hósdagur 8. februar 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 28 - 8. februar 2007
miðlahúsið í Vágsbotni
Trapputingið
– gongur á odda í kjakinum
www.sosialurin.fo
Har fólk hittast!
Fríggjakvøldið 9. februar kl. 20:00 skipar Miðlahúsið fyri Trapputingi
Miðlahúsið hevur nú í skjótt tvey ár verið karmur um sonevnda Trapputingið,
har endamálið er at taka upp týðandi mál, sum eru uppi í tíðini. Her kann
talan vera um mál, sum hava verið ella fara at verða viðgjørd í Løgtinginum,
men eisini um mál, ið annars upptaka fólk.
Á Trapputinginum sleppa fakfólk og leikfólk at siga sína hugsan um aktuell
evni, og vón okkara er, at hetta fær týdning fyri málið framyvir. Eitt nú undir
viðgerðini og orðaskiftinum á Løgtingi, soleiðis at vit og tit geva tingfólkum
eitt betri grundarlag at taka støðu út frá.
Vit stuðla fría orðinum og stimbra demokratiska orðaskiftinum millum fólk
í Føroyum.
miðlahúsið
Við pallborðið sita
Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi
Bogi Hansen, professari í havumhvørvi
Klæmint Weihe, stjóri í SEV
Jákup Sólstein, stjóri í Reiðarafelagnum
Bergmann Finnsson, Agenda21 ráðgevi
Luttakararnir fáa 10 minuttir í part til
framløgu. Síðani er orðið frítt.
Orðstýrari: Uni Arge
Miðlahúsið bjóðar kaffi og smákøkur
Øll eru vælkomin
ORKA, UMHVØRVI OG FRAMTÍÐIN
– eru Føroyar partur av altjóða samfelagnum í hesum høpi?