Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2007 Í gjár fingu Magni Blástein og tríggir danskir stuttleika­ fiskimenn, sum komu til Føroya at fiska mánadagin, størsta hemaran, sum yvir­ høvur er fingin í kappingini, Shark Atlantic, sum nú er í gongd á triðja sinni Shark Atlantic Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann sanniliga loysa seg hjá útlendingum at koma til Føroya at fiska við tráðu. Hetta er nakað, vit leingi hava tosað um, men lutfalsliga lítið hava gjørt við. Og tó. Gongd er komin á, og stór fiskikapping við útlendsk­ari luttøku var í Føroyum í fjør summar. Haraftrat hevur kappingin, Shark Atlantic, nú trý ár á baki. Royndin hjá trimum døn­ um, sum komu við Norrönu til Føroya mánadagin, prógv­ar, at tráðufiskiskapur í føroyskum sjógvi so av­gjørt er nakað, sum før­ oyska ferðavinnan og báta­ eigarar kunnu gera munandi meira við. Umstøðurnar at fiska eru góðar, vit eiga nógvar bátar, sum ein stóran part av árinum liggja bundnir við bryggju, og restin er í fyrsta lagi ein spurningur um marknaðarføring úti í heimi. Stórur hemari Magni Blástein í Vest­ manna, sum fyri trimum árum síðan tók stig til kappingina, Shark Atlantic, fekk mánadagin vitjan av trimum stuttleika­fiski­monn­ um úr Danmark. – Menninir settu seg í samband við meg eftir eina samrøðu, sum DK4 hevði við meg í desember. Hann sigur, at hetta eru stuttleikafiskimenn, sum eitt nú fiska tosk við tráðu í Oyrasundi. – Vit hava verið tveir túrar, meðan teir hava verið her, ein týsdagin og ein í gjár. Í dag fara teir avstað aftur við Norrönu. Magni sigur, at týsdagin fingu teir ongan hemara, men í gjár bar rættiliga til, tá ið ein stórur hemari tók. – Tann eini av monnon­ um, Henrik Hansen, fekk ein hemara, sum vigaði 222 kilo, ókruvdur. Hann sigur, at teir vóru stadd­ir suður úr Kirkju­bø­ nesi, tá ið fast var. – Tað tók Henriki hálvan annan tíma at fáa lívið av hemaranum, ið eisini er hin størsti, sum fingin er í kappingini, Shark Atlantic, yvurhøvur. Endaðu í Hesti Magni Blástein sigur, at meðan teir fonglaðust við stóra hemaran, róku teir einar seks fjórðingar norð­ ur­yvir og vóru staddir mið­ skeiðis millum Trøllhøvda og Hestoynna, tá ið stríðið var av. – Vit tóku hemaran upp á sleip og fóru inn í Hestbygd, har ein krani lyfti hann upp í bátin. Síðan løgdu vit inn á Gomlurætt og fingu stóra fiskin við handamegi í land. Hann sigur, at báðar dag­ arnar, meðan hann var úti við donsku stuttleika­fiski­ monnunum, fingu teir eis­ ini nakrar toskar, onkra longu og onkran kongafisk. – Jú, eg haldi, at hetta var eitt ógvuliga stórt upplivilsi hjá hesum monnum, sum leitaðu higar til lands at fiska við tráðu, sigur fyri­ skiparin av Shark Atlantic. Triðja árið Tað var Magni Blástein, sum fyri trimum árum síðan framdi sítt hugskot í verki at skipa fyri hesi kapping - at veiða hemara við tráðu. Í fjør var luttakaratalið 25, og higartil í ár eru umleið 30 við í kappingini. Kappingin gongur frá 1. november til 1. mars, so enn er høvi hjá fólki, sum hava áhuga fyri tráðu­fiski­ skapi, at tekna seg og verða við í kappingini. – Hemarin, sum Henrik Hansen fekk mikudagin, er hin fjórði, sum fingin er í kappingini í vetur. Tann størsti, sum frammanundan er fingin í Shark Atlantic, er veiddur av einum øðrum dana fyri trimum árum síðan. Hesin