Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2007 Starvsfólkið á Faroe­ jet tók stríðið upp eftir at felagið fór í gjalds­steðg í des­em­ bur. Nú skuldi eitt nýtt flogfelag stovn­ ast. Tá vórðu æt­lan­ inar rættiliga ó­í­tøk­i­ lig­ar, og tað má sigast, at tær eisini eru í dag, tí enn vantar kapi­tal­ ur, flogfar og flog­sátt­mál­ar Ferðavinna Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo -Okkum manglar bara neyð­ uga kapitalin og eitt flogfar. Alt ber til, um vit fáa ein vegvísara, segði Oddmar á Høga­bó­li, fyrrverandi flog­ skip­ari á Faroejet, millum annað við Sosialin beint fyri jól í fjør. Tá høvdu fyrr­ ver­andi starvsfólk á Faroejet júst tikið eina avgerð um at stov­na eitt nýtt flogfelag. Stór avbjóðing stóð fyri framm­an og bjartskygni merk­ti starvsfólkini. Ì dag eru tey eisini bjart­ skygd, og tey hava enn eina stóra avbjóðing fyri framm­ an, men upprunliga ætlanin, tey høvdu fyri flogfelagið, er farin í vaskið. - Uttan at koma alt ov nær inn á, hvør ætlanin var, so kann eg bara siga, at tað vórðu ymsar forðingar, ið gjørdu, at tann ætlanin ikki kom víðari. Nú hava vit eina nýggja ætlan, men hon er eisini so óítøkilig, at eg vil helst ikki siga nakað um hana beint nú, sigur Oddmar á Høgabóli. Møguligur flogsáttmáli á veg Tað hendur okkurt av og á í vænt­andi nýggja flog­fel­ag­ num. Onkutíð eru heldur kvirr­ar tíðir, men møgulia nýggja flogfelagið er millum annað í sam­ráð­ing­ um um ein rættiliga á­huga­ verd­an flogsáttmála við eitt felag uttanlands. -Hvat felagið er, vil eg helst ikki siga, men tað ljóð­ ar spennandi, sigur Odd­ mar. Tey sum onki hava, skulu onki fáa, og tey sum hava nógv, skulu fáa alt. Soleiðis verður mangan tikið til, og so­leið­is er tað ofta hjá ein­ um nýggjum felag. Trup­ul­ leik­ar eru í møguliga nýggja flog­fel­ag­num, júst tí at tey byr­ja á so berum. -Tá ein manglar kapital, er tað jú trupult at fáa flog­ sátt­mál­ar og flogfør, men mang­lar ein flogsáttmálar og flogfør, so er jú trupult at fáa kapital. So tað er av­gjørt ein stór avbjóðing, vit eru farin í holtur við, sig­ ur Oddmar. Hanga enn í Hóast alt tykist heldur trupult í løtuni, so vilja fyrr­ ver­andi starvsfólkini á Faroe­jet gjarna vísa á, at tey hanga enn í. -Vit eru enn til, og vit stríð­ast enn fyri nýggja fel­ agnum. Tað tekur langa tíð, men vit arbeiða jú fyri, at eitt nýtt føroyskt flogfelag kem­ur út úr hinum end­an­ um, sigur Oddmar. Hann gongur í løtuni utt­ an arbeiði, men hann ætlar sær ikki í løtuni at søkja um nýtt starv sum flogskipara í ein­um øðrum felag. -Nei, tað ætli eg mær av­­ gjørt ikki, tí eg trúgvi uppá, at vit fara at megna at stov­ na eitt nýtt felag, sigur Odd­ mar at enda. Gongur striltið við nýggjum flogfelag Vanrøkja sleðuhundar Síðani danska Ekstrablaðið herfyri skrivaði, at nógvir grønlendskir sleðuhundar verða vanrøktir, hevur heimastýrið í Nuuk fingið eitt ótal av mótmælum úr øllum Norðurlondum. Skrivingin hevur eisini vakt stóran ans í Grønlandi, og nú hevur Siverth K. Heilmann, landsstýrismaður í vinnumálum, heitt á borgarstjórarnar kring landið og biðið teir síggja til, at sleðuhundarnir fáa ta viðferð og umsorgan, sum teir sambært lógini eiga at fáa. Dýrt krím Vanliga er tað í januar, februar og mars, at krímsjúkurnar gera um seg, og í Noregi hava tey nú roknað út, hvussu nógv tann árliga krímtíðin kostar samfelagnum. Útrokningin vísir, at næstan 27 mió. dagsverk ella 117.000 ásraverk fara fyri skeyti á hvørjum ári orsakað av krími. Tað er sjey prosent av øllum ársverkum. Umroknað til pengar merkir tað, at krímið kostar arbeiðsgevarunum einar 220 mió. krónur hvønn arbeiðsdag. Tað er ikki hvønn dag, at føroysk børn hoyra um flóttafólk úr