Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2007 - eru Føroyar partur av altjóða sam­fel­ag­ num í hesum høpi? UMHVØRVI Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Soleiðis ljóðar yvirskriftin á Trapputinginum, sum Miðlahúsið í Vágsbotni skipar fyri fríggjakvøldið. Við pallborðið sita: • Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi • Bogi Hansen, professari í havumhvørvi • Klæmint Weihe, stjóri í SEV • Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag • Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi. Kjakið verður lagt soleiðis til rættis, at luttakararnir fáa 10 minuttir í part til fram­ løgu, og síðani verður orðið frítt. Orðstýrari verður Uni Arge. Fyrst Trapputing – síðani Løgting - Nú Løgtingið fer at hava að­al­orðaskifti um orku týs­ dag­in, hildu vit tað vera upp­lagt, at taka hetta nógv um­rødda og týðandi evnið upp á Trapputinginum. Hetta er eitt stórt mál, ið bæði snýr seg umhvørvið og framt­íðina, og harvið eisini um lokal og global orku- og um­hvørvismál. sigur Jan Müll­er, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum og stigtakari til Trapputingið. Miðlahúsið hevur nú í skjótt tvey ár lagt seg eft­ir at vera karmur um orð­a­ skifti um al­skyns aktuell mál, sum eru uppi í tíðini. Bæði mál, sum hava verið ella fara at verða við­gjørd í Løgtinginum, men eisini ann­að, sum upptekur fólk og annars rørist í sam­fel­ag­ num. - Vón okkara er, at Trappu­ ting­ið kann vera við til, at mál fáa eina so gjølla og rætt­vísa handfaring, sum til ber. Eitt nú undir viðgerðini og orðaskiftinum á Løgtingi, so vit á hendan hátt eru við til at geva okkara fólkavaldu eitt betri grundarlag at taka støðu út frá, sigur Jan Müller, sum leggur dent á, at bæði fakfólk og leikfólk sleppa til orðanna á Trapputinginum. Øll eru vælkomin fríggj­a­ kvøld­ið og Miðlahúsið bjóð­ ar kaffi og smákøkur. Trapputing um orku og umhvørvi: Orka, umhvørvi og framtíðin Sigurð í Jáupsstovu, stjóri á Jarðfeingi Bogi Hansen, professari í havumhvørvi Klæmint Weihe, stjóri í SEV Jákup Sólstein, formaður Føroya Reiðarafelag Bergmann Finsson, Agenda21 ráðgevi VB fjepp­ar­ ar spenna seg út Til spennandi ­fin­ al­­­­­u­­hond­bólt­sdyst­ in leyg­ar­dag­in millum VB og Stjørn­una, spenna VB fjepparar seg út og ætlanin er at hita upp í Bow­ling­ høll­ini á Hálsi í Havn Hon­d­bólts­ fjepparar Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo VB hevur lagt tekn­ing­ ar­list­ar út á vanligu støð­­unum í Vági, har til ber at tekna seg til at koma við til Havnar at fylgja kvinnufinaluni mill­um VB og Stjørn­ una. Fjepparar hittast so í Bowlinghøllini á Hálsi klokk­an 12.00 at hita upp, syngja og mála and­lit. Heitt verður eis­ ini á tey, ið eiga VB troyggj­ur, um at fara í tær. Tá komið verður aft­ ur til Vágs á kvøldi, verð­ur dansur í VB hús­ i­num. Tíðin vil so vísa, hvørt talan verður um vinn­ar­a­dans, ella van­ lig­an finaludans. KYOTO Bøndur í neyð Danskir bøndur, sum ala høsnarungar, hava tað strævið fíggjarliga í hesum tíðum, skrivar Ritzau. Í fjør vórðu 106 mió. høsnarungar avlívaðir í Danmark, og tað var 25 prosent minni enn árið fyri. Tvinnar orsøkir eru til aftur-gongd-ina. Onnur er, at í tí arabiska heiminum hava fólk ikki gloymt tekningarnar av Muhammed profeti, og hin er, at nógvir útlendingar góvust við at keypa danskar høsnar-ungar eftir ein tilburð av fuglakrími í fjør. Nógv at gera Í smiðjuni hjá Bent Mortensen í Vági ella Tangavirki­num, sum fyritøkan nú eitur, hava teir úr at gera í hesum døgum. Mort­ an Mortensen, stjóri, sig­ur við Suðurrás, at teir hava nógv­ar bíleggingar, og at tað tí er hugaligt at líta frameftir. Um­framt teir vanligu oljutangarnar til sethús hava teir fleiri seruppgávur, og eru tað ser­liga fyritøkur norðanfjørðs, sum bíleggja arbeiði í Vági. Tangavirkið hevur 75 át á baki seinni í mánaðinum. Listafelagið hevur bið­ ið ungu list­a­menn­i­ nar, Heiðrik á Heyg­ um og Jóannes Lam­ hauge um at stíla fyri ólav­­søku­fram­sýn­ing­ ini í ár FRAMSÝNING Tíðindaskriv frá Listafelag Føroya Nevndin í Listafelagnum hev­ ur heitt á teir báðar Heiðrik á Heygum og Jóannes Lam­hauge um at stíla fyri Ólav­søkuframsýningini í 2007. Teir eru farnir undir at finna listafólk, velja verk og leggja framsýningina til rætt­is. Ætlanin er at blása nýtt lív í framsýningina og geva fólki eina full­komiliga øðr­vísi uppliving enn áður. Ólav­­søk­u­framsýningin fer í ár at vísa tað, sum ung lista­ fólk takast við. Ólavsøkuframsý­n­ing­in verð­ur sum vant í Listasavni Før­oya. Hon letur upp ólav­ søkuaftan, 28.7., kl. 14, men hon verður opin longur enn vant: til 12. august 2007. Ólavsøkuframsýningin hjá Listafelagnum hevur ver­ið fastur táttur í ólav­søku­ haldinum síðani 1948. I nógv ár var hon einasta lista­fram­ sýningin í landinum og tí mynd­listaligi í høvuðs­til­burð­ urin á árinum. Listafelagið plagdi at seta eina lýsing í bløðini einaferð um várið við upp­lýsing um freist fyri nær verkini máttu vera innkomin og setti síðani framsýningina sam­an burtur úr tí, sum var inn­­komið. Soleiðis verður sum sagt ikki í ár. Mong eru tey listafólk, sum hava sýnt fram á fyrsta sinni á Ólavsøkuframsýningini, og sum síðani eru farin at fáa sær útbúgving og seinni eru vorðin sera dugnalig og við­urkend listafólk. Ólavsøkufram­sýn­ing­in var leingi Framsýningin. Nú eru fleiri aðrar fast­ar list­a­fram­ sýningar gjøgn­­­um árið, og ólav­­søk­u­fram­sýn­ing­ar­nar eru nógvar umframt hana hjá List­afelagnum. Listafelagið hev­ur tí gjørt av at royna nýggj­ar leiðir. Nevndin í Listafelag Før­ oya: Malan Marnersdóttir, forkona, Katrin í Gongini, skrivari, Hilmar Høgenni, kassameistari, Marjun Sigurðsdóttir, Annika Marr Poulsen Heiðrikur og Jóannes stíla fyri ólavsøkuframsýningini Heiðrikur á Heygum og Jóannes Lamhauge - her í leikinum um Jósef og dreymakotið, skulu stíla fyri ólavsøkuframsýningini í ár