Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2007 Føroysku hjúnini Erna og Njál Djur­ huus fingu í dag kongaligan norskan heiður í gulli sum tey fyrstu nakrantíð. Tey arbeiða hjá Frels­unar­herinum HEIÐURSGÁVA Orð & myndir: Jógvan Hugo Gardar, Oslo Á middegi í dag fingu før­ oysku hjúnini Erna og Njál Djurhuus norska heiðurin ”kongens fortjenstmedalje i gull”. Samkoma var hildin fyri teimum í hølunum hjá Frelsunarherinum á Grøn­ landi í Oslo. Her vóru bæði umboð fyri familju, myndug­ leikar og vinir hjástødd. Men ikki minst vóru gøtu­ fólk við. Tí tað er arbeiði teirra millum tey fátæku og evnismisnýtararnar í norska høvuðsstaðnum at norð­ menn og kanska ikki minst Haraldur kongur og Sonja drotning hava lagt til merkis føroysku hjúnini. Drotning Sonja vitjaði millum annað inn á gólvið í Urtegata jóla­ aftan fyri nøkrum árum síð­ ani, meðan Erna og hini starvs­fókini hugnaðu um fyri teimum, sum ongastaðni høvdu at vera á jólum. Drotn­ingini bleiv sitandi nógv longri ella ætlað var. Hetta er fyrstu ferð, at slík­ur heiður sum kongaliga tænastumedaljan í gulli verð­ur latin einum hjúnum. Erna og Njál Djurhuus hava síðani fyrst í sekstiárunum arbeitt innan Frelsunarherin. Meginpartin av tíðini hava tey arbeitt í Noregi. Ein arbeiðsbólkur hevur í meir enn eitt ár arbeitt við at savna skjøl og annað til­ far um virksemi hjá før­ oysku hjúnunum. Tað er eitt drúgt og tíðarkrevjandi ar­beiði sum skal gerast, áðrenn ein persónur ella eini hjún kunnu innstillast til slíkan heiður. Tey skulu hava gjørt eitt gott arbeiði gjøgnum eitt langt lív, sjálv­ andi, men líka stóran týdn­ ing hevur tað, at tey eisini hava skikkað sær væl og havt alt av persónligum við­ ur­skiftum upp á pláss. Dømi eru um, at persónar sum ikki hava gjørt upp rokn­­skap á rættan hátt ikki eru mett verdug ein konga­ ligan heiður. Kom sum ein bumba Fyri hjúnini Djurhuus kom hetta sera óvart á. Tey hava áður fingið heiður frá Oslo kommunu og øðrum grunn­ um fyri sítt arbeiði. – Hetta var ikki í okkara tonkum, at vit skuldu út­nevn­ast til nakað slíkt. Tað kom sum ein bumba á okk­um bæði tvey, tá vit ein dagin í januar fingu telefon við boðunum um, at avgerð var tikin um at geva okkum hendan heiðurin, sigur Njál. Erna viðgongur, at hon fekk ikki upp orðið upp, tá hon fekk boðini. Erna og Njál hava arbeitt innan Frelsunarherin síðani fyrst í sekstiárunum. Sein­ ast í sjeytiárunum nevndu tey fyri leiðsluni í Frelsunar­ herinum, at tey høvdu hug at royna seg í Oslo, og at tað skuldi vera millum gøtu­ fólki í býnum. Frelsunar­her­ urin í Oslo hevur síðani 1894 tikið sær av teimum, sum ikki passa inn í tað van­ liga A4-samfelagið. Í Urte­ gata, miðskeiðis í býnum, í býarpartinum Grønland, liggja hølini, sum Erna og Njál fingu ábyrgdina av at byggja upp. – Vit ynsktu at byggja upp eitt stað, har alko­hol­ ikarar, rúsevnismisnýtarar og tey sum bara ikki trívast í gerandismeldrinum, kundu koma inn og fáa hita í kroppin og eina breyðflís um tey vóru svong, sigur Njál. Tey leggja bæði dent á, at hølini í Urtegata skuldu gerast eitt stað, har øll kendu seg vælkomnan. – Vit vildu, at eingin skuldi kenna seg hóttan, tá tey komu inn. Tí fingu vit upp í lag eitt gott samstarv við lokal løgreglufólk – og leiðandi fólk innan løg­regl­ una í Oslo. Avtalan var, at vit lovaðu, at rúsevni og tjóvagóðs ikki skuldi vera í hølunum, og afturfyri lovaði løgreglan ikki at koma inn og órógva brúkararnar. Álit­ ið, vit hava bygt upp millum okkum og løgregluna og okk­um og tey sum hava brúkt Urte­gata gjørdi, at all­ ir partar vistu, at í Urtegata kundu øll kenna seg trygg, sigur Njál. Eitt lívsverk Njál og Erna hava tann dag í dag tætt samskifti við um­hvørvi og brúkararnar í Urte­gata. Sum tey bæði siga tað: – Hetta gerast vit ongantíð liðug við. Tey, vit eru komin í samband við í Urtegata, koma at fylgja okkum rest­ ina av tíðini her á jørð. Tí um tú ert tann einasti, ið bind­­ur saman sambandið mill­­um eina gamla, sjúka mammu og hennara nar­ko­ mana son, so svarar tú ikki, tá tey ringja, at tíverri so havi eg fingið eitt annað starv. Ring til onkran annan. Sjálv­­andi royna vit at hjálpa. Sjálvi halda tey bæði, at tað man vera arbeiði teirra mill­um gøtufólk í Oslo, ið hev­ur fingið fólk at hugsa, at tey eiga kongaliga tøkk fyri tað, tey hava gjørt. Sum lurt­andi og spyrjandi hava tey bæði bygt upp eitt álit sum ger, at gøtufólkini í Oslo kunnu tosa við tey sum ar­beiða í Urtegata, við vissu um, at tað tey hava sagt ikki bleiv spjatt um allar geilar. – Okkara arbeiði í Urte­ gata hevur verið ein stór upp­gáva — okkara lívsverk kunnu vit kalla tað. Vit hava fingist við hetta, tí okkum hevur dámað at fingist við hetta, og vit høvdu gjørt tað óansæð, um samfelagið og borg­ararnir annars ikki Byggja víkingagarð Sandavágsmaðurin Jákup Pauli í Eyðansstovu ætlar sær at byggja ein víkingagarð í Sandavági. Saman við arkitektinum J. P. Gregoriussen hevur hann verið og hugt at víkingagørð­ um í Danmark og Íslandi fyri at vita, hvussu víkingagarðarnir har síggja út. Ætlanin hjá Jákupi Paula er, at víkingagarðurin í Sandavági skal brúkast til matstað til ymisk høvi so sum samkomur og veitslur av ymsum slagi. Enn er ikki greitt, hvar bygt verður. Broyta navn Síðani Danmark fekk nýggja navnalóg, hevur skrásetingin havt so nógv at gera, at myndugleikarnir nú umhugsa at krevja gjald fyri navnaskifti fyri at fáa fólk at hugsa seg um, skrivar Politiken. Nýggja navnalógin kom í gildi í apríl í fjør, og síðani hava 90.000 danir fingið sær annað navn. Nú hevur stjórnin avtalað við stuðulsflokkin Danska Fólkaflokkin, at fólk skulu rinda 430 krónur fyri navna­ broyting. DF atkvøddi annars ímóti lógini. Kongaligt norskt gull ti Erna og Njál Djurhuus fingu í dag handa gullmerki og heiðursbræv í hølunum hjá Frelsunarherinum í Urtegata í Oslo.