Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 28 - 8. februar 2007 Spurningurin um eftirútbúgving ella førleikamenning av journalistiska starvshópinum í føroyska fjølmiðla­ heiminum er vorðin sera aktuellur. Tað eru fleiri orsøkir til, at málið kemur á dagsskrá júst nú. Málið var til um­røðu á ársaðalfundi Blaðmannafelagsins seinasta viku­skifti í Hósvík. Í sambandi við fimtiára hátíðar­ haldið hjá Kringvarpinum hevur verið ein breið og sera áhugaverd viðgerð av fjølmiðlastøðuni sum heild og hev­ur serstakliga verið fokuserað á journalistisku før­ leikarnar og móðurmálið í loftbornu miðlunum. Í eini av sendingunum varð frá hesum stað mælt til, at tað almenna skal stíla fyri eini skipaðari eftirútbúgving av føroyskum journalistum. Ásannast má, at tað er í tøkum tíma, at journalistar og teirra arbeiðsgevarar taka hetta málið upp. Allir partar eru samdir um, at eitt nú føroyska málið í bløðum og loftmiðlum treingir til eina køna og bøtandi hond. Mál­ brúkið í fjølmiðlunum er helst tað mest eygsýna økið, har tørvur er á eftirútbúgving. Men her eru onnur øki við. Journalistikkur snýr seg um annað enn at duga gott føroyskt mál. Snýr seg eisini um okkara journalistiska handverk og alt tað, sum hongur uppi í hesum. Jour­nal­ istar hava eins og øll onnur brúk fyri at menna seg og støðugt at gerast betri í sínum dagliga starvi. Hetta kann vera eitt sindur trupult í einum lítlum landi við einum so avmarkaðum starvsfólkahópi sum journalist­ arnir eru. Harfyri eiga vit ikki at gevast í forhond, men taka málið í størsta álvara. Vit, ið starvast í hesum yrki­ num, eiga at taka til okkum tær atfinningar, ið eru frammi. Á fimti ára degnum hjá Kringvarpinum var bæði rís og rós. Lat okkum taka konstruktivu atfinning­ ar­nar til okkum, ikki bara tey, sum starvast í loftmiðl­ unum. Men lat okkum samtíðis seta myndugleikunum tað náttúrliga krav at skipa fyri eftirútbúgving í fyrstu atløgu og grundleggjandi fjølmiðlaútbúgving í øðrum umfari. Tað er nú staðfest, at breið semja er um, at føroyskum journalistum tørvar førleikamenning yvir ein breiðan kamb, tað veri seg føroyskt mál, journalistikk sum heild og kunnleika til samfelagið og samfelagsins mekan­­ismur. Tað er nú tikið stig til eitt felags átak mót­ vegis mynd­ug­leikunum. Hetta skuldi ikki verið nakað stórt ella trupult mál. Tað er bert at áleggja Fróðskapar­ setrinum at fara undir eftirútbúgving av fjølmiðlafólkum. Vit hava longu, sum er, ein part av lærarunum á Føroya­ máls­deildini og Søgu- og samfelagsdeildini. Teir lærar­ ar, sum vit ikki hava, kunnu vit fáa uttaneftir. Nú er nóg mikið tosað – latið okkum nú fara til verka. Ein betri útbúgvin journalisthópur kemur at gagna øllum sam­ felag­num. Tað eigur tó ikki at verða steðgað við eftir­ útbúgvingini. Næsta stig eigur at vera ein føroysk jour­ nalist ella fjølmiðlaútbúgving á Fróðskapar­setri­num. Sosialurin Førleikamenning av fjølmiðlafólki Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Bjarta Joensen bjarta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Hvør er tað nú, ið kemur við hesum ófrættatíðindum. Jú, fyrst er tað ein veljara­ kanning umbiðin av Dimmu, síðani leiðarin í Dimma­lætting, og so kemur ein spinn­doktari úr Gøtu, ið ikki fekk sín vilja fyri ein­ um ári síðani, tá ið hann var við til at fáa ein tingmann úr Suðuroy út á glatís. At ÚF og SVF fylgja hes­ um upp, er sjálvsagt, tí ann­ ars