hósdagur 8. februar 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 28 - 8. februar 2007
7
tíðindi
Karsten Hansen stillar upp
aftur á næsta løgtingsvali
– Eg havi fingið
røring í og vil fegin
hava at vita, hvat
veljarin heldur, sigur
hann
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg havi gjørt av, at eg
stilli uppaftur á næsta løg
tingsvali.
Tað ger Karsten Hansen
greitt í morgun.
Stórur ivi hevur verið
um hansara politisku fram
tíð, eftir at hann meldaði
seg úr Tjóðveldisflokki
num í kjalarvørrinum á, at
Løgtingið samtykti at geva
samkyndum
innivist
í
revsilógini.
Men nú ger hann í øllum
førum greitt, at hann fer at
stilla uppaftur.
Hann
hevur
annars
mangan ivast í, um hann
eigur at stilla upp aftur.
Men nú hann hevur
hugsað seg um, heldur
hann, at tað er rætt at stilla
upp og tað fer hann at
gera.
– Eg havi fingið røring í
nøkur viðurskifti og tí
haldi eg, at tað er rætt at
stilla uppaftur fyri at fáa at
vita, hvat veljarin heldur,
sigur hann.
Men er tað nú greitt, at
hann fer at stilla uppaftur,
er tað framvegis ógreitt,
hvønn hann fer at stilla upp
fyri.
Men tann loynidómurin
er hann ikki til reiðar at
avdúka enn.
– Tað fari eg at boða frá
á tíðindafundi ein av døg
unum, sigur hann.
Hinvegin er tað í øllum
førum greitt, at tað verður
ikki fyri Tjóðveldisflokkin
at hann stillar upp.
– Fyri at stilla upp fyri
Tjóðveldisflokkin, skal eg
vera limur og eg havi jú
meldað meg úr flokkinum,
sigur hann.
Heldur fast um
tingsessin
Men Karsten Hansen ger
eisini greitt, at hann fer
ikki at gera eftir áheitanini
frá Norðoya Tjóðveldisfelag
um at siga tingsessin frá
sær.
– Nógv tey flestu, sum
hava valt meg, eru ikki
limir í Norðoya Tjóðveldis
felag, tí eg fekk fleiri ferðir
so nógvar atkvøður, sum
tað eru limir í felagnum.
– Men tað er felagið, sum
hevur stilla teg upp?
Tað er rætt, men eg havi
verið limur í Tjóðveldis
flokkinum ein mansaldur
og havi tænt flokkinum so
væl, eg havi kunnað.
Hinvegin sær hann ikki
meiningina í, at fráboðanin
kemur frá Norðoya Tjóð
veldisfelag um at hann
hevur meldað seg úr.
– Í mínum hugaheimi
meldaði eg meg úr flokki
num, og sostatt eisini úr
felagnum, longu tá ið at
kvøðugreiðslan um 266 b
var í Løgtinginum. Tann
fráboðanin var so greið, at
hon skuldi ikki verið til at
misskilt.
– Tá harmaðist Norðoya
Tjóðveldisfelag um, at eg
var farin úr, men vónaði, at
eg og flokkur funnu saman
aftur. Men síðani hava
tjóðveldisfólk eftir øllum
at døma havt torført at
ásanna, at eg havi meldað
meg úr, tí einar tvær ferðir
havi eg lisið í bløðunum, at
eg eri framvegis limur í
felagnum.
– Tí havi eg nú skorið tað
út í pappi, sigur Karsten
Hansen.
Kann kosta dýrt
Karsten Hansen sigur, at
hann er fullgreiður yvir, at
avgerðin um at taka seg úr
Tjóðveldisflokkinum, kann
kosta honum dýrt politiskt.
Men hjá honum er tað als
ikki hetta, sum málið snýr
seg.
– Hjá mær snýr málið
seg eina og aleina um at
halda fast við mína sann
føring. Tí kundi eg ikki
longur vera limur í einum
flokki, sum ikki vil byggja
á kristnu lívsvirðini og sum
ikki heldur, at vit kunnu
stíga út í heimin, fyrrenn
vit hava fingið skrásett
parlag og so framvegis.
– Tað er ein ærlig støða,
sum eg havi fulla virðing
fyri. Men eg vil bara ikki
vera partur í tí
Annars havi eg ikki
broytt politisku sannføring,
tí eg eri framvegis loys
ingarmaður um ein háls,
staðfestir Karsten Hansen.
Í aðrari grein staðfestir
formaður Tjóðveldisfloks
ins, at hann fer ikki at
blanda seg upp í tína
politisku framtíð, men hann
skilir væl áheitanina um at
tú skalt leggja frá tær?
– Eg ivist ikki í, at hann
skilir áheitanina. Norðoya
Tjóðveldisfelag hevur kan
ska havt samband við hann
áðrenn tey komu við henni,
sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen vísur
eisini aftur tí, sum Heini O
Heinesen sigur aðrastaðni í
blaðnum.
