Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 27 - 7. februar 2007 23 Koyritekniska breytin í Ros­ kilde KTI (KøreTeknisk In­sti­tut) eitur nú ”FDM Sjæl­landsringen”. Tað var í fjør at FDM keypti breytina frá KTI. Teir eiga eisini koyri­­­­­teknisku breyt­ina ”FDM Jyllandsringen“. Koyritekniska breytin verð­ur m.a. nýtt til at geva teoretiska og praktiska und­ ir­vísning í koyriteknikki fyri fólki, sum eru við at taka koyrikort og til koyri­ teknisk skeið fyri meira roynd­ar bilførarar. Tað er ikki so langt síðan, at nógvir føroyingar vitjaðu hesa koyriteknisku breytina, tá Ráðið fyri Ferðslutrygd skipaði fyri einum túri við fullsettum flogfari til júst hesa breytina í Roskilde í 2005. Á altjóða bilafram­ sýningina í Geneve í mars verður ein heilt nýggjur Volvo V70 sýndur fram. V70 verður einans gjørdur sum stationcar. Bilurin kemur á skandinaviska marknaðin í august 2007 Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Seinni í ár kemur ein heilt nýggjur Volvo V70 á markn­ aðin. Bilurin, ið einans verð­ ur gjørdur sum stationcar, verður ein av tryggastu bil­ unum á marknaðinum - ein luksusbilur við hópin av inn­­bygdum trygdarskip­an­ um. Hóast designið minnir nógv um núverandi V70, er hesin ein heilt nýggjur bilur. Beinplássið við baksetrini eru betur enn á núverandi V70 og familjur við smáum børnum kunnu sum eykaút­ gerð velja innbygd barna­ setur, sum kunnnu stillast í hædd og trygdarbeltini eru altíð í rættar hædd í mun til støddina á barninum. Inn­ rættingin er liðilig og prakt­ isk við t.d. baksetri, sum kann leggjast saman deil­ víst. Nógv er eisini gjørt burt­ ur úr at bilurin skal vera ar­beiðsligur og brúkara­ vinarligur. Viðførisrúmið er vaksið við 55 litrum í mun til núverandi V70. Sum nakað nýtt fæst V70 við tveimum nýggjum 6- syl. bensinmotorum við ávikavist 238 hk og 285 hk (T6) umframt teir vanligu økonomisku bensin- og diesel­motorarnar. V70 hevur fleiri inn­bygd­ ar skipanir fyri at so vítt gjørligt at umgangast ferðslu­óhapp, sum t.d. fram­ komin koyri- og support­ system, ið arbeiða saman á ein intelligentan hátt fyri at hjálpa bilføraranum undir truplum umstøðum. Eisini er nógv gjørt burtur úr trygd­ini, um bilurin t.d. verð­ur ákoydur frá síðuni. WHIPS (Whiplash Protec­ tion System) nakkastútt­ur­ nar hjá Volvo sigast at vera millum heimsins tryggastu. Tað eru ikki bert tey sum koyra í Volvo V70, sum eru væl vard, eisini er nógv gjørt burturúr at verja fót­ gangarar, súkklistar og onn­ ur, sum ferðast í ferðsluni. Bilurin er soleiðis upp­bygd­ ur framman at kúfangarin og motorhjálmurin geva eftir um ein persónur verðu ákoyrdur fyri at minka um vandan fyri álvarsliðum skað­um. Ljóðanleggini í Volvo- bilunum eru í heimsklassa, og hesin nýggi V70 hevur ljóðanlegg við forsterkara frá Alpine, Dolby Pro Logic II Surround og hátalarar frá Dynaudio. Nýggi V70 kemur á skandinaviska marknaðin í august 2007. Nýggjur Volvo V70 FDM í Roskilde: KTI eitur nú FDM Sjællandsringen Koyritekniska breytin í Roskilde KTI (KøreTeknisk Institut) eitur nú ”FDM Sjællandsringen” Nýggi Volvo V70 fær premieru á altjóða bilaframsýningina í Geneve í mars mánað Eins forgangarin hevur hesin stórar baklyktir til frama fyri ferðslutrygdina V70 er ein luksusbilur við hópin av innbygdum trygdar­ skipanum. WHIPS (Whiplash Protection System) nakka­ stútturnar hjá Volvo sigast at vera millum heimsins tryggastu bilar