mikudagur 7. februar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2007
21
tíðindi
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
-Trýst er tað einasta, sum kann fáa Iran at
sleppa sínum kjarnorkuætlanum
(Ehud Olmert, ísraelskur forsætisráðharri).
útlond
Russiska ákæruvaldið
ætlar at stevna
ríkmanninum Mik
hail Khodorkovskij
eina ferð afturat. Tað
kann enda við 15
árum afturat aftan
fyri rímarnar
Einaferð var Mikhail Kho
dorkovskij ríkasti maður í
Russlandi, og sum stovnari
og høvuðspartaeigari í olju
felagnum Yukos var hann
ein tann máttmesti maðurin
í russiska fíggjarheiminum.
Seinastu trý árini hevur
hann sitið í fongsli eysturi
í Sibir, og gongst, sum
russiska ákæruvaldið ætlar,
verður hann verandi har í
nógv ár afturat. Tí nú vil
ákæruvaldið vera við, at
hann hevur snýtt fyri einar
140 mia. krónur í skatti.
Mikhail Khodorkovskij
var ein av teimum russar
unum, sum gjørdust ovur
ríkir, eftir at Sovjetsamveld
ið var dottið sundur. Hann
hevði stóra ávirkan, til hann
bleiv dømdur níggju ára
fongsul fyri svik og fíggjar
undandrátt. Undir vanligum
umstøðum
hevði
hann
sloppið úr fongslinum í ár
ella næsta ár eftir at hava
sitið helvtina av dóminum,
men tær nýggju ákærurnar
gera, at hann sleppur ikki
út.
Verji hansara vísir nýggju
ákærunum aftur.
– Hetta er heilt burturvið.
Tað ber ikki til at fjala so
nógvar pengar, sigur Yuri
Schmit við vesturlendskar
fjølmiðlar.
Tá
Mikhail
Khodor
kovskij bleiv dømdur níggju
ára fongsul, vildu fleiri vera
við, at tað var Vladimir
Putin, forseti, sum vildi
hava ríkmannin settan til
viks, tí hann hevði ov stóra
ávirkan. Norski Russlands-
eygleiðarin Indra Øverland
ivast í hesum.
– Mong vestanfyri síggja
hetta sum eitt stríð ímillum
tann góða Khodorkovskij
og tann ónda Putin, men tað
er ikki so. Tað er ikki vist,
at Khodorkovskij hevur
reint mjøl í posanum, sigur
Indra
Øverland
við
Dagsavisen.
Í samstarvi við
veitararnar ætlar ES
at forða fyri, at børn
kunnu fáa fatur á
pornografiskum
tilfari og harðskaps
spølum ígjøgnum
fartelefonina
Altsamt fleiri børn og ung
hava fartelefon, og kanning
ar í fleiri ES-londum hava
víst, at í summum londum
fáa
børnini
fartelefon,
longu tá tey eru átta ára
gomul. Í flestu førum fáa
børnini fartelefonina, so
foreldrini kunnu vita, hvar
børnini eru. Harafturímóti
vilja børnini hava fartelefon,
tí tey kenna tað sum eitt
slag av frælsi. Men í nógv
um førum keypa foreldrini
fartelefonina, uttan at tey
vita, hvat børnini í veruleik
anum brúka hana til.
Nú hevur ES skrivað
undir sáttmála við 16 av
teimum størstu telefonfel
øgunum í Evropa. Sambært
sáttmálanum skulu feløgini
fremja tiltøk, sum skulu
forða fyri, at børn og ung
brúka fartelefonina til at
fáa fatur á pornografiskum
tilfari ella spølum við harð
skapi. Harumframt skulu
telefonfeløgini vísa foreldr
unum, hvussu tey kunnu
kanna,
hvussu
børnini
brúka fartelefonina.
Tað finnast skipanir, sum
kunnu forða fyri, at børn og
ung fáa óhóskandi tilfar
ígjøgnum
fartelefonina.
Tær eru kortini ikki full
góðar, men ES-nevndin ætl
ar at leggja dent á at menna
tær.
ES ætlar at verja børnini ímóti fartelefonini
Kann fáa fleiri ár afturat í fongsli
Tað var ES-kommiserurin Viviane Reading, sum kunngjørdi ætlanina hjá ES-nevndini
Mikhail
Khodorkovskij