hósdagur 8. februar 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 28 - 8. februar 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tíðindaskriv
Mánadagin
12. februar
2007 gevur Frímerkjadeild
in út nýggj frímerki.
Út kemur eitt frímerkjaark
við tíggju frímerkjum, ið
lýsa søgnina um kópakon
una. Edward Fuglø hevur
teknað myndirnar.
Tvey frímerki av gomlum
steinprentum verða somu
leiðis givin út. Upprunaligu
steinprentini stava frá 1839
og eru frá eini franskari
rannsóknarferð í Norðurat
lantshavi.
Fyrra myndin sýnir rann
sóknarskipið
“La
Re
cherche” við Nólsoynni í
baksýni meðan hin myndin
er av Skælingsfjalli.
Frímerkjadeildin hevur
lagt til rættis.
”Alduorka” er heitið á
seinasta frímerkinum á hes
um sinni.
Hetta er ein felags frí
merkjaútgáva saman við Ís
landi og Grønlandi, har evn
ið ”umhvørvisvinalig orka”
verður lýst.
Føroyska ískoytið lýsir
alduorku, meðan tað ís
lendska og grønlendska
ávikavist lýsa jarðarhita og
vatnorku.
Postverk Føroya:
Frímerkjadeildin við nýggjum frímerkjum
Kristiligur fundur
í Føroyahúsinum
Fríggjakvøldið klokkan 20.30, skipar samkoman í
Kristnastovu fyri kristiligum fundi í Føroyahúsinum á
Vesterbrogade 17A í Keypmannahavn.
Jógvan Jacobsen talar. Sylvia Sivertsen syngur tveir
sangir, og á skránni verður eisini felagssangur, drama,
videoløg og ókeypis drekkamuður.
Meira fæst at vita á www.kristnastova.dk og www.
faroehouse.dk
Fríggjadagin 9. februar kl.
16 til 18 verður fernisering
í Galerie Focus í sambandi
við at Sigrun Gunnarsdóttir
listakvinna á Eiði letur upp
ein málningaframsýning.
Sigrun er fødd í 1950 á
Eiði. Hon hevur sína útbúgv
ing frá Askou Jensen á
Glypotekinum
í
Keyp
mannahavn, 1971-1973 og
“Det Kongelige Danske
Kunstakademi (málara og
grafikaralinjan)
1973-
1980.
Opið er týsdag til fríggja
dag kl. 15-18 og leygardag
kl. 16-18.
Framsýningin er opin til
22. februar.
Sigrun Gunnarsdóttir í Focus
Listakvinnan Sigrun
Gunnarsdóttir letur upp
eina málningaframsýning í
Galerie Focus fríggjadagin
9. februar
Mynd: Álvur Haraldsen
Eitt av frímerkjunum við rannsóknarskipinum “La Recherche”
við Nólsoynni í baksýni
Tað er ikki ofta at fleiri av
skipsførarnum hjá reiðarí
num TORM A/S í Danmark
eru heima samstundis –
men nú í januar vóru so
hesir heima, og nýttu teir
høvið til at koma saman til
eitt Torm Treff – har teir
kundu vera saman eitt kvøld
og tosa um ymisk viður
skifti, bæði arbeiðsliga sum
ábyrgdarhavandi av skipum
uppá 80 til 100 túsund tons
úti í stóru verð - og so eisini
tað dagliga lívið, tá teir eru
heima hjá familjuni.
”Sorrig og glæde – de
vandrer til hope” sigur eitt
danskt orðatak, og tað
máttu teir so eisini sanna
hesaferð, teir vóru heima.
Tað var ein tungur dagur, tá
teir fylgdu teirra góða vini
og trúgva skipsfelaga hjá
Torm, hvalbinginum Narva
Norðberg,
búsitandi
á
Strondum, til hansara sein
asta hvíldarstað. Narvi var
nógv umhildin hjá reiðarí
num, har hann silgdi sum
yvirstýrimaður.
Her eru fýra norðoyingar,
sum allir eru kaptajnar hjá
TORM, f.v: John Mørkøre,
John Petersen, Kári millum
Garðarnar úr Klaksvík og
Jens Kristian Simonsen av
Viðareiði
Skipsførarar hjá Torm