Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 28 - 8. februar 2007 13 Símun Pauli Lilaa, ættaður úr Leirvík bú­sit­ andi í Reykjavík, and­að­ ist 31. januar 82 ára gamal. Bjarni Müller Poulsen, vanliga nevndur Bjarni hjá Bernhard í Hvalba, ættaður úr Vági, fer til gravar úr Nordre Kapel á Vestre Kirkegaard, miku­dagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Í morgin, fríggjadagin 9. febr­uar, eru hálvt hundrað ár síðani, at Harriet og Jógv­ an Isaksen í Brekkuni í Klaks­vík gingu saman í hjúna­lag. Stóra dagin fara tey at halda í bygdarhúsinum í Leir­vík. Tey bæði eru úr stór­um familjum. Tey eru fyri­komandi, vinsæl, trúgv og gestablíð, og tí undrar tað ikki, at tey eru mong, sum hava teknað seg til veitsl­­una. Harriet, sum er fødd 18. juli í 1931, er ættað úr Fugla­firði. Foreldur henn­ ara vóru Henrikka fødd Olsen og Victor Danielsen, trúboðari. Tey vóru bæði ættað úr Søldarfirði – hon av Heimbø, og Victor var sonur sýslumannin. Børnini hjá Henrikku og Victor eru Maria á Lakjuni (1921- 2006), Dánjal (1922-2001), Carolina ella Utta Øregaard (1924), Lena Danielsen (1926-1998), Hansa Joen­ sen (1930), Harriet Isaksen (1931), Victoria Jacobsen (1933), Hans Christian (1935-1963) og Richard (1937). Fýra búsettust í Klaks­vík – Dánjal, Lena, Hansa og Harriet. Hini bú­sett­ust í Fuglafirði. Jógvan, sum er føddur 20. november 1931, er ætt­ aður úr Brekkuni í Klaksvik. Mamma hansara, Anna fødd Wolles var úr Uppi­ stovu á Trøllanesi. Pápin, Joen Fr. Isaksen, Billu Jógv­ an, var úr Beitinum í Leir­ vík. Børnini hjá teimum eru Bodil Simonsen (1925- 2005), Korintha Lindberg (1928), Jógvan (1931), Fía Høj (1933), Ruth Olsen (1937), Sigvør Nielsen (1940) og Finnbogi Ísakson (1943-2005). Ruth og Finnbogi búsett­ ust í Havn, og Sigvør býr á Møn. Hini búsettust øll í Klaks­vík. Harriet og Jógvan giftust inn til mammu hansara, sum var vorðin einkja í sep­ tember 1948. Anna doyði í 1971. Victor Danielsen var lær­ ara­lærdur, og hann hevði heima­skúla við børnunum. Harriet gekk í skúla hjá pápa sínum í tvey ár, áðrenn hon fór í kommunala skúlan í Fuglafirði. Seytjan ára gomul – eftir at hava verið í húsinum hjá systrini Miu og hjá Samma Jóannesi í Kollafirði - fór Harriet til Klaksvíkar at tæna hjá Idu Purkhús, sum eisini lærdi hana at seyma. Um somu tíð var hon í húsarhaldsskúla hjá Korintu Jónson. Ofta hevur verið tikið til, at Victor Danielsen var og ferðaðist í Róm. Harriet var saman við pápa sínum í toki suður ígjøgnum Europa og til Róm. Ragnhild og Esm­ar Fuglø vóru saman við teim­um. Harriet gjørdist klaksvíks­ kona og arbeiddi eitt skifti í klædnabúðini hjá Kjølbro. Nógvu tey fyrstu árini, eftir at børnini vóru komin, var Harriet heima. Hon hevði seymistovu, og viðhvørt seymaði hon saman við Hansu, systrini – í Brekkuni og á Gerðareiði, har Hansa búði. Seinni arbeiddi Harri­ et í Búnanum, og so loysti hon av hjá Annu Nielsen og hjá Kal. Tá ið maðurin og svágurin fóru at reka vinnu­ fyritøku, var Harriet á skriv­ stovuni. Jógvan hevði longu sum skúladrongur roynt sjólívið við pápanum sum skipara. Jógvan var sjómaður fyrstu árini eftir skúlagongdina í Klaksvík. Eitt skifti var hann í innanoyggja farma­ sigl­ing við Poppy, sum Kjøl­ bro átti, og sum Malvinus í Vátutoft førdi. So var hann við Atlantsfarinum, sum páp­in átti saman við Kjøl­ bro, og sum Billu Jógvan sjálvur førdi. Eftir at pápin brádliga var deyður bert 52 ára gamal, vildi mamman hava Jógvan at vera heima. Tá arbeiddi hann hjá Skard, sum stoypti kai í Klaksvík, og tá gekk hann á motor­ skúla hjá Jóhan í Grótin­ um. So var Jógvan aftur við At­lantsfarinum, sum mamm­ an nú átti einsamøll. Hann var dekkari, motorpassari og kokkur. Millum skip­arar­ nar vóru Meinhard, pápa­ beigg­in, og Kristian Olsen. Veturin 1951/52 gekk Jógv­an til seturskipara hjá Fischer Heinesen, og vet­ urin 1954/55 tók hann longd­­ina. Hann var besti­ mað­ur við Atlantsfarinum, sum Poul Hansen reiddi út, og sum Júst í Túni og seinni Eiler Jacobsen førdu. Tað var í 1956, at Atlantsfarið við Júst sum skipara og Jógv­­ani sum bestamanni sum fyrsta føroyska fiski­ skip í nýggjari tíð var í New Found­landi. Túrurin er tiltik­ in, og Jógvan eigur fram­ vegis