Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2007 17 tíðindi - Vit krevja hægri játtan til innskúl­ ingina og undir­vísing­ artilfar beinanvegin, sigur Heidi Petersen úr Tjóðveldis­flokk­ inum. Hon sigur kortanei til at játta pening til verkætl­ anina við Eystur­oyar­ tunlinum, fyrr enn skúlin hevur fingið sítt Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Heidi Petersen úr Tjóð­veld­ isflokkinum letur væl at aðal­orðaskiftinum um fólka­ skúlan í tinginum í gjár. Men hon sigur samstundis, at Tjóðveldisflokkurin krev­ ur, at samgongan tekur ítøki­lig stig til eykajáttan í hesari tingsetuni, tí annars ger flokkur hennara tað. Skúlin fremst Hon sigur við Sosialin, at nú skal fólkaskúlin í fremstu røð og onki annað hev­ur størri týdning í løt­ uni. - Eg sigi kortanei til at binda landið at gjalda 2- 300 milliónir til vegagerð og annað í sambandi við undir­sjóvartunnilin til Eyst­ ur­oynna, sum eitt privat fe­lag hevur tikið stig til, sigur Heidi Petersen. - Við mínum góða vilja kem­ur tað undir ongum um­støðum uppá tal at játta eitt oyra til slíkar verk­ætl­ anir, sigur hon. Tvey øki Undir orðaskiftinum í gjár, har Heidi Petersen var fram­ søgufólk í skúlamálum, savn­aði hon seg serliga um tvey øki: fleiri tímar til inn­ skúlingina og hægri játtan til undirvísingartilfar. Og eins og tey hini fram­søgu­ fólkini, bar hon fram, at til­ mælini frá landsstýris­mann­ inum um at hækka tímatalið til innskúlingina vóru í so varin. - Eg skeyt upp, at vit hækka tímatalið til 1., 2. og 3. flokk upp á støðið sum er í hinum Norðurlondunum. Sostatt skal 1. flokkur úr 18 upp í 25 tímar, 2. flokkur úr 20 upp í 28 tímar og 3. flokkur úr 24 upp í 30 tímar, sigur Heidi Petersen. Hon metir, at hetta hevði kosta einar 10-12 milliónir krón­ ur. Breiða semjan Heidi Petersen metir tað vera neyðugt at spjaða játt­ anina yvir eini tvey ár, so til ber at fyrireika tað. Hon fegn­­ast annars um, at tað tókt­­ist sum at grundarlag var fyri einari breiðari semju, tvørtur um floks­ mørk og samgonguskeið í sam­­bandi við aðalorðaskifti í gjár. - Vit eru villig til at gera eina semju viðvíkjandi fólka­skúlanum, sum allir flokk­ar taka lut í, sigur Heidi Petersen. Skúlin í fremstu røð Umvegis írska dótturfelag sítt hevur Atlantic Petroleum keypt 10% av leitingar­loyvi sunnan fyri Írland Oljuvinna Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta er fyrsta íløgan, sum føroyska felagið ger í írsk­ um øki,m en í tíðindaskrivi leggur leiðslan í felagnum stóran dent á, at hetta verður mett sum ein spennandi íløga. Ikki minst, tí skatta­ regl­urnar í Írlandi er laga­ ligar innan offshore-økið. - Okkara áskoðan er, at hendan íløgan er ógvuliga meinlík henni, sum vit gjørdu í 2003, tá vit keyptu part í Chestnut-, Etrick- og Perth-økjunum. Fundini her hóska væl í okkara porte­ følja av olju- og gassfeltum, og framleiðsla verður helst á onkrum av økjunum innan tvey til fimm ár, sigur Wil­ helm Petersen, stjóri á Atlantic Petroleum. Atlantic Petroleum fer í írskan sjógv - Eg sigi kortanei til at binda landið at gjalda 2-300 milliónir til vegagerð og annað í sambandi við undir­ sjóvartunnilin til Eyst­ur­oynna, sum eitt privat fe­lag hevur tikið stig til. Nú skal skúlin raðfestast, sigur Heidi Petersen. Talan er um spennandi íløgu, sigur stjórin í Atlantic Petroleum, nú felagið hevur flutt seg inn á írskt sjóøki