– Eg havði ikki viljað
havt Heina úr tinginum.
Annars var málið um 266 b
og samkynd eisini fyri í
Løgtingum, tá ið Heini O
Heinesen var í Løgtinginum
og tá vóru vit báðir púra
samdir, sigur Karsten Han
sen.
– Eg veit, at hetta kann kosta mær dýrt politiskt, men tað er als
ikki tað, málið snýr snýr seg um hjá mær. Tí fer hann ikki at gera
eftir áheitanini um at siga tingsessin frá sær. Tvørturímóti vil
hann hava veljarans dóm fyri á næsta løgtingsvali
Høgni skilir støðuna hjá
Norðoya Tjóðveldisfelag
Formaðurin í Tjóð
veldisflokkinum vil
ikki blanda seg upp í
politisku framtíðina
hjá Karsten Hansen,
men hann skilir áheit
anina frá Norðoya
Tjóðveldisfelag
Politikkur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg blandi meg ikki upp í,
men eg skilji støðuna hjá
Norðoya Tjóðveldisfelag
Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins, vil ikki
siga um hann tekur undir
við áheitanini frá Norðoya
Tjóðveldisfelag í morgun á
Karsten Hansen um at siga
tingsessin frá sær.
– Tað er ikki eitt mál,
sum flokkurin leggur seg
út í, tí alt, sum hevur við
uppstilling at gera, er latið
upp í hendurnar á økisfel
øgunum burturav.
Sostatt er hetta eitt mál
ímillum Karsten Hansen
og felagið.
– Men eg skilji væl, at
felagið, sum hevur gjørt
eitt stórt politiskt arbeiði,
og sum stilla valevni upp
til valið, følir tað sum um
at tað hevur mist ein
tinglim.
Annars harmast formað
ur Tjóðveldisfloksins fram
vegis um, at Karsten Han
sen er farin úr Tjóðveldis
flokkinum og hann dylir
ikki fyri, at hann framvegis
vónar, at hann kemur aftur
í flokkin
Høgni Hoydal blandar seg ikki upp í, men skilir støðuna hjá
norðoyingum
– Hevði tað verið eg,
hevði Karsten Hansen
uttan iva hildið, at tað
mest natúrliga var, at
eg legði frá mær, sigur
Heini O Heinesen
Tjóðveldisflokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hevði Karsten Hansen
sagt tingsessin frá sær, er
Heini O Heinesen fúsur at
fara aftur á Løgting.
Tað sigur gamli ting
maðurin úr Kunoy, sum er
næsti maður á tjóðveldis
listanum í Norðoyggjum.
Annars vil Heini O
Heinesen ikki siga um
hann heldur, at Karsten
eigur at siga tingsessin frá
sær, nú hann hevur meldað
seg úr flokkinum.
– Men hevði tað verið
øvugt, so at tað var eg, sum
meldaði meg úr flokkinum,
vænti eg, at Karsten Hansen
hevði hildið tað verið
natúrligt, at eg segði ting
sessin frá mær.
Annars dylir Heini O
Heinesen ikki fyri, at hann
hevði
ikki
gjørt
sum
Karsten Hansen og meldað
seg úr flokkinum.
– Eg veit onki um, at
flokkurin hevur nakran
skrásettan politikk á øki
num og í hevur tað staðið
til samvitskuna hjá hvørj
um einstøkum, hvussu teir
atkvøða.
– Eg var ikki altíð samd
ur við flokkin, men eg
kundi ikki funnið upp á at
melda meg úr flokkinum tí
uttanfyri hevur ein so als
onga ávirkan.
– Eg dugi ikki at síggja,
at hetta málið skal vera so
nógv øðrvísi enn so mong
onnur mál. Tað er í nógvum
málum, at tað er latið upp
til sannføringina hjá hvørj
um einstøkum tingmanni
og eg haldi ikki at tað er
rætt at melda úr flokkinum
fyri tað, tí so missur ein
alla ávirkan.
– Tað eru altíð ymsar
meiningar í einum flokki,
men uttanfyri hevur ein so
onga ávirkan
At Norðoya Tjóðveldis
felag síðani heitir á hann
um at siga tingsessin frá
sær, skilir Heini O Heinesen
væl.
– Hinvegin mugu vit
eisini siga, at tann, sum er
valdur, hann er valdur,
leggur hann afturat.
Heini O Heinesen sigur,
at hann stillaði upp seinast,
tí hann metir framvegis, at
hann hevur nakað at geva
av á politiska økinum.
Og hann hevur framvegis
ikki mist hugin til politikk,
so skuldi møguleikin verið
har, er hann fúsur at taka av.
– Heini O Heinesen er ikki
samdur í, at tað er rætt at
melda seg úr einum flokki, tá
ið tað gongur ímóti. Uttanfyri
hevur ein so als onga ávirkan,
sigur hann
Heini fúsur at taka
sessin eftir Karsten