Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 27 - 7. februar 2007 tíðindi Í sambandi við at 50 ár vóru liðin síðan Útvarp Føroya sendi alment fyri fyrstu ferð 6. februar 1957 gjørdi Kringvarpið nógv burtur úr degnum í gjár. Skipað var m.a. fyri almennari móttøku við røðum og sangi Móttøka Magnus Gunnarsson Myndir: Jens Kristian Vang og Eirikur Lindenskov Móttøkan í Kringvarpinum byrjaði við at Jógvan Jesp­ ersen, kringvarpsstjóri, beyð øllum at vera væl­kom­ in og helt røðu í sambandi við runda føðingardagin. Onnur sum hildu røðu vóru Jógvan á Lakjuni, lands­stýr­ ismaður, og Rúni Heinesen, formaður í kringvarps­nevnd­ ini. Eisini varð ein fram­ førsla hjá Tórshavnar Mans­ kóri og Robert McBirnie undirhelt við sangi. Jógvan Jespersen segði m.a. í røðu síni: Líta vit aft­ ur á hesi 50 árini, so haldi eg, at vit kunnu siga, at søgan um kringvarpið er søg­an um eitt lítið fræ, ið varð sáða fyri 50 árum síð­ an, og sum vaks seg stórt. Nógvar meiningar eru um hesa blómuna. Hon fær rís og hon fær rós. Men tá sam­ an um kemur, so eru vit helst øll so ella so góð við føðingardagsbarnið. Fyri 50 árum síðan høvdu tey, sum løgdu lunnar undir kringvarpið eina klára og greiða visión - sum vit nevna tað í dag. Tey vildu skapa eitt føroyskt útvarp. Áðrenn tað lurtaðu føroy­ ingar eftir danskaranum og norðmanninum. Men tey vildu skapa eitt føroyskt al­ternativ. Tey avgjørdu at gera allar sendingarnar sjálvi, og alt skuldi vera á føroyskum. Í dag er tað ein sjálvfylgja, men tað var tað ikki tá. Tað er uttan iva tann týdn­ingar­ mesta avgerðin, sum er tik­ in í søguni hjá kringvarp­in­ um. Og hesi visiónini hava vit fylgt síðan. Jógvan á Lakjuni, lands­ stýrismaður, segði m.a. at tað at Kringvarp Føroya send­ir tíðindini á døgurða kl 12.20 má vera nakað av tí einasta, ið ikki er broytt hesi 50 árini síðani Útvarp Føroya fór at senda av Bryggju­bakka hin 6. febr­ uar 1957. Tað var ein stórhending, tá Útvarp Føroya fór undir sínar regluligu sendingar í dag fyri fimmti árum síðan. Tað ber illa til at yvirmeta mentanarliga og tjóð­skap­ar­ liga týdningin av hesi hend­ ing. Frambrotini eru stór, men eisini krøvini eru stór: Kring­varp Føroya skal í pro­ grammvirkseminum leggja dent á óhefta upplýsing og talufrælsi, saklig og fjøl­ táttað tilboð, sum varðveita og fjálga um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroy­ inga. Kringvarpslógin kom í gildi 1. januar 2007. Nýggja lógin hevur til endamáls at styrkja Kringvarp Føroya sum public service-stovn og at gera Kringvarp Føroya óheft av politisku skipanini. Public service er tað, ið skilir Kringvarp Føroya frá øðrum miðlum í Føroyum. Menniskjað hevur sítt fría val, og tí er sera um­ráð­ andi, at vit her í Føroyum hava møguleika fyri at velja dygd. Vit eiga tí at seta okk­ ara almenna kringvarpi stór krøv um dygd og fjølbroytni, og harvið tryggja at vit við útvarpi og sjónvarpi røkja og styrkja okkara móður­ mál, mentan, okkara siða­ læru og etisku grundvirði. Avgerðin um at leggja Út­varp Føroya og Sjónvarp Føroya saman í ein stovn varð tikin í august 2004. Sam­­anleggingin hevði virkn­­að frá 1. januar 2005. Tað varð latið táverandi stjór­­anum fyri Útvarpi Før­ oya, Jógvani Jespersen, upp í hendi at skipa saman­ leggingina. Vit fegnast um, at leiðslan á Kringvarpi Før­ oya saman við starvs­fólkun­ um hevur megnað hesa stóru uppgávu til fulnar. Sam­anløgdu stovnarnir fingu við navninum Kring­ varp Føroya ein felags sam­ leika, sum hevur stuðlað sam­einingini av stovnunum og ætlanin er eisini, at út­varpið og sjónvarpið í Kring­varpi Føroya skulu hava felags karmar at virka undir her í Sortudíki. Við nýggju kring­varps­ lógini byrjar eitt nýtt tíðar­ skeið í viðurskiftunum mill­ um Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið, segði Jógv­an á Lakjuni m.a. í røðu síni til Kringvarpið. Rúni Heinesen, formaður í kringvarpsnevndini, segði m.a. í røðu síni, at hann var júst nú valdur til formann og nevndin hevði ikki havt nakran fund enn. Hann var spentur upp á uppgávuna og vantaði eitt gott samstarv við hini í nevndini, og tey hann kemur at samstarva við. Fyri fimmti árum síðani byrjaði okkara felags­ogn, Útvarp Føroya, at senda. Dag­urin 6. februar er søguligur, árini mong og týdningurin ovurstórur. Tá útvarpið byrjaði, fingu vit okkara fyrsta loftborna miðil. Føroysku miðlarnir, ið vóru frammanundan, avísir ella tíðinda­bløð, umboðaðu tað skrivaða orðið, men útvarpið slóðaði fyri tí talaða orðinum. Fyrr lurtaðu vit serliga eftir norðmanninum, men nú fingu vit heimin inn í heim okkara á egnum máli og av egnum myndugleika, og tað var nakað nýtt. Nú varð talaða orðið her heima skilt sund­ur í tíð og stað. Fáa staðni í heiminum er slík andakt at hoyra útvarpið sum í Før­oyum. Í hálva øld hevur hesin stovnur ver­ið sum annað fólk í húsinum, hevur verið við morgunmatarborðið, døgurðaborðið og nátturðaborðið. Hann hevur verið okk­ ara fylgisneyti í góðum og ringum tíðum, hann hevur fylgt við okkum, og vit hava fylgt við honum. Talaða orðið og fólkaræðið hoyra saman og her hava útvarpið og seinni eisini sjón­varpið alstóran týdning. Hesi eru í dag saman­tvinnaðir tættir, sum hava tørv á hvør øðrum, so mikið at tríbýtta valdsbýtið í roynd og veru er ferbýtt. Tað tryggjaða frælsa orðið í grundlógini gjørdist uppaftur frælsari við útvarpinum og fjølmiðlunum sum heild. Tað styrkir fólkaræðið og gagn­ar samfelagnum og øllum stættum langt inn í framtíðina. Og øll eru við. Heilt frá tí vit byrja dagin við morgunandaktini til børnini og barna­útvarpið, til húsmóðurina, til tann ferðandi í bilinum á veg til arbeiðis, til flakakvinnuna og sjómannin ella tann óarbeiðsføra at lætta um dagin, og ikki minst tey eldru, sum nú frætta tíðindi gjøgnum útvarpið, sum tey fyrr fingu, tá grannin stakk inn á gólvið, satt at siga vit byrja og enda dagin við útvarpinum. Útvarpið verður flokkað sum mentanarstovnur, men tað hevur eis­ini eina sosiala síðu, sum ikki eigur at verða undir­mett. Loftrúmið er tað rúmið, har størstu broyt­ingar fara fram. Fylgisveinar og fylgis­moyggjar eru okkara fylgisneytar. Alt meiri tøkni verður samskipað, men nú al­mennu loftmiðlarnir eru vorðnir ein felags stovnur, standa teir sterkari mótvegis teim tøkniligu broytingunum, ið nýggja tíðin ber í sær. Og styrki skal til, tað ynski eg okkara fylgisneyta eisini tey næstu fimmti árini. Hjartaliga til lukku og góðan byr, kringvarpið! Jóannes Eidesgaard, løgmaður Heilsan løgmans til Útvarp Føroya á fimmti ára hátíðardegnum Kringvarp Føroya fimmti ár: Við kringvarpslógini byrjar Landsstýrismaðurin handaði kringvarpsstjóranum ein málning av Amariel Norðoy