vigaði 194 kilo, ókruvdur. Magni Blástein sigur, at sjálvur hevur hann mist tveir hemarar á tráðu í vetur - men hann hevur ongan fingið til lands. – Men tað er so sanniliga eisini spennandi at fylgja gongdini, tá ið aðrir umborð á mínum báti hava fatur í einum hemara, leggur hann aftrat. Størsti hemarin í Shark Atlantic Hemarin, sum danin, Henrik Hansen, fekk umborð á bátinum Blástein í gjár, var næstan líka stórur sum hesin, ið leirvíkingurin, Alfred Eliasen, fekk undir Kalsoynni herfyri Magni Blástein, sum stendur aftanfyri kapp­ ingina at veiða hemara, Shark Atlantic, sigur, at hem­arin, sum leir­vík­ing­ urin, Alfred Eliasen, her­ fyri fekk undir Kalsoyar­ landinum, er líka stórur, sum hemarin, ið eigur heimsmetið í stødd. – Tað er spell, at Alfred ikki fekk hendan hem­ aran á tráðu í staðin fyri á línu. So, hevði júst hesin fiskurin staðið undir lið­ ini á heimsmetinum, ið er 229 kilo. Hemarin, sum vit síggja á myndini, og sum leirvíkingurin fekk um­ borð á báti sínum, Beinta, vigaði júst 229 kilo, ókruvd­ur. Størsti hemarin, sum seinastu tríggjar vetrarn­ ar er veiddur í Shark At­lantic, vigaði 194 kilo. Men í gjár fekk so danin, Henrik Hansen (sí grein omanfyri) ein hem­ ara, sum vigaði 222 kilo. – Tað eru bara teir fiskarnir, ið verða veiddir við tráðu, sum telja við, sigur Magni Blástein. (-vilmund) Eins stórur og heimsmetið... Alfred Eliasen við stóra hem­ aranum, hann fekk á línu undir Kalsoyar­land­inum Føroyskt vinnulív væntar, at lodnu­ kvotan undir Íslandi verður nakað minni í ár enn í fjør, og somu­ leiðis er vænt­andi, at onkrar smá­vegis broytingar verða í svart­kjaftaveiðini Fiskiveiða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Samráðingarnar um fiskiveiðisáttmála millum Før­­oy­ar og Ísland eru ikki komnar und­ir land enn, og væntandi verður nýggjur sam­ráð­ing­ar­fundur ein av komandi døg­unum. Á heimasíðuni hjá Før­ oya Reiðarafelag vita tey at siga, at eftir almennu vitj­an­ ina hjá løgmanni, Jóannesi Eidesgaard í Íslandi, er líkt til, at fiskimálaráðharrarnir í báðum londunum fara at taka samráðingarnar upp­ aftur. Felagið væntar, at spurn­ ingurin um lodnuna tá eisini verður avgreiddur. – Lodnukvotan undir Ís­ landi verður væntandi nak­ að minni enn tey 30.000 tonsini, sum vit fingu loyvi at fiska í 2006, heldur felagið. Føroya Reiðarafelag sig­ ur seg eisini hava skilt, at botn­fiskakvotan í nýggju fiski­veiðiavtaluni verður hin sama, men at onkrar smávegis broytingar helst verða í svartkjaftaveiðini. Føroyingar eru ikki nøgd­ ir við, at »klasulur« er á lodnuni, sum vit sleppa at fiska í íslendskum sjógvi. Íslendingar hava nevniliga tryggjað sær, at lodnan, sum føroysk skip fiska, ikki skal kunna landast til matna í Føroyum, ei heldur virkast til matna umborð á føroyskum skipum. Hetta líkar ikki føroysku fiskivinnuni, sum heldur, at hesar forðingarnar skulu bein­ast av vegnum, nú fríhandils­avtala annars er galdandi millum londini. Landsstýrismaðurin í fiski­vinnumálum, Bjørn Kalsø, segði við Sosialin herfyri, at ein gongd leið er, at føroyingar í fyrstu syfti sleppa at landa - ella virka - ein part av lodnuveiðini til matna. – Men málið má verða, at hesar forðingar verða beind­ ar av vegnum skjótast gjør­ ligt, legði landsstýris­mað­ urin dent á. Aftur at samráðast við Ísland