Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-02-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. februar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VARPIÐ Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri› F R Í G G J A D A G U R   9 . F E B R U A R   2 0 0 7 Canal+Film1 • Leygardagin kl. 19.00 Skeleton Key Ein ung kvinna fær starv, har hon skal hjálpa einum avlamnum manni í New Orleans. Skjótt kemur hon eftir, at hús hansara eru full av myrkum loyndarmálum. Men hvat er tað, sum fjalir seg handan læstu hurðarnar? DR1 • Leygardagin kl. 19.00 Melodi Grand Prix Jacob Andersen, James Sampson og Stig Rossen eru millum finaluluttakararnar, tá finalan í danska Melodi Grand Prix er á skránni. Kappingin hevur gjøgnum nógv ár vunnið sær mest sum kult-status í Danmark, og eisini her í Føroyum plagar spenningurin at vera stórur, tá vinnarin skal kjósast. 3+ • Mánadagin kl. 20.00 The Game Tá hann verður 48 ár, fær Nicholas Van Orton eitt kort frá beiggja sínum, Conrad. Kortið gevur atgongd til at spæla við í einum heilt serligum spæli hjá Consumer Recreation Services. Av berum forvitni fer Nicholas til fyritøkuna handan spælið, men áðrenn hann veit tað, hevur hann heilt mist tamarhaldið í einum vandamiklum spæli, har tað er trupult at skyna á veruleika og ímynd. 3+ • Sunnudagin kl. 20.00 Supermodeller Tær eru púrasta vanligar kvinnur. Bara hægri, klókari og sunnari. Eisini eru tær minni forkelaðar, og tær hava eisini fleiri trupulleikar enn aðrar. Men hvussu tú enn vendir og snarar tí, so hava tær sett standardin fyri vakurleika. True Hollywood Story far handan leiktjøldini við Tyra Banks, Cindy Crawford, Iman og øllum hinum, og so fæst sjón fyri søgn, at lív teirra ikki bara er champagna, kaviar og catwalks.