høvdu tey eingi tíðindi, har koma bert ófrættatíðindi, sólskinssøgurnar er ein bý­ur í Kina. At 266B kann og skal brúk­ast av teimum “kristi­ ligu”, síggja vit best, tá ið skriv­arin í Sambands­flokk­ inum, ið stillar upp í Eystur­ oy, fór út og segði, at hann vildi ikki vera atkvøðuneyt hjá tingformanninum, ið ikki var heilt so “kristin” sum hann, og vónar sjálv­ sagt at fáa sær nakrar bíligar atkvøður í Eysturoy til kom­ andi valg. Nú kemur panikkur í næst­­for­mannin í Sam­bands­ flokkinum, tí kanska missir hann atkvøður til skrivaran, so har er bert eitt at gera, tað er at yvirtrumfa skriv­ar­ an fyri at vísa, hvussu “krist­ in” ein er, og tað allar týdn­ ingarmesta, ikki at missa at­ kvøður. Næstformaðurin royndi so at gera tað, ið eingin hev­ ur klárað enn, at blása og hava mjøl í munninum sam­ stundis, men tað eydnaðist heldur ikki hjá honum Ikki eiti á kreppa, ein Dimma, ið “gloymir” tað posi­­tiva, spinndoktari, ið ikki fekk sín vilja, skrivari og næst­formaður, ið bert eru úti eftir atkvøðum við at mis­brúka tí kristnu lær­ una. “Umsóknin um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba er til viðgerðar í Menta­mála­ ráðnum, og verður politisk støða tikin til málið, tá ið viðgerðin er liðug.” Soleiðis svaraði løgmaður mær einum skrivligum fyri­ spurningi tann 24. november 2006 Hesi tíðíndi løgmans vóru fylgd upp í einum munn­ligum fyrispurningi til lands­stýrismannin í menta­málum tann 7. februar 2007. Landsstýrismaðurin varð spurdur, nær og hvussu nógv­ir fundir vóru hildnir um Atlantic Adventure Eftir­ skúlan í Hvalba, hvussu fjøl­mentir fundirnir høvdu verið, hvørjar niðurstøður gjørdar vóru, og hvussu fram­tíðarútlitini vóru fyri hes­um eftirskúla. Orsøkin til hesar nágreini­ liga orðaðu spurningar var, at als einki virksemi sást hava verið um hetta mál. Sum øllum kunnugt, so var ítøkilig ætlan um fyrsta eftirskúlan í Føroyum løgd fram á tíðindafundi 10. ok­tober 2006 umborð á Smyrli. Eftirskúlin hevði fingið heitið Atlantic Adventure Eftir­skúlin og skuldi byggj­ ast í Hvalba. Skúlin skuldi rúma 80 næmingum. Undir fíggjarlógar­við­ gerð­ini skutu vit undir aðru viðger upp at játta 7,5 mió. kr., og tá ið samgongan hevði felt tað uppskotið, skutu vit við triðjku viðger upp at játta 5 mió.kr. til at fara undir hendan harðliga tiltrongda skúla. Hetta uppskotið varð eis­ ini skotið niður av sam­gong­ uni. Síðani bíðaðu vit í spenn­ ingi eftir, hvussu álvarsliga samgongan var farin til verka, og hvussu langt hon var komin í hesum máli, og tí varð í spenningi bíða eftir svari upp á frammanfyri nevnda spurning. Landsstýrið hevði havt ein, sigur og skrivar EIN fund um málið tann 22. jan­ uar saman við stigtak­arun­ um, segði landsstýris­mað­ur­ in, hvussu fjølmentur fund­ urin var, hvørjar niðurstøður gjørdar vóru, og hvussu fram­tíðarútlitini vóru fyri hes­um eftirskúla, svaraði lands­stýrismaðurin ikki uppá. Tað var so álvarin í máli­ num um www.hergeir.com/ index.php?id=711” Atlantic Adventure, Eftirskúlan í Hvalba sæð við landsstýri­ sins eygum. Rætt skal vera rætt. Vanligu orðingarnar, sum knýttar verða upp í øll mál, sum vit reisa á tingi, komu so eisini við hesuferð. Málið er áhugavert, og lands­stýrið arbeiðir við tí, segði tann sera viðeiriligi lands­stýrismaðurin. Atlantic Adventure í Hvalba Tvøroyri Finnleif Guttesen Sambandsflokkurin í svárari kreppu, sigst www.hergeir.com Hergeir Nielsen