Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 28 - 8. februar 2007 tíðindi Ekslusiv samrøða - Nei, eg fari ikki at geva føroyskum politikkarum nøkur góð ráð. - Tað týdningarmesta fyri føroyska samfelagið er, at teir hava ein vilja at menna samfelagið allatíðina, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter í eksklusivari samrøðu við Sosialin. Politikkur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo - Eg kann bara staðfesta, at tað er hent ótrúliga nógv her í Føroyum. - Tað er flott. Ja, tað er faktiskt ótrúliga flott, sigur Schlüter, sum í samfull 30 ár varð knýttur at donskum politik­ki og seinni eisini gjør­di vart við seg sum ES- po­li­tikk­ari. Sum danskur politikkari og forsætisráðharrin var hann fleiri ferðir á vitjan her á landi, og hevur tí við egn­um eygum sæð ta men­ ing­ina, sum samfelagið hev­ ur verið í tey seinastu nógvu ár­ini. Í hesum døgum er hann aft­ur í Føroyum, hesaferð sum gestur hjá Eik Banka, sum í hesum sambandi hev­ ur sett sjóneykuna á íløgur og møguleikarnar hjá før­oy­ ing­um at gera íløgur í gar­an­ terað virðisbrøv. Fyri Schlüter er eingin ivi um, at stórur framburður er at síggja í føroyska sam­ fel­ag­num. Og hetta fer ei­si­ ni at hava sína ávirkan í fram­tíð­ini. - Nógvir útlendskir ílegg­ jar­ar vilja fegnir koma higar at gera íløgur, sigur hann. Fiskivinnan hevur tað gott Poul Schlüter hevur verið í Før­oy­um fleiri ferðir áður, áð­renn henda ferðin, nú hann er gestur hjá Eik. Hóast mong ár eru liðin síð­ani hann gavst í politikki, og hóast hann verður 78 ára tann 3. apríl í ár, fylgir hann fram­veg­is við tí sum hendir í Føroyum. Hann er sannførdur um, at tað gongur ótrúliga væl í tí føroyska búskapinum í løt­uni. - Fiskivinnan hevur tað gott, og tað er haraftrat nógv­ur fiskur at fáa. - Og so haldi eg tað eisini vera sera áhugavert, at meg­ in­part­ur­in av teirri veiðuni, sum verður landað í Før­oy­ um, er fingin uttan fyri før­ oy­ska havøkið. “Det er gan­ ske godt”, sum hann tekur til. Tað er kortini ikki bert fisk­i­vinn­an, sum hevur han­ sa­ra áhuga. Hann fylgir somu­leið­is væl við í støðuni í føroyska búskapinum. Og tað er ikki frítt, at fyrr­ ver­andi – og higartil einasti! – konservativi for­sæt­is­ráð­ harr­in er hugtikin av støðuni hjá føroysku pen­ing­a­stovn­ un­um. Burtur við almenna stuðlinum - Tað er ótrúliga gott at síggja, at meginparturin av inn­tøk­uni hjá Eik Banka kem­ur frá inntøkum í øð­rum londum. - Tað eri eg imponeraður yvir at síggja. Slíkt er gott, sig­ur Schlüter. Hann hevur somuleiðis lagt merki til, at tann før­oy­ ski búskapurin mennir seg ó­trú­li­ga væl. - Eg hevði verið nóg - Tað vildi tí verið løgið, um øll oljan gekk uttanfyri føroyskt havøki, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter sum er á stuttari Føroya-vitjan í hesum døgum Mynd: Jens Kr. Vang Tá tað gongur so gott við føroyska búskapinum, so freistar tað útlendskar fyritøkur at gera íløgur í Føroyum ” Eg haldi tað vera sera áhugavert, at meginparturin av teirri veiðuni, sum verður landað í Føroyum, er fingin uttan fyri føroyska havøkið. “Det er ganske godt ”