Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 28 - 8. februar 2007 Jógvan á Lakjuni, lands­stýr­is­mað­ur, hev­ ur ikki tikið støðu til, hvat hann fer at mæla samgonguni til við­vík­ jan­di fólkaskúlanum. – Nú mugu vit fyrs t kanna, hvuss u vit kun­ nu hækka tímatalið til inn­skúl­ing­ina, so vit ikki leypa framav, sig­ ur hann Skúlamál Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Enn hevur landsstýrismaður í skúlamálum, Jógvan á Lak­juni, ikki tikið støðu til, hvat hann ítøkiliga fer at mæ­la samgonguni til, eftir að­al­orða­skif­ti var um fólka­ skúl­an týsdagin. Eitt orða­ skif­ti har tingfólk úr øllum flokk­um vóru samd um, at inn­skúl­ing­in skal hava fleiri tím­ar, umframt at játtanin til undirvísingartilfar skal hækk­ast. Sagt var, at til­mæl­ ið frá landsstýrismanninum er ov lágt sett, tá hann skjýt­ ur upp at geva 1. og 2. flokki ein tíma afturat á hvørj­­um ári, tey næstu trý ár­ini. Fleiri tinglimir róðu fram­ und­ir, at tímatalið eigur at vera ájavnt tímatalinum í hin­um norðurlondunum, so 1. og 2. flokkur fer upp í 25 tímar. Kanna fyrst Men landsstýrismaðurin hev­­ur sum sagt ikki tikið enda­li­ga støðu til, hvat hann fer at mæla sam­gong­ uni til. - Tað er altíð ringt at fáa peng­ar, so eg tori ikki at lova nakað enn, sigur Jóg­ van á Lakjuni, sum ivast í, um hann fær samgonguna at játta neyðuga peningin. - Í fyrsta umfari haldi eg, at vit skulu kanna, hvussu vit kunnu hækka tímatalið til innskúlingina, so vit ikki leypa framav. Millum annað um vit hava neyðugu lær­ ara­ kreft­ir­nar, og um rúm er fyri fleiri undir­vís­ing­ar­tím­ um í skúlunum, sigur lands­ stýris­mað­urin, við Sosialin. - Tað er ikki vist, at tað er rætt at hækka tímatalið. Hetta er nakað sum vit mu­gu viðgera í samgonguni. Ei­si­ni skulu vit kanna, um tað møguliga ber til at taka nakrar tímar frá teimum eld­ ru næmingunum, tí teir hava eins nógvir, ella fleiri tím­ar, enn næmingarnir í hin­um norðurlondunum, sig­ur Jógvan á Lakjuni Konfronteraður við, at før­oysk­ir næmingar eisini ha­va danskt, og at teir tískil neyv­an hava fleiri, men held­­ur færri und­ir­vís­ing­ar­ tím­­ar enn norðurlendsku næm­­­ing­­ar­­nir, viðgongur lands­­stýris­mað­ur­in, at nakað eru tað. - So kanska er tað ikki so skila­gott at taka frá teimum eld­ru kortini, sigur hann. Seta okkum mál Annars kundi hann hugsað sær, at flokkarnir gingu sam­an í einari breiðari sem­ ju, sum síðani setti sær eitt mál, ið skal røkkast innan eitt ávíst áramál - kanska trý ár. Spurdur, um talan mø­gu­li­ ga verður um eina eyka­játt­ an til fólkaskúlan longu í hes­um fíggjarárinum, sigur lands­stýr­is­mað­ur­in, at tað absolutt er ein møguleiki. - Hetta var eisini uppi og vendi í sambandi við við­ gerð­ina av fíggjarlógini, sig­ ur hann at enda. Bíða eftir niðurs tøðu um fólkaskúlan - Vit mugu kanna, um vit hava neyðugu lærarakreftirnar, og um rúm er fyri fleiri tímum í skúlunum, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, um at hækka tímatalið í innskúlingini. Nógvir sjúklingar Støðugt fleiri fólk fara til Danmarkar at leita sær læknahjálp, og tað sæst aftur á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn. Tølini vísa, at í 2001 brúktu 1.400 sjúklingar hotellið, men at talið var 1.900 í fjør. Samstundis vaks talið á teimum, sum vóru í fylgi við sjúklingum, úr 1.000 í 1.300. