskot til umboð skulu skrivliga vera sjúkra- kassanum í hendi í seinasta lagi 1.mars 2001. Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis • enskt í skrift og talu • at samskipa uppgávur • fyrikomandi og fleksibul • útbúgvin innan búskap, tøkni e.l. so ert tú møguliga tann, vit sóknast eftir. Upplýsingar um Atlanticon eru á www. atlanticon.fo og á tel 319685 Hevur hetta tín áhuga, vinarliga send eina umsókn innan 22 februar til okkum á: Postboks 1043, 110 Tórshavn e-mail: atlanticon@atlanticon.fo Skrivarin hjá Atlanticon er farin í annað starv. Dugir tú: og ert tú: Sp/f F A R O D A N E S K E I Ð S T O VA N KVAS KVAS R R TLF. 320204 Farodane 02-01 http://kvasir.farodane.fo Byrjunarskeið til tín, ið ikki hevur royndir við teldu Teldan og Eg Internet og Eg 4X4 tímar Lær telduna at kenna Kom í gongd við Interneti og telduposti Eingin forkunnleiki krevst mán 19-02-2001 - mán 26-02-2001 - mán 05-03-2001 - mán 12-03-2001 frí 23-02-2001 - frí 02-03-2001 - frí 09-03-20001 frí 16-03-2001 vel millum mánadag kl. 13.30-16.30 ella mánakvøld kl. 19.00-22.00 kl. 08.30-12.00 4X4 tímar Grundskeið í teldunýtslu Suðuroyar Ellis- & Røktarheim 800 Tvøroyri Sjúkrasystrar – sjúkrahjálparar – almanna- og heilsuatstøðarar Eitt starv sum sjúkrahjálpari/almanna- og heilsuat- støðari við einari arbeiðstíð uppá 0,7 í skiftandi vaktum er leyst til setan í tíðarskeiðnum frá 15. mars 2001 til 1.mars 2002. Eitt starv sum sjúkrahjálpari/almanna- og heilsuat- støðari við einari arbeiðstíð uppá 1,0 í skiftandi vaktum er leyst til setan í tíðarskeiðnum frá 15. mars 2001 til 1.november 2001. Eitt starv sum sjúkrasystur við einari arbeiðstíð uppá 0,8 í skiftandi vaktum er leyst til setan í tíðar- skeiðnum frá 15.mars 2001 til 30.september 2001. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til fyristøðukvinnuna tlf.371666 lokal 147. Løn sambært sáttmála millum ávíkavist Fíggjar- málastýrið/Sjúkrasystrafelagið og Sjúkrahjálpara- felagið. Umsóknir við avriti av prógvum v.m.verða at senda til Suðuroyar Ellis- og Røktarheim fyristøðukvinnan 800 Tøvroyri innan 28.februar 2001. ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG HITA · MASSAGU · LINNA Elin Danielsen Útb. fysioterapeutur Dr. Jakobsensgøta 22 100 Tórshavn Tlf. 21 44 77 Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan stephanssons hús