skipsdagbókina. Frá 1958 og fram til 1962 førdi Jógvan Atlantsfarið. Teir royndu í Grønlandi og New Foundlandi, og teir vóru á sild norðanfyri Før­ oyar. Ein vetur róði hann út við Solo, sum Jóannes hjá Dáva átti og førdi. Jógvan loysti okkurt skifti Jóannes av. Síðani var hann stýri­ maður hjá Levi hjá Dáva, sum førdi línuskipið Stellu Mariu, og so førdi Jógvan eitt skifti Stellu Mariu, inn­ til hann á heysti í 1964 gjørd­ist arbeiðsformaður á heilsøluni hjá J. F. Kjølbro. Hetta starvið røkti Jógvan fram til 1985, tá ið hann sam­an við sváginum, Benna á Geilini, keypti Snøris­virk­ ið, sum teir høvdu inntil 2003. Jógvan hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelags­ málum. Í 14 ár hevur hann umboðað Tjóðveldisflokkin í Klaksvíkar býráð. Hann var sóknarstýrisformaður í 1969 og býráðsformaður 1977-1980. Fýra ára skeiðið var Jógvan fulltíðar borgar­ stjóri og hevði tískil farloyvi frá starvinum á heilsøluni. Harriet og Jógvan eiga fýra børn, sum øll hava funn­ið sær maka í heim­stað­ num, har tey eru búsett: Jógvan er føddur í 1958 og giftur Mariu Tróndheim. Tey eiga tvey børn – Heidi og Jógvan. Henrikka er fødd í 1961 og gift Victori Nielsen. Tey eiga tríggjar gent­ur – Hanna, Marta og Elisabet. Hans Christian er føddur í 1964 og giftur Birgit Østerø. Tey eiga tveir dreingir – Høgna og Rana. Anfinn er føddur í 1968 og giftur Nathaliu á Dul. Tey eiga tvey børn – Harriet og Agnar. Nú eru nøkur ár síðani Harriet og Jógvan góvust at arbeiða. Harriet hevur ging­ ið til enskt, brodering, bók­ binding og maskingskriving í kvøldskúlanum og til seym­­ing í Húsarhalds­skúl­ an­um. Hon fæst framvegis við hondarbeiði, hon bakar til so mangt høvi, og so pass­ar hon Jógvan, hús og hava og tekur sær væl av øll­ um, sum støkka inn á gólv­ ið. Hettu hevur altíð verið gjørt uttan hóvasták, og so­leiðis er tað framvegis. Hóast Jógvan segði sjólív­ inum farvæl fyri meiri enn fjøruti árum síðani, so hev­ ur hugurin altíð staðið til sjógvin. Honum hevur altíð dámað væl at flotið, og tað kemur meiri enn so fyri, at hann er á floti við Zelotes. Fyrstu árini, eftir at hann var uppilagstur, dreiv Jógv­ an summarútróður við Eyst­ nesi. Hetta var fyri Fiski­ rann­sóknarstovuna. Setning­ ur­in var eitt nú at leggja lunn­ar undir rúsufiskarí eftir hummara. Onkrar túrar var hann við Stellu trolarun­ um á marknaði í Týsklandi, og hann førdi Jóannes Pat­ ursson, tá ið hann varð sigld­ur til Onglands til upp­ høggingar. Millum nevndarsessirnar, sum Jógvan hevur røkt, er IRF, har hann var nevnd­ar­ formaður, Klaksvíkar Sjó­ mans­skúla, har hann var nevnd­arlimur í 25 ár, Norð­ oya Bjargingarfelag (1972- 2001) og í Sjóvinnu­bank­an­ um (1989-1992). Eitt skifti var Jógvan til sjóforhoyrini, sum vóru á sýsluskrivstovuni í Klaksvík. Harriet og Jógvan eru trúgv í Betesda. Saman við øðrum hevur Jógvan í nógv ár hildið andakt á Norðoya Røktarheimi, og saman við vinmanninum Levi Joensen og øðrum hevur hann nógvu teir seinastu vetrarnar ferð­ ast kring landið og hildið møtir. J Gullbrúdleyp í Brekkuni Dagurin 9. februar. Appolonia, deyð umleið ár 250. Ein kona í Aleksandriu, sum fyri trúar sakir varð pínd og dripin. Halgisøgan sig­ur, at hon fekk allar tenn­inar trektar út og varð síðani brend á báli. Hon er verndarhalgi­menni hjá tannlæknum. Navn­ið er eftir grikska gud­inum Apollon, hin ljóm­andi. Tøkk Øllum tykkum, bæði innanoyggja og uttanlands, ið á ymiskan hátt mintust meg sjútiáradagin á Pálsmessu, beri eg mína hjartans tøkk. Gott 2007 øll somul. Michael Matras Tøkk Sofía Sevdal vanliga kallað Fía á Regni úr Leirvik 95 ár. Øllum tykkum sum sýndu mammu okkara ta gleði, at heilsa uppá hana og á annan hátt gleddu hana tá vit hildu føðingardagin, vilja vit takka hjartaliga. Og tykkum á Vesturstovu fyri góðsku og umsorgan móti henni. Vegna mammu okkara, Osla, Regin Hegin og Jógvan Páll nøvn Frásøgn frá Knút Nolsøe Nú 30 ár eru liðin síðan eg, eftir áheitan, átók mær at fáa donsku lógina um krígsendurgjald (krígspensjón) at vera galdandi fyri krígssigling við føroyskum skipum krígsárini 1940-45, loyvi eg mær at siga frá, at eg vegna aldur ikki longur kann átaka mær at ganga til handar og vegleiða viðvíkjandi krígsendurgjaldinum. Knút