Afrika. So tá ið Lotte Hol­m­en og Bjørn Kroll frá altjóða hjálp­ ar­­fel­­ags­­skap­in­um Adra hildu fyrilestur um evnið á Ad­ven­tis­ ta­skúla­num, var tað ikki eiti á spurningar, ið børnini høvdu Barnafyrilestur Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo -Eru bara svørt fólk í Afrika? Hvussu turka tey sær, tá tey hava verið á wc?,Eru húsini líka ljót innan, sum tey eru uttan? Hví kavar ikki í Afrika? Jú, Lotte Holmen og Bjørn Krøll høvdu hend­ur­ nar fullar, tá ið tey hildu fyrilestur fyri børnunum á Ad­ven­tis­ta­skúla­num um neyð­stødd flóttafólk. Tey royn­du eftir besta førimuni at svara, og børnini sótu hug­tik­in og hugdu eftir ógvus­ligu myndunum, ið komu á skýggjan. Børn við byrs­um í hond, hun­gurstung­ in fólk, fátækar kroysur; alt mynd­ir, ið ikki eru partur av hugaheiminum hjá ein­ um føroyskum barni. Og hetta fekk børnini at lurta. Ein lærarari var millum ann­ að sera bilsin av, at børnini høv­du megnað at siti still so leingi. -Tey hava sitið her síðani kl 9, og nú tveir tímar sein­ ni, hava tey enn spurningar. Hetta er ordiliga stuttligt. Skemtiligt og tó Hóast løtan tyktist skemt­i­ lig, so var tað skjótt eyðsæð, ikki einans fyri okkum vaks­ nu men eisini fyri børn­un­ um, at hetta var eitt ál­vars­ mál, ið Adra, sum er altjóða hjálp­ar­fel­ag­s­kapurin hjá Ad­ven­tis­ta­kirkjuni, var kom­in til Føroya við. Spurn­ ing­ar­nir hjá børnunum gjørd­ust alt meira ál­vars­lig­ ir, eins og málið fór at snúg­ va seg alt meira um, hví øll børn ikki kunnu hava tað líka gott sum í Føroyum. Til dømis vildi ein lítil drong­ur hava at vita, hví børn­ini í Afrika vórðu so fá­tøk. -Hetta er júst tí, at vit ferð­ast runt ymsum londum. Fyri at fáa fólk tilvitað um, at tað eru ikki øll, sum hava tað so gott, og at øll kunna veita eina hjálpandi hond, sig­ur Lotte Holmen. Lata alt frá húsum til 150 krónur Størsta tiltakið, ið Adra er far­in í gongd við, er at lata hús til flóttafólk, eitt nú í Bur­un­di og Congo. Men fyri børnum kann hetta kans­ka tykjast at verða ein sind­ur ógvuslig uppgáva, so ístaðin valdu Lotte og Bjørn heldur at vísa á, at ein gáva, ið fyri okkum kann tykjast lítil, kann gera se­ra nógvan mun. -Um tit nú ístaðin fyri at fa­ra í Burger King og keypa eitt talutíðarkort, lata tað til Adra, so kunnu vit geva ein heil­an posa av lívsneyðugum til­fari til eina familju, segði Bjørn Krøll við børnini. Onkur kann í øllum før­ um vænta sær eina gávu, tí lít­li síðumaðurin hjá mær var ikki í iva. -Eg fari heilt sikkurt held­ ur at lata pening, enn at key­ pa pening til fartelefonina í hesi vikuni. Skemtilig løta um álvarsmál Børnini sótu hugagóð og lurtaðu eftir hjálparfelagsskapinum Adra í Adventistaskúlanum Mynd: Jens Kr. Vang Í mars fer heimskendi gospel-, jazz og blues sangarin Etta Cameron at framføra í Føroyum. Hesaferð fer allur peningurin, ið kemur inn, beinleiðis til at byggja hús til flóttafólk og heimleys í Congo Konsert Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Um tú fert á konsert við heimskendu Ettu Cameron, tá ið hon kemur til Føroya í mars, ert tú beinleiðis við til at byggja hús til flóttafólk og heimleys í Congo. Tað er altjóða hjálp­ar­fel­ags­skap­ urin Adra, ið skipar fyri. -Tað kostar einans 3200 krónur per hús, ið eru eini 40 fermetrar til støddar. Vit høvdu sama tiltak í Burundi í fjør, og tað var nærmast kapp­ing um húsini, sigur Lotte Holmen, ið starvast hjá Adra í Danmark. Etta Cameron stuðlar ofta teim­um veikastu gjøgnum sín sang, og letur við gleði allan ágóðan av kon­sert­u­n­ um í Føroyum til Adra. Kon­ sert­ir­nar, ið verða í mars, ver­ða tvær í tali, onnur í Fug­la­firði og hin í Tórs­ havn. Lurta eftir Ettu Cameron og keyp eitt hús