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, segði í Løgtinginum í gjár, at arbeitt verður við at finna betri gistingarumstøður til sjúklingarnar. Fyrireika framsýning Listafelagið hevur biðið Heiðrik á Heygum og Jóannes Lamhauge fyrireika ta árligu Ólavsøkuframsýningina í ár. Teir skulu finna listafólk, velja verk og leggja framsýningina til rættis. Listafelagið sigur, at ætlanin er at blása nýtt lív í framsýningina og at geva fólki eina fullkomiliga øðrvísi uppliving enn áður. Ólavsøkuframsýningin verður sum vant í Listasavni Føroya og verður opin frá ólavsøkuaftan til tann 12. august. Semja er um, at vit skulu upp á norð­ur­ lend­ska tíma­talið í inn­skúlingini. Næsta stigið verð ur at leggja hækkingina til rættis, sigur Andrias Pet­er­ sen, formaður í Ment­ anar­nevnd Løg­ting­sins Skúlamál Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Nógv hava fýlst á, at til­mæl­ ið um at hækka tímatalið til inn­skúl­ing­ina hjá lands­ stýris­man­n­in­um í skúla­mál­ um, var ov varið. Ein teirra var Andrias Petersen, fram­ søgu­mað­ur Javn­aðar­flok­ sins, undir aðal­orða­skift­in­ um týsdagin. - Útspælið við einum tíma í ár, og einum aftur næsta og triðja ár, munar ikki nógv. Ongin ivi skal vera um, at tímatalið til inn­ skúl­ing­ina skal upp á norð­ ur­lend­ska støðið. Nú er spurn­ing­ur­in bara, hvussu vit ítøkiliga leggja hækk­ing­ ina til rættis, so vit ikki enda við at senda studentar inn í smáu flokkarnar, tí lær­ ara­stab­ur­in ikki er til reiðar at taka nógvu eyka tímarnar uppá seg, sigur Andrias Petersen. Tekur tíð Spurdur, um fólk, sum send børn síni í 1. flokk eftir summar­frí­tíð­ina, fáa eitt betri tilboð, enn tey høvdu fing­ið í fjør, sigur Andrias Pet­er­sen, at tað vallað fer at síggj­ast aftur longu í august í ár. - Royndirnar við politisku skip­an­ini siga mær, at her hend­ir onki eftir einum degi. Nú bíða vit eftir ein­ um ítøkiligum útkasti frá Menta­mála­ráð­num, og vón mín er, at hækkingin kann fara fram tvey ella trý næstu árini, sigur Andrias Pet­er­ sen. Virkin andstøða Í blaðnum í gjár, segði Heidi Petersen, fram­søgu­ kvin­na í skúlamálum hjá Tjóð­veldis­flokk­inum, at um samgongan ikki kemur við einum skjótum og ítøki­ lig­um uppskoti um at hækka tíma­tal­ið munandi bein­an­ veg­in, so fór flokkur henn­ ara at leggja uppskot um eyka­játt­an fyri tingið. Til hetta sigur Andriast Pet­er­ sen, at sjálvandi ger Tjóð­ veld­is­flokk­­urin tað. - Tað høvdu vit eisini gjørt, um vit sótu í andstøðu. Tá hevur tú onki at missa, men alt at vinna, sigur And­ ri­as Petersen. Vit mugu leggja hækkingina av tímatalinum til rættis, so vit ikki enda við at senda studentar inn í smáu flokkarnar, sigur Andrias Petersen. Tímatalið til inn­skúl­ing­ina skal upp Um tímatalið til allar 50 1. flokkarnar hækkar úr 18 upp í 25 tímar um vik­una í einum, kostar tað umleið 4,5 milliónir krón­ur í læraralønum. At hækka tímatalið í 2. flokki úr 20 upp í 25 tímar kost­ ar umleið 3,5 milliónir krón­ur. Kelda: Mentamálaráðið FAKTA