mikudagur 7. februar 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 27 - 7. februar 2007
bilar
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Nýggjur og størri
Mercedes-Benz C
kemur á marknaðin í
vár. Hesin fer í bein
leiðis kapping við
týsku kappingar
neytarnar og vendir
sær serliga til teir
ungu kundarnar
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Størri trygd, betri komfort
og betri koyrieginleikar,
men sami prísklassi, vóru
nøkur av lyklaorðunum tá
”spakin varð settur í “ til
nýggja Mercedes-Benz C.
Sum altíð tá ein nýggjur
Mercedes-Benz kemur á
marknaðin, setur hesin eis
ini nýggjan standard í sín
um klassa, serliga innan
trygd og komfort.
Nýggi Mercedes-Benz C
er bæði longri (+55 mm) og
breiðari (+45 mm) enn for
gangarin. Hetta gevur mun
andi betri pláss í kabinuni
nog viðførisrúmið er eisini
vaksið við 20 litrum til 475
liter. Aksilfrástøðan er eis
ini størri.
C-klassin fæst framvegis
við fleiri ymiskum 4-cyl.
bensin og dieselmotorum
umframt teir væl umtóktu
V6-motorarnar. Fleiri av
hesum motorum eru nú
kvikari, meira orkusparandi
og
umhvørvisvinarligari
enn áður.
C-klassin fæst eisini, sum
tann einasti í sínum klassa,
við serliga trygdarsystemin
um hjá Mercedes ”PRE-
SAFE”. Av framkomnari
útgerð kunnu vit t.d nevna
”Intelligent Light System”,
bi-xenon forlyktum, sum
kunnu stillast alt eftir veðri
og koyriumstøðum. Í mun
til forgangarin er stýringin
nú meira neyv og girskiftið
lættari.
C-klassin hevur nógvar
innbygdar trygdarskipanir
sum t.d. aktivar nakkastúttur,
window-airbag
til
allar
síðurútarnar og knæ-airbag
við førarasetrið.
Hesin er triðja generatión
av C-klassanum, ið fyrstu
ferð kom á marknaðin í
1993, sum avloysari fyri
Mercedes-Benz 190, sum
tá hevði verið á marknaðin
um síðan 1982.
C-klassin verður gjørdur
í útgávunum: Classic, Avant
garde (Sport) og Elegance.
Sum nakað nýtt síggja
Avantgarde og Elegance
ikki
eins
út
framman.
Avantgarde sær meira sport
ligur út við stórari Mer
cedes-stjørnu í kølaragittar
inum og ikki oman á motor
hjálminum sum hinar útgáv
urnar.
Nýggi Mercedes-Benz C
kemur á marknaðin í vár.
Næsta ár kemur AMG V8
útgávan og á altjóða bila
framsýningini í Frankfurt í
september verður stationcar
útgávan sýnd fram.
Mercedes-Benz C:
Ein klassi fyri C
Nýggi Mercedes-Benz C sum kemur á marknaðin í vár. Her í Avantgarde útgávuni
Sum nakað nýtt
síggja Avantgarde
og Elegance ikki
eins út framman.
Avantgarde sær
meira sportligur
út við stórari
Mercedes-stjørnu í
kølaragittarinum
Nýggi Mercedes-Benz C er bæði
longri og breiðari enn forgangarin