Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 27 - 7. februar 2007 tíðindi Eg haldi, at tað undir orða­ skiftinum í tinginum í dag kendist eitt álvarsemi og nær­lagni, sum tað sjáldan ella kanska ongantíð kennist at hava verið størri. Lands­ stýrismaðurin hevði lagt væl gjøgnumarbeitt upplegg fyri tingið í so mikið góðari tíð, at løgtingsmenn høvdu góðar møguleikar at fyri­ reika seg. At politikararnir høvdu gjørt lektiir, hoyrdist á orðaskiftinum, sum eisini var grundað á frágreiðingini, sum PISA bólkurin hevði gjørt. Eg hefti meg við tað, sum serliga hevur við Lærara­ skúl­an at gera. Ætlanin sigst nú vera, at lógar­ar­beið­ ið í sambandi við nýggja lóg fyri læraraút­búgv­ing og pedagogút­búgv­ing skal fyrireikast nú bein­anvegin. Hetta skal gerast sambært álitinum, sum varð handað landsstýrismann­in­um síðsta summar. Síggja fram til nýggju lógina Tað kom fram í tinginum, at fyrireikingarnar til lógina og lógararbeiðið skal gerast í ár, soleiðis at tað longu á sumri í 2008 kunnu takast lesandi inn sambært nýggju lógini. Tað síggja vit á Lær­ araskúlanum fram til. Tað gera vit, tí lógin fyri lærara­ útbúgving skjótt verður 27 ára gomul, og tí tað eingin lóg er fyri pedagogútbúgv­ ingina, sum er sambært grein í læraraskúlalógini, sum sigur, at aðrar útbúgv­ ingar kunnu setast á stovn sambært hesi lógini. At lógin verður dagførd, og at kunngerðir og lesiætlanir kunnu gerast við støði í nýggj­ari lóg, fer sjálvandi at gera arbeiðið hjá teimum lesandi, lærarum, umsiting og MMR bæði greiðari og lættari. Eftirútbúgving ein fortreyt Eg hefti meg eisini við, at tað í tinginum tóktist vera undirtøka fyri, at servitanin innan innskúling og byrjun­ ar­lesing verður styrkt, og at fólk verður sett í starv á Lær­araskúlanum at sam­ skipa námsfrøðiliga gransk­ ing og kunning um úrslit av námsfrøðiligari gransking, sum gongur fyri seg aðra staðni, út til føroyska sam­ felagið og føroyska skúlan. Hetta fer at brynja okkum at bjóða lærarum eftirút­ búgv­ing innan eitt nú byrj­ un­ar­undirvísing og byrj­un­ ar­lesing. Sovorðin eftirút­ búgving til lærarar, og tað fer aftur at bera við sær, at tað fer at bera til at fáa størri úrtøku burturúr øktu upphæddunum, sum vón­ andi fara at verða játtaðar til skúlaøkið. Hetta haldi eg hevur alstóran týdning. Ser­ liga tá ið ætlanin er, at tíma­ talið í yngstu flokkunum skal økjast markant. Um tey, sum skulu fáast við yngstu skúlabørnini, ikki verða upp­kvalifiserað, so er vandi fyri, at tað ikki fæst fyri peng­arnar, sum tað verður væntað og vónað skal fáast burtur­úr. Síggjast á fíggjarlógini Sjøtul er ivaleyst settur á fyri­reikingarnar til fíggjar­ lógini fyri 2008. Í tinginum í dag var breiður áhugi fyri at bøta um skúlan. Hvussu stórur viljin at bøta um skúla­skapin í Føroyum er og verður, fer ikki minst at síggjast á, hvussu tað verður við játtanini. Nú fáa vit at síggja! Politiski viljin fevndi yvir allar flokkar – í samgongu og andstøðu. Tað fer eisini at hava týdning, tá ið samgonga skal skipast og samgonguskjal orðast eftir løgtingsvalið, sum verð­ur í seinasta lagið leyg­ ar­dagin 19. januar 2008. So sat eg har og hugdi at ein­­um ógvuliga rokutum bólki. Tilfeingið var í yms­ um aldri, ymiskt í stødd og ymiskt var hvussu tey fylgdu við í aktuellu støð­ uni. Satt at siga ivaðist eg í, hvussu stórur partur mundi vita hvat gekk fyri seg. Onk­ ur reikaði frá stóli til stól, onkur prátaði um leyst og fast og mín sann um ikki onk­ur prátaði í fartelefon. Eitt er vist, órógvar far­ tele­fonin mína undirvísing, so skulu foreldrini heinta tele­fonina hjá skúlastjór­an­ um. Men her var ikki talan um skúlaflokk við næm­ing­ um við serligum tørvi. Nei. Løgtingslimir høvdu fólka­ skúlan á dagsskrá og hetta fekk eg burturúr… Jalig hugsan Tó at fáir tinglimir sýntust at lurta, so vóru nógv fram­ søgufólk, ið høvdu gott at bera fólkaskúlanum – bæði í góðum røðum og í kon­ struk­tivum viðmerkingum. Onk­ur hevði á orði, at pen­ ingur skuldi játtast eftir tí tørvi mettur var at betra skúl­an. Onkur annar var hóv­ligari og helt at peningur skuldi játtast so líðandi: 2 milliónir nú, 2 milliónir seinni o.s.fr. Eisini í prátinum um fleiri tímar til innskúlingina, sýntist at undirtøka var, tað var eins og vit sjálvsagt skuldu lata næmingar verða eins leingi í skúla og børnini í grannalondunum. Skilti hug­burðin nakað soleiðis, at flestu børnini vóru á stovni stóran part av deg­ num, tí var tað so líkatil at lata tey verða meira í skúla. Mær dámdi eisini væl, at møguleikin fyri samstarvi millum lærarar og náms­ frøðingar var nevndur. Tó helt eg tað vera harmi­ ligt, at politikkarar vildu hava foreldrini at kunna fylgja skúlagongdini og taka ábyrgdina á seg - at fylgja við, at børnini fingu góða undirvísing – sam­ stund­­is sum politikkarar vildu hava børnini longri í skúla, tí annars sótu tey bert framm­an fyri teldu í fríløt­ uni. Hvar er tá álitið á for­ eldrini? Kunnu vit heldur leggja størri part av starv­in­ um hjá læraranum til at røkja samstarvið millum heim og skúla og harvið í dialogi lætta foreldrunum um møguleikan at fylgja gongd­ini og stimbra barn­ inum? Politikkur og ítøkilig tiltøk Eins og løgtingsmaður nevndi, so hevði verið áhuga­vert at sæð ítøkilig til­ tøk nú vit hava PISA-kann­ ing og nógv prát um átøk, ið kunnu styrkja fólka­skúl­ an. Eisini hevði verið áhuga­ vert at sæð ítøkilig tiltøk, tó at tey kosta. Tað eru ikki nógvir trupulleikar, ið verða loystir við teimum fíggjar­ ligu kørmum fólkaskúlin hevur nú. Mentamálaráðharrin hev­ ur fingið greiðar framløgur og viðmerkingar, ið – um politikkarar meintu tað sagt varð – eru grund undir at seta ynski fram um milli­ óna­upphæddir her og nú. Okkurt at raðfesta fremst Sum ein fylgja eftir øll tey frálíku tiltøkini strategi- bólk­urin nevnir, hevur tað verið róð framundir at tað ikki ber til at seta alt í verk og tí skulu politikkarar velja ávís tiltøk, ið eiga at verða raðfest frammalaga. Men eftir orðaskiftinum í dag, er týðiligt at nógvir politikkarar eru greiðir um, at skulu vit styrkja fólka­ skúl­an, er ikki nóg mikið bert at fokusera á nøkur fá øki og heldur ikki bert á tey, ið verða mett einki at kosta. Kt Eitt, ið eg – sum formaður í kt-varðafelagnum – ynski at leggja fram her, er kt- økið. Gamaní eru íløgur gjørd­ar í amboð og ávísa eftir­útbúgving, men vit eru langt frá komin á mál. Í práti um kt og serliga um farteldur, hevur ofta ver­ ið prátað um, at hvør næm­ ingur skal halda á sínari far­ teldu. Men til hvørja nyttu, tá ið næmingar duga betri at nýta teldu enn lærarin? Tó at eg haldi, at næming­ urin eigur munin í nógvum spølum, so eri eg fullvísur í, at nógvir lærarar duga betri at nýta telduna á skyn­ saman hátt í skúlahøpi – vit hava námsfrøðiligu útbúgv­ ingina! Kt er stórt/breitt øki, í stór­ari menning, og tí er tørv­ur á skeiðum og eftirút­ búgving, eins væl og tørvur er á at lata hvønn einasta lærara fáa sína farteldu um talan skal vera um at kt verð­­ur nátúrligur partur í fólka­­skúl­anum. Við ynskjum um góðan fólkaskúla – øllum at frama. Skúlafólk siga sína hugsan um fólka­skúlan og aðal­orða­skiftið í tinginum týsdagin Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Trongligt var á áskoð­ara­benkrunum undir aðalorða­skift­inum í gjár. Onkur mátti standa, meðan onnur sótu á gólv­ inum og á trapp­uni. Millum áhoyrar­ arnar vóru, sum vera mann, nógv skúla­ fólk. Onkur teirra lýddi á orðaskiftið allan dag­in, meðan onnur sótu eina løtu. Sosialurin heitti á nøkur teirra, um at skriva nakrar tankar um, hvat tey fingu burtur úr orðaskift­in­um, sæð úr sjónarhorni teirra. Vit góvu teimum nakrar leið­beinandi spurningar, men tað stóð teimum frítt, at byggja viðmerkingina upp, sum teim­um lysti. Fría skúlaorðið Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum Dygd má fáast fyri pengarnar Jákup av Skarði, lærari og ráðgevi Fólkaskúlin – nakar bati, nøkur fyrimynd?