mikudagur 7. februar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 27 - 7. februar 2007
27
Lesið meira um starvið á www.torshavn.fo/leysstorv
Skrivstovufólk til Tórshavnar Musikkskúla
Søkt verður eftir einum skrivstovufólki til Tórshavnar Musikkskúlan at arbeiða 25 tímar um vikuna at
byrja skjótast til ber.
Førleikakrøv: Umsøkjarar skulu hava skrivstovuútbúgving, duga at arbeiða sjálvstøðugt og virka í
góðum samstarvi við starvsfelagar.
Setanarviðurskifti: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu,
Postboks 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi 21. februar 2007.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bo Isholm, musikkskúlaleiðara á tlf. 302470 ella
Jákup Simonsen, mentamálaleiðara á tlf. 302010.
Tórshavnar kommuna
Leyst starv
Umboðsmannaval
Samb. grein 28 í høvuðssamtyktini verður val av
umboðum til sjúkrakassan. Veljast skulu 1 umboð
fyri Skopun, 1 fyri Sand og eitt fyri Húsavík/Dal.
Uppskot skulu skrivliga vera sjúkrakassanum
í hendi áðrenn 28. februar.
Sandoyar Sjúkrakassi
210 Sandur
InnskrIvIng tIl
Frítíðarskúlan
Innskriving av børnum til Frítíðarskúlan í Trongis
vági.
Børn ið skulu í frítíðarskúla til komandi skúlaár,
kunnu verða innskrivað frá mikudegi 07.02.07.
Frítíðarskúlin
Tlf.372750 225894
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
Frásøgn frá Knút Nolsøe
Nú 30 ár eru liðin síðan eg, eftir áheitan, átók
mær at boða donsku lógina um krígsendurgjald
(krígspensjón) at vera galdandi fyri krígssigling
við føroyskum skipum krígsárini 1940-45, loyvi
eg mær at siga frá, at eg vegna aldur ikki longur
kann átaka mær at ganga til handar og vegleiða
viðvíkjandi krígsendurgjaldinum.
Knút
lýsingar
STARVSLÝSING
Starvið sum leiðari av Norðoya Kunningarstovu
i Klaksvík, er við hesum leyst at søkja.
FØRLEIKi:
Vit ynskja at tú:
• hevur áhuga fyri ferðavinnu og mentan
• verður við til at skipa ymisk tiltøk í mentanar-
og ferðavinnuhøpi
• skapar tilboð til bæði føroyingar og
útlendingar
• skapar tilboð bæði á sjógvi og landi
• hevur góð samstarvsevni við ferðavinnuna,
vinnulívið og handilsumboð, Norðoyggjum
at frama
Tú skalt duga væl at samskifta við fólk bæði á
føroyskum, donskum og enskum, eisini skalt tú
duga at nýta teldu á brúkarastøði.
Starvið er fulltíðarstarv, og fyrsta árið verður
royndarár. Løn og setanartreytir sambært avtalu
við nevndina.
Ferðavinnan í Norðoyggjum rekur Norðoya
Kunningarstovu og Tjaldplássið úti í Grøv. Hølini
har barnagarðurin Fjallafípan heldur til, leigar
Klaksvíkar
kommuna
frá
»Ferðavinnuni
í
Norðoyggjum«.
Skrivlig umsókn saman við CV verður at senda
til:
»Ferðavinnan í Norðoyggjum«
Postboks 269
FO-700 Klaksvík
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
25. februar 2007.
Nevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja millum
innkomnu umsóknir, ella ongan at seta í starv.
Ferðavinnan í Norðoyggjum
Klaksvík hin 6. februar 2007
Søkt verður eftir Pedagogi
til at vera stuðul hjá barni í fyrsta flokki 20 tímar
um vikuna, í Frítíðarskúlanum í Runavíkar kom
munu, fram til 300607. Frítíðarskúlin heldur til í
gomlu læknahúsinum á Heiðavegi 22 Saltangará.
Vit ynskja at umsøkjarin :
• er íðin nærlagdur og álítandi
• dugir at samstarva við foreldur og
arbeiðsfelagar
• hevur umsorgan og virðing fyri børnum og
foreldrum
• dugir at taka støði í tørvinum hjá tí einstaka
barninum
• er opin fyri avbjóðingum
Starvið verður sett 1. mars 2007.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Peda
gogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við leið
aran á tlf. 448594 lok.12 ella 216630.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum
um útbúgving og royndum, skal vera kommun
uni í hendi í seinasta lagi mikudagin 21. februar
2007 kl.12.00.
Runavíkar Kommuna
Sosiala deild
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Frá Tofta Arbeiðarafelag
Aðalfundur verður í hølum felagsins leygardagin
24.02.2007 kl. 16.00. Skrá sambært lógum felagsins.
Um limir hava uppskot til fundin, skulu hesi vera
felagnum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
16.02.2007.
Nevndin