Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. februar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 27 - 7. februar 2007 SAMBAND jákup møkr jakup@sosialurin.fo – Tað er okkara áskoðan, at báðar hendingarnar hava sera avgerandi ávirkan á dystin, og tí hava vit kært« Sunneva Jacobsen, forkvinna í H71 ítróttur Altjóða dómarar til mans­ finaluna Dómaraáset­ingarnar til steypafinalurnar í hond­ bólti eru nú greiðar. Eins og í fjør, so verða tað teir báðir altjóða dóm­ ar­arnir hjá Føroyum, Andreas F. Hansen og Eyð­un L. Samuelsen, sum skulu døma mansfinaluna. Tann dysturin verður í ár millum VÍF og StÍF. Hjá kvinnunum skulu Stjørnan og VB dystast, og her verða tað Ragnar Simonsen og Rúni Mohr Gunnarsson, sum døma dystin. Hett a er fyrsta ferðin, at teir báðir døma finaludyst. -mørk --- Meinhardt skal venja NSÍ Nú er tað greitt , hvør skal hava ábyrgdina av næstbesta NSÍ liðnum. Týsdagin varð kunngjørt, at Meinhardt Dalbúð, sum býr í Runavík, skal hava ábyrgdina av NSÍ liðnum í 1. deild. Liðið flutt i síðsta kappingarár upp í næst­bestu deildina. Takið hjá Meinhardti verður í góðum samstarvi við venjaran hjá Formula liðnum, Johan Nielsen, og hjálparvenjara hansara, Paula Poulsen, at menna spælararnar og at syrgja fyri, at liðið varðveitir pláss­ið í næstbestu deildini. Meinhardt hevur drúgv­ar venjararoyndir. Um­framt at hava vant fleiri av yngru deildunum í NSÍ, hevur hann verið venjari á Skála, í Leirvík og í Fuglafirði, har hann í tvey ár vandi ÍF, sum tá var í bestu deildini. -mørk Dómararnir í dyst­in­ um millum Neistin og H71 halda seg vera ósekar í kæru­mál­in­ um, og tí vinnur kær­ an frá H71 neyvan frama Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Tað er keðiligt, at tað verð­ ur trýst á klokkuna, tí eg dugi ikki at síggja, at spælið verður ávirkað av hasum lokinum. Og eyka keðiligt verður tað, tá annað liðið í somu løtu fer í skjótálop. Soleiðis sigur Uni Wardum, sum saman við beiggjanum. Hannis, dømdi dystin millum Neistan og H71. Um spurningin, hvørt H71 skuldi fingið brotskast eftir ta hendingina, sigur Uni, at tað altíð er ein met­ing­ arspurningur. – Missir eitt lið ein upp­ lagdan málmøguleika, so skal brotskast dømast. Í hasum ítøkiliga málinum vóru vit ikki heilt vísir í, hvussu upp­ lagdur møguleikin var, og tí valdu vit at byrja við fríkasti ístaðin, sigur Uni. Hendingina kring seinasta frí­kastið er Uni hinvegin púra ivaleysur í. Tá vit steðga tíðini, vísir okkara klokka, at tvey sekund eru eftir. Og tað er altíð klokkan hjá dóm­arunum sjálvum, sum er tann rætt a, sigur Uni. Metingin avgerandi Út frá hesum ber illa til at ímynda sær, at Kapp­ingar­ nevndin hjá HSF fer at geva H71 viðhald í síni kæru. Ein av grundreglunum innan kæruviðgerð innan ítrótt in er, at dómarans meting ikki kann broytast. Tann spurningurin hev­ur verið viðgjørdur av bæði Kappingar- og dóms­ nevndum hjá ymsu ser­sam­ bondunum, og hvørja ferð hevur niðurstøðan verið tann sama. Vísandi til reglu­gerð fyri dómsnevndir innan ÍSF verður víst á, at ein dómsnevnd ikki hevur heimild at broyta meting dómarans í kapping. Bæði førini, sum kæran frá H71 umrøður, snúgva seg júst um dómarans meting, og tí er illa hugsandi, at kær­ an frá H71 verður gingin á møti. Í øllum førum ikki av Kappingar- ella Dóms­ nevnd. Dómarans meting er avgerandi Tvær hendingar kring dømingina av dystinum millum Neistan og H71 hava við sær, at hoyvíkingar nú vilja hava nýggjan dyst Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Við einum máli í seinasta sek­undinum vann Neistin dystin móti H71 seinasta sunnu­dag. Tann dysturin gav tvey harðliga tiltrongd stig, soleiðis at Neistin nú fram­haldandi er við í finalu­ stríðnum, meðan hoyvík­ ingar søgdu endaliga farvæl til sama stríð. Men tað er nú kanska ikki heilt so vist kortini. Hoy­víkingar hava nevnliga kært tvær hendingar undir dystinum, og kravið frá teim­ um er, at felagið fær nýggjan dyst. – Í fyrra lagi snýr tað seg um eina hending í seinna hálvleiki. Neistin er í álopi, men missir bóltin. Okkara menn fara í skjótálop, men tá ýlir klokkan hjá dóm­ara­ borðinum. Hett a tí eitt har­ piks-lok var á vøllinum, og dómaraborðið vildi hava hett a burtur. – Her halda vit tað var skeivt av dómaraborðinum at steðga dystinum, tí hatt a lokið hevði onga ávirkan á trygdina hjá spælarunum ella á dystin. Hartil er tað okkara fatan, at dómararnir átt u at byrja dystin við brots­ kasti til okkara menn, sum jú mistu ein upp­lagd­ an málmøguleika, sigur Sunneva Jacobsen, forkvinna í H71. Hartil hevur H71 kært hend­ingina, tá Neistin skor­ aði seinasta málið. – Tá dómararnir markera fyri, at tíðin skal steðgast, vísir klokkan 29.59, men tá fríkastið skal takast, hevur Neistin fingið eitt sekund eyka. Hett a hevur sera avger­ andi ávirkan á dystin, og vit duga ikki at síggja, hví hett a varð gjørt. – Tað er okkara áskoðan, at báðar hendingarnar hava sera avgerandi ávirkan á dystin, og tí hava vit kært, sigur Sunneva. Kæran varð send Hond­ bóltssambandinum seinna­ partin í gjár, og nú verður tað so upp til Kappingarnevndina at gera, hvat víðari skal henda í málinum. H71 vil hava nýggjan dyst H71 vil hava nýggjan dyst móti Neistanum. Tvey mistøk frá dómara og dómaraborði høvdu avgerandi ávirkan á úrslitið, vilja tey í felagnum vera við Mynd: Álvur